Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-19, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 69 · 20. juni 2014 4 VIKUSKIFTI førir meg í annan heim – At tekna og mála hevur altíð verið eitt slag av terapi fyri meg, men tað er ikki fyrr enn nú, at eg tori at vísa myndirnar fram, soleiðis at tær eru til gleði fyri onnur. Soleiðis sigur 26 ára gamla Ragnhild Kjærbo, sum seinstu vikurnar hevur gjørt vart við seg sum listakvinna við serstøku myndunum, hon nevnir djóraselfies List Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Kópur, lundi, veðrur og súla. Hetta eru bert nøkur av djórunum, sum tann 26 ára gamla Ragnhild Kjærbo av Kambs­ dali nýtir sum motiv til nakrar heilt serligar málningar. Ragnhild Kjærbo hevur nevniliga gjørt eina røð av máln­ ingum, ið hon nevnir djóraselfies, og í hesum døgum ber til at síggja partar av málningarøðini í nýggja handlinum Storm í Runavík, har Ragnhild Kjærbo hevur eina lítla framsýning. Umframt at sýna málningarnar fram í handlinum hevur hon eisini lagt myndir av serligu málning­unum út á Facebook. – Tað var ikki fyrr enn tá, at eg av álvara merkti, hvussu stóran áhuga hesar myndirnar høvdu hjá fólki. Í roynd og veru eri eg púra bilsin, um allar fyrispurningarnar, sum eg higar­til havi fingið. Eg hevði ikki trúð, at djóra­ myndirnar fóru at gerast so populerar, sigur Ragnhild Kjærbo lítillátin. Djórini hugtaka Hóast Ragnhild Kjærbo hevur teknað, alt tað hon kann minnast, var tað ikki fyrr enn fyri stuttum, at hon byrjaði at mála við vatnlitum, tí sum vit eisini kenna sum akvarel. – Eg elski at tekna, og eg minnist meg hava sitið og teknað ymsar myndir, frá tí eg var heilt lítil. Men her­ fyri hugsaði eg, at nú skuldi eg royna okkurt nýtt, og so var tað, at eg byrjaði við vatnlitunum, greiðir Ragnhild Kjærbo frá. At tað so blivu djór, ið hon valdi at mála, er ikki heilt tilvildarligt. – Sum heild eri eg hugtikin av nógv­ um ymiskum, men djórini hava okkurt heilt serstakt. Orsøkin til, at eg byrjaði upp á at gera sokallaði djóraselfies, er tann, at eg sá eina tilgjørda mynd á net­inum, har tað sá út, sum eitt djór tók eina selfie. Úttrykkið var fantastiskt, og tað var líkasum, at tú sást hetta djórið frá ein­um heilt nýggjum, løgnum vinkli, sum onkursvegna eisini gjørdi myndina stuttliga, fortelur Ragnhild Kjærbo. Hvør málningur við djórinum á er gjørdur á tann hátt, at Ragnhild Kjærbo hevur leitað eftir eini mynd av teimum ymsu djórunum á internetinum, hevur printað myndina út og síðani sitið og málað eftir myndini. – Hóast hetta eru djór, sum vit øll kenna, so veit mann ikki altíð allar smálutirnar, og tí havi eg verið noydd til at finna mær góðar myndir av teim­um á netinum, sum eg síðani havi teknað eftir. Og so er tað eisini tað, at til dømis súluna kendi eg lítið og einki til, so har var eg noydd til at hyggja eftir fleiri myndum fyri at síggja, júst hvussu tann fuglurin sær út, greiðir Ragnhild Kjærbo frá. Vil ikki tekna menn Umframt at gera málningarnar við djór­ um hevur Ragnhild Kjærbo seinastu 10 árini fingist nógv við at tekna. Fjøll, hús og landslag sum heild siga henni lítið, Listin Ragnhild Kjærbo vísir fram eitt av sínum »Djóraselfies«