Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-19, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 69 · 20. juni 2014 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen Tá ið próstur fekk brennivínsfløsku til kirkjuvígslu Grannastevnurnar halda áfram, og Kristian hevur áhugaverdar og stuttligar frásagnir úR bygdunum, hann vitjar. Men enn er hann í Sumba F yrstu ferð eg kom til Sumbiar fekk eg at vita um ein stóran stein, eitt hav, sum menn kappaðust um at lyfta. Tað var eisini sagt mær, at hevði eg hug at royna meg, so lá steinurin við húsini hjá Niclas Poulsen. Hann var av sterkastu monn­um, og ein av teimum fáu, sum høvdu klárað at lyfta steinin. Eina ferð kendi trolaraskiparin Steintór Norð­berg úr Hvalba kom til Sumbiar, varð hann biðin um at royna at lyfta steinin. Tað gjørdi hann lættliga. Tað var ikki væl dámt í bygdini, at ein avbygdarmaður skuldi klára hetta roysnið. Men tað er eingin ivi um, at menn í Sumba eru sterkari enn í øðrum bygdum. Her varð kappast um alt. Tað verður eisini kappast um at hava størstu krovini. Tey verða ikki vigað við flett­ing, men út á várið ganga menn frá hjall til hjall at síggja, hvussu væl krovini síggja út, og hvussu tjúkkar síðurnar eru. Tá varð eisini skonkt. Tá varð eisini tosað um, hvar seyðurin hevði gingið, hvør ið var seyða­ maður og um viðurskifti, sum kundu hava sína ávirkan á endaliga krovið. Ofta er lív­ ligt orða­skifti, og tað verður ikki minnið av tí váta, so hvørt tað kom niður um. Ein kapping í Sumba var eisini at »bróta sperrur«, og sperrurnar vóru seyðabein. Tað skulu góðar kreftir til at bróta slík bein, og tað hendi seg enntá, at í kappingini komu menn at skaða sær tummilfingrarnar. Sumbingar nýta ikki seyðahundar. Teir vilja heldur sjálvir renna eftir seyðinum og reka hann í rætt. Á eini summarferð í 1920, tá ið eg kom í land í Lopra, sá eg ein ungan mann, ið sum einki kundi renna upp eitt lamb fyri og annað eftir og binda tað niður. Eg for­ taldi eina ferð Dánjal J. Danielsen, vanliga kallaður Kálgarð, hetta. Jú, hetta var sonur hansara Tummas. »Hann er so kvikur sum fuglurin.« Eina ferð skuldi Tummas renna kapp á jóansøku, men tá gekk einki serligt. Tað helt pápin lítið um við øllum tí hann hevði givið hon­um at eta. Men tað er ein veruleiki, at tað kann vera munur á at renna móti brekku og so fram eftir sløttum. Aftur til grannastevnuna. Tað var úti móti midnátt, áðrenn grannastevnan var lið­ug. Aftaná vóru tað fleiri, sum bóðu meg gera ørind­ini sum at seta teirra pening inn í Spari­ kassan ella at gjalda rokningar til handils­ menn á Tvøroyri. Síðan fór eg heim til Kálgarð at fáa fóta­ mør eftir serligari uppskrift, sum verður nýtt í Sumba. Hagar komu eisini fleiri av fundar­ lut­tak­arunum. Her kom eisini vanliga nógv fólk, tí her var telefonstøð, og fólk bíðaðu ofta inni eftir at samtalan var klár. Tá lá eis­ ini væl fyri at fáa eitt prát. Hetta má hava verið strævið hjá konufólkinum í húsinum. Menn­inir vóru ikki so vandnir, sum tá ið teir spýttu skránna í komfýrin. Hetta var gjørt við at lyfta ketilin upp frá og so spýta. Ketilin stóð altíð á komfýrinum til drekka til allar gestir­nar. Kálgarð visti alt Kálgarð gjørdist kalsmaður eftir Albinus, og hann var ógvuliga trúgvur í hesi tænastu. Hann hevði eitt so ótrúligt minni, og hann visti nágreiniliga, hvat hvør maður í bygdini átti av jørð, og hvar jørðin lá. Hann visti eis­ini frá hvørjum, hon var arvað ella keypt. Um­ framt hetta kundu menn eiga jørð, sum ikki lá saman. Tað kundi vera ein teigur her og ein annar har. Tað kom meira enn so fyri, at menn ikki vistu nágreiniliga, hvat teir sjálvir áttu, men so fóru teir til Kálgarð at fáa greiði á hesum. Abbi hansara Dánjal Danielsen (Suðuroya Dánjal) var jekari á Skansanum í Havn. Kona hansara var Elsba, sum var úr Porkeri. Hon var fyrst gift við Niclas, ættaður úr Lopra, har tey búsettust. Hann doyði ungur frá seks børn­um og tí sjeynda á veg. Elspa flutti til Sumbiar og giftist við Kálgarð, sum var gamal drongur. Tey bæði fingu tvey børn, Tummas og Mariu. Tá ið Kálgarð fylti 80 ár hevði Poul Niclasen, blaðstjóri á Dimmalætting eina grein um hann. Poul skrivaði millum annað: »Dánjal er kendur sum ein dugnamaður og álitismaður í øllum lutum, fryntligur og beinasamur at koma til. Tá hann í 1924 varð Dannebrogsmaður, vóru øll, ið kendu hann, á einum máli um, at hann hevði hetta heiðurs­prógv uppiborið. Hann hevur verið ein av teimum, sum hevur verið til heiðurs ikki bert fyri heimbygd sína, men eisini fyri fostur­landið. Hann hevur verið ein av teimum góðu stuðl­unum í okkara lítla samfelagi, ein góður føroy­ingur í orðsins rætta týdningi«. So til Vágs og Porkeris Næsta grannastevnan var í Vági. Hon skuldi haldast í einum pakkhúsi hjá J. Dahl, sum var ruddað til hetta høvið. Her var ein ramur luktur av saltfiski. Vágur var longu tá ein stór bygd, eini 1.500 fólk. Tí tók tað sína tíð at gera grindapartarnar upp. Men tað hjálpti, at grindaformenninir høvdu frammanundan gjørt listar yvir partar­ nar hjá hvørjum einstøkum báti. Í Vági var grannastevnan meira hóvlig enn í Sumba. Her var fundarfólkið nakað øðrvísi, nógvir keypmenn og stjórar. Dagin eftir var sunnudagur, og eg fór í kirkju, mínir skyldmenn á Gørðunum vóru trúgvir kirkjugangarar. Henda gamla hugnaliga kirkjan var ein olmussukirkja, sum sjómenn í neyð lovaðu olmussu til, um teir vórðu bjargaðir. Úr Vági var farið til Porkeris, har granna­ stevna varð hildin í skúlanum. Hetta var ein av teimum fáu bygdunum, har skúlin varð nýttur til hetta endamál. Fundurin í Porkeri var stuttur. Her vóru menn ikki so háfloygdir sum aðra staðni, men teir høvdu kortini sínar trupulleikar. Teir stavaðu frá einum jarðarbýti, sum sýslumaðurin Gudmund Effersøe í síni tíð hevði framt, og sum nógv hildu vera órætt­ víst. Tá var Danbjørg farin at gera um seg í politikki, og hansara loysn var, at eingin skuldi eiga nógva jørð, og var hetta góður javn­aðar­politkkur tá. Aftaná fór eg heim til systkinabarnið Lars, har konan hevði gjørt eina góða máltíð. Men her komu fólk eisini inn á gólvið við sínum trupul­leikum, so her mátti eg eisini vera sálar­ syrgjari. Fløskan til kirkjuvígsluna Morgunin eftir var farið til Hovs, har granna­ Kristian Djurhuus 25. partur Grannastevnur í Sumba vóru serligar