Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-19, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 69 · 20. juni 2014 12 VIKUSKIFTI Whisky Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Framleiðsla av whisky er ikki tað fyrsta, sum rennur teimum flestu í hug, tá tosað verður um Danmark. Flati ríkis­ part­urin hevur annars nóg mikið av vatni og korni, sum eru hornasteinarnir í whisky-framleiðsluni, men danska sið­venjan hevur í øldir verið, at hetta verður nýtt til framleiðslu av øli, heldur enn whisky. Kanska tí teir ikki hava tol at fáast við drúgvu framleiðslutíðina av skotska tjóðar­drykkinum. Hví ikki? Tá hetta hevur verið so í øldir, so hava tey fæstu sett spurnartekin við, hví Danmark ikki hevur verið ein whisky- fram­leiðandi tjóð. Men tað var júst hendan spurningin, sum nakrir fyrr­ver­ andi lesandi settu sær eitt leygarkvøld í 2005. Saman høvdu teir eina hugnaløtu í Jyllandi, har teir mintust aftur á lestrar­ tíðina, og ein góð single-malt var eisini partur av kvøldinum. Teir fóru at tosa um, at tað var nú løgið, at eingin í Dan­ mark framleiddi whisky, og tá kvøldið endaði, var tað við einum lyfti um, at teir ætlaðu sær at gera royndina. Tvær vikur seinni vórðu lunnar lagdir undir Stauning Whiskey. Níggju mans høvdu funnið saman, og nú skuldi gerast klárt til sjálva framleiðsluna. – Vit høvdu ikki ánilsi fyri, hvussu tú gjørdi whiskey, men vit googlaðu eina rúgvu og funnu soleiðis fram til hópin av upplýsingum, greiða teir frá. – Pápin at einum okkara hevði eitt lítið slaktarí heima við hús. Soleiðis høvdu vit alt fyri eitt eini høli, sum høvdu góðkenning til matvøru­fram­ leiðslu, og tað krevst, um tú skalt gera nakað, sum kann etast ella drekkast. Vit fingu eisini neyðugu góð­kenn­ingina frá skatta­myndug­leikunum, og so var annars bara at fara ígongd. Eingin av teimum níggju hevði áður roynt seg sum bryggjara. Liðið telur fýra verkfrøðingar, ein lækna, ein slaktara, ein lærara, ein kokk og ein flog­skipara, men við góðum treysti fóru teir tó undir sjálva framleiðsluna. Hendan skuldi gerast heilt frá grundini, og útgerðin, sum teir nýttu, var í besta føri primitiv. Hetta gav eisini nakrar stuttligar hendingar. Tey, sum eru uppvaksin við Landavegin í Havn ella í Vági í Klaksvík minnast helst kókaða maskið, sum sendi sín eyðkenda royk yvir granna­ lagið. Men sum samstundis eisini er frá­likt fóður til kríatúr. Teir níggju vistu tó ikki, hvat skuldi gerast við slíkt, og tí oystu teir bara kókaðu restirnar frá fyrsta brygginum í kloakk­ina. Úrslitið varð tó, at hundrað­ tals litrar av tjúkkum greyti starnaðu í kloakkunum, og bóðini frá kommununi vóru hampuliga greið, tá tað við tógvið stríð eydnaðist at reinsa frárenslini aftur. Skotski serfrøðingurin Tað eydnaðist tó at kóka, gera og destillera, soleiðis at teir níggju at enda høvdu nakrar hundrað litrar av brend­ um whiskey. Í destilleringini er tað tó soleiðis, at fyrsti parturin – head – ikki er so øgiliga góður. Tað er seinasti parutrin – tail – heldur ikki, men mittarsti trið­ ining­urin ella so er tað, sum er sjálvt hjartað í eini góðari whiskey. – Fyri at halda skil á, hvat var hvat, tappaðu vit brendu vøruna í fløskur, sum vit nummereraðu. Av tilvild var ein av heimsins fremstu whisky- serfrøð­ingum, Jim Murray, í Danmark um hetta mundið. Hann var á vitjan hjá ein­um donsk­um felagsskapi av whisky- kennarum, og hesir vistu sjálvandi, hvat vit tókust við. – Tað endaði so við, at vit tóku okk­ ara fløskur við til eitt kvøld, har Murray var hjástaddur. Hann smakkaði, bland­aði saman úr ymsum fløskum, og smakk­aði síðani aftur, og at enda komu orðini, sum veruliga skelkaðu okkum: Hetta sum sum Ardberg í sjeyti-árunum. – Hetta var ikki liðugt whisky, sum vit høvdu við til borðið. Tað skal jú goymast í træføtum í minst trý ár, áðrenn tú kanst kalla tað whisky. Men ein maður sum Murray dugir at smakka, hvat býr í, og hansara staðfesting gav okkum veruliga eitt spark. – Hann segði eisini avgjørdur, at vit máttu víðka virksemið, tí hetta var somikið gott, at eitt lítið heimabryggjarí als ikki var nøktandi, siga eigararnir av Stauning Whisky. Teir gjørdu tí eina ætlan, har teir skuldu fáa íleggjarar, men beint, sum teir skuldu ígongd, herjaði altjóða fíggjar­kreppan, og so var trupult at Framúr whisky Áræði, hugflog og eitt sindur av hepni. Tað var tað, sum skuldi til, fyri at níggju ungir danir nú kunnu erpa sær av at framleiða whisky í heimsflokki úr Jyllandi