Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 20. juni 2014 · Nr. 69 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Spiltu seg burtur í Sarpugerði fótbóltur EB/Streyma málsskjúttin í 2-0 sigrinum á Víkingi, Hans Pauli Samuelsen, er ikki í iva um, at tað var skilaleysur taktikkur í fyrru hálvfinaluni, sum er orsøk til, at tað ikki er EB/Streymur men Víkingur, sum skal spæla finalu ímóti HB Jóannes Hansen Tað kemur ikki so ofta fyri, at tapararnir fegnast, og at vinnararnir eru vónbrotnir. Soleiðis var tað við Margáir mikukvøldið. Tá ið Ransin N. Djurhuus hevði bríkslað fyri síðstu ferð, vísti máltalvan 2-0 til heimaliðið. Tó vóru tað gestirnir, sum stór­fegnaðust, meðan teir á heima­liðnum vóru vón­brotnir. Hóast sigur við tveim­um málum, so bar úrs­ litið boð um, at EB/Streym­ur verður ikki partur av steypa­ finaluni, sum verður leygar­ dagin 30. august. Víkingur er samantaldur vinnari av hálvfinaluni við 4-3. Harvið var tað heilt av­ ger­andi, at tað á heimavølli eydn­aðist Víkingi at vinna 4-1. Mikukvøldið var Hans Pauli Samuelsen tvífaldur mál­skjútti, hóast hann bara er skrásettur fyri ann­að mál­ið. Undan nógva vind­ inum í 1. hálv­leiki royndi EB/ Streym­ur at leggja trýst á, og tá eydn­aðist at skora eitt mál. Hans Pauli royndi seg úr 23 metrum, bólturin brast í stólp­an, og umvegis ryggin á Geza Turi endaði hann í net­inum. Ímóti vind­inum skoraði Hans Pauli mið­ skeiðis í 2. hálvleiki sera snilt mál, tá ið hann eftir send­ing frá Arnbjørn Hansen skrúv­ aði bóltin yvir í hand­ara mál­ hornið. So tevjaði EB/Streymur blóð, og heimaliðið royndi at leggja trýst á ímóti nógva vind­inum, men tað eydnaðist ikki at skora triðja málið, sum hevði vent øllum á høvd­ið. Hóast eyðsýnda leiklutin og 2-0 sigurin var Hans Pauli Samuelsen vónbrotin, nú tað var greitt, at Sundalagið ikki verður partur av áttandu finaluni á rað. Og hann ivað­ist ikki í, at hann og lið­ felagar­nir kundu takka sær sjálv­um og skeivum taktikki í fyrru hálvfinaluni fyri, at tað lagaði seg soleiðis: – Tað var óðamannaverk, at vit spentu álopsbogan, tá ið tað í Sarpugerði stóð 3-1. Í staðin fyri at flyta Egil á Bø úr miðverjuni og fram í álopið, so áttu vit at hildið verjuna intakta, og so ístað­ in kanska flutt ein mið­vall­ ara longri fram, um tað yvir­ høvur var neyðugt at satsa tá. Í kvøld vístu vit, at tað væl bar til at taka tvey mála leiðslu aftur. Um teir ikki høvdu skorað fjórða málið í Gøtu, so hevði úrslitið í kvøld borið finalupláss við sær til okkum. Tí er tað sera harmu­ligt, at vit lótu upp fyri møgu­leik­anum, sum teir skor­aðu upp á í síðsta min­utti í fyrru hálvfinaluni. Víkingur er favorittur Seinastu tvey árini hevur Víkingur vunnið finalurnar ímóti júst EB/Streymi. Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen var ovurfegin um, at tað var eydnast honum og lið­feløg­unum at tryggja sær finalu­plássið: – Hetta var ógvuliga strev­ið, og síðstu løtuna, eftir at teir hava skorað til 2-0, og tað harvið hevði koppað til teirra fyrimun, um teir skor­aðu eina ferð aftrat, høvdu vit gummi­bein. Teir spældu rættiliga væl, og tí er finalu­plássið so kærkomið hjá okkum. Tað var tilvitað, at vit valdu at spæla ímóti vind­inum í 1. hálvleiki, og tá høvdu vit alla tíðina tak á tí, hóast teir skoraðu eitt mál. Og nú er tað finala ímóti HB? – Tað gleða vit okkum til. Tað fær ikki verið størri enn at spæla steypafinalu ímóti HB í Havn. Væl veit eg, at HB hevur vunnið steypa­ kapp­ingina ofta. Seinatsu tvey árini hava vit vunnið kapp­ing­ina, og tá hevur HB ikki verið í finaluni. Tí tori eg at siga, at tað eru vit, sum nú eru favorittar at vinna finaluna í ár, var við­merk­ ingin hjá Víkinga lið­for­ mann­inum, sum serliga fegn­ aðist um hugburðin: – Í nógva vindinum var neyð­ugt at stríðast og vinna nærdystirnar, og hetta var ein samantaldur stríðssigur. Stríðs­viljan hava vit í Víkingi arvað frá LÍF og GÍ, og hann er týdningarmikil at hava við okkum frameftir í landskappingini og í steypa­ finaluni. Tepurt og trygt HB málverjin Teitur Matras Gestsson var fegin eftir 1-0 sigurin á heimavølli ímóti B68 og harvið samantalda 2-0 sigurin. René S. Joensen, sum hesa ferð var framrættaður og sentralur miðvallari, skor­ aði einsamalla málið fimm minuttir eftir steðgin: – B68 hugburðurin var góður, og málmunurin var so mikið tepur, at tað var neyð­ugt hjá okkum at geva okk­um heilt. Vit eru sera væl nøgdir við, at tað eydnaðist at tryggja okkum finaluplássið, og nú fokusera vit fult og heilt upp á landskappingina, har vit longu sunnudagin skulu spæla týdningarmiklu granna­uppgerðina ímóti B36, var við­merk­ingin hjá HB málverj­anum Teiti Matras Gestsson, tá ið dómarin hevði bríklsað fyri síðstu ferð. Hóast B68 stóð eftir við ong­um, og tað harvið var stað­fest, at tað heldur ikki verður í ár, at toftamenn vinna steypa­kappingina fyri fyrstu ferð, so var lið­ for­mað­urin og miðverjin Jóhan Dávur Højgaard, ikki so ógvu­liga vónbrotin: – Sjálvandi er tað harmu­ ligt, at vit ikki røkka final­ uni. Men avrikið ímóti favo­ ritt­unum í HB var gott bæði á Svanga­skarði, tá ið vit ikki áttu at havt tapt og kanska áttu at havt vunnið, og aftur í kvøld. Tað kunnu vit taka við okkum til næstu dystir­ nar. Setningurin er at sleppa burtur úr botninum. Vit hava fingið nógv betri tak á verju­spælinum, enn vit høvdu, og tað gongur eis­ini betri við at fáa saman­hang í framrættaða partin, so vit hava gott mót, var við­ merk­ingin hjá Jóhan Dávur Højgaard. HB hevur vunnið steypa­ kappingina 26 ferðir, síðani tað í 1955 varð farið undir kapp­ingina. Harvið eru HB finalu­sigrarnir næstan eins nógvir, sum hini liðini hava vunn­ið tilsaman. Men tað eru tíggju ár síðani síðsta finalu­sigurin. Tað var í 2004, tá ið HB vann 3-1 á NSÍ. Síðsta ferðin, at HB var í final­uni, var í 2007, tá ið tað var óvan­liga hendingaríkt og sonn mál­veitsla, áðrenn EB/ Streymur hevði tryggjað sær 4-3 sigur. joannes@sosialurin.fo EB/S - Víkingur 2-0 (1-0) 1-0: sjálvmál 5. 2-0: Hans Pauli Samuelsen 65. 2. hálvfinala um løgmanssteypið. Víkingur samantaldur vinnari við 4-3 HB - B68 1-0 (0-0) 1-0: René S. Joensen 50. 2. hálvfinala um løgmanssteypið. HB samantaldur vinnari við 2-0 – Tað var óðamannaverk, at vit spentu álopsbogan, tá ið tað í Sarpugerði stóð 3-1. Um teir ikki høvdu skorað fjórða málið í Gøtu, so hevði úrslitið í kvøld borið finalupláss við sær til okkum, sigur málskjúttin Hans Pauli Samuelsen Mynd: Sigmar Mørkøre