hósdagur 17. juni 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 113 - 17. juni 2004
Nr. 113 - 17. juni 2004
7
Á Kunningarstov-
unum kring landið
siga tey seg hava úr at
gera við at útvega
ferðafólki og føroy-
ingum summar-
íbúðir, meðan tað
hinvegin gongur
striltið við at selja
fyriskipaðar útferðir
FERÐAVINNA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hetta er tíðin, at fyrstu
ferðafólkini koma til land-
ið. Norrøna er farin undir
summarsigling sína, og
nógv fólk koma eisini loft-
vegis til Føroya. Somu-
leiðis leggja nógv ferða-
mannaskip leiðina fram við
okkara lítla oyggjasamfel-
ag, og í ár hava meiri enn
40 slík boðað frá, at tey
koma á vitjan. Eitt tað
fyrsta, ið tey mongu ferða-
fólkini ger, tá ið tey koma
til landið, er at leita sær inn
á eina av nærmastu kunn-
ingarstovunum
fyri
at
kanna, hvørji tilboð eru til
ferðafólk.
Nógv størri eftir-
spurningur eftir
summarhúsum
Á
Kunningarstovuni
í
Runavík, sum saman við
Kunningarstovuni í Fugla-
firði tekur sær av ferða-
fólkakunning í Eystur-
oynni, verður sagt, at tað
eru nógv fleiri hús útleigaði
til ferðafólk í ár í mun til í
fjør. Leiðarin á Kunningar-
stovuni í Runavík, Rannvá
Troest, sigur, at tað er sera
stórur áhugi millum ferða-
fólk fyri summaríbúðum,
meðan tað hinvegin gongur
eitt sindur meiri striltið at
fáa fólk at gista á hotellun-
um.
Eisini á Kunningarstov-
uni á Tvøroyri merkja tey
ein týðuligan vøkstur í
eftirspurninginum
eftir
summarhúsum. – Tað hevur
verið stórur eftirspurningur
eftir húsum, og til dømis
høvdu vit væl kunna brúkt
eini 10 hús afturat á pásk-
um, so stórur var eftir-
spurningurin, sigur Poula
Strøm, leiðari, sum fegnast
um, at tað er eitt støðugt
vaksandi tal av føroyingum,
sum velja at ferðast í egn-
um landi og tískil spyrja
eftir húsum at leiga í eitt
styttri tíðarskeið. – Tað
gleðiliga er eisini, sigur
Poula, at fólk nú velja at
steðga eitt sindur longur í
oynni, enn hvat tey gjørdu
fyrr. Nú gista fólk altíð í
minsta lagi tríggjar nætur,
áðrenn tey fara av aftur
oynni, sigur leiðarin á
Kunningarstovuni á Tvør-
oyri.
Nokk av íbúðum í
Havn
Í høvuðsstaðarøkinum hava
tey tó ikki havt nakran ser-
ligan vøkstur í eftirspurn-
inginum eftir íbúðum. Ann
Mari Ellingsgaard á Kunn-
ingarstovuni í Havn sigur,
at tað er kanska eitt lítið
sindur størri eftirspurning-
ur, men ikki nakað nevni-
vert. Á Kunningarstovuni í
Havn eru tey í teirri hepnu
støðu, at tey hava ovmikið
av íbúðum at bjóða fram. –
Okkum tørvar ikki fleiri
íbúðir í Havn, sigur Ann
Mari og leggur afturat, at
tey hava verið noydd til at
avvísa fleiri fólkum, sum
hava vent sær til kunningar-
stovuna og bjóða eina íbúð
hjá sær fram, tí annars
verður ov lítið í part hjá
teimum, sum leiga út.
Ein annar gistingarháttur,
ið verður ferðafólkini fáa
bjóðað, er bed and break-
fast ella Ból og Biti, sum
tað eisini verður rópt á før-
oyskum. Á hesum øki er
áhugin tó minkandi, verður
sagt á teimum trimum
omanfyri nevndu kunning-
arstovunum, hóast útboðið
er rímuligt.
Lítil áhugi fyri
útferðum
Í nógv ár hava kunningar-
stovurnar kring landið skip-
að fyri útferðum fyri ferða-
fólki, men seinnu árini tyk-
ist áhugin fyri hesum út-
ferðum at verða minkandi.
Rannvá Troest á Kunning-
arstovuni í Runavík sigur,
at á hesum økinum hava
sera fáir fyrispurningar ver-
ið í ár, og støðan er tann
sama í Suðuroy. Hví so er,
er ilt at siga, men Rannvá
Troest sigur, at nú ber betur
til hjá ferðafólki sjálva at
fara útferð. Millum annað
útgav Ferðaráð Føroya í
fjør ein faldara við møgu-
ligum gongutúrum, sum
ferðafólk kunnu fara sjálvi,
og hesin er nógv eftirspurd-
ur og kærkomin hjá ferða-
fólki, sigur Rannvá, ið tó
fegnast um, at áhugin fyri
Føroyakvøldum
tykist
verða vaksandi. – Á Før-
oyakvøldunum ber til hjá
ferðafólki at uppliva før-
oyska mentan og mat, og í
ár skipa vit fyri Føroya-
kvøldum bæði á Selatrað, á
Skála og á Glyvrum, sigur
Rannvá. Leiðarin á Kunn-
ingarstovuni í Runavík
greiður frá, at tað fyrsta
Føroyakvøldið í ár var í
gjárkvøldið, og ikki færri
enn 40 ferðafólk vóru til
hetta tiltak, sigur hon.
Mest skandinavar
Nógv tann størsti parturin
av teimum ferðafólkum,
sum higartil í ár hava leitað
sær til Føroyar, eru skand-
inavar, verður sagt á øllum
trimum kunningarstovun-
um. Ann Mari Ellingsgaard
á Kunningarstovuni í Havn
sigur, at í ár hevur tað verið
nakað minni av fólki inni á
gólvinum, og at tað fyrst og
fremst eru skandinavar, ið
hava vitjað landið higartil,
hóast nakrir bretar eisini
hava verið her. Royndirnar
siga tó, at nógvir týskarar
eisini koma, men teir koma
ofta eitt sindur seinni út á
summarið, verður sagt.
Stórur eftirspurningur
eftir summarhúsum
Tær tríggjar Jenny Tirri, ið er Nordjobbari úr Finlandi, Thora Augustinussen og Ann Mari Ellingsgaard taka ímóti teimum mongu ferðafólkunum, ið koma inn á gólvið á Kunningarstovuni í Havn.
Mynd: Jens Kr. Vang
Eftir hvat skilst,
hevur gongdin hjá
felagnum, Vinna í
Gøtu, sum hevur trý
dóttirfeløg við
trimum skipum, verið
rættiliga positiv í
seinasta ári.
Aðalfundur verður í
feløgunum komandi
leygardag
SKIPARAKSTUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Komandi leygardag heldur
felagið Vinna og dóttirfel-
øgini hjá hesum felag,
Varðin, Krossbrekka og
Gulenni, aðalfund í Gøtu.
Tað eru tilsamans ellivu
parteigarar í hesum feløg-
um, sum hava sín uppruna í
felagnum, Varðanum, sum
bygdi Trónd í Gøtu.
Jákup Jacobsen, reiðari,
vil ikki siga nakað um úr-
slitið hjá feløgunum, fyrr
enn parteigararnir hava sæð
úrslitið á aðalfundinum
leygardagin.
Hann vísir á, at á aðal-
fundinum verða fýra rokn-
skapir lagdir fram. Ein hjá
hvørjum av dóttirfeløgun-
um og ein hjá móðurfelagn-
um, Vinna.
– Í roknskapunum hjá
dóttirfeløgunum
sæst
gongdin í hvørjum felagi
sær, og síðan síggjast hesir
roknskapirnir eisini í rokn-
skapinum hjá móðurfelagn-
um, sigur reiðarin.
Sosialurin hevur skilt, at
gongdin hevur verið rætti-
liga positiv, og er hetta at
fegnast um, nú ein partur av
vinnuni annars er í tungum
sjógvi.
Dóttirfeløgini hjá P/F
Vinnu eiga skipini Trónd í
Gøtu (Varðin), Finn Fríða
(Krossbrekka) og Gulenni
(Saksaberg).
Jákup Jacobsen sigur, at
Saksaberg er á sildaveiði
norðanfyri, og í løtuni
royna teir í Svaldbardsson-
uni.
Hini bæði skipini, Trónd-
ur í Gøtu og flaggskipið,
Finnur Fríði, eru á ryggin-
um millum Føroyar og
Ísland.
Saksaberg fór aftur til
fiskiskap um mánaðarskift-
ið, apríl/ mai uppá loyvini
hjá Krúnuni, sum felagið
hevur keypt.
Finnur Fríði, sum er
bygdur á Langstein, fór til
fiskiskap um ársskiftið.
FERÐSLUÓHAPP
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Týsmorgunin lá hesin
bilurin við síðuna av
vegnum beint omanfyri
rundkoyringina
niðan
móti Eysturoyartunlin-
um.
Bilurin hevur fingið
onkrar skrammur, og eitt
nú er síðan høgrumegin
nokso illa farin, serliga
hurðin øvutu megin før-
aran.
Hjálmurin er lyftur
nakað upp, og kúfangar-
in sær eisini út til at hava
fingið onkran stoytin.
Sosialurin fregnaðist
um hendingina á løg-
reglustøðini í Runavík
beint fyri middag í gjár,
men har var eingin, sum
visti nakað at siga okk-
um um hendingina.
Góð úrslit hjá Tróndi og Finni
Gongst, sum Leir-
víkar kommuna
ætlar, stendur eldra-
sambýlið, sum bygt
verður við Ranggil í
bygdini, liðugt til
heystar
ELDRARØKT
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eldrasambýlið, sum Leir-
víkar
kommuna
letur
byggja, er nú komið so væl
áleiðis, at sambýlið stendur
liðugt til heystar.
Á kommunuskrivstovuni
í Leirvík siga tey, at ætlanin
er at taka sambýlið í nýtslu
fyrst í september.
Tað eru nøkur ár, síðan
kommunan setti skjøtil á at
fáa bygt eitt eldrasambýli í
bygdini, og í hesum sam-
bandi er peningur settur á
fíggjarætlanina hjá komm-
ununi seinastu árini.
Sakaris Guldbro, byggi-
frøðingur, sum starvast hjá
Leirvíkar kommunu, hevur
teknað sambýlið og teir, ið
standa fyri arbeiðinum, er
Norðhús í Kunoy.
10 búpláss
Leirvíkingar lata væl at
gongdini, síðan byggingin
byrjaði, og nú líður so móti
endanum við hesi stóru
verkætlanini hjá kommun-
uni.
Í
eldrasambýlinum
í
Leirvík verður pláss fyri 10
búfólkum.
Tað er Heimarøktin, sum
umsitir
eldrasambýlini,
men ætlanin hjá leirvíking-
um er sjálvsagt, at heimið í
fyrsta lagi skal hýsa eldri
og óhjálpnum í bygdini,
sum ikki kunnu vera heima.
Í eldrasambýlinum við
Ranggil verður bað og wc
knýtt at hvørjum kamari,
og í sambýlinum annars
verða felagshøli, køkur,
goymsla og annað.
Í Leirvíkar kommunu
fegnast tey um, at arbeiðið
nú er komið so væl áleiðis,
at sambýlið kann takast í
nýtslu til heystar.
Eldrasambýlið liðugt til heystar
Eldrasambýlið við Ranggil í Leirvík verður liðugt til heystar. Í sambýlinum verður pláss fyri 10
búfólkum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Bilur út av við
rundkoyringina
Hesin bilurin lá við síðuna av vegnum omanfyri
Norðskála týsmorgunin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jákup
Jacobsen,
reiðari, vil
einki siga um
úrslitið hjá
feløgunum,
fyrr enn á
aðalfund-
inum kom-
andi
leygardag
Mynd:
Vilmund
Jacobsen
Pelagiska vinnan gongur væl,
hóast kreppa er í einum parti
av vinnuni annars
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
7
6