mánadagur 23. juni 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Kristina háfoss
Kjak síða 25
Frá rík
isfundi
til sam
starvsfund
Heðin Mortensen
Kjak síða 25
Einki
dulsmál á
Tórsvølli
– Málið er lægri miðalprísir, sigur
nýggi stjórin í Atlantsflog, Jørgen
Holme.
Loksins upprann løtan, tá nýggja
leiðslan í Atlantsflog kunngjørdi
nýggju strategiina – ein strategi,
sum týðuliga skuldi vísa føroying
um, at tað verður bíligari at flúgva.
Og tað verður tað. Í øllum førum
hjá teimum, sum kunnu leggja sær
ferðina so væl til rættis, at tey
keypa ferðaseðilin tveir mánaðir
fyri fráferð.
Hóast tey í Atlantsflog siga seg
hava arbeitt væl og leingi við at
forma nýggju strategiina, so er
sjónliga broytingin enn bara teir 20
bíligu ferðaseðlarnir við hvørjum
flogfari á danmakarrutuni – og so
broytta rutunetið, har London og
Milano verða strikað, og Bergen
og Aberdeen kemur í staðin – og so
Mallorca eisini.
Tað kann tykjast heldur løgið, at
strategiin einki sigur um, hvussu
verður við hinum ferðaseðlaprísu
num. Vinnan spyr um hetta, men
tað kann leiðslan í Atlantsflog ikki
svara uppá enn, tí tann strategiin er
ikki løgd enn. Stjórin sigur, at málið
er lægri miðalprísir. Miðalprísurin
er vorðin bíligari, men tað hevur
týdning, at tað eisini fer at merkjast
á hinum ferðaseðlunum.
Vit kunnu sjálvandi altíð spyrja
okkum sjálvi, hvat er høvuðsend
amálið við at menna og víðka
sambandið millum Føroyar og út
heimin. Sjálvandi hevur tað nógv
við okkum at gera, sum búgva her,
og tey, sum vit so fegin vilja hava
heimaftur at búgva her. Tað skal
verða lætt og ómakasleyst og bíligt
at ferðast út í heim.
Men tað snýr seg eisini um,
hvussu vit fáa útlendsk ferðafólk
at vitja hendanvegin. Ferðaráðið
setti sær sum mál fyri eini tveimum
árum síðani at tvífalda talið á út
lendskum ferðandi í Føroyum til
250.000 í 2020. Tað krevur nakað av
flutningsfeløgunum, bæði av At
lantsflog og Smyril Line.
Norrøna flytir nógv ferðafólk
millum meginlandið og Ísland – og
flytir annars nógvar føoyringar út í
heim at ferðast. Tað er mikið gott.
Men spurningurin er, um tað
verður gjørt nóg nógv at fáa útlend
ingar til Føroya – og hvør, ið hevur
ábyrgdina av tí. Fyri nøkrum árum
síðani høvdu vit tvey flogfeløg og
tvey skipafeløg, sum røktu rutu
sambandið við umheimin – allar
mest Danmark. Í dag eru tvey feløg,
og landsstýrið eigur flogfelagið og
helmingin av Smyril Line.
Tað er gott, at vit fáa bíligari ferð
aseðlar. Men tað er eisini altumráð
andi, at ferðafólk fáa møguleikan at
ferðast hendanvegin, um vit skulu
hava ferðavinnu sum týðandi inn
tøkukeldu.
Bíligari flogferðaseðlar
Á
okkara
døgum,
hvar
ið
»Føroya
Gull«
javnan
verður beint burtur, brúkar
danska listakvinnan Hanne
Højvælde ullina til nakað
fornuftigt!
Tað sigur Napoelon Smith,
sum hevur sent okkum
hendan stubban:
Farnu
tvær
vikurnar
høvdu vit møguleikan at
vitja Hanne og mannin Hans
Jørgen í Smiðjuni í Lítluvík,
har ið ein bókstavliga kundi
síggja trøll á aljósum degi.
Hanne arbeiðir nevniliga
við tøvdari ull, har ið hon
ígjøgnum ár og dag við eini
serligari nál í hond hevur
formað trøll til, bæði stór og
smá, har ið hvørt trøll hevur
sína heilt egnu søgu og per
sónsmensku.
»Hasin er pápi at hesum
og hatta er mamman«, sigur
hon mær, sum um var tað
ein verulig og livandi trølla
familja, talan var um. Í øllum
førum hevur henda fram
sýning fingið meg og onnur
við mær at smílast, tí hesi
trøll eru so ótrúliga livandi
og stuttlig, har ið tað menn
iskjaliga og humor verður
lýst ígjøgnum hesi fittu og
vælmeinandi trøllaskepils
ir, sum fyltu krókar og borð
inni í hugnaligastu framsýn
ingarhølum landsins.
Eg keypti mær nøkur av
teimum
úttrykksfullastu,
hóast eg ongantíð havi staðið
inn fyri »trøllaríið«. Plagi
heldur ikki at vera tann, sum
sær trøll á alljósum degi!
»Troldemor Hanne«, sum
hon í sjálvspei eyknevnir seg,
brosar eins og maður sín, og
ikki at gloyma tey mongu
trøllaeyguni,
sum
hyggja
eftir tær, tá ið tú trýnir inn á
gólvið. Hon fortelur okkum
um trøllini, og her kunnu vit
trøllvaksnu eins væl og børn
okkara fáa íblástur, meðan
vit at ganga runt og hyggja.
Skálkabros,
rundleiddir
kropsdeilir og argandi lívs
neisti – ja, hvør man hava
sitið sum model?
Hanne dámar væl at stilla
út í Føroyum, og hevði hon
hesa ferð nakrar tøvdar ulla
myndir, sjall og vestar við á
framsýningini. Her niðanfyri
kunnu tit síggja nakrar
myndir av trøllunum.
Ein myndarøð við trøllum
sæst á in.fo
Trøll á aljósum degi
Tá ið Norðurarlantiska Húsið
í Odense lat upp seint í 2013,
handaði Klaksvíkar býráð
vinarbýnum, Odense eina
gávu, Svanadrotningina, sum
Edward Fuglø hevur málað á
ein vegg í einum av fyrilestr
arsalunum í húsinum.
Hetta veggjaprýði hevur
vakt áhuga víða og er tað
eitt “must” at sleppa at síggja
hetta listaverkið, tá ið vitjað
verður í húsinum.
Hósdagin var drotningin
við fylgi og vitjaði í Norð
uratlantiska Húsinum, og
sjálvandi skuldi hon fáa ein
bita, soleiðis at hon sat beint
framman fyri myndina ella
listaverkið,
Svanadrotn
ingina, sum Edward Fuglø
hevur málað.
Verkið
hugtók
drotn
ingina, sum kennir Edward
Fuglø frá øðrum høvum –
kanska serliga, tá ið hann
var í hovinum við málning
inum sum Føroya Landsstýri
gav drotningini í 2012 í sam
bandi við 40 ára hátíðarhald
hennara, “Fuglar og so villini
djór tey vóru henni kunn - úr
Sjúrðarkvæðnum”
Benny Nybo, stýrislimur
fyri Norðuratlantiska Húsið
greiddi frá drotningini frá
listaverkinum, og fylgdi hon
væl við og vísti stóran áhuga.
Tá ið Benny peikaði á Sóljuna
og skuldi siga navnið á
tjóðarblómu Føroya, mintist
hann ikki navnið, men kom
drotningin honum elegant
til hjálpar og segði á kling
andi føroyskum »Sóljan«.
Kirsten Mærsk, stjóri í
Norðuratlantiska Húsinum
í Odøense sigur, at hon er
sannførd um, at Svanadrotn
ingin hjá Edward Fuglø er
eitt enn størri varðtekin fyri
húsið, enn tey longu hava
givið sær far um.
Vitjað Svanadrotn
ingina hjá Edward
Eisini umráðandi at fáa
ferðafólk hendanvegin