Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-19, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 69 · 20. juni 2014 15 VIKUSKIFTI stevnan var hildin í einum høli hjá J. Dahl, sum hevði úthandil í Hovi. Leiðarin á hesum handli var Niclas Hovgaard, sum hevði fingið sína handilsútbúgving á Gørðunum í Vági. Her gisti eg í Stórhúsið hjá Alexander Midjord. Tað var dóttir hansara, sum stóð fyri mat­gerð­ini. Her plagdu prestar eisini at gista. Hon spældi eina ferð próstinum, Gulak Jacobsen, eitt óætlað puss. Hetta var tá ið kirkjan í Vági var flutt til Hovs og skuldi endur­innvígast. Hetta var 14. februar 1943. Tá Gulak skuldi fara í kirkju segði hann við vertinnuna, at hann hevði sukursjúku og harvið trupulleikar við at halda vatninum. Tí kundi hann fáa brúk fyri eini fløsku aftaná prædikuna. Gulak spurdi, um hon ikki kundi seta eina fløsku aftanfyri forhangið í sakristinum. Hon hugdi eitt sindur vantrúgvin at Gulaki men lovaði at gera tað, hon kundi. Gulak, sum tá var settur próstur, helt vígslu­røðuna, hetta var ein tann besta talan, eg havi hoyrt hann hildið. Han fór niður av talara­stólinum og inn í sakristiið, har hann væntaði at síggja fløskuna. Jú, fløskan stóð har, men tá ið hann lyfti hana upp, vísti tað seg, at hon var full. Hann helt, at vertinnan hevði mis­skilt okkurt, og hevði sett honum eina fløsku av vatni. Men tá ið hann tók proppin av, vísti tað seg, at tað var brennivín í fløskuni. Prósturin kom at flenna, men sum hann segði »tað kundi vera, at ein lítil dropi úr fløsk­uni var eins gott sum at sleppa at pissa. Tað var ikki so løgið, at vertinnan hugdi so undar­liga at mær, tá eg bað hana skaffa mær eina fløsku«, greiddi Gulak seinni frá. Um kirkjuna Upprunaliga var tað íslendingurin Guðbrandur Sigurðson, ið stóð fyri arbeið­ inum at smíða kirkjuna á Kirkjukletti í Vági. Hon var 13 alin long og 6½ breið við 9 stólum mann­fólka­megin og 8 stólum konu­fólka­ megin. Kirkjan varð bygd 1862. Teir, sum stóðu fyri arbeiðinum at taka gomlu kirkjuna á Kirkjukletti niður, vóru arkitekt­urin Johan Hofgaard og Johan Hammer, timburmaður. Teir tóku bretti fyri bretti niður og merktu tey. Sama var við bjálk­ unum. Síðan var alt tilfarið koyrt í lastbili út á kaiina í Vági, har tað varð flutt við skipi til Hovs. Av Stapanum varð tað borið niðan á tað staðið, sum hovbingar rópa Innan Glyvur. Grund varð laðað, og kirkjan sett upp aftur av nýggjum. Umframt arkitektin Hofgaard og Johan Hammer, hjálptu Leivur Jespersen og Hans Pauli Luid við at smíða kirkjuna upp aftur av nýggjum. Tá ið kirkjan stóð á Kirkjukletti hevði hon flagtak, men nú tá ið hon varð bygd av nýggjum, løgdu teir galva­ niserað jarntak á. Grannastevnan í Hovi Á grannastevnuni vóru allir jarðareigarar møttir umframt fulltrúar fyri avbygda eigarum. Tað var í Hovi sum nógva staðni, at nógv jørð var farin fyri brennivín. Tí vóru tað keyp­ menn í Vági og á Tvøroyri, sum áttu jørðina. Teir gomlu eigararnir blivu so uppsitarar. Men tó vóru fleiri, sum tað við hørðum arbeiði var eydnast at keypa jørðina aftur. Áðrenn eg kom til Suðuroyar, meðan eg arbeiddi hjá dómar­anum í Havn, hevði verið ein drúgv sak um stranda­rættindi í Hovi. Tað var ein jarðareigari, sum kravdi rættindini til fjøruna, sum lá uppat hansara ogn. Hesi rætt­ indi høvdu ikki einki virði, tí fjøran bleiv um summarið nýtt til fiskaturking. Men hetta var ikki góðkent av hinum jarðareigarunum, sum hildu at fjøran var felags ogn. Exam.jur. Johan Hansen í Hvalba, vanliga kallaður jurist­urin, umboðaði trøeigaran, men skyld­maður mín, Janus Djurhuus, umboðaði bygdina. Sakin gekk í fleiri ár, og tað vórðu førd mong vitni. Tað var serliga juristurin, sum hevði hug at draga sakina út, so eg ynski hann ofta, hagar piparið grør. Tað endaði so við, at trø­eigarin misti rættin til fjøruna. Hetta mál varð ofta tikið fram á granna­ stevnu, og tað bleiv tosað um, hvat ið hvør hevði sagt. Tað er ikki vist, at tað altíð varð so rætt endurgivið. Hetta var eisini tikið inn í kjakið um at byggja neyst. Eisini varð reistur spurningurin um, hvør ið átti økini, har T.F. Thomsen og J.Dahl høvdu bygt. Her vóru menn minni samdir, enn teir høvdu verið mót­vegis umrødda traðarmanni. Henda grannastevnan fekk eisini enda. Eg fór so heim til míni vertsfólk, men har var ikki nógv prát, so eg slapp tíðliga til songar. Kundi dottið oman á veg til Øravíkar Morgunin eftir var farið til Øravíkar. Tað hevði kavað, og tað var frost. Í slíkum lík­indum var tað ikki bara sum at siga tað at ganga niðan á Hovstúgvuna, har tað var sera bratt. Tað gekk kortini væl at koma niðan, men frá Hovs­ túgvuni lá ein stórur frystur skalvi eystur yvir. Her hevði eg farið á glið, um ikki Poul Albinus hevði tikið í meg við sínum sterku nevum. Maðurin, sum bar leypin hjá mær, fór á glið, men tíbetur hendi ikki meira enn at leypurin fekk eitt sindur av skaða. Leiðin millum Øravík og Hov helt eg alla tíð vera so langa. Hon var nógv longri enn skjúts­ reglugerðin hevði roknað út. Eg hevði lagt tíðina fyri grannastevnuna í Øravík, soleiðis, at eg kundi koma heim til Tvør­oyrar sama dag. Í Øravík eru flestu jarðareigarar stórir kongs­bøndur. Tí vóru teir ikki so nógvir. Hetta gjørdi grannastevnuna meira einfalda. Her var eg sjálvur partur í eini ósemju. Mín undanmaður sum sýslumaður, Oliver Effersøe, hevði skorið torv í haganum hjá ein­ um bónda í Øravík. Eg helt, at hesi rættindi fylgdu við embætinum og fór at skera torv á sama stað. Men hetta klagaði bóndin um, tí hann helt, at hetta vóru persónlig rættindini hjá Oliver Effersøe, og nú ætlaði hann sær sjálvum henda rætt. Landbúnaðarnevndin kom suður at kanna viðurskiftini á staðnum. Teir skutu upp, at vit býttu hesi rættindi millum okkum. Hetta segði eg nei til. Men hetta endaði kortini við, at eg fekk allar hesar torvheiðar. Henda ósemjan javnaði seg við tíðina, eg og bóndin blivu góðir vinir. Aftaná grannastevnuna í Øravík fór eg við báti til Tvøroyrar. J.P. Albinus fór heim til Fámjins. Hann helt, at hann nú var ov gamal at halda fram sum kalsmaður. Eg takkaði honum fyri tíðina og serliga fyri ta tíð, vit høvdu havt saman. Komandi partur: Handisvirkið hjá teimum á Gørðunum. Tá ið Kristian var í Vági, búði hann hjá sínum skyldmonnum á Gørðunum Tað var ikki væl dámt í Sumba, at Steintór Norðberg kundi lyfta »teirra« hav. Her er hann saman við dótrini Marnu Kirkjan í Hovi, teknað av Palla Gregoriussen. Prósturin hevði brúk fyri eini tómari fløsku til vígsluna men fekk eina fulla – av brennivíni! Elspa og Kálgarð við riddara­ kross­inum. Hann visti alt um jørð hjá øllum Seinasta grannastevnan var á Tvøroyri. Hon var eisini øðrvísi enn hinar.