Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. juni 2014 · Nr. 69 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Heygum & Petersen advokatar | Bøgøta 16 | postboks 164 | FO-110 tórshavn Tlf. 351710 | fax 351711 | hp@adv.fo | www.adv.fo SETHÚS OG NEYST Í SKÁLABOTNI TIL SØLU Sethús við tilhoyrandi neysti í Skálabotni verða hervið lýst til sølu. Húsini standa høgliga fyri niðri við sjógvin við sera góðum útsýni. Grundøkið er til víddar 442 m2. Húsini, sum eru renoverað, eru upprunliga bygd 1950 árunum eru til støddar 62 m2 í trimum hæddum. Í miðhæddini er gongd, køkur og stova í einum, umframt WC/brúsa. Á loftinum eru trý kømur og gongd. Kjallarin er óinnrættaður. Húsini eru klødd og ketilin til centralhitan er nýliga skiftur. Neystið, sum er samanbygt við húsið, er úr betong og til víddar 65 m2. Prísuppskot kr. 600.000 Hægri útbúgvingar á Føroya Handilsskúla Lestrarbyrjan í september 2014 Komandi lestrarhálvu verða hesi modul/útbúgvingar á hægri útbúgvingum á Føroya Handilsskúla: AKADEMIÚTBÚGVING – AÚ Á Akademiútbúgvingini ber til at seta saman lærugreinir í mun til egin ynskir og tørv. Lesandi tekna seg til eitt modul í senn. AÚ er sett saman av 6 modulum. Til ber at velja ymiskar breytir, eitt nú innan búskap, marknaðarførslu og leiðslu. Komandi lestrarhálvu verða hesi modul boðin út í Tórshavn:  LEIÐSLA Í VERKI  SØLUSTRATEGI  BÚSKAPARSTÝRING Í VERKI  HRM Komandi lestrarhálvu verða hesi modul boðin út á Kambsdali:  VINNUBÚSKAPUR  BROYTINGARLEIÐSLA HD 1. PARTUR HD 1. partur er ein grundleggjandi búskaparlig útbúgving. Útbúgvingin verður boðin út í samstarvi millum Føroya Handilsskúla og Aarhus Universitet. Útbúgvingin verður boðin út annað hvørt ár, næstu ferð í september 2014. Um tú teknar teg til alla útbúgvingina, tekur lesturin 2 ár. Tú kanst eisini velja stakar lærugreinir ella at taka útbúgvingina yvir longur tíðarskeið. HD 2. PARTUR Til ber eisini at tekna seg til HD 2. part, sergreinirnar ´Roknskapur og fíggjarstýring´ og ´Fíggjarlig ráðgeving´. Útbúgvingarnar eru skipaðar við fjarlesturi á Århus Universitet, við stuðulsvirksemi og møguleikanum at taka próvtøkur á Føroya Handilsskúla. Tilmeldingarfreistin til allar útbúgvingarnar eru 1. juli 2014. Nærri kunning og tilmelding á www.fh.fo Lestrarbyrjan á øllum modulum er treytað av, at nóg nógv tekna seg. FØROYA HANDILSSKÚLI - Janusargøta 2 - Postsmoga 177 - 110 Tórshavn - Tlf 317177 BYGGISAMTYKT Broyting í Byggisamtyktini fyri tvøroyrar kommunu til framløgu Tvøroyrar Býráð hevur tann 11. juni 2014 samtykt broytingaruppskot til byggisamtyktina. Økið D: Havnaøki broytir navn til D1: Havnaøki Eitt nýtt slag av havnaøki verður upprættað í ásetingunum, við navninum D2: Havnaøki Á plankortinum er talan um at víðka havnaøkið (D1 og D2) á Tvøroyri eystureftir til kirkjugarðin, og at víðka vinnuøkið C eystureftir frá grótbrotinum á matr. nr. 25a og 18c í Froðba. Almenna framløgan er frá 18. juni til 10. juli 2014 á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, og kærufreistin er 1. august 2014 Sí annars www.tvoroyri.fo Trotabúgv Í trotabúnum P/F Før oya Betongsaging, hjá nøvn: Betongslíping, Betong­ bor ing, Skálavegur 11, 480 Skála, skrás.nr. 4871, SKS 3­36/2013, verð ur hildin endaligur skifti fundur mikudagin tann 16. juli 2014, kl. 10:15, á skrivstovuni hjá skifti rættinum, C. Pløy­ ensgøta 1, Tórs havn, til stað fest ing av uppskoti til rokn skap og útluting við eini divi dendu (býtis pen ingi) á 23,3699 % til § 95 krøv. Uppskotið við fylgi skjøl­ um kann eftirskoðast á skriv stovuni hjá skifti­ rætt inum. Fráboðað krøv og onnur krøv, ið verða fráboðað eftir staðfestan av rokn­ skapinum, kunnu ikki verða tikin við. Útgjalding verður 4 vikur eftir staðfestingina, um ikki kært er innan ta tíð. FØROYA SKIFTIRÆTTUR tann 16. juni 2014