Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-19, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 69 · 20. juni 2014 13 VIKUSKIFTI finna nakran váðafúsan íleggjarar til eina verkætlan, sum snúði seg um at gera danskt whisky í heimsflokki. Og í dag halda teir níggju, at tað kortini bara var gott. Saman megnaðu teir at skjóta somikið av peningi í fyri­ tøkuna, at teir kundu keypa ein gamlan garð í Skjern. Her hava teir síðani bygt sær eitt veruligt whisky-destillarí, har fyri­tøkan í dag telur trý fólk í føstum starvi. Tvey í framleiðsluni og ein stjóra. Duga framvegis ikki Hóast talan soleiðis er um blómandi fyritøku í støðugari framgongd, so leggja teir níggju eina við, at teir framvegis ikki duga serliga væl at gera whisky. – Fyrst og fremst, so syrgja vit fyri, at framleiðslan er púra einsháttað hvørja ferð. Vit syrgja fyri, at droparnir, ið verða blandaðir til endaligu fram­ leiðsl­una, verða tiknir úr júst sama stað í destilleringsprosessini, sum teir vóru, tá Murray gav okkum tey kendu orðini. – Í so máta vóru vit sera hepnir. Bæði í dygdini av fyrstu framleiðsluni, men so sanniliga eisini, tí Murray av til­vild kundi hjálpa okkum. Sjálvandi royna vit okkum eisini við øðrum blendum, eins og vit goyma lidnu vør­ una á ymiskum føtum. Men vit broyta bara ein lut fyri hvørt bryggið, og tað ganga jú fleiri ár, áðrenn vit kunnu smakka endaliga úrslitið, so tað er av­ markað, hvussu stórur ymiskleikin í fram­leiðsluni kann vera, halda teir. Ein rundvísing á fyritøkuni vísir eisini, hvussu stórur kreativiteturin hevur verið, tá avbjóðingar skuldu loys­ast. Fremsta dømi man vera ein heima­gjørdur kornvendari, sum teir saman við einum lokalum smiði hava gjørt. – Tá kornið spírar, skal tað vend­ast við jøvnum millumbilum, so búning­in verður einstáttað. Hjá stóru fram­leið­ arunum av korni til whisky-destillarí er tað so, at menn ganga við hvísl, so kornið støðugt verður vent. – Tað tímdu vit ikki, og tí funnu vit upp á eina maskinu, sum kundi loysa uppgávuna. Vit vóru sjálvandi spentir, so vit bæði filmaðu og løgdu á Youtube, tá vit kundu erpa okkum av úrs­lit­inum. Men vit gjørdust ikki sørt skakkir, tá vit bara tvær vikur seinni vórðu uppringdir av eini stórari ameri­ kansk­ari fyritøku, sum spurdi, um hatta var ein maskina, sum vit kundu seta í hópframleiðslu. Somikið imponeraðir vóru teir, at vit vórðu bodnir at halda fyril­estur á stórari kongress fyri whisky-fram­leið­arar. Tveir okkara fóru eis­ini yvir, og tað eydnaðist so at greiða frá, at vit sum so ikki høvdu skil fyri fram­leiðslu av whisky, men at vit kortini høvdu eina vøru, sum hevði fingið góð skoðsmál. Fæst á Noma Og tað eru ikki hissini skoðsmál, sum lidna vøran fær. Sami Jim Murray, sum gav hjálp­ andi hondina til fyrsta bryggið, er høv­und­urin handan sonevndu Whisky Bible. Har fáa eini 3.000 ymisk sløg av whisky á hvørjum ári karakter, og á Stauning kunnu tey erpa sær av, at tey veruliga eru í toppi. Av teimum 3.000 sløgunum, sum skrivað verður um, eru eini 200, sum fáa hægsta karakterin – gull. Og Stauning Whisky eigur tvey av teimum 200 sløg­unum. Og eisini hava teir í fleiri førum fingið gullmerki til ymsar al­tjóða whisky-smakkingar. – Dreymurin er, at vit kunnu fram­ leiða og selja 12 ára gamalt whisky. Men tá fyritøkan ikki sá dagsins ljós fyrr enn í 2005, so er hetta sjálvandi ikki gjørligt í løtuni, siga teir. Men fyribils úrslitið er framúr, og tí var einki forgjørt í, at Noma, ið jú hevur norður­lendskar rávørur sum eyðkenni, vildi hava Stauning Whisky til sínar gestir. Og í 2012 gav tað teimum níggju eina heilt serliga uppliving. – Vit gjørdu av, at vit allir fóru á Noma at eta. Har fært tú jú framúr mat av alla handanna slag. Me dessertin er jú tað seinasta, so tað er smakkurin av tí, ið tú drekkur afturvið kaffinum, sum stendur eftir, tá tú fert út. Og tað var nú ein fantastisk kensla, tá vit sjey ár eftir hugna­løtuna í Jyllandi kundu fara út frá heimsins bestu matstovu – við smakk­inum av okkara egna whisky á tunguni, siga teir níggju. Stauning Whisky hevur fingið framúr ummæli um allan heim, og ein rundvísing hjá fyritøkuni er ein uppliving í sjálvum sær Umframt ymsar sertappingar, so eru tað trý sløg av whisky, sum verða seld hjá Stauning. Traditional, sum er ein vanlig whisky í góðari javnvág, og sum tí er nakað, ið teimum flestu dámar. Peated, sum er roykt við donsk­ um torvi. Hendan er at javn­meta við góðar Islay-whisky. Rey, sum er gjørd av rug. Tað er annars óvanligt at nýta rug til whisky, men við íblástri frá Jim Murray gjørdu eigararnir av Stauning av, at hetta eis­ini skuldi roynast. Og tað hevur hepnast so­mikið væl, at tað í løtuni ikki ber til at fáa fatur á Rey, tí vøran er útseld. Stauning Whisky heldur til í Skjern miðskeiðis í Jyllandi, og til tey forvitnu skal sigast, at rund­ vís­ingar og royndarsmakkingar eru fastur táttur í gerandis­degnum hjá fyritøkuni. Á heima­síðuni, stauning­whisky.dk, sæst yvirlit yvir, nær rund­vísingar eru á skránni. Stauning Whisky Í 2007 gjørdu eigararnir at keypa hendan garðin í Skjern, og har heldur fyritøkan til í dag