Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-19, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2014síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 69 · 20. juni 2014 11 VIKUSKIFTI uppá. Eg klaraði ikki upp, men konan sum leitaði eftir mær kom bara inn gjøgnum kjallara­hurðina, sum altíð var óløst. Hon hevði varnast, at eg ikki var trillitúr í heilar tveir dagar. Hon visti beinavegin, at hetta sum feilti mær var »mjólkafepur«. – Lítið visti eg, hvat tað var fyri nakað, men føldi meg ússaliga við so nógvum fepuri og nógvari pínu, ja tað føldist, sum um eg var komin til at doyggja. Eg vónaði bara, at einki var galið við barninum, sum ikki vildi drekka og bara græt. Men hon segði mær, hvat mjólkafepur var, og hvussu eg skuldi bera meg at. Í eina heila viku aftaná sendi hon dóttir sína út við heitum mati til mín, so eg kundi hvíla meg og gerast frísk. Slíkt gloymir tú aldrin aftur og slíka støður knýta djúp bond. Saknar anonymitetin Smábygdasamfelagið í Føroyum er øðr­ vísi enn stórbýarumhvørvið í Sveis, og tað hevur Monika eisini upplivað. – Alt hevur sítt positiva og sítt nega­ tiva. Hetta nærlagda av einum lítlum plássi dámar mær persónliga sera væl. Men av og á sakni eg løtur, hvar man kundi vera anonym og ókend. Eg elski at sita við einum kaffimunni í einari gongu­gøtu í einum stórbýi og hyggja og eygleiða tað, sum gongur fyri seg. Tú kennir ongan og fert ongantíð at møta teimum aftur. – Dóttir mín legði mær einaferð einar sólbrillur í bilin. Tær vóru av slag­num við littum gløsum, har man bara sá út, men ikki sá inn – ikki sá eyg­uni. Hon helt, at um eg hevði hug at »gløða« eftir fólki heima í Føroyum, skuldi eg heldur brúka slíkar brillur til tað. – Men tað lítla samfelagið inniber, at man er hvørjum øðrum nær og kann liva meira tættknýtt, bæði í sorg og gleði og hetta er avgjørt tað, sum ger at ein kann føla seg heima, heldur Monika. Mynd: privat Vísdómsorð: Far við vinum tínum, sum tú fert við málningum tínum. Set teir í besta ljósið. J.Churchill Vísdómsorð: Góðir vinir eru sum stjørnur. Tú sært teir ikki altíð, men tú veitst, at teir altíð eru í nánd. (Gamalt orðatak) Tú skalt brúka: Ein heklaðan dúk Eina djúpa skál Húsarhaldsfilm 100 g av sukri og 1,5 dl av vatni (til ein lítlan dúk) 300-400 g av sukri og 5 dl av vatni (til ein stóran dúk) Soleiðis gert tú: • Kóka sukur og vatn við lágum hita, til súkrið er bránað – rør javnan • Tak grýtuna av og lat kølna eitt sindur • Stilla eina djúpa skál øvut á eitt fat, legg húsarhaldsfilm á • Bloyt allan dúkin í sukurvatni og legg hann yvir skálina • Lat torna væl, og so er summarskálin klár at brúka Prei: Leggur tú fruktir í, til dømis jarðber, legg so fyrst húsarhaldsfilm í skálina, so reyði liturin ikki smittar av. myndir: Kristfríð Tyril, momo Summarskál Eg havi enn fleiri heklaðar dúkar frá ommu míni, og nakrir teirra liggja bara í skuffuni. Tá ið eg sá hetta hugskotið, helt eg tað vera so stuttligt, at eg vildi royna tað.