hósdagur 19. juni 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 69 · 20. juni 2014
5
VIKUSKIFTI
og tí teknar og málar hon so at siga bara
portrettmyndir.
– Líka síðani eg var heilt lítil, havi eg
lagt merki til allar smálutir viðvíkjandi
útsjóndini hjá fólki. Eg haldi, at eg leggi
merki til alt tað, sum eyðkennir ein
persón, hóast eg ikki kenni viðkomandi.
Og av tí at eg fangi ymsar smálutir og
klári at fáa tað niður á pappír, líkjast
myndirnar rættiliga nógv persóninum,
sum eg royni at portrettera, greiðir
Ragnhild Kjærbo frá.
Tað eru serliga myndir av konu
fólkum og børnum, sum Ragnhild
Kjærbo hevur gjørt.
– Mær dámar ótrúliga væl at tekna
konufólk, og nú eg hugsi um tað, so
havi eg bara gjørt nakrar heilt heilt fáar
myndir við mannfólki, sigur Ragnhild
Kjærbo og heldur fram:
– Teir eru so fýrkantaðir og ikki líka
áhugaverdir at tekna sum konufólkini.
Skal eg yvirhøvur tíma at tekna ein
mann, so skal tað vera okkurt heilt ser
stakt við honum, so sum óvanliga vøkur
eygu, stórar varrar ella okkurt triðja,
sum ger hann serligan í andlitinum,
sigur Ragnhild Kjærbo og flennir.
Myndirnar eru sum terapi
Fyri Ragnhild Kjærbo er tað at tekna
og mála ikki bara eitt frítíðarítriv, men
nakað, sum hon kennir seg noydda at
gera fyri at kenna seg væl.
– Tá eg tekni ella máli, havi eg tað
so ótrúliga gott. Eg haldi, at eg fari inn
í mína heilt egnu verð tá, har eg gloymi
um alt tað, sum nú einaferð fyllir ger
andisdagin hjá eini familjumammu.
Tað er sum ein terapi
løta fyri meg, sigur
Ragnhild Kjærbo,
sum hevur sjeik og
tveir synir, ið eru trý
og átta ára gamlir.
– Hinvegin er tað
ikki altíð líka smart at
vera kreativ og sam
stundis hava familju,
tí fyrst og fremst eri
eg mest kreativ um náttina og har
afturat róti eg rættiliga illa, ímeðan eg
tekni og máli, sigur Ragnhild Kjørbo og
ristir eitt sindur við høvdinum, meðan
hon flennir eftir sær sjálvari og heldur
fram:
– Tað er ikki heilt lætt, tí tað er
ikki óvanligt, at eg byrji at kenna meg
kreativa og havi hug at tekna og mála,
tá tað líður ímóti midnátt ella seinni
enn tað, greiðir Ragnhild Kjærbo frá.
Hóast Ragnhild Kjærbo sýnir fram
myndir sínar alment nú, tók tað sína
tíð, áðrenn unga listakvinnan var til
reiðar at hava framsýningar.
– Eg eri óvanliga kritisk og haldi
sjáldan, at tað, sum eg geri, er nóg gott
til at sýna fram. Men nú eri eg byrja at
hugsa, at eg komi ongan veg við listini,
um eg blívi við at hugsa negativt um
tekningarnar og málningarnar. Og tær
mongu, positivu viðmerkingarnar, sum
eg fái frá fólki, og ikki minst tann stóri
áhugin fyri djóramyndunum, eru eisini
við til at geva mær eitt skump. Eitt
neyðugt skump, sum fær meg at gera
enn meira við listina, sigur Ragnhild
Kjærbo.
tekningar: Ragnhild Kjærbo