hósdagur 17. juni 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 113 - 17. juni 2004
Nr. 113 - 17. juni 2004
5
Skal toskurin undir
Føroyum koma fyri
seg aftur, er tað
umráðandi, at
veiðitrýstið verður
minkað niður í helvt
beinanvegin, sigur
Fiskirannsóknar-
stovan
STOVNSMETINGAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er umráðandi at
veiðitrýstið eftir toski undir
Føroyum,
beinanvegin
verður minkað niður í eina
helvt.
Og so skal veiðtrýstið
haldast á tí støðinum.
Í tilmælinum, sum Fiski-
rannsóknarstovan týsdagin
gav Bjørn Kalsø, landsstýr-
ismanni í fiskivinnumálum,
um fiskiskapin komandi ár,
mælir hon til at ein ætlan
verður gjørd fyri at fáa
toskastovnin á landgrunn-
inum at koma fyri seg aftur.
– Verður ikki allur bein-
leiðis fiskiskapur eftir toski
steðgaður, gerst hetta ikki
eftir einum ári.
Tí mælir Fiskirannsókn-
arstovan ístaðin til at ein
ætlan verður løgd, sum
fevnir um eini 3-5 ár.
– Ein máti at minka
veiðitrýstið, er at minka
dagatalið hjá húkaflotanum
50%. Ein annar máti er, at
dagatalið hjá húkaflotanum
verður minkað 25%, sam-
stundis sum innaru leiðir-
nar verða meiri friðaðar
fyri at minka royndina eftir
smáfiski.
Fiskirannsóknarstovan
sigur at ein partur av hesi
ætlan kundi verið, at leið-
irnar innan fyri fýra fjórð-
ingar verða friðaðar fyri
øllum vinnuligum fiski-
skapi, og at línuskipini
ikki sleppa at fiska nærri
landi enn átta fjórðingar.
- Men serliga eigur
toska- og hýsukvotan, sum
lemmatrolararnir
hava
fingið, at detta burtur.
Ístaðin eiga lemmatrolar-
arnir at koma upp í daga-
skipanini.
Samstundis mælir Fiski-
rannsóknarstovan til, at
loyvda dagatalið á Føroya-
banka eigur at verða sum
miðal dagatalið í 1996-
2002.
Dagatalið í beinleiðis
veiði eftir upsa eigur fyri
fiskiárið
2004-2005
at
1verða skert 25% aftur-
ímóti fiskiárinum 2003-
2004.
Annars sigur fiskirann-
sóknarstovan, at broytast
fortreytirnar, t.d. við at
gróðurin verður betur enn
miðal, kann dagatal og vídd
á stongdum leiðum endur-
skoðast.
Veiðitrýstið ov stórt
Lógin um vinnuligan fiski-
skap miðar ímóti, at veiði-
trýstið í miðal fyri tosk,
hýsu og upsa er 33%. Sein-
astu
stovnsmetingarnar
vísa, at veiðitrýstið eftir
toski er 58%, eftir hýsu
24% og eftir upsa 29% Fyri
at halda veiðusetningin er
neyðugt at minka royndina
eftir toski so mikið, at
veiðutrýstið er í samsvar
við setningin.
Hinvegin metir ICES, at
fyrivarnið er ov lítið við
einum veiðisetningi uppá
33%, serliga fyri hýsu og
upsa. Í staðin fyri verður
mælt til, at veiðitrýstið
verður minni enn 27% fyri
tosk, 20% fyri hýsu og
22% fyri upsa.
Nýggjastu metingarnar
vísa kortini, at hetta kann
hækkast nakað, men tó er
33% ov høgt.
Sí talvu!
Fiskirannsóknarstovan
mælir til, at veiðisetningur
verður gjørdur fyri hvønn
stovn sær.
- Hetta skal vísa, hvussu
harðan fiskiskap stovnurin
tolir, uttan at ganga gýting-
arstovninum ov nær. Fyri
tosk, hýsu og upsa undir
Føroyum er veiðisetning-
urin -veiðutrýstið- 33%.
Tað merkir, at talið á fiski-
døgum,
umframt
aðrar
reguleringar, skal ásetast
soleiðis, at veiðan í miðal
av ávikavist toski, hýsu og
upsa ikki má vera meiri enn
33% av stovnunum í tali.
- Fiskirannsóknarstovan
ger eisini vart við, at hóast
veiðitrýstið verður minkað,
er tað ikki tað sama, sum at
fiskiskapurin veiðan fer at
versna.
-
Verður
veiðitrýstið
minkað, kemur tað at
merkja
fiskiskapin
tað
fyrstu tíðina. Eftir tað kann
væntast, at fiskiskapurin í
tonsum sum heild verður
tann sama, men at færri og
størri fiskar verða fiskaðirr.
- Og tað hevur nógvar
fyrimunir, bæði í fram-
leiðsluni og viðvíkjandi
fiskaprísi, so at meira fæst
burtur úr enn við einum ov
stórum veiðutrýsti. Eisini
kann væntast, at sveiggini í
fiskiskapinum verða minni,
sigur Fiskirannsóknarstov-
an.
– Vandi er fyri, at
toskurin longu um
tvey ár er komin
niður á sama støðið,
sum hann var á fyri
12-13 árum síðani.
Og tað er tað ring-
asta, vit vita um,
sigur Fiskirann-
sóknarstovan
STOVNSMETINGAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
–
Toskaskastovnurin
undir Føroyum er í mink-
ing. Og sum støðan er
nú, er vandi fyri at hann
longu í 2006, kemur
niður á sama støði sum í
1991 og 1992. Og hetta
er tað minsta, vit vita um.
Fiskirannsóknarstovan
rópar aftur varskó.
Í tilmælinum, sum hon
hevur júst hevur latið
landsstýrismanninum í
fiskivinnumálum
um
fiskiskapin komandi ár,
ávarar Fiskirannsóknar-
stovan um støðuna.
Hon sigur, at sum støð-
an er nú, er tað neyðugt
at minka munandi um
veiðitrýstið á tosk á
Landgrunninum.
– Hetta kann gerast við
at skerja dagatalið hjá
teimum skipabólkum, ið
mest fiska tosk, at minka
kvoturnar av toski hjá
lemmatrolarunum,
og/
ella at steingja leiðir.
Rannsóknarstovan sig-
ur somuleiðis, at toska-
stovnurin á Føroyabanka
er í minking.
– Dagatalið vaks nógv
í 2003 til umleið tvær
ferðir so nógv sum tað
var í miðal í 1996-2002.
So stóra roynd tolir
toskurin á Føroya Banka
ikki og tí er eisini neyð-
ugt at skerja dagatalið á
Bankanum munandi.
Hinvegin heldur Fiski-
rannsóknarstovan,
at
stovnarnir av hýsu og
upsa eru oman fyri miðal
og sum veiðitrýstið er nú,
fara teir at halda sær har.
– Veiðitrýstið er tó í
hægra lagi, serliga fyri
upsa, og rættast hevði
eisini verið at minka
dagatalið her.
Ein vansi við
dagaskipanin
Fiskirannróknarstovan
vísir á, at í nógvar mátar
er dagaskipanin skila-
góð, serliga við atliti til
útblaking.
– Men skipanin hevur
tann vansa, at við støð-
ugu
framgongdini
í
tøkni, er neyðugt alsamt
at minka um dagatalið
fyri at halda veiðusetn-
ingin.
Sum
manningin
á
Fiskirannsóknarstovuni
er nú, ber ikki til at at
eygleiða fiskiskapin so
neyvt, at árligi vøksturin
kann skrásetast so hvørt.
– Vit hava tí bert
stovnsmetingarnar
at
halda okkum til, og har
sæst m.a., hvussu gongd-
in í veiðutrýstinum er.
Fiskirannsóknarstovan
sigur, at verður hildið
fast um sama dagatal í
fleiri ár, verður okkurt ár
neyðugt at taka dagatal
av fyri fleiri ár í senn.
– Og tá verður niður-
skurðurin tá so stórur, at
skip og bátar fara at hava
stórar trupulleikar at laga
seg til minkingina.
Stórur vandi fyri
toskinum undir
Føroyum
Veiðitrýstið má minka
niður í helvt alt fyri eitt
Veiðitýstið má minkast og tað kann gerast við at minka dagatalið hjá húkaflotanum 50%. Men
serliga eigur toska- og hýsukvotan, sum lemmatrolararnir hava fingið, at detta burtur. Ístaðin
eiga lemmatrolararnir at koma upp í dagaskipanini, sigur Fiskirannsóknarstovan
Savnsmynd
Toskur á landgrunninum
Hýsa
Upsi
Mett veiðutrýst 2003
58%
24%
29%
Miðal veiðutrýst 1997-2003
43%
28%
29%
ICES tilmælt veiðutrýst
27%
20%
22%
Veiðusetningur
33%
33%
33%
Hendan talvan vísur, hvussu støðan í fiskiskapinum hevur verið hesi seinastu árini
Fiskirannsóknarstovan sigur, at verður hildið fast um
sama dagatal í fleiri ár, verður okkurt ár neyðugt at taka
dagatal av fyri fleiri ár í senn. Tí er alsamt neyðugt at
minka fiskidagatalið
Mynd: Reuters
Millumgongumað-
urin hjá tónleika-
felagsskapinum
Koda í Føroyum,
Kristian Blak, sigur,
at talan ikki er um
eina herferð, nú
tónleikafelagsskap-
urin er farin undir
at raðfesta inn-
krevjingina hægri.
KODA PENGAR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Danski tónleikafelags-
skapurin, Koda, sum
hevur upphavsrættin hjá
tónleikarum
hjá
um
hendið, er av álvara farin
undir at raðfesta inn-
krevjingina hægri.
- Vit hava ligið á latu
síðuni í fleiri ár, men nú
skal upphavsrætturin hjá
tónleikarum raðfestast
hægri í Føroyum. Hetta
hevur millum annað við
sær, at vit fara at krevja
pening frá frisørsalong-
um,
matstovum,
sól-
sentrum og øðrum, sum
spæla tónleik, ið kann
bólkast sum undirhald,
sigur føroyski millum-
gongumaðurin hjá Koda,
Kristian Blak.
Hann leggur afturat, at
talan er als ikki um eina
herferð, men at Koda
leggur nógv fyri at fara
lagaliga fram í innkrevj-
ingini. Umboðsfólk fyri
Koda hava vitjað fleiri
fyritøkur kring landið, og
gjørt teimum greitt, at
spæla tey tónleik, sum
kann bólkast sum undir-
hald, eiga tey at skráseta
seg hjá Koda
– Í Danmark og øðrum
londum hava handlar,
frisørar, sólsentur o.o.,
sum dagliga spæla tón-
leik, í fleiri ár verið kravd
at rinda eina upphædd
fyri spælda tónleikin.
Hesum ætla vit nú at gera
teimum
eftir,
sigur
Kristian Blak
Tíð og rúmd
Í Sosialinum í gjár kom
undan kavi, at Koda
álegði Salong Tótu at
rinda góðar 700 krónur
hvønn ársfjórðing í koda
pengum, tí felagsskap-
urin metti, at hon spældi
útvarpstónleik fyri kund-
unum.
Spurdur, hvussu Koda
finnur fram til, hvussu
nógv, hvør fyritøka skal
rinda, svarar Kristian
Blak, at metingin verður
gjørd eftir, hvussu leingi
tónleikur er at hoyra á ar-
beiðsplássinum
og
hvussu stór arbeiðsrúm-
ini eru.
Hvussu duga tit á at
skyna, nær talan er um
eitt vanligt útvarp, sum
stendur frá, ella um eina
fyritøku, sum nýtir tón-
leik sum undirhald hjá
kundunum?
– Eg haldi tað er ein
stórur munur á, um fyri-
tøkan ella handilin hevur
eitt stórt annlegg við
fleiri hátalarum ella eitt
líti transistoradio. Hevur
tú eitt flott annlegg við
fleiri hátalarum, haldi eg
tað ber væl til at grund-
geva fyri, at spældi tón-
leikurn hjá fyritøkuni
ella handilin kann bólk-
ast sum undirhald hjá
kundanum. Er talan bert
eitt lítið transistoradio er
søgan ein heilt onnur,
svarar Kristian Blak
Meldið tykkum
sjálvi
– Tað tekur sjálvsagt
fleiri ár, áðrenn allar fyri-
tøkur, ið eiga at rinda
koda pening, verða skrá-
settar hjá okkum. Eg vil
enn einferð sláa fast, at
talan er als ikki um nakra
herferð, men heldur um
eina hægri raðfesting av
rættindinum hjá tónleik-
arunum. Allar okkara
okkara grannatjóðir rað-
festa hetta økið høgt,
sigur Kristian Blak
Hann mælir fyritøkun-
um, sum dagliga spæla
tónleik, at seta seg í sam-
band við Koda, so ein
avtala kann verða fingin í
lag í sátt og semju.
Advokaturin hjá
Salong Tótu, Bjørn á
Heygum, heldur ikki,
at Koda kann áleggja
salongini at rinda
pening til tónleika-
felagskapin. Orsøkin
er einføld: Útvarps-
tónleikurin verður
ikki nýttur sum
undirhald hjá kund-
unum, men heldur er
talan um eitt útvarps-
tól, sum flest øll
onnur arbeiðspláss
hava dagliga stand-
andi frá
KODA PENGAR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Eg havi lovað Tótu at
kanna málið til botns. Einki
mál av sami slagi hevur
áður verið í Føroyum, og tí
ætli eg mær at kanna,
hvørji líknandi mál, danir
hava havt. Hetta kanning-
ararbeiðið eri eg farin
undir.
Bjørn á Heygum er sak-
førarin hjá Salong Tótu,
sum týsmorgunin var til
fyrsta fyrireikingarfundin
um Koda pengar. Danski
tónleikafelagskapurin,
Koda, sum eisini umboðar
føroyskar og grønlendskar
tónleikarar, krevur, at
Salong Tóta rindar pening
til tónleikafelagskapin, tí
hon hevur eitt útvarpstól
standandi frá í salongini.
Hesum sýtir eigarin av
salongini, Tóta Sørensen,
fyri, og tí er málið endað
hjá fútanum.
Tíðindi
Kjarnan í trætuni millum
Salong Tótu og Koda er,
hvørt salongin nýtir tón-
leikin í útvarpinum sum ein
undirhald hjá kundunum
ella, um hon hevur útvarpið
standandi frá, sum flest øll
onnur arbeiðspláss í Føroy-
um
Bjørn á Heygum greiðir
frá, at hann á fyrsta fyri-
reikingarfundinum í málin-
um millum Salong Tótu og
Koda, gjørdi greitt, at Tóta
fyrst og fremst nýtir út-
varpstólið at lurta eftir
tíðindum.
– Í øllum hurlivasanum á
eini frisørsalong við føn-
arum og øðrum óljóði, havi
eg ilt við at síggja, at hon
nýtir tónleikin sum undir-
hald hjá kundunum, vísir
Bjørn á Heygum á.
Halda lógina
Í lógini um upphavsrætt, ið
upprunaliga er frá 1961,
stendur ítøkiliga, at lógin
eisini fevnir um frisørar,
sólsentur og handlar.
Tóta Sørensen ásannaði í
Sosialinum týsdagin, at
vónirnar at vinna sakar-
málið ikki vóru av teimum
bestu, tá lóggávan hevur
eina ítøkiliga áseting um
frisørar. Bjørn á Heygum
slær eisini fast, at sjálvsagt
eiga frisørar at vera fevndir
av lógini um upphavsrætt,
um
tónleikurin
verður
nýttur sum eyka undirhald
hjá kundunum.
– Tónleikurin, sum er at
hoyra í salongini hjá Tótu
er ikki partur av undirhaldi,
og tí áttu tað ikki at verið
álagt henni at rinda pening
til Koda. Er talan um
salongir ella handlar, sum
nýta tónleik sum undirhald
til kundarnar, skulu tey
sjálvsagt verða fevnd av
lógini. Í málinum millum
Tótu og Koda er hetta eftir
mínum tykki ikki galdandi,
og tí kann spurningur setast
við, um hon eigur at rinda
pening til Koda, greiðir
Bjørn á Heygum at enda
frá.
Útvarpið er ikki undirhald
– Í øllum hurlivasanum á eini frisørsalong við fønarum og øðrum óljóði, havi eg ilt við at síggja, at hon nýtir tónleikin sum
undirhald hjá kundunum, vísir Bjørn á Heygum á, sum er advokaturin hjá Salong Tótu, sum Koda krevur pening frá
Mynd: Jens Kr. Vang
Ikki nøkur
herferð
C
M
Y
K
5
4