Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-19, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 69 · 20. juni 2014 8 VIKUSKIFTI LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein Vel nakrar klassikar popp- og rocktónar til oyruni í summar Vit hava alt meira tónleik við okkum, tá ið vit eru á ferð. Snildu far­tele­fonirnar kunnu hýsa nógvum tónleiki, og teldan er ofta í við­ før­inum. Nýggi tónleikurin kann verða spennandi at lurta eftir, men tað finnist eisini nógvur eldri tón­leikur, sum eru so framúr góður, at hann yvirlivir øll tíðar­ rák. Og onkursvegna eiga vit av og á at venda aftur til stóru út­gávurnar frá farnu døgunum – tær útgávurnar, sum standa eftir sum varðar – sum sonn list. Her eru nakrar av bestu popp og rockútgávunum í søguni, sum tú kundi latið oyruni hoyrt ella endurhoyrt í summar. Michael Jackson Bad 25 milliónir eintøk vóru seldar av hesi framúr poppútgávuni, sum er ein tann besta í søguni. Fimm av sangunum vóru ovast á amerikanska hitlistanum, og talan var ikki um eitt tíðarflipp. Útgávan stendur framvegis í sterk og er eitt tíðarleyst dømi um, at popptónleikur kann verða minniligur. The Beatles Revolver Hendan útgávan hjá The Beatles staðfesti, at øll tema og øll hugskot kunnu brúkast í populertónleiki. The Beatles skaptu ikki bara fangandi popptónleik, teir skaptu nýggjan popptónleik, sum eingin áður hevði upplivað, og sum eingin fer at megna at gera teimum eftir. Útgávan Revolver við sangum sum Elenor Rigby, Good Day Sunshine og Here, There And Everywhere er eitt lista- og meistaraverk! Led Zeppelin Led Zeppelin IV Fleiri av kendastu sangunum hjá mæta bretska rockbólkinum eru at finna á hesari útgávu, sum kom í 1971. Sangir sum Black Dog, Rock ’N Roll, Going To California og – tann kendasti av teimum øllum – Stairway To Heaven eru partur av hesari útgavu, sum verður roknað sum ein tann besta rockútgávan nakrantíð. Eitt lítið frímerki varð týskvøldið selt fyri metstóra upphædd Hugtakið matchfixing er væl kent, men at tað er so útbreitt, sum tað er, mugu tey fægstu geva sær far um. Interpol metir, at síðani 2008 eru 700 altjóða dystir blivnir ávirkaðir av ólógligum spæli, og tey, sum skipa fyri, hava hesi árini umsitið pengar fyri eina billió um árið. Matchfixing er big business og rakar fótbóltsdystir um allan heim. Í fjør vóru ákærir frammi ímóti dómaranum í altjóða dysti hjá Víkingi um, at hann varð keyptur til at syrgja fyri einum ávísum úrsliti. Brett Forrest hevur skrivað bókina »The Big Fix« (á donskum »Matrchfixeren«) um tey ivasomu viðurskiftini í fótbóltsheiminum. Bókin er væl dokumenterað, men er skrivað sum ein góð krimi. Brett Forrest greiðir frá søguni um Wilson Raj Perumal, sum var match­fixari, og um løgreglumannin Chris Eaton, sum jagstraði hann ígjøgnum fleiri ár. Stríðið milum teir er ímyndin stríðnum ímóti match­fixing í fótbólti, sum er heimsins størsta ítróttargrein – men eisini tann mest korrupta. Nýggj fløga er komin út við Bergur Nielsen Trio. Fløgan kallast West of Somewhere, og hóskvøldið var útgávukonsert í Keypmannahavn. Bergur Nielsen trio fram­leiðir á útgávuni sterkar panaroma­ myndir við íblástri frá jazz, blues og døprum country. Claus Ploug sigur so­ leiðis um bólkin: – Tað framúrskarandi gittar­ spæli hjá Bergi minnir um spæl hjá teimum stóru nøvnunum í 60- og 70unum, sum td Mike Bloom­field og Neil Young. Teir tríggir tónleikararnir Bergur, Tobias og Kristoffer útstrála eina heilt serliga spæligleði og fragd, sum allatíðina er til staðar í teirra framførslu. Trímannabólkurin er umframt Berg á gittara, Tobias Lyng á bass (Who are you people) og Kristoffer Tophøj á trummum (Interfoam, Tako Lako).  Bólkurin hevur verið sera aktivur seinastur árini og hevur framalt eitt heilt serligt ljóð. Samanspæl teirra gevur pláss fyri, at tónleikurin kann lata seg upp. Fyrsta fløgan hjá Berguri Nielsen Trio var útgivin í gjár á plátu­felagnum Gateway Music. Útgávukonsertin var á Kind of Blue í Keypmannahavn, har bólkurin í løtuni er húsbólkur.  Støddin á heimsins dýrasta frí­ merki er 3,2 sentimetrar x 2,5 senti­metrar. Talan er sum vera man um eitt heilt serstakt og sjáld­samt frímerki frá 1856. Frímerkið varð selt umvegis Sotheby’s uppboðssøluna í New York, og ein ónevndur keypari bjóðaði umvegis telefonina 52 milliónir krónur fyri frímerkið. Frímerkið er eitt »1-cent magenta« úr Bretska Guyana í Suður­amerika. Har brúktu tey bretsk frímerki, men tá ið eitt skip varð seinkað í 1856, vóru eini frímerki eftir í landinum, og so prentaði eitt lokalt blað eina røð av frímerkjum at brúka fyri­bils. Sera fá av hesum frí­ merkjum finnast í dag, og tey hava eitt ovurhonds stórt virði. LES! Fyrsta fløgan hja Bergi Leita aftur til stórar løtur Síðani 2008 eru 700 altjóða fótbólts­dystir fiksaðir av kriminellum bakmonnum Føroyski gittarspælarin Bergur Nielsen teknar ráar oyðimarkarmálningar við sínum filmisku kompositiónum Tá fótbóltur er fiksaður Frímerkið fór fyri 52 milliónir