hósdagur 19. juni 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 69 · 20. juni 2014
10
VIKUSKIFTI
lívinum...
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað hevur týdning at varðveita góð
vinarbond gjøgnum lívið, og tað ber
til, hóast landafrøðilig frástøða kann
koma millum fólk.
Monika Stauss Joensen hevur upp
livað at flyta úr heimlandinum til eitt
annað land at búgva
– Tá ið eg flutti til Føroya, fekk
eg eitt fitt bræv frá einari av mínum
vinkonum í Sveis, her hon skrivaði:
»Vegurin til ein vin er aldrin langur«.
Og tað haldi eg er púra satt. Um vinir
mínir búgva í Sveis ella í Føroyum,
kunnu vit vera líka nær knýtt. Mátin
at halda sambandið viðlíka er bara
ymiskur, sigur hon.
Í einari aðrari grein í hesi røð greiddi
Monika Stauss Joensen frá, hvussu tað
upplivist, at fara úr einum landi, har
tað ber til at práta og skemta sær við
fólki, og flyta til eitt annað land, har tú
knappliga ikki skilir eitt einasta orð og
kanst kenna tað uttanfyri og avbyrgda.
– Tá ið tú kemur til eitt fremmant
land at búgva, tekur tað tíð at byggja
upp nýggjan vinaskara. Summi eru
lættari at koma at kenna enn onnur, og
summi vinasambond eru ikki verandi
og halda bert eitt tíðarskeið, tí tey eru
knýtt til serligar umstøður, heldur hon.
Pannukøkur og lívið
Hóast fólk ikki dugdu at samskifta á
týskum ella enskum, komu tey hóast
hetta at heilsa uppá Moniku, tá ið hon
var komin til Føroya at búgva.
– Eg minnist serliga eina eldri
kvinnu, sum kom við einum vøkrum
blómutyssu, sum hon hevði hentað í
sínum egna urtagarði. Mangan undrað
ist eg á, at hon tordi at koma at vitja
meg, tí eg tosaði jú lítið føroyskt og hon
einki enskt ella týskt. Men við einum
góðum vilja skiltu vit hvørja aðra og
mangan flentu vit, meðan vit samskiftu
við »hondum og fótum«. Hon lærdi
meg eisini at baka pannakøkur.
– Men tað týdingarmiklasta, haldi
eg, sum hon lærdi meg tá, vóru ikki
enduliga pannukøkurnar, men at hon
bleiv við at siga: »Finn tú bara útav,
hvussu tú og tíni dáma tær best –
tjúkkar ella tunnar – og so gert tú eftir
tí.« Hesi ráð havi eg mangan hildið meg
til – ikki bert viðvíkjandi pannkøkum,
sigur Monika Stauss Joensen.
– Ein onnur hending, sum eg ongan
tíð gloymi, var, tá ið eg kom heim av
sjúkrahúsinum við fyrstfødda barn
inum. Maður mín fór til Íslands at
fiska tríggjar dagar seinni, og hann
var burtur seks ferðir í tvær vikur
hvørja ferð. Vit høvdu onga telefon
í húsunum, og eg kendi ikki so nógv
fólk í bygdini tá. Heldur ikki visti eg
nakað um, hvussu tað er, at eiga so
lítið barn. Ein dagin bleiv eg ógvuliga
skjúk, fekk nógvan fepur og barnið bara
græt og vildi ikki súgva – mat hevði
eg mest sum ongan í húsunum og fór
eg úr seingini, var eg um at svíma.
Har lá eg einsamøll og vóru góð ráð
dýr. Um kvøldið seinna dagin bankaði
Vegurin
til ein vin er
aldrin langur
– Um vinir mínir búgva í Sveis ella í Føroyum, kunnu vit
vera líka nær knýtt. Mátin at halda sambandið viðlíka
er bara ymiskur, sigur Monika Stauss Joensen
Monika Stauss Joensen er ættað úr Sveis og býr í
Leirvík, har hon er gift og eigur 4 børn. Hon starvast
dagliga á Føroya Musikkskúla. Í fjør gav hon
gjøgnum Bókadeild Føroya Lærarafelag út bókina
»Edelweiss og sólarkaffi – eitt sindur av hvørjum úr
Sveis og úr Føroyum«. Í hesi greinarøð taka vit nøkur
evni úr bókini, ið vit varpa meira ljós á.
Mynd: privat
Vinir