hósdagur 19. juni 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. juni 2014 · Nr. 69
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
ítróttur
Jóannes Hansen
Summarsteðgurin í lands
kappingini er ikki so langt
burtur. Fjúrtanda umfar er
á skránni í vikuskiftinum.
Tá ið tað verður liðugt,
verður kappingin meiri enn
hálvrunnin. Annan sunnu
dag verður 15. umfar, og so
verður summarsteðgur fram
til á ólavsøku.
Í toppinum er talan fram
vegis um tvíkapping millum
grannarnar í Gundadali, og
í botninum eru tað fram
vegis B68, AB og Skála, sum
stríðast fyri at sleppa undan
teimum báðum aftastu pláss
unum, sum bera niðurflyting
við sær.
Hesa ferð eru lyklaupp
gerðir á skránni bæði í topp
inum og í botninum.
Í Gundadali er HB vertur
og B36 gestur í grannaupp
gerðini, sum kann fara at
vísa seg at vera heilt avger
andi, tá ið tað í oktober verð
ur talt upp, og tað harvið
verður funnið út av, um
tað verður B36 ella HB, sum
verður meitari.
Og á Skála verður lykla
uppgerð, tá ið heimaliðið við
nýggjum venjara fær vitjan
av AB, sum sunnudagin tók
eitt stig nærri bjargingini
við dramatiska javnleikinum
ímóti KÍ.
Skála
bíðar
framvegis
eftir fyrsta sigrinum, og B36
hevur framvegis ikki tapt.
Tað skal ikki leitast longri
aftur enn til 2012 fyri at finna
eina støðu, har botnliðið ong
an dyst hevur vunnið eftir
trettan umfør.
FC Suðuroy endaði aftast
hetta árið og flutti niður við
9 stigum. FC Suðuroy vann
tveir dystir, og tann fyrra
vunnu suðuroyingarnir í 21.
umfari, tá ið tað á heimavølli
endaði 1-0 í grannauppgerð
ini ímóti TB.
Tað liðið, sum seinast
hevur megnað hvørja ferð at
hava vunnið úrtøku burtur
úr 13 teimum fyrstu umfør
unum, er B36. Tá ið árstals
felagið vann FM í 2011, var
úrtøkan eftir trettan umfør
níggju sigrar og fýra javn
leikir. Tá tapti B36 fyrstu ferð
í 17. umfari, tá ið úrslitið ímóti
EB/Streymi við Margáir var
2-1 heimasigur. Nú er úr
tøkan hjá B36 tíggju sigrar
og tríggir javnleikir.
Brøtt brekka á Skála
Skála - AB
sunnudagin kl. 17.15
Síðstu kvøldini hevur skála
maðurin Pauli Poulsen havt
ábyrgdina av venjingunum
á Skála. Liðið hevur knívin
á barkanum, nú AB stendur
fyri tørni, og venjarin ásann
ar, at støðan er álvarsom:
– Eitt er støðan á stiga
talvuni, sum hon er júst nú.
Tað mugu vit fyrihalda okk
um til. Samstundis er tað
týdningarmikið, at vit ar
beiða miðvíst og upp á longri
sikt. Vit vilja fegnir vera við
til at mynda fótbóltin í fram
tíðini uttan mun til, hvussu
tað fer at tørna út í ár, sigur
Pauli Poulsen, sum vísir á, at
ein av trupulleikunum er, at
tað eru ov fáir spælarar:
– Tað sæst aftur í, at teir
somu spæla mest sum hvørja
ferð, og at talan er um fáar
útskiftingar. Hetta kunnu
vit ikki gera nakað við júst
nú, men vit fara at hyggja
upp á hetta.
AB venjarin Oddbjørn
Joensen hevur gott mót:
– Spælið hjá okkum hekk
betri saman ímóti KÍ, enn
tað hevur gjørt undanfarnu
ferðirnar. Hóast vit vóru
aftanfyri, so stríddust vit
væl. At teir so skoraðu eftir
deyðbólt vísir ein av veik
leikunum, sum vit skulu fáa
burtur, og sum ikki eigur at
verða endurtikin á Skála,
sigur AB venjarin Oddbjørn
Joensen. Hann fegnast um,
at Sorin Anghel er tøkur
aftur eftir leikbann.
HB setningurin
hálvbardur
HB - B36
sunnudagin kl. 15.00
Fyri einari viku síðani sá
tað eitt sindur svart út hjá
FM
favorittunum
í
HB.
Sunnukvøldið
eydnaðíst
tað við framúr fokuseraðum
avriki og góðum hugburði
at sleppa úr Runavík við
øllum stigunum. Næsta av
bjóðingin var at vinna pláss
í steypafinaluni. Tað eydn
aðist eisini, og nú er fokus á
sunnudegnum og toppupp
gerðini ímóti grannunum í
B36:
– Henda vikan er heilt
avgerandi fyri okkum. HB
miðjar altíð høgt, og aftur í
ár fara vit eftir bæði FM og
sigri í steypafinaluni. Nú er
finaluplássið vunnið, og nú
er takið at vinna ímóti B36
og harvið at fáa orduligan
spenning í FM kappingina,
sigur HB venjarin Heðin
Askham.
HB
málverjin
Teitur
Matras Gestsson hevur eina
góða kenslu undan toppupp
gerðini:
– Vit hava vunnið á teim
um í steypakappingini, og
í landskappingini vóru vit
frammanfyri í ein tíma,
áðrenn tað eydnaðist teim
um í yvirtíðini at javna til 1-1.
At vit hava spælt steypadyst
mikukvøldið
og
harvið
kanska hava verri fyritreytir
enn B36 kann ikki brúkast til
nakað.
Í B36 leguni er lagið sjálv
andi gott eftir 3-0 heima
sigur á B68 og harvið at tað
eydnaðist at varðveita frá
støðuna aftur til grannarnar:
– Tíbetur megnaðu vit at
halda B68 burtur frá at skora,
og so vístu framrættaðu
menninir flott einmansavrik
og mál, sum vóru sannar
í Gundadali
fótbóltur
Avgerandi fyri vánirnar at varðveita plássið í deildini verður úrslitið á
Skála, sum við nýggjum venjara fær vitjan av AB, og í Gundadali, har
framvegis ósigraða B36 er á útivølli ímóti steypafinalistunum í HB
Mynd: Álvur Haraldsen
Fylg fótbóltinum á www.in.fo ...fyrst og fremst!
LIÐ TÍÐINDI
AB
B36
B68
EB/Streymur
HB
Skaddir: Morten Overgaard
(Knæskaði, úti alt árið)
Karstin Højgaard
(Skaði í fótliðinum, úti 3 vikur)
Allir mans tøkir
Við aftur: Símun Joensen
Skaddir: Niklas Poulse
(Liðband í knænum, ógreitt hvussu leingi)
Evrard Blé (Knæskaði, 3 vikur)
Allir mans tøkir
Skaddir: Christian Mouritsen (Skaða í
hælinum, 3-4 vikur), Pál Mohr Joensen
(Liðband í fótliðinum, 2 vikur), Gunnar
Haraldsen (Lærkriki, ógreitt hvussu leingi)
Ivasamur: Andrew av Fløtum (Lærkriki)
Leikbann: Heini Vatnsdal (1 dyst eftir)
á Skála og
Lagnuløtur