hósdagur 19. juni 2014síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 69 · 20. juni 2014
9
VIKUSKIFTI
– Mær dámar ómetaliga væl
nýggju farstøðina og haldi tað
er sera týdningarmikið, at fyrsta
møti, fólk fáa við Føroyar, er jaligt.
Hendan farstøðin tryggjar tað,
sigur Tróndur Patursson um nýggju
farstøðina á Vága floghavn.
Tróndur Patursson hevur
sniðgivið 30 fuglar, ið prýða
nýggju farstøðina, ið varð
tikin í brúk í vikuni.
– Hugskotið til fuglarnar
kom fyri 15 árum síðani, tá eg
gjørdi nakrar líknandi fuglar
í Kastrup. Tað er jú eitt tætt
samband millum flúgvaran og
fuglin, og tað var jú við íblástri
frá fuglinum, at Leonardo da
Vinci teknaði bæði flogfør og
tyrlu fyri skjótt 600 árum síðani,
sigur Tróndur Patursson.
– Fuglurin hevur ein kosmiskan
týdning. Hann umboðar frælsi.
Hjá føroyingum hevur verið eitt
sindur torført at koma av land
inum, og vit hava altíð verið
bundin av sjóvegis sambandi,
men ofta man føroyingurin hava
hugt upp í loft, at fuglinum, og
hugsað – Á, um eg bert hevði
veingir og verið frælsur sum
fuglurin, sigur Tróndur Patursson.
– Fuglarnir á farstøðini
føra á ein hátt náttúruna inn í
bygningin, teir knýta á ein hátt
náttúruna og bygningin saman.
Nakrir av fuglunum hanga
úr loftinum, aðrir eru límaðir á
stóru rútirnar. 30 fuglar eru í
farstøðini, teir størstu hava eitt
veingjaspenni upp á tveir og ein
hálvan metur. Teir eru gjørdir úr
10mm glasi og eru brendir í trý
døgn í ovninum, við 700 hitastig.
– Hetta er eitt sera tíðarkrevj
andi arbeiði og onkrir av fuglunum
mugu tvær ferðir í ovnin, so teir
brenna í seks dagar, sigur hann.
Fuglarnir eru ein partur av eini
framsýning, ið Tróndur Patursson
hevði í New York í fjør. Har vóru
100 fuglar sýndir fram, og nú
hanga 30 teirra í nýggju farstøðini.
Ætlanin er, at framsýningin skal
ferðast víðari til Hørpuna í Reykja
vík og vísast fram sum partur
av mentanarnáttini har seinni í
summar. Hesir 30 fuglarnir vera
tó verandi í Vágunum. Í løtuni
evnar hann nýggjar fuglar til
framsýningina í Reykjavík. Onkrar
avbjóðingar hava stungið seg
upp við framsýningini í Reykjavík,
men Tróndur Patursson vónar, at
teir verða loystir sum skjótast.
Danjal av Rana
Frælsir fuglar á flogvøllinum
U2
Rattle And Hum
Tað er ikki trupult at finna eina góða útgávu hjá írska rockbólkinum
U2, men ætlar tú tær til kjarnuna hjá U2, kanst tú lurta eftir hesari
útgávuni, sum inniheldur eitt bland av liveupptøkum, tøkuløgum og
nýggjum sangum. Ein framúr útgáva, sum bjóðar minniligar løtur
við sangum sum Helter Skelter, Desire, Silver And Gold og Angel
of Harlem. Bono og bólkur eru í stórformi á hesari útgávu.
Pink Floyd
Dark Side of the Moon
Áttanda útgávan hjá Pink Floyd
seldi umleið 50 milliónir eintøk
og var á hitlistum í 741 vikur.
Samstundis sum útgávan var
størsti handilsligi sigurin hjá
Pink Floyd, var plátan eisini eitt
meistaraverk, sum nú 40 ár seinni
kann spæla upp ímóti øllum
tónleiki, sum er skaptur síðani.
Guns N’ Roses
Appetite for Destruction
Sjáldan hevur ein rockbólkur
brakað ígjøgnum ljóðmúrin við
sínari fyrstu útgávu, sum Guns
N’ Roses gjørdi við hesari plátu
frá 1987. Skarpa røddin hjá Axl
Rose og eyðkenda gittarspælið
hjá Slash vóru grundarlagið undir
einum óvanligum gjøgnumbroti.
Hetta er størsta løtan við G N’
R – og ein framúr rockútgáva!
Frændur
Frændur II
Fáar føroyskar útgávur mynda
eins væl eina tíð og eitt tíðarrák,
sum onnur útgávan hjá Frændum,
ið kom í 1986. Sjarmerandi
innspælingar av góðum sangum,
sum hava ein boðskap til
samfelagið og tíðina gera hesa
fløguna til nakað heilt serligt.
Hetta var útgávan, sum gav
okkum klassikarar sum Føroyar,
Eros og Hvítar flykrur og hýsir
stórum sangum sum Friðarsangur,
Nýggjur Vetur og Zelot.
Tróndur Patursson hevur gjørt list til
nýggju farstøðina á flogvøllinum
Í vikuni hevði poppbólkurin Oe
Direction tvær útseldar konsertir
í Parkini í Keypmannahavn. Nógv
føroysk ungfólk – við foreldrum
– vóru til konsertirnar í Parkini,
og fagnaður var stórfingin.
Soleiðis er tað eisini alla aðra
staðni, har dreingjabólkurin
hevur sínar framførslur.
Ummælarin hjá Politiken
heldur tó, at tíðin er við at
verða farin frá One Direction.
– Tað er næstan komiskt, tá ið
fimm ungir mans fyrst í 20’unum
syngja ein óskyldigan setning sum
»The way that you flip your hair
gets me overwhelmed«, tá ið tað
samstundis stendur púra greitt,
at teir ikki longur eru børn, men
væl trenaðir og tatoveraðir menn,
skrivar ummælarin hjá Politiken.
One Direction varð sett saman
í X Factor kappingini í Onglandi,
og teir eru helst størsta succes
í kappingini higartil. Men nú
eru teir fimm í bólkinum blivnir
vaksnir, og tað er trupult at halda
fast í fortíðini, har teir vóru teir
fittu og óskyldigu dreingirnir,
sum sjermandi kundu syngja
um tey smá og týðandi tingini
hjá tannáringum og børnum.
– Tað er hart at blíva vaksin,
skrivar ummælarin hjá Politiken.
Størsti drengjabólkurin í heiminum er vaksin úr klæðunum
One Directon ov vaksnir
til dreingjapopp