hósdagur 17. juni 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 113 - 17. juni 2004
Nr. 113 - 17. juni 2004
3
Tann 1. juli kemur tón-
leikabólkur úr Ølsted til
Føroya at spæla. Bólkurin
eitur Gamle Venner, og
limir eru fyrst og fremst
pensionistar. Teir fara at
spæla í Korndalsbýlinum á
Eiði tann 1. juli, og dagin
eftir verða teir á Lágargarði
í Havn. Tann 5. juli gongur
leiðin inn á Ellisheimið í
Vágum, og dagin eftir tað
er ætlanin at spæla fyri pen-
sionistum í Eydnuni á
Oyrabakka. Tann 7. juli
verður rundað av norðuri í
Klaksvík, har Áhugabólk-
urin fyri eldri í Norðoyggj-
um skipar fyri.
Tónleikurin hjá Gamle
Venner er alt frá gomlum
vísum til polka til nýmót-
ans evergreens. Onkrir før-
oyskir sangir verða eisini á
skránni.
- Okkara tónleikur hevur
altíð havt góðar karmar at
virka undir í Føroyum. Eg
kenni tað soleiðis, at før-
oyingar hava eitt gott tev
fyri sangi og siðbundnum
tónleiki, sum vit dáma at
spæla,
sigur
Christian
Peder Honoré, violinistur
og leiðari í Gamle Venner.
hkm
Kaupthing Banki
hevur gjørt eina av-
talu við Förenings-
banken, svenski
eigaran av FI-Holding
ella FIH, um at keypa
øll partabrøvini í FIH
fyri kr 7,1 mia.
BÚSKAPUR
Tíðindaskriv
Strategiskt hóskar FIH sera
væl saman við Kaupthing
Banka, og keypið, ið tví-
faldar støddina á Kaup-
thing Banka, fer at geva
Kaupthing
Banka
eina
leiðandi støðu á danska
vinnulívsbankaøkinum.
FIH
fíggjar
danska
vinnulívið og hevur sein-
astu árini vunnið 17% av
danska marknaðinum á
hesum økinum. Teir umleið
5.000 kundarnir hjá FIH,
fevna í høvuðsheitinum um
stór, miðalstór og smærri
donsk virkir. FIH hevur ein
sterkan kapitalbygnað og
hevur verið kent fyri, at
hava sera fá tap av teirra út-
lánsvirksemi.
Keypið av FIH er eitt
framhald av virkisætlanini
um at vaksa á vinnulívs-
bankaøkinum og at víðka
um virksemið á Norður-
londum. Samanlagda felag-
ið verður ein grundarstein-
ur fyri komandi vøkstri
innan vinnutænastur og
sokallaðum private equity
íløgum.
Samlaði javnin á Kaup-
thing Banka økist úr kr
51.3 mia kr í kr 118,2 mia
eftir keypið av FIH. Verða
netto inntøkurnar á báðum
feløgunum
samanlagdar
vóru hesar í 2003 kr 1.210
mió og í 1. ársfjórðingi
2004 kr 411 mió.
Farmaskip, sum ikki
lúka ávís krøv í sein-
asta lagi 1. juli, missa
siglingsloyvið, sigur
Skipaeftirlitið
VERND ÍMÓTI
YVIRGANGI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skulu ávísar reglar
setast í verk, fyri at verja
skip ímóti yvirgangi.
Talan er um altjóða
reglugerðina, sum nevnist
"International Ship and
Port Facility Code", eisini
stytt
ISPS - ásetingin.
Skipaeftirlitið sigur, at
øll føroysk farmaskip yvir
500 BT, skulu lúka krøvini
í ásetingini í seinasta lagi
hin 30. juni.
- Í altjóða høpi hevur ver-
ið tosað í fleiri ár um at
gera eina reglugerð um
tilbúgving og vernd móti
yvirgangi. Atsóknin í USA
hin 11. september 2001
setti ferð á fyrireikingarnar
og altjóða kravið er, at øll
skip og allar havnir, ið eru
umfataði av ásetingini,
skulu hava váttan frá av-
varðandi myndugleikum, at
tey lúka krøvini.
Skipaeftirlitið sigur, at
skip sum ikki lúka krøvini
hin 1. juli í ár, missa sigli-
loyvið.
- Hetta verður gjørt fyri
at tryggja at føroyska
flaggið ikki kemur í ringt
orð. Verður tað lopið út í
orð, at onkur føroysk skip
ikki lúka krøvini, kann tað
verða ein forðing hjá teim-
um, ið lúka tey.
Skipaeftirlitið sigur, at
koma føroysk skip fyrst
undir slíka ringa umtalu,
ber tað í sær, at útlendskir
myndugleikar
koma
at
halda serligt eyga við før-
oyskum skipum.
- Slíkt hert eftirlit kann
seinka skipunum munandi.
Vanligir tjóð-
veldismenn
og onnur
Klingran í Norður-
landahúsinum verður í
kvøld,
mikukvøldið
tann 16. juni klokkan
19.00,
karmur
um
kvøldsetu, sum Suður-
streymoyar Tjóðveld-
isfelag. Sagt verður, at
tað verða ikki politik-
arar, sum fara at røða á
kvøldsetuni, men van-
lig fólk; vanlig fólk,
sum arbeiða í komm-
ununi og hjá kommun-
uni, og sum "hava dag-
ligt samband og sam-
skifti við havnarfólk
og vitjandi í býnum."
Nomið verður við evni
sum heilsu, trivnað,
samferðslu, umhvørvi,
mentan og menning.
Skráin er ikki drúgv, tí
allar røðurnar eru um
tíggju minuttir. Røð-
arar eru Súsanna á
Brúsoyri,
Johan
í
Kollafirði, Wanja Pet-
ersen,
Ingigerð
á
Trøðni, Finnur Jensen
og Asta Hjelm.
hkm
Hetlendsk
tónleikavitjan
ORKESTURVITJAN
Í hesum døgum vitjar
eitt seksmannað het-
lendskt orkestur í Før-
oyumm. Orkestri fer
leygakvøldið
het-
lendskan og skotskan
fólkatónleik á Verts-
húsinum
Av
Vetrshúsinum
siga tey, at tey fara at
gera nógv burtur úr
tónleikavitjanum.
– Reaktiónirnar upp
á at Vershusið hevur
broytt eitt sindur av liti
hava verið sera positiv-
ar, og er nýta nógv fólk
høvi at vitja inn á
gólvið, siga tey á
Vertshúsinum í tíð-
indaskrivi.
Forða fyri at føroyska flaggið
kemur í ringt orð
Í seinasta lagi skulu føroysk
farmaskip yvir 500 tons,
lúka ávís krøv, ella missa tey
siglingsloyvi, sigur
Skipaeftirlitið
savnsmynd
Kaupthing Banki keypir danska bankan FIH
Í Føroyum heldur Kaupthing
til á Tinghúsvegnum í Havn
Gamlir menn úr Ølstaði
Gamle Venner høvdu fyri tveimum
árum síðani konsert í Tjørnuvík. Á
myndini eru tað teir tríggir Svend
Krogshede (til vinstru), Christian Peder
Honoré og Mogens Tage Hansen
Pizza Aage kann verða dømdur aftur
Pizzakokkurin í
Klaksvík, sum noktar
at gera mat til týsk og
fronsk ferðafólk,
kann verða dømdur
aftur, um hann
verður meldaður.
Sama lóg, sum hann
var dømdur eftir í
Danmark í fjør, er
galdandi í Føroyum
PIZZA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Í fjør varð danski pizza-
kokkurin
Niels
Aage
Bjerre, sum eisini er kendur
undir
navninum
Pizza
Aage, dømdur átta dagar í
fongsul fyri brot á rasudis-
kriminatiónina.
Orsøkin til dómin var, at
hann noktaði at gera mat til
týsk og fronsk ferðafólk,
sum vitjaðu á hansara pizz-
aria á Fanø. Hetta hevði
Pizza Aage ikki loyvi til, og
Eystari Landsrættur dømdi
hann tí fongsulsrevsing.
Pizza Aage skýrdi dómin
at verða láturligan, og hann
hevur síðani heldur ikki
broytt hugsan um, hvørji
fólk hann vil gera pizzur til.
Nú starvast Pizza Aage á
Pizzaria Napoli í Klaksvík,
og har fáa týsk og fronsk
ferðafólk at greitt at vita, at
tey fáa ongan mat frá hon-
um. Hetta tí at stjórnirnar í
hesum báðum londunum
ikki taka undir við USA og
Danmark í krígnum í Irak
Sama brot í Føroyum
Lógin, sum Pizza Aage
varð dømdur eftir í Dan-
mark, er eisini galdandi fyri
Føroyar. Hon varð sett í
gildi í Føroyum í august
mánaði í 1972 uttan broyt-
ingar frá tí donsku lógini.
Grein eitt í hesi lógini
sigur, at tann sum innan
fyri vinnuligt ella alment
virksemi orsakað av rasu,
húðaliti, tjóðskaparligum
ella etniskum uppruna ella
trúgv noktar at tæna ella
avgreiða viðkomandi undir
somu fortreytum sum onn-
ur, verður revsaður við bót,
hefti ella upp til seks
mánaðar í fongsli.
Sostatt er tað, sum Pizza
Aage ger í Klaksvík líka
ólógligt í Føroyum, sum tað
var í Danmark.
So er spurningurin bara,
um hann fer at halda fram
við hesum í Føroyum, um
nakar fer at melda hann
aftur, ella um hann fer at
broyta hugburð til hetta
málið.
Steinbjørn Jacobsen,
borgarstjóri, er als
ikki fegin um støð-
una, sum hevur tikið
seg upp við pizza-
kokkinum í Klaksvík.
Hann sigur, at hann
kann ikki liva við, at
ferðafólk koma til
Klaksvíkar og fara
vónbrotin og órætt-
víst viðfarin avstað
aftur
PIZZA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
– Eg haldi í fyrstu atløgu, at
bólturin liggur hjá Njál
Reinert Petersen, sum jú er
arbeiðsgevari hjá mannin-
um, sigur Steinbjørn Jac-
obsen. Sostatt heldur hann
ikki, at tað er ein uppgáva
hjá kommununi at fara inn í
hetta málið, men hinvegin
sigur hann, at hann fer at
halda eitt vakið eyga við
gongdini í hesum málinum.
– Hetta er ómetaliga
óheppið fyri Klaksvík og
ein álvarslig støða, heldur
borgarstjórin.
Og hann sigur, at hann
ikki kann liva við hesum,
og tekur hann frástøðu frá
øllum tílíkum.
Øll vælkomin
– Øll eru vælkomin til
Klaksvíkar, her skal ikki
munur verða gjørdur á
hvørki ferðafólki ella øðr-
um – óansæð, slær Stein-
bjørn Jacobsen fast.
Borgarstjórin hevur ikki
kannað á hvørjum støði
hann kann fara inn og gera
nakað við máli, men hann
sigur, at hann fer at taka tað
upp, um ikki vend kemur í.
– Hetta rakar jú ikki bara
Klaksvík, men allar Føroy-
ar. Og fyrst og fremst Pizz-
aria Napoli. Og tí haldi eg,
besta loysnin hevði verið,
at um maðurin ikki broytir
støðu, at eigarin av mat-
stovuni ger tað, sum hann
kann og hevur heimild til,
sigur Steinbjørn.
Steinbjørn
Jacobsen
heldur fram, at hann ikki
veit, hvussu lætt tað er at
finna pizzakokkar, og um
hetta
møguliga
kann
merkja, at Njál noyðist at
siga manninum upp og har-
við lata aftur, tí ongin annar
kokkur er at fáa.
– Eg veit, at tað eru mong
í Klaksvík, sum eru glað
fyri at kunna fara út at eta
pizza, og tann møguleikan
missa tey, um so verður.
Men heldur gjalda tann
prísin enn rasismu, sigur
Steinbjørn Jacobsen.
Njál Reinert Petersen vil
framvegis onki siga um
hetta málið.
– Eg havi ikki tikið nakra
støðu í hesum málinum, so
eg havi framvegis onki at
siga til hetta, er einasta
viðmerkingin, sum eigarin
av Pizzaria Napoli, hevur.
Kann ikki góðtakast
Fríggjadagin 18. juni
letur Amariel Norð-
oy upp málninga-
framsýning í Leika-
lund í Klaksvík
FRAMSÝNING
Tíðindaskriv
Nú er langt síðani at
klaksvíksfólk hava haft
møguleikan til at síggja
myndirnar hjá bygda-
manninum,
Amariel
Norðoy, sýndar fram í
Klaksvík, men nú hava
tey høvi til tess.
Tema fyri hesa fram-
sýning er tað skiftandi
ljósið og við á framsýn-
ingini hevur Amariel olju-
málningar og skravu-
myndir.
Framsýningin letur sum
sagt upp fríggjadagin 18.
juni klokkan 16.00, har
øll eru hjartaliga vælkom-
in at hyggja inn, síggja
framsýningina, fáa ein
kaffimunn og heilsa uppá
listarmannin. Myndirnar
eru til sølu og eru at
síggja í vanligari upplat-
ingartíð frá mánadag til
fríggjadag frá 10 til 17:30
og leygardag frá 10 til 13.
Framsýningin
verður
hangandi 1 mánaða inntil
19. juli.
Framsýningin, ið tekur
við aftaná Amariel, verð-
ur við myndum hjá Jóruni
Høgnesen. Hon sýnir
fram í Leikalund frá
fríggjadegnum 23. juli.
Amariel Norðoy
í Leikalund
Nú fáa norðoyingar høvi at síggja list frá Amariel Norðoy.
Hann hevur málningaframsýning í Leikalund til hálvan
juli
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at hann als ikki kann
liva við, at ferðafólk verða órættvíst viðfarin í Klaksvík
C
M
Y
K
3
2