Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. juni 2014 · Nr. 69 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stígum fast á várt gólv, sparum ei vár skó... hetta kvøða mælskir og stoltir føroyingar, sum dáma væl at tosa um kappar í kvæði ella søgn, og øgilig er eisini søgan um Sigmund Brestisson í barnaútvarpinum. Vit vilja so fegin vísa á, at vit eru serstøk tjóð og reypa av okkara, eisini teimum, sum hava verið á hægsta tindi, róð um víðastu høv og verið við í størstu kappingum. Vit eru føroyingar við egnum máli, ríkari mentan, merki og fjølbroyttari siðvenju – siga vit. Vinningurin í at oyggjarnar eru fjarskotnar er tó í dag næstan burtur, tí altjóða samfelagið tykist nærri enn nakrantíð og gevur okkum nýggjar avbjóðingar. Hetta merkja vit serliga í dag, nú fólk úr øðrum londum eru komin til landið og vilja tvinga okkum at laga virði og lógir okkara eftir teirra. Tá vónleyst er at finna semju ímillum tey, sum drepa hval og tey, sum hinvegin vilja doyggja fyri hvalin, er spurningurin, hvussu hesar støður verða handfarnar skilabest. Áhugavert er í øllum førum at síggja, at íkomna støðan seinastu dagarnar onkursvegna broytir føroyingin grundleggjandi, tí kappar og hetjur sýnast at vera løgd í dvala. Vit skulu nú ikki vísa, hvørji vit eru, ikki vísa, hvat vit gera og ikki gera mótstøðu. Boðini eru stutt og greið, at vit skulu bara vera fitt. Longu nú eru tey svartklæddu úr útlondum her, og í alt summar verður innrás av teimum, sum stríða sítt stríð - við skølti prentaðum á stolta Merkið. Nei, vit skulu vera fitt, gestablíð og rólig. Stóran týdning hevur eisini, at vit ongan hval reka inn í nakra hvalvág, tí tað skal eingin fremmandur síggja. Hoyrdist ein dagin, at grind varð funnin við Oyrargjógv, men grindaformaðurin gjørdi av at lata hana sleppa. Grundgevingin var eisini góð, tí, sum hann segði, so hevur nógv grind lagt beinini seinasta árið, so fólk í økinum hava nóg mikið av tvøsti og spiki. Eingin orsøk er at øsa tey svartklæddu, meðan tey eru í Føroyum. Sýslumaðurin í Vestmanna sigur, at sum støðan er nú, verður eingin grind dripin vestanfyri. Hesir eru samdir um, at so nógv grind er dripin vestanfyri í fjør, at eingin tørvur er á meiri grind. Hóast samd við teimum, eri eg í døpurhuga um, hvussu vit loysa tílíkar avbjóðingar á skilabesta hátt. Rætt er at spyrja, um vit veruliga bara skulu vera fitt. So fitt, at vit ikki vísa, hvørji vit eru, ella hvat vit gera. Hugsi eisini, at hetta møguliga bara er byrjanin til tað, sum onnur fara at ynskja at broyta við føroyska samfelagnum. Lætt er at skriva hesar hugsanir, tí eg skal sjálv ikki taka nakra týðandi avgerð í hesum máli, men hugsi tó, at vit eiga at spyrja okkum sjálvi, hvørji vit eru og síðani at liva tað. Hóast vit eiga at virða hvønn annan, so eiga vit ikki at liva tað, onnur siga, vit skulu liva. Heldur ikki krógva tað, vit gera. Havi hug at spyrja, um vit veruliga við dirvi tora at vísa og at liva upp til teir kappar og tær hetjur, sum eru partar av føroysku mentanini, ella skulu vit bara vera fitt? Tóra við Keldu lærari EYGA MÁLIÐ Skulu vit bara vera fitt? kjak kjak Marin Katrina Frýdal býráðslimur fyri Tjóðveldi Eg vil hervið koma við eini rætt­leiðing til tað, sum borg­ ar­stjórin í Havn, Heðin Mort­ en­sen, førdi fram í Degi & Viku mánakvøldið. Honum so líkt borðreiðir Heð­in Mortensen við pástandi um, at undirritaða, sum er tann einasti býráðslimurin, ið alment vágar sær at tala borg­arstjóranum ímóti, at eg einki havi skilt av tí heila. Heilt tilvitað ger hann tey til láturs – í hesum førum meg – sum ikki eru samd við honum. Hetta ætli eg mær ikki at góðtaka. Málið snýr seg um eyka­út­ reiðslurnar hjá Tórshavnar komm­unu í sambandi við um- og útbygging av Tórsvølli. Á bý­ráðsfundi 22. apríl 2014 bað býráðið um heimild til, at sami arbeiðsgevari kundi halda fram við arbeiðinum kring Tórsvøll, út yvir tað, sum arbeiðstøkan ljóðaði uppá. Nakað, sum er óvanligt og ikki rætt, tí øll størri arbeiðir eiga at verða boðin út. Flestu býráðslimir høvdu hug at taka undir við einum annars væl undirbygdum tilmæli, men tó fekk borgarstjórin nógvar spurningar á fundinum. Mill­ um annað um kostnaðurin fór at halda. Hetta svaraði hann játt­andi uppá, hóast hann longu tá var vitandi um, at tað fór at koma ein eykaútreiðsla á oman fyri 7 mió. krónur, sum hann duldi fyri býráðnum. Málið var sum kunnugt fyri aft­ur á býráðsfundi mána­ kvøld­ið 16. juni. Her mintu trígg­ir býráðslimir borgar­ stjór­an á tað, sum hann fyrr hevði upplýst, at hetta fór ikki at ávirka kostnaðin, sum Tórs­ havn­ar kommuna fór at hava av verkætlanini. Honum so líkt, tá hann er kroystur upp í ein krók, so ristir hann eina sjó­for­ klár­ing úr ermuni, sum kann vera torfør hjá okkum øðrum býráðslimum at gjøgnumskoða í fyrstu atløgu. Undirritaði bað um at fáa hesa viðmerking í gerðabókina á bý­ráðs­fundinum í 16. juni: “Marin Katrina Frýdal átal­ar, at borgarstjórin duldi upp­lýs­ ingar um meirkostnaðin á bý­ ráðsfundinum 22. apríl 2014.” Hesum noktaði Heðin Mort­ en­sen mær, og ikki nokk við tað. Hann gjørdist nærmast frá sær sjálvum og hótti meg bæði við einum og øðrum. Hetta ódemokratiska lyndið hjá Heðini Mortensen er ikki ókent, at tá fólk ikki eru samd við honum, so hóttir hann tey. Borgarstjórin gekk bert við til, at eg fekk loyvi til at fáa eina viðmerking í gerðabókina, um eg góðtók hesa orðingina: “Marin Katrina Frýdal hevði serstøðu til málið, tí hon metir ikki, at rættar upplýsingar vórðu givnir um málið á bý­ ráðs­fundinum 22. apríl 2014.” Slíka maktmisnýtslu frá borg­ ar­stjórans síðu ætli eg mær ikki at góðtaka, og tí skrivi eg hesar reglur. Eins og borgarstjórin eri eg ein demokratiskt valdur bý­ráðs­limur, ið havi sama talu­ rætt sum hann, og tí verður tað hvørki Heðin Mortensen ella nakar annar, ið sleppur at hótta meg til tøgn. Eg veit, at eg ikki eri tann einasti í býráðnum, sum finst at diktatoriska fram­ferðar­ hátt­inum hjá borgarstjóranum, men tíverri aftra aðrir bý­ráðs­ limir seg við at standa fram. Vit vita øll, at revsingin frá Heðini Mortensen yvir tey, sum ditta sær at tosa honum ímóti, er gróthørð. Hana havi eg kent á egnan kropp fleiri ferðir og fái hana aftur at føla, tá hesar reglur eru komnar á prent, men tað ræðir meg ikki og fær meg ikki at tiga. Eg fari tó at heita á tykkum, sum ikki eru samd við borgar­ stjóranum, um at standa fram. Tað kann ikki vera meiningin, at allar demokratiskar spæli­ reglur verða settar til viks, tí vit hava ein borgarstjóra, sum ikki góðtekur onnur sjónarmið enn síni egnu. Frank Davidsen Tá Jan Vestergaard í við­merk­ ing­um til mína grein herfyri pá­stendur, at løgtingi og minni­ luta­samgongan í 2011g av M/s Athenu veiðiloyvi soleiðis at hon kundi takað ímóti makreli frá partrolarnum á fisk­i­felt­in­ um, so er ta ikki í samsvar við veruleikan. Vestergaard senior gav M/s Athena veiðiloyvi í 2007 til fiskiskap í Kyrrahavinum. Ta vil siga, at M/s Athena var skrásett í Føroya Skipaskráseting, uttan fiskiloyvi. Hetta tí at eigarnir av M/s Athenu undirskrivaðu eina ræðisavmarking sum váttar at skipið , " IKKI VERÐUR NYTT TIL VINNLIGAN FISKISKAP AV NØKRUM SLAG Á FØR­ OYSKUM SJÓØKI ". Í innan­ hýsis skrivið 23. august 2010 verð­ur á fundi millum senior Vester­gaard, aðalstjóran og navn­givið starvsfólk í Fiski­ mála­ráðnum, útskriva makrel­ loyvir "fiskiloyvir" til Athenu og Poseidon, hetta hóast oman­ fyrinevndu ræðisavmark­ing. Sostatt blástemplaði senior Vestergaard fiskiloyvir til Athenu og Poseidon, og lat hánt um ræðisavmarkingina. Aftaná at hesi fiskiloyvir hava ligið í eini skuffu úti í Fiski­ málaráðnum í í 3 ár nevnliga til 3.juni 2013 heitir sami senior Vestergaard á FAS- í samband við at m/s Grunnabarð er selt P/F. Ocean Faroes Ltd. og veiði­loyvi hjá fyrrverandi m/s Athenu er flutt á m/s Grunna­ barð - um at avlýsa ræðis­av­ markingina Sostatt er ta ikki sum junior Vestergaard førur fram, at minnilutasamgongan gav Athenu veiðiloyvi til makrel­ fiskiskap undir føroyum í 2011. Hinvegin fekk Athena loyvi til at liggja á feltinum og taka ímóti makrelveiðuni frá partrolarnum. Um minni­ lutasamgonga ikki hevði fingið móttakarskip út á fiskifelti, aftaná at fólkaflokkurin var rýmdur úr samgonguni, so hevði meginpartur av tí hækk­ andi makrelkvotuni farið til Guano á Havsbrún. Um junior Vestergaard ikki veit ta, so er eitt veiðiloyvi tonsini ella skrokkurin, sum ein hevur loyvi at skráseta. Og varð Veiðiloyvi til Athenu skrásett í 2007. Tí er ta burturvið, tá sami J.V. alment skýrur minnilutasamgonguna frá 2011 til at vera orsøkin til, at eigarnir av Athenu í dag eiga tann forrætt, at hava eitt ella fleiri fiskiloyvir, sum teir kunna luta út sum teir sjálvir finna fyri gott. Men sjálv fiskiloyvini hjá Athenu og Poseidon vóru sum fyrr sagt avgreidd 23. august 2010 á fundi millum Jacob Vestergaard, Aðalstjóran og eitt navngivið starvsfólk. So sambært junior Vester­ gaard, so er ta fyri tað fyrsta ikki neyðugt við fiskiloyvi, eins og ein ræðisavmarking hevur ikki fyri neyðun at vera strika av Skráseting Føroya. Hví heitir fiskimálaráðharrin tá á Skráseting Føroya um at strika ræðisavmarkingina av Athenu og Poseidon. Lógin um vinnuligan fiski­skap frá 1994 verður av fiskimálaráðharranum brúkt sum jarnbrot, helst í heim­ilda­ loysi, soleiðis at ein makrel­ bólkur uttan um løgtingi ásetur hvussu makrelkvoturnar og hvussu hesar kvotur verða út­lutaðar. Samstundis ræður fiski­mála­ráðharrin suverent um hvørji í vinna í Makrel­gekk­ inum, uttan nakra kapping. Ikki er neyðugt hjá junior Vestergaard at siga mær, at felagið " Baklhólmur " hevur gjørt samstarvsavtalu við Thor í Hósvík. Tað hevur verið aktuelt í fleiri mánaðar. Einasta nýggja í hesum er, at felagið " Baghólmur " er stovna við einum eginkapitalið uppá 500.000 krónur. Men partapeningurin verður helst á einum øðrum støðið, um fiskiloyvi verður ein veruleiki. Men hvar er fría kappingin, og hvar síggjast tey liberalistisku sjónarmiðini ið fólkaflokkurin hevði sum skjaldramerki. Havi als einki ímóti reiðarii og manning sum helst koma at fáa eina kvota, ið kanska kemur at hava eitt virði, sum er omanfyri hundrað milli­ ónir krónir. Ta er bara mátin ið Fiskimálastýrið lutar makrel­ loyvir út, har aðrir aktørar í ikki eru líka væl við fiski­mála­ ráðharrin, als ongan møgu­ leika hava. Vóni annars, at upp­sjóarfiskiskapurin kemur at halda sær nógv ár framyvur, til gagns fyri samfelagið. Junior kennir ikki munin á veiði- og fiskiloyvi Borgarstjórin duldi upplýsingar fyri býráðnum