Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 69 · 20. juni 2014 6 VIKUSKIFTI Vit føroyingar eiga at manna eitt landslið, minst 500 fólk, og senda tað til londini, haðani úrvalsliðið hjá Sea Shepherd er mannað. Herrópið hjá okkum er Murder­stop 2014. Tí føroyska liðið skal ansa eftir, at eingi fólk verða dripin í hasum londunum, í USA til dømis, har sum eisini myndug­leikarnir drepa fólk. Hvalir eru gamaní nógv fittari enn fólk. Men onkur noyðist at verja fólk móti drápi og bidda pengar til slíka herferð. Stadnaðar grindalykkjur eru góðir lurkar. Turrsaltað spik er góð feltrasjón. Annars óført, at 500 út­lend­ ing­ar tíma at koma til Føroya, nú lands­ins ferðaráð rópar eftir út­lendingum. 500 útlendingar eru sanniliga væl­komnir higar at bróta lands­ ins lógir. Trælalyndið verður ikki kúgað. Vit eiga at vera fitt, blíð og góð við tey, sum koma higar at gera seg inn á okkum, okkara lógir og okkara siðir, hvat tá? Terrorturisma er eisini ferða­ vinna. Føroyar eru undemostrative. Vit eru jú heimskend fyri okk­ ara gestablídni. Komið bara. Í Íslandi eru tey ikki so gesta­blíð. Har verða rokkarar úr øðrum Norðurlondum, úr brøðra­tjóðum, vendir í durunum á flog­vøllinum í Keflavík. Ikki tí, at teir hava gjørt nakað ólógligt í Íslandi, ella ætla sær at bróta nakra íslendska lóg. Tey koma bara fyri at ballast saman við íslendskum starvsbrøðrum. Men íslendskir myndugleikar vita, hvat Hells Angels er. Og slíkar menn vilja tey ikki hava inn í Ísland. Donsku myndugleikarnir í Føroyum vita eisini, hvat Sea Shepherd er. Kanska eru fólk, sum ikki vilja, at vit dansa. Tey koma higar. Og vit gevast at sláa ring, leggja okkum skerfløt á gólvið í staðin. Heilt vist eru religiøs ørvitis­ lið, sum ikki skoyta um kristin­ dómin. Lógligir felagsskapir, sum brúka sín demokratiska rætt til at mótmæla, at føroyingar ganga í kirkju ella á møti. Tey koma, og føroy­ingar sita heima. Tí føroyingar provokera ikki. Sama ger. Tað gevur okkum eis­ini annað at hugsa um, at størsta hendingin, sum skal lokka út­lendingar til Føroya næsta ár, er sólarmyrking. Í Føroyum eru nógvir dagar hvørt einasta ár, har sólin ikki sæst. Tað átti at borið til at selt teir dagarnar eisini. Teir dagarnir eru líka nógvir sum fiskidagarnir hjá einum miðal hampa fiskifari. Men høvuðsvinnan hevur ikki stert. Høvuðsvinnan fiskar bara í landskassanum, 365 dagar um árið. Umroknað í umrøðu og um­ sorgan og umskifti og umstýring er ferðavinnan høvuðsvinnan í Føroyum. Hon fer at bjarga okkum. Høvuðsvinnan er sum tann góða eplaveltan, níggjufold. Tað var til dømis einki fyri at forða bilum í at koyra í høvuðs­ staðnum ein heilan slavnan leygar­dag, tí nakrir útlendingar ikki vistu, at bussarnir í høvuðs­ staðnum koyra fólk fyri einki um allan býin og eisini í útjaðararnar. Vistu týskarar tað, var ikki neyð­ ugt hjá teimum at renna Havnina á tamb uttan radara ella kumpass, meðan Havnarfólk noyddust at ganga og tí sótu við hús. Sum Niels Juel segði longu í trýss­ unum: føroyingurin er beindovin. Og Kaj gjørdi ein Lars, legði ikki frá sær, hóast journalistarnir kravdu tað. Hatta er við at gerast ein keðiligur óskikkur, at politikarar nokta at fara, tá journalistar siga, at teir eiga at fara. Summir politikarar tykjast ikki at fata, hvussu valdsbýtið er skipað í einum fólkaræði, tað er hvør er oman fyri hvønn. Annars ætli eg mær at melda meg inn í ÍSF, tí har skerja tey demo­kratiið. Tað gjørdist ov nógv roks við øllum hasum fólka­ræð­ inum hjá so nógvum fólkum. Eitt afturat: fáa fótbólts­ spæl­arar yvirtíð fyri at spæla í yvir­tíðini? Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Murderstop 2014 Hvat er starv títt? – Eg eri løgtingsmaður, og tað er einasta starvið, eg havi. Serliga hesa tíðina á árinum fái eg ofta spurningin, um eg nú havi fingið feriu líka til ólav­ søku, men soleiðis er sjálvsagt ikki. Tingarbeiði er nógv annað enn at sita á tingfundi, og tann, sum vil arbeiða sum tingmaður, sleppur at arbeiða. Hvørji øki innan politikk hava tín serliga áhuga? – Tað skiftir eitt sindur, alt eftir hvørji mál eru aktuel. Í løtuni haldi eg, at spurningurin um hvønn fiski­vinnu­politikk, vit skulu hava í fram­tíðini, er rættiliga áhugaverdur. Hvat er í tínum hugaheimi størsta fram­ brot í tínari tíð á politiska pallinum? – Eg bleiv tingmaður á heysti í 2008, tá allur heimurin rendi seg í eina fíggjarkreppu, so størsta upp­ gávan hesi árini hevur fyrst og fremst verið at stýrt ímillum skerini. Tað haldi eg hevur eydn­ast rímiliga væl, og skal eg nevna okkurt ein­stakt tiltak, sum eg haldi hevur havt stóran týdning í tí sambandinum, so vil eg nevna banka­pakkarnar. Men sjálvandi hevur alt ikki bara snúð seg um kreppu. Vit hava millum annað eisini kravt okkara rætt til tað sum vit eiga av pelagisku fiska­stovnunum, og tað hevur havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Hvat er tað mest hugaliga við at sita á Løgtingi? – At sita á løgtingi minnir á ein hátt um at vera ítróttar­maður. Tú fert inn á vøllin og gert alt fyri at vinna á mót­partinum, men uttanfyri vøllin eru øll vinir. Tað er tað hugaligasta við at sita á Løgtingi. Hvønn tónleik dámar tær best? – Mær dámar stórtsæð allan tónleik. Tað skal bara ikki blíva alt for vilt. Hvat ger teg í góðum lag? – Tað er so mangt sum ávirkar lagið, so tað fái eg ikki svarað við einum setningi, men at vakna um morgunin og síggja at fjørðurin liggur spegils­blankur, tað er í hvussu so er nakað, sum hevur góða ávirkan á lagið. Hvat ger tú í frítíðini? – Tað er so ymiskt. Vit búgva í einum gomlum húsum við hampiliga stórum stykki rundanum, so nakað av tíð fer til at smíða, stoypa og mála. Hesa tíðina á árinum dámar mær væl at fáast við havan. Eg havi stóran áhuga fyri træplanting, so greinar sum eg klippi av trøunum verða ofta settar niður ymsastaðni í náttúruni. So um økið her á leiðini einaferð verður skógarvaksið, so vita tit hví. Ferðast tú í egnum landi? – Ja, men eg komi kortini ikki so víða, tí ferða­ málið er næstan altíð tað sama. Míni systkin við familju plaga at vera ein túr í Dali á hvørjum ári. Tað plagar at vera rættiliga stuttligt. Er tú til aktiva feriu ella vil tú sleikja sól á strondini? – Har er eingin ivi um, at tað skal henda nakað. Hvønn ítrótt dámar tær best? – Fótbólt. Eg má undrast yvir, hvussu hegnisliga fótbóltur er samansettur. Tú skalt hava bæði talent, styrki og nógva venjing fyri at blíva góður fótbólts­ spælari, men kortini er tað eitt somikið einfalt spæl, at sjált gamlir menn á áskoðara­plássunum føla seg sum sannar ekspertar. Og málmunurin millum vinnara og tapara er vanliga somikið lítil, at tað er næstan vónleyst at siga frammanundan, hvør fer at vinna dystin. Hvat er tín lívrættur? – Mær dámar allan mat, so eg havi helst nógvar lívrættir. Men feskt tvøst við spiki liggur í hvussu so er ovarlaga á listanum. Hvør bók liggur á náttborðinum? – Bíblian liggur altíð har. Annars eru vit so ymisk sum menniskju. Summi hava tørv á at skapa nakað sjálvi, meðan onnur heldur vilja njóta tað, sum onnur hava gjørt. Eg hoyri til tann fyrra bólkin. Til dømis dámar mær væl at spæla ymisk ljóðføri, men eg lurti alt ov lítið eftir tí sum onnur spæla, og eina­ ferð hevði eg eitt heilt video-studio, men hevði ikki sjónvarp heima. Soleiðis er eisini, tá tað kemur til at lesa og skriva. Mær dámar væl at skriva, men at lesa hevur minni áhuga. Eg lesi mest tað sum eg í sambandi við mítt arbeiði eri noyddur at lesa, men onkuntíð kann eg tó finna uppá at lesa okkurt søguligt tilfar og biografiir um kendar persónar. Helgi Abrahamsen lagt til rættis: Leo Poulsen Løgtingið er sum ítróttur Í løgtinginum ræður um at vinna á mót­ partinum, men uttanfyri vøllin eru øll vinir, sigur løgtings­maðurin Helgi Abrahamsen