hósdagur 19. juni 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 20. juni 2014 · Nr. 69
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dion Vestergaard andaðist
leygardagin 17. mai, einans 87
ára gamal. Eg sigi einans, tí
hann ætlaði sær at verða 115.
Dion var sonur Dánjal Jo
han Vestergaard úr Sumba
og Jóhonnu Weihe úr Por
keri. Dánjal Johan var ein
stillførur og raskur maður,
fór ungur á sjómansskúla og
tók skiparaprógv. Tað segðist
um Dánjal Johan, at hann var
góður bjargamaður. Kvøðari
var hann eisini av teimum
bestu. Hann andaðist í 1970.
Jóhanna var eisini ein still
før og fitt kona, sum hevði
sítt kjølfesti í guðstrúnni.
Hon arbeiddi í mong ár í fiski
og var eitt arbeiðsgrev. Seinni
var hon heimaarbeiðandi og
tók sær av húsi og heimi, til
hon bleiv 88 ára gomul. Hon
andaðist í 1994.
Dion var næstelstur av 11
systkinum. Póla Maria, van
liga rópt Diddan, var elst.
Dion livdi síni fyrstu barnaár
í Sumba, og hevði hann
alla ævi sína miklan tokka
til Sumba og sumbingar.
Hvørja ferð, hann var heima,
fór hann suður til Sumbiar.
Meðan mamman og pápin
bygdu hús í Toftalíð í Vági,
búðu tey inni hjá Nielsi og
Marini Christinu Midjord.
Haðani fluttu tey út í Toftalíð,
ið varð barndómsheim teirra.
Har bleiv lítlibeiggin, Ove,
borin í heim. Tá ið Dion var
6 ár, doyði Ove einans 5 ára
gamal av lungnabruna, og
var tað teimum øllum dyggur
smeitur. Mangan tosaði Dion
um lítlabeiggjan. Síðan kom
Edvin, sum tíverri doyði alt
ov ungur av krabbameini. Í
1933 fingu tey Odu, sum varð
uppkallað eftir Ova. Eftir
Odu kom Edla, sum flutti til
Danmarkar á ungum árum.
Í 1935 bleiv Aksel føddur.
Dion og Aksel hava verið
sera tætt knýttir, serliga tey
seinastu árini. Lydia var fødd
í 1938 og flutti eins og Edla til
Danmarkar, har báðar búðu.
Bert seks dagar eftir, at
Dion andaðist, orkaði Lydia
ikki meir, og andaðist hon
fríggjadagin 23. mai. Seinasta
árið búði Lydia á einum heimi
niðri í Keypmannahavn og
hevði verið sjúk eina tíð.
Margháttligt er, at systkinini,
Dion og Lydia, stóðu undir
børu samstundis. Dion, Edla
og Lydia komu nógv saman
niðri í Danmørk.
Síðan kom Kitty, ið var
tann einasta, ið búsettist í
Vági. Næstyngst er Hildibjørg,
og tað var Dion, sum gav
henni navn. Yngst av systk
unum var Dora. Dora hevur
millumnavnið Borgarhjørt,
og tað navnið kom eisini frá
honum. Systkinini høvdu so
ómetaliga nógv at siga fyri
Dion. Tey vóru hansara eitt
og alt, og tey hava øll hildið
sera væl saman gjøgnum
lívið.
Dion gekk í skúla í Vági,
men hugurin stóð ikki til
skúlan. Hann vildi verða
sjómaður eins og pápin - tó
tað var ikki bara sum at siga
tað, tí heimskríggj var. Pápin
vildi, at hann skuldi fara í
realskúla, men tað vildi hann
ikki. Hann vildi sleppa til
skips, tó at hann var bara 14
ára gamal, og tað endaði við,
at pápin fekk ein vinmann at
taka hann við sær. Einaferð
teir høvdu minuvakt, sigldu
teir á eina minu. Hon brast
ikki; men vinmaðurin hjá
pápanum kastaði seg oman
yvir Dion, at einki skuldi
henda honum, um tað brast.
Eftir at hava siglt við slupp
fór hann til Íslands, einans 15
ára gamal, og har róði hann
út í eini tvey ár.
Hetta var ein baldrut tíð,
og Dion troyttaðist av út
róðrinum. Nú vildi hann
sleppa at royna okkurt ann
að. Ein dagin, teir komu at
landi, lá ein norskur bátur
við bryggju. Dion bað lata
seg sleppa við, fekk ja og
mynstraði. Hann var eina tíð
við hesum báti og savnaði
sær pening saman til at
kunna fara upp á skúla og
taka
skiparaprógv.
Hann
hevði sett í seg, at skipari
skuldi hann verða. Tá ið
hann var fyrst í 20-árum, fór
hann til Noregs at taka skip
araprógv, og hann treivst
heilt væl millum norðmenn.
Noreg og norðmenn høvdu
eitt serligt pláss í hjarta
hansara, og hann andaðist á
norska tjóðardegnum.
Dion
var
treiskur
av
lyndi. Foreldrini frættu lítið
og einki frá honum í mong
ár, og hann hevði sett í seg,
at ikki skuldi hann venda
heimaftur, fyrr enn hann var
blivin rættur maður og hevði
fingið sær útbúgving og
skiparakjans. Tað fyrsta, tey
frættu frá Dioni sjálvum, var,
tá ið hann sendi mammuni
og pápanum fjarrit til at siga
teimum, at hann var blivin
kapteynur. Í samfull 14 ár
høvdu tey bara fingið onkra
hissini heilsan, hann hevði
biðið onkran sjómann bera
teimum. Eftir hetta var hann
heima í Føroyum á hvørjum
ári og vitjaði.
Vitjanirnar hjá Dioni vóru
nakað heilt serligt. Sannur
veitsludámur var, tá ið hann
kom heim. Har var hann
miðdepilin, og tað elskaðu
báði hann og hini. Við sínum
góða og sjarmerandi látri
rúnarbant hann øll. Tað var
næstan soleiðis, at systkini
í Føroyum løgdu sær summ
arfrítíðina eftir, nær ið Dion
kom heim. Dion bleiv upp
vartaður av einslistum. Til
hvørja máltíð skuldi vera
okkurt gott omaná. Ongan
tíð betri, enn tá ið ein fløda
kaka var, tí tá livdi Dion mitt
í verðini. Altíð vildi hann
hava so nógv fólk uttan um
seg sum gjørligt.
Eitt sindur eftir kríggið fór
Dion at sigla við amerikanska
reiðarínum
United
Fruit
Co., sum førdi frukt millum
Amerika og Evropa. Eitt skifti
hevði hann bústað í Hon
duras, og hevði hann dupult
an borgaraskap, í Honduras
og her. Tað var ikki altíð líka
tespiligt hjá teimum at sigla
um Atlantshav. Dion segði
mangan frá vandamiklum
túrum.
Einaferð
kendi
mamman ein slíkan ótta á
sær og visti við sær sjálvari,
at okkurt var áfatt hjá hon
um. Foreldrini løgdu seg á
knæ og bóðu fyri soninum.
Nakað seinni sendi Dion
teimum fjarrit, sum segði, at
eldur var komin í skipið og
fýra av manningini doyðu.
Hinir kláraðu at fara í bjarg
ingarbátarnar.
Síðst í 70-árum og fyrst í
80-árum fekk Dion nýggjar
uppgávur frá reiðarínum.
Hann skuldi hava eftirlit
við køliskipunum, teir lótu
byggja. Dion hevði verið við í
allari menningini í sambandi
við flutning av frukt heilt frá
fimmtiárum. Tað er ikki sum
at siga tað at føra frukt yvir
hav við skipi úr Amerika til
Evropa, tí tað er ógvuliga
viðbrekin farmur. Reiðaríið
bygdi skipini í Gedynia í
Póllandi um hetta mundið.
Har dvaldi hann rúma tíð
og hitti tá Teresu, ið var úr
sama býi. Tað rann saman
teirra millum, og tey gjørdu
av at giftast. Teresa átti dótt
rina Joannu, ið Dion tók til
sín sum sína egnu dóttur.
Dion og Teresa fluttu til
Danmarkar og keyptu hús
í Espergærde. Hjúnalagið
vardi ikki, og tey fóru hvør til
sítt. Dion og Joanna høvdu
eitt sera tætt samband, og
hann var ómetaliga errin,
tá ið hann gjørdist abbi at
Olivuri fyri trimum árum
síðani. Fyri góðum ári síðan
var hann í Týsklandi og vitj
aði abbasonin.
Dion gjørdist pensjónistur
longu 60 ára gamal. Hann lá
tó ikki á linkanum, men fann
sær altíð okkurt at takast
við. Reiðaríið hevði álit á
honum, og í fleiri umførum
var hann sýnsmaður í yms
um londum í Evropa. Væl
dámdi honum eisini at ganga
til listaframsýningar. Veitsl
urnar hjá føroyingafelagnum
dámdi honum avbera væl,
og Dion livdi í veruleikanum
eina føroyska tilveru í Dan
mørk. Føroyahúsið í Keyp
mannahavn var sum annað
heim hansara, og hagar kom
hann regluliga. Líka til Dion
var 85 ár róði hann við einum
báti hjá kappróðarfelagnum í
Keypmannahavn. Dion hitti
Dianu, tey vóru sera væl og
fingu fleiri góð ár saman.
Tá ið Dion búsettist í Dan
mørk, fekk hann mangan
vitjan, og tað dámdi honum
sera væl. Heimið hjá honum
stóð altíð opið, og hann var
ómetaliga gestablíður.
Hann fylgdi sera væl við
í politikki og dámdi honum
lítið hugsjónina, ið ríkti
eystanfyri, áðrenn jarntjaldið
fell. Dion var hugtikin av
Amerika og bar stóra virðing
fyri samfelagsligu grund
reglunum,
sum
orðaðar
eru í amerisku stjórnar
skránni. Dion fylgdi líka til
tað síðsta við í føroyskum
og donskum politikki. Hann
hámetti danska vælferðar
samfelagið.
Sum sagt, kom Dion heim
á hvørjum ári. Hann keypti
barndómsheimið, sum Kitty
tók sær so væl av. Har var
altíð stuttligt at koma, tá ið
Dion var heima. Dion var
einki knarr, nei, hann vildi
hava tað stuttligt. Seinastu
árini kom hann ofta heim
um
ólavsvøku.
Honum
dámdi sera væl ólavsvøkuna,
tí tað er besta høvi at hitta
landsmenn. Altíð fór hann
í føroyskan dans, tí honum
dámdi so væl at dansa.
Tá ið Dion var heima í
1994, gjørdi eg av at fara
suður at vitja hann í húsum
hansara úti í Toftalíð. Ætlan
mín var at dvølja har suðuri
eina góða viku, men hendan
vikan gjørdist til fýra. Tá
kom eg at kenna Dion sera
væl. Dagurin byrjaði við
látri, egg og bacon. Vit høvdu
drúgvar og góðar samrøður
um familju, átrúnað, politikk,
søgu og samfelagsviðurskifti.
Vit fóru seint til songar, tí vit
høvdu so ómetaliga nógv at
tosa um. Hann segði mær
frá forfedrum okkara og
ymsum, sær hevði verið
fyri. Eg ætlaði altíð at skriva
okkurt um Dion, tí hann
var ein meistari at siga frá,
men ikki vildi hann. Har
skuldi tó ikki bara etast og
forteljast, vit skuldu eisini
hoyggja fyri Kitty mostur.
Veðrið var einki serligt, so
vit sluppu ofta undan; men
vit høvdu sett okkum fyri,
at vit vildu fremja hetta. Vit
vóru herviligir at arga hvønn
annan, men altíð í góðum.
Hóast vit vóru ósamdir um
mangt hvat, vóru vit hoygg
ingarmenn saman. Dion helt,
at hoyggingarmenn skuldi
vera bæriligir, so tað tók
altíð drúgva tíð hjá honum
at koma niðan í bøin. Hann
skuldi snáka sær, lata seg
fínt og leggja til rættis. Lítið
dámdi honum, at eg skuldi
ganga órakaður og óslipsaður
í hoyna. Skemtið var so
ómetaliga gott, og tað endaði
við, at ikki var neyðugt við
so mongum orðum. Onkur
tilsiping ella ein keipa, ikki
skuldi meiri til at fáa láturin
fram, og láturin hjá Dioni var
smittandi og lívsjáttandi.
Í 2008 fekk eg aftur
høvi at búgva hjá Dioni. Tá
skuldi eg suður at arbeiða
á miðnámsskúlanum í fýra
vikur í sambandi við náms
frøðiliga útbúgving. Aftur
tá høvdu vit tað so ótrúliga
stuttligt, aftur varð fortalt av
hjartans lyst.
Dion var framúr familju
kærur, og altíð spurdi hann
eftir okkum, børnunum hjá
systkinunum. Hann gleddist,
tá ið tað gekk við og hevði tað
ikki gott, tá ið gekk ímóti.
Vágur fylgdi nógv í hjarta
hansara. Tá ið hann ringdi
til Kitty, spurdi hann altíð
eftir ymsum fólkum í ella úr
Vági. Hann fylgdi t.d. væl við
avrikunum hjá Páli Joensen,
sum hann var ómetaliga
errin av.
Ikki sørt rørdur var hann,
tá ið hann hoyrdi vágssangin.
Var veitsla, vildi hann hava
fólk at syngja vágssangin.
Stutt áðrenn Dion doyði,
gav
hann
Vágs
Sóknar
Bygdasavni
ein
repil
av
gomlum lutum, sum hann
hevði savnað gjøgnum árini.
Tað sigur ikki so lítið, at Dion
vildi verða jarðaður í Vági.
Dion
bleiv
sjúkur
av
krabbameini fyri góðum ári
síðani, og tað tók honum dygt,
tí hann hevði altíð havt góða
heilsu. Við sínum lætta sinni,
royndi hann tó at sannføra
seg sjálvan og síni næstu
um, at hetta mundi fara at
ganga. Dion hevði nógva
pínu, nú hann andaðist.
Diana og Joanna vóru um
hann seinastu tíðina. Eitt
livandi, lívsgevandi, rúmligt
og skemtiligt menniskja er
farið. Enn hoyrist eyðkendi
láturin hjá Dioni. Maðurin er
farin, men minnini liva.
Tórður
Dion Vestergaard
29/4 1927 – 17/5 2014