Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 20. juni 2014 · Nr. 69 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur perlur. Einki er at ivast í, at spælararnir vera heilt upp­settir sunnudagin, tá ið odda­sessurin og stríðið um Gunda­dal verður á skránni. Trýstið er á HB. Tað er meiri avgerandi hjá teim­um enn hjá okkum at vinna. Men vit duga illa at spæla við hond­ bremsuni uppi, so tað verður ivaleyst treyta­leyst álop, og vit gleða okkum, sigur Jákup á Borg, veteranurin á B36 liðnum, sum eisini hjá hjálpir Sámal Erik Hentze við venjing­unum. Skulu reisa seg eftir vónbrot KÍ - EB/Str. sunnudagin kl. 15.00 Mikukvøldið var um reppið, at EB/Streymur úr mest sum vónleysari støðu megnaði at vinna finaluplássið í steypa­ kappingini. Tað mis­eydn­að­ ist, og teir við Margáir eru sera vónsviknir av, at tað kiksaði: – Vónbrotið er øgiligt. Vit hava verið í europeiskum fót­bólti nógvu tey seinastu árini, men nú kennist sann­ líkið vera lítið at røkka út í Europa næsta ár. Í lands­ kapp­ingini eru vit langt aftan­fyri B36 og HB, men vit eru framvegis við í kapp­ ing­ini um bronsu­plássið. Tað kostar orku at spæla so tætta og avgerandi uppgerð sum hana ímóti Víkingi og sjálv­andi uppaftur meiri, tá ið man tapir, men vit fara at royna at reisa okkum í Klaks­ vík, har vit oftast standa okk­um væl, sigur Hans Pauli Samuelsen. KÍ misti sunnukvøldið sigurin á stokkinum á Argjum. Tað kendist vera stórt vónbrot: – Vit kendu okkum snýtt­ ar, tí bólturin var ikki innan­ fyri strikuna, tá ið linju­verjin dømdi mál, og vit harvið mistu tvey stig. Hóast vit fingu mál dømt ímóti okk­ um, so kunnu vit fegnast um, at vit nú fyri fyrstu ferð í langa tíð hava megnað at hildið tætt í verjuni. Nú gleða vit okkum at fáa vitjan av EB/Streymi. Dystirnir ímóti teimum í Klaksvík eru altíð sera undir­haldandi, sigur KÍ venjarin Eyðun Klakstein. Í vikuni misti KÍ hjálpar­ venj­aran, Paula Poulsen, sum nú er venjari á Skála. Talan er eisini um stórt mann­fall: Heðin á Lakjuni og Henry Heinesen eru leik­bann­aðir, Jonas Flindt Rasmussen er framvegis skaddur, Ísak Simonsen varð skaddur und­ ir upp­hit­ing­ini sunnu­dagin, og Ndende noydd­ist skaddur av vøll­inum sunnu­dagin. Eing­in av hesum hevur vant síðani. Bronsuplássið skal endurvinnast NSÍ - ÍF leygardagin kl. 18.30 Sunnudagin misti NSÍ bronsuplássið, sum flutti um Gøtueið og til Víking. Talan var um sanna mann­ fólka­uppgerð ímóti HB, sum streyk avstað við 2-1 sigri. At tað var øgiliga heitt fram ímóti dystarenda kostaði mið­verjanum Jens Joensen leik­bann í stevnudystinum við Løkin leygarkvøldið, tá ið ÍF kemur at vitja. – Eg eri sera væl nøgdur við hugburðin og avrikið hjá okkara monnum ímóti HB. Tíverri megnaðu vit ikki at vinna okkum nærri silvur­ pláss­inum, men nú mugu vit endurvinna bronsuplássið. Fyrstu løtuna ímóti HB vóru vit ikki nóg tættir í HB spælarunum. Tað skulu vit vera ímóti ÍF. Innleggini skulu eisini vera betri, enn tey vóru í 2. hálvleiki ímóti HB, sigur Trygvi Mortensen. Fuglfirðingar fara til Runavíkar við nýggjum sjálvs­áliti, eftir at tað sunnu­ dagin eydnaðist at vinna 2-1 á EB/Streymi við Margáir. Ta ferðina skoraði Dánjal á Lakjuni bæði málini: – Vit eru sera fegnir um, at tað endiliga aftur eydnaðist at vinna. Nú ætla vit okk­um trý stig í Runavík, og fyri­ treyt­irnar eru betri fyri tí, enn tær hava verið. At vit eru fleiri sást eitt nú aftur í Streym­nesi, tá ið vit skiftu út tríggjar ferðir, uttan at liðið varð verri av tí grund. Fokus aftur á landskappingina B68 - Víkingur sunnudagin kl. 15.00 Felags fyri B68 og Víking, sum sunnudagin hittast á Svanga­skarði, er, at tey miku­ kvøldið vóru í steypadysti. Hjá B68 var talan um vón­ brot, tí tað ikki eydnaðist at vinna seg í steypafinaluna, har toftamenn bara hava verið eina ferð áður – í 1995 tá ið HB vann 3-1. Hjá Víkingi var fagnað­ urin stórur eftir 2-0 tapið við Margáir. Samantalda úrs­ litið er 4-3 sigur, og harvið er møguleiki fyri sigri í triðju steypa­finaluni á rað: – Vit eru ovurfegnir um at hava tryggjað okkum finalu­ plássið. Nú ræður um at leggja tað til viks og fokusera á avbjóðingina á Toftum, sigur Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen. Súni Olsen er skurð­ við­gjørdur og harvið ikki tøkur. Tað er smeitur, og so er spurning­urin, hvussu tað verður við Bárði Hansen, sum noydd­ist av vøllinum miku­kvøldið, og viljasterka Hans Jørgen Djurhuus, sum spælir, hóast hann hevur skaðar at dragast við. Hesa ferð eru dagarnir færri at koma fyri seg í, enn teir plaga at vera. Hjá B68 er hugburðurin góður, hóast støðan er hættis­lig: – Tað eru tveir dystir eftir undan summarsteðginum – á heima­vølli ímóti Víkingi og so á Argjum – og vit ætla okkum stig og at vinna báðar ferðir­nar. Avrikið ímóti HB mikukvøldið gevur okkum mót um, at tað skal bera til, sigur B68 liðformaðurin Jóhan Dávur Højgaard. joannes@sosialurin.fo ítróttur VIT TIPPA André Olsen tippar... 1: Heimasigur X: Javnleikur 2: Útisigur Fótbóltsserfrøðingarnir hjá Miðlahúsinum tippa umførini í Effodeildini Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 13 10 3 0 32 12 +20 33 2 HB 13 8 4 1 29 12 +17 28 3 Víkingur 13 6 4 3 26 15 +11 22 4 NSÍ 13 6 2 5 28 15 +13 20 5 EB/Streymur 13 5 4 4 23 16 +7 19 6 KÍ 13 5 2 6 23 23 0 17 7 ÍF 13 4 4 5 21 27 -6 16 8 B68 13 2 3 8 12 28 -16 9 9 AB 13 2 3 8 13 34 -21 9 10 Skála 13 0 5 8 7 32 -25 5 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 fótbóltur Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Sigmar Mørkøre Mynd: Sigmar Mørkøre ÍF KÍ NSÍ Skála Víkingur Ivasamur: Jan Ellingsgaard Ivasamir: Jonas Flindt Rasmussen (Fiburspreinging í tjúkkanum), Ísak Simonsen og Ndende Adama Gueyé Leikbann: Henry Heinesen, Heðin á Lakjuni Skaddur: Monrad Holm Jacobsen (Brotið armin, 6 vikur) Við aftur: Jústinus R. Hansen Skaddur: Poul N. Poulsen (Slitið krossbandið, úti 1 ár) Skaddir: Dánial Pauli Lervig (Liðband í fótinum, ógreitt hvussu leingi) Súni Olsen (Skurðviðgjørdur, 6-8 vikur) Ivasamir: Bárður Hansen (Skaði í arminum) Atli Gregersen (Ryggskaði)