Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 20. juni 2014 · Nr. 69 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Karin Kjølbro fyrrverandi løgtingskvinna Tórbjørn Jacobsen Karin Kjølbro Hans Pauli Strøm Sámal Petur í Grund Jógvan Sundstein Edmund Joensen Jógvan við Keldu Eru tey so sjúk her? T að er ein søga um eitt ferða­ manna­skip á veg inn á Havnina, og ferða­maður spyr, hvat vinnuvirki liggur í øllum hasum gráu bygningunum á vinstru hond. Hatta er sjúkrahúsið, verð­ur svarað. Ja, men eru tey so sjúk her? spyr ferðamaðurin. Henda søga kom mær til hugs, tá vit í KvF frættu, at játtaðu 135 mió. til Sjúkrahúsverk Føroya til viðgerðir uttanlands í 2014, ikki fara at røkka. Mest sannlíkt verður talið 150 mió. Ein útreiðsla, ið er á leið ájøvn við tað Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús kosta til­ samans. Tað er ikki bert viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum hetta fer til. Tað talið er á leið støðugt, men tað er eftirlitið aftaná viðgerðina, ið veks­ur ógvusliga. Við hetta lag hava vit 4 sjúkra­ hús, har Ríkissjúkrahúsið er megin­ sjúkrahúsið og harumframt eitt fjøltáttað ambulatorium aftrat á Ríkissjúkrahúsinum. Nógv er broytt síðani Klaksvíkar Sjúkrahús varð bygt í tjúgunum. Minnist, at tað var stórt framstig, tá nýggi Pride (ferðabáturin millum Klaksvík og Havnina) kom í 1959, tí m.a. sjúkrarúm var umborð. Síðani apríl 2006 hevur tað tikið góðan tíma at koyra á Landssjúkrahúsið og verður tað helvtina styttri, tá tunnilin undir Skálafjørðinum er liðugur. Tað er tí ófatililigt, at vit onki frætta um rationaliseringar her. Slíkt skal ikki gerast í óðum verkum og skapa ótryggleika, men tað verður neyðugt og ongatíð ov skjótt at planleggja. Tá eg onkutíð havi spurt um hetta, er svarið, at tað er ein politiskur vilji, at Klaksvíkar Sjúkrahús skal verða, sum tað er. Sum skilst, stendur tíðin still har. ISOTOPTELJARIN Minnist ein samgongufund í Tinga­nesi kanska í 1986. Sjúkra­ hús­verkið var til umrøðu við støði í ávísum álitum um sjúkra­ hús­verk Føroya: (Reyða álitið frá 1980, Álit frá læknaráðnum á landssjúkrahúsinum 1982, og í 1983 viðmerkingar frá yvirlæknum á Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkra­ húsi). Kjakið var stundum harðligt. Ein norðoyatingmaður skuldi á nevnda samgongufundi hava nógvan pening til eitt tól - ein isotop­teljara - til Klaksvíkar Sjúkra­ hús (100 túsund kr var nógv tá). Eg spurdi hvat tað var, og hvat tað skuldi brúkast til. Norð­oya­ tingmaðurin visti ikki, men segði, at tey høvdu fingið ein serlækna til Klaksvíkar. Hann var serlækni í isotopteljing. Royndi eftir fundin at spyrja fólk, eg helt hevði skil fyri tí. Men ongin dugdi at svara, hvat ein isotopserlækni var. Tá bar ikki til at googla. Tók tí og ringdi til danska heilsustýrið at spyrja, hvat hetta var fyri serlæknagrein. Nei, hetta var ongin serlæknagrein, men tað kravdi eitt skeið í 5 dagar at handfara eitt slíkt tól. Líkamikið tólið varð keypt. Tann læknin, ið endiliga skuldi hava tað, er langt, langt síðani farin úr Klaksvík, og norðoyatingmaðurin, er farin av foldini. Tað sum kjakið tá bendi á í mín­um hugaheimi var, at Klaks­ víkar sjúkrahús meira var ein spurningur um 100 arbeiðspláss í kommununi enn um heilsuna hjá sjúklingunum. GERIATARA Til stuttleikar kann leggjast aftrat, at tá áðurnevnda samgonga var endurskipað í 1988, var lutur í av­ tal­uni við Karolinu Pedersen, ið gjørdist landsstýriskona fyri hin helmingin av KRFFF - Fram­sóknar­ flokkin, at vit skuldu fáa ein geriatara (serlækna í gamla­manna­ sjúkum). Hesum hava vit alsamt bíðað eftir, men nú ljóðar, at hann/ hon fer at koma í ár. Henda bíðitíð snýr seg allarhelst um, at trupult hevur verið at fáa ein slíkan til Føroyar. BLOKKURIN Tá Føroyar í 1992 fóru á húsagang var ein standandi donsk viðmerking: ja, hvussu skal tað verða við trimum sjúkrahúsum? Ivaleyst siga mong, at tað skulu danir ikki avgera. Rætt er tað, men tað er ikki ónatúrligt at tey hava eina meining, tá tey eru við til at fíggja húsarhald okkara. Soleiðis er at vera ófræls. Minnist meg rætt var tví­ drátt­ur herheima í samband við upphæddina, sum skuldi í blokkin sum endurgjald fyri nýtslu av Ríkissjúkrahúsinum. Uppskot dana var 18 - 20 mió.árliga. Tað hildu samríkis-og sambandsmenn verða alt ov lítið. Men við hetta lag, so fer megin­ parturin av blokkinum saman við øllum hinum beina leið aft­ur til Danmarkar. Men tað er ong­in nýggjheit. Ivist ikki í, at leiðsl­an á Ríkissjúkrahúsinum er ovur­fegin um hetta samstarv við Sjúkra­ hús­verkið í Føroyum. Teimum er eisini álagt at spara nógv. Atlantic Airways man eisini fegnast. DAGVIÐGERÐ Nógv er broytt í sjúkraviðgerðini hesi ár. Soleiðis eigur sjálvsagt at vera, tí so mangt verður gjørt ambulant. Fyrr í tíðini var t.d. eitt stórt projekt at verða skurðviðgjørd/ ur í eygunum fyri star. Nú sita kanska 10 hálvgomul fólk í senn ein fyrrapart í bíðirúmi eygnalæknans á landssjúkrahúsinum um vikuna,- fáa skurðviðgerð og síðani heim ella aftur til arbeiðis. SONGJATAL Á landssjùkrahùsinum eru seinni árini 50 songjapláss færri/niður­ løgd, og soleiðis er um øll norður­ lond. Men í Klaksvík og á Tvøroyri eru alsamt sama songjatal. Áhugavert er eisini, at songjatalið á føroyskum sjúkrahúsum uppá seg er lutfalsliga munandi størri enn í grannalondunum (Sí faktabox). Eisini liggja vit longri á sjúkra­ húsi, tá vit liggja. Ein orsøk er, at umleggingar frá innleggingum til ambulant og dagskurðvirkssemi er komið nógv styttri í Føroyum samanborið við grannalondini. Hví tað er so, er ikki ilt at gita. Í øllum førum er tað neyvan tí, at vit eru sjúkari enn grannar okkara. FØÐIDEILD Á TVØROYRI Tað er so stutt síðani, vit í KvF fingu at vita, at flestu børn í Føroyum verða fødd á landssjúkrahúsinum, men føðideild er kortini eisini á Tvøroyri, har eini 25 børn verða fødd um árið. Har var nakað at spara, men bústaðarviðurskiftini vóru so vánalig hjá barnakonum úr Suðuroy at búleikast í Havn áðrenn føðing, at tær vildu ikki til Havnar, var eitt sjónarmið. Sum skilst er Herbergið á Landssjúkrahúsinum síð­ani umvalt. Um tað hevur broytt støðuna er ikki greitt. Em­bætis­ læknin hevði eisini mælt til at lata aftur føðideildina á Tvøroyri, tí tað var tryggari, at øll børn vóru fødd á Landssjúkrahúsinum, um nakað óvæntað hendi í samband við føð­ ing. Mær vitandi er støðan alsamt óbroytt á Tvøroyri. Var ikki sørt kløkk, tá eg í donskum bløðum nýliga sá, at barnakonur nú skulu hava klæðir við til sín sjálvs og til barnið, dýnu til barnið og blæður, tá tær koma inn at føða á donskum sjúkrahúsum. Vónandi koma vit ikki hartil í sparingum. - Gleðin yvir nýføðingar eigur at føra við sær heilt aðra viðferð og móttøku. Rætt skal annars verða rætt. Føði­deildin í Klaksvík er niður­ løgd. SAMSTARV Í ÚTNORÐI Óført er við nýúndirskrivaða sam­ starvssáttmálanum millum lond í útnorði. Vónir eru m.a. um møgu­ leikan fyri at keypa inn heilivág í felag og harvið spara. Tað man verða í tøkum tíma. Tá, Útnorðurssamstarvið byrjaði fyri 30 árum síðani, var nógv tosað um sparing av peningi m.a. við at keypa inn í felag, - amboð og útgerð til fiskivinnu o.a. I øllum førum hevur heilivágur tyngt ógvusliga seinnu árini í sjúkrahúsverkinum. So hetta er ein góð søga, ið vónandi gevur øðrum aðalráðum íblástur. Eisini hava vit m.a, sent kvinnur við bróstkrabba til Reykjavíkar, sum tær hava verið sera væl nøgdar við. BYRJA KJAK Lívsstílssjúkur og hækkaða talið av gomlum krevja nýggjar heilsu­ skip­anir, ið júst hava verið til aðal­ orðaskifti og vísa á nýggjar leiðir. Her eiga eisini at liggja nýggir møguleikar hjá Klaksvíkar Sjúkra­ húsi og Suðuroyar Sjúkra­húsi. Tørvur er bæði á endur­menn­ing og endurvenjing eins og sjúk­ lingahotelli, og tele­medi­sin eisini verður týðandi táttur. Klaksvíkar Skjukrahús hevði eisini riggað væl sum fólka­heilsu­háborg. Øll álitini og notatini um sjúkra­húsverkið í ein mansaldur hava ikki flutt tað stóra og sein­ asta samgonguskjalið er eins runt i orðing viðvíkjandi sjúkra­hús­ verkinum, - so sum altíð hevur verið fyri at finna samgongusemju, at tað flytir heldur onki. Fráboðanin um 7 heilsudeplar er fínt, men fær tað ávirkan á sjúkrahúsverkið? Tað skuldi veri upplagt. Nógv kundi verið lagt aftrat um hesi við­skifti, men pláss er ikki á hes­um staði. Men tað er løgið við ymiskum sam­ anleggingum "over-night" í øðr­ um aðalráðum við luftig­um argu­ mentum, með­an sjúkra­hús­verkið við fáum und­antøkum stendur í stað, hóast hópin av frágreiðingum, álitum og tilmælum og stórum møguleikum at minka útreiðslur. Henda tíðargrein er ikki ein roynd at beina fyri smáu sjúkra­ hús­unum, men ein roynd at byrja kjak í minsta lagi millum okk­ um, sum hava livað og virkað her meginpartin av lívinum. Eis­ini vit hava lagt lunnar undir hetta sam­ felag, og vit eru alsamt skatt­gjald­ arar. Og sjálvandi eiga vit sjálvi at royna, tað vit eru ment, at fyri­ byrgja innlegging á sjúkrahús.