Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juni 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 113 - 17. juni 2004 Nr. 113 - 17. juni 2004 9 Tey eru fleiri, sum hava verið niðri á býráðnum og biðið um at fingið tekn- ingarnar yvir økið, har nú verður bygt á Maritugøtu. Tey hava øll fingið at vita, at hetta bert hava verið fyribils tekningar, og tí hava tey ikki hongt seg so nógv í hesar ætlaninar. Men nú eru fyribils tekning- arnar vorðnar veru- leiki. Tey í Torkils- gøtu standa spyrjandi og undrast á nær og av hvørjum, hesar ætlaninar eru blivnar góðkendar BYGGILOYVI Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ein av íbúgvunum í nógv umtalaðu Torkilsgøtu, undrast stórliga á tað, sum Eyðfinn Guttesen frá Guttesen og Staksberg segði við Sosialin í gjár, um at endaligu byggiætlaninar hava ligið niðri á býráðnum síðani 1989. Hann sigur, at tey eru fleiri at íbúgvunum í Torkilsgøtu, sum hava verið niðri á býráðnum og spurt seg fyri um økið niðanfyri húsini. – Í mei í fjør var eg sjálvur niðri á býráðnum. Har fekk eg eina tekning yvir økið. Á hana var prent- að, at hetta bert var ein fyribils ætlan. Tað slógu vit okkum so til tols við, tí um tað ikki var endaliga ætl- anin, so var sum so einki at klaga um. Hetta var jú ikki fastlagt, men var bert ein fyribils ætlan. Vóru tekn- ingarnar endaliga góðkend- ar, so kundu vit mótmælt, tí so var tað ítøkiligt, sigur ein argur húsaeigari í Tork- ilsgøtu, sum tó helst ikki vil hava navn sítt á prent. Hann sigur, at síðani hann var á býráðnum, hava fleiri av grannum hansara eisini verið; tann seinasti var í februar/mars í ár. Øll hava tó fingið sama svarið, at hetta bert er ein fyribils ætlan, og at einki ítøkiligt er avgjørt enn. Eingin hev- ur sæð ein góðkendan plan yvir økið, og tí undrast tey í Torkilsgøtu stórliga á hvussu tað kann bera til, at Guttesen og Staksberg siga seg hava havt eina góð- kenda ætlan síðani 1989. – Tað tykist ógvuliga undarligt, at byggifelagið hevur havt eina góðkenda ætlan, tá býráðið sjálvt ikki hevur havt tað. Har er okkurt sum ikki stemmar, og sum má vera dottið burt- urímillum. Tí hetta ber ikki til, heldur hann. Hann sigur seg vera ógvuliga skuffað- an av fyrisitingini á bý- ráðnum, og heldur, at hetta málið er púra burturvið. -– Tað sum eg fegin hevði viljað vitað, er akkur- át nær hendan ætlanin er farin frá bert at vera ein fyribils ætlan og til at vera ein góðkend ætlan. Tí eg skilji hetta heilt einfalt ikki. Tað, sum teir siga um, at hetta hevur verið góðkent síðani 1989 kann heilt einfalt ikki stemma, táið býráðið so seint sum í februar ella mars í ár, bert hevði eina fyribilsætlan at vísa fram. Hetta má vera eitt tekin um, at okkurt er galið í býráðnum, heldur hann. Mismunur Hann sigur víðari, at hann, tá hann sá húsatekningar- nar hjá Høgna Mikkelsen fyri Torkilsgøtu, bað hann Høgna um at gera húsini bara einar 20 cm hægri, so tey kundu fáa fulla úrtøku úr loftinum. Svarið var, at tað varð noktað av býráðn- um, tí so kundu raðhúsini í Torkilsgøtu taka útsýni hjá teimum í Jørundargøtu omanfyri. Og tað var so í lagið. – Men tað er ikki í lagið nú, táið teir byggja hesar stóru klossarnar beint uppfyri okkara vindeygu. Tað eru knøpp trý ár síðani, at vit ikki kundu byggja eftir ætl- anunum, fyri ikki at taka útsýni frá teimum oman- fyri. Hetta er heilt ótrúliga skuffandi, og so serliga tá tað er so ivasamt við hasum byggitekningunum, sum okkum vitandi slett ikki eru góðkendar, men bert eru ein fyribils ætlan, sigur hann at enda. Heðin Mortensen, sum er formaður í býar- og byggi- nevnsini hjá Býráðnum, vil ikki gera nakra viðmerking til byggimálið í Hoyvíks- haganum enn. – Eg fekk mótmælis- skrivið, um byggingina í Maritugøtu, frá Eigarafel- agnum seint í gjár, og eg havi ikki havt møguleika at seta meg inn í málið enn. Eg havi sent boð oman á býráðið, um at finna alla sakina fram, og so fari eg at kanna hvat er hent í hesum málinum. Áðrenn eg havi sæð sakina, fari eg ikki at gera nakra viðmerking. Um okkurt skeivt er farið fram í hesum málinum, so skal tað sjálvandi fram í ljósmálan. Men eg geri sum sagt onga viðmerking í málinum, fyrr enn eg havi sæð alt tilfarið, sigur Heðin Mortensen í stuttari viðmerking. Michael Viderø er aftur í dag upptikin av fundarvirk- semi, og er tískil ikki at hitta. eys Fleiri menn og færri kvinnur steriliserast Í frágreiðingini frá lands- læknanum sæst, at javn- vágin nærkast ímillum kynini, hvat viðvíkur sterilisatiónum. Tað tykist sum at alt fleiri menn og alt færri kvinnur søkja um steril- isation. Frágreiðingin frá landslæknanum vísir nevniliga tølini yvir um- sóknir um sterilisatiónir, sum hava fingið játtandi svar. Tað sæst á øllum brøgd- um, at stór broyting er komin í sterilisatiónsvan- arnar. Frá 1994 til 2003 eru tølini fyri kvinnuligar og mannligar umsøkjarar, ið fáa játtan til sterilisa- tión, ávíkavist minkað og vaksin. Í 1994 var munurin sera stórur, við bert 8 mannlig- um játtanum og heili 59 kvinnuligum. Í 2003 vóru tølini tó broytt til, at 21 menn og 39 kvinnur fingu ja, tá tey søktu. Í 1994 vóru tað sostatt heili 51 fleiri kvinnur enn menn sum søktu, meðan talið í 2003 er útjavnað til bert at vera 18 fleiri kvinnur. Hini norðurlondini Føroyar eru tó ikki nakað eindømi við hesi broyting í tølunum, tí gongdin í hinum norðurlondunum tykist vera tann sama. Bæði í Danmark, Fin- landi, Íslandi, Noregi og Svøríki eru tølini stútt vaksandi fyri menn, með- an tey fyri kvinnur eru alsamt minkandi. Einastu undantøkini eru Grønland og Áland, har tølini fyri bæði kynini eru vaksandi, vísir ársfrá- greiðingin hjá landslækn- anum. Hví gongdin er broytt so munandi, er ilt at gita um. eys Chlamydia ger um seg í Føroyum Sambært frágreiðingini frá landslæknanum, ger kyns- sjúkan Chlamydia veru- liga um seg í Føroyum. Í 2003 vóru heili 87 av Chlamydiaroyndunum, ið tiknar vórðu, positivar. Í tølunum ber eisini til at lesa, at talið av Chlamydiasjúklingum, stútt er vaksið síðan 1994. Um tú, fram til 2001, vart kannaður fyri Chlamydiu, varð hetta gjørt við eini analysu skipan, nevnd ELISA. Henda skipan var ikki heilt neyv, og tí varð í 2001 ein nýggjur analysu- háttur tikin í nýtslu, har DNA teknikkur verður nýttur. Hetta er ein mun- andi neyvari kanningar- háttur, ið "fangar" fleiri Chlamydiasjúklingar, enn gamla skipanin. Hetta sæst eisini aftur í tølunum, sum vuksu markant í 2001. Síðani 2001 hava tølini tó bara hildið á at vaksið støðugt, og er hetta ein ábending um, at føroyingar ikki eru nóg ansnir, tá tað kemur til kynslívið. Chlamydia smittar við kynsligum sambandi, men kann fyribyrgjast við hít. Eingin tilburður av hinum stóru kynssjúkun- um, gonnoré, syfilis ella AIDS, var staðfestur í 2003. Klagur Í 2003 komu inn 12 klagur um fakliga virk- semi hjá autoriseraðum persónum innan heilsu- verkið. Hetta er methøgt tal. Klagurnar eru allar sendar víðari til viðgerðar í Sjúklingaklagunevndini. Okkurt er galið í býráðnum Býráðið framvegis onga viðmerking Hvussu kunnu Guttesen & Staksberg hava havt eitt góðkent byggiloyvi síðani 1989, tá býráðið sjálvt so seint sum í febr./mars 2003 bert hevði eina fyribils ætlan? Mynd: Jens Kristian Vang Óttast nýggja motorsúkklumentan – Higartil eru vit sloppin undan eini motorsúkklumentan í Føroyum, men hetta rák tykist nú venda, sigur Jón Kraagesten, leiðari á Ferðslutrygd. Sambært hagtølunum er motorsúkklan nógv vandamiklasta akfarið, og tí eru allar orsøkir at óttast sam- bært Jón Kraagesten FERÐ Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Í kjalarvørrinum av til- burðinum í Suðurstreymoy í gjár hevur Ráðið Fyri Ferðslutrygd fingið nakað at hugsa um, og eru tey til- vitað um vaksandi motor- súkkluvirksemi í Føroyum. Jón Kraagesten av Ferðslu- trygd sigur, at tey einki hava ímóti, at tilkomin fólk hava hetta sum ítriv við trygdini í hásæti, men hann óttast avleiðingarnar av hesum ráki. Motorsúkklan vandamiklast – Fleiri og fleiri stórar motorsúkklur koma til landið, og meðan áhuga- bólkar hugna sær við hes- um akførum, eru bivirkn- ingarnir, at ungdómar keypa sær hesar motor- súkklur og koyra alt ov skjótt, so hetta gerst ein stórur vandi fyri bæði teir og onnur á vegunum í Før- oyum, sigur Jón Kraage- sten. Hann heldur, at motor- súkklufjepparar hava dugað væl at marknaðarføra hetta akfar seinastu tíðina, men hann óttast saman við øðr- um avleiðingarnar av hes- um, tá tilburðir sum í gjár henda. – Higartil eru vit sloppin undan eini motorsúkklu- mentan í Føroyum, men hetta rák tykist nú venda, tí motorsúkklurnar gerast alt betri umtóktar, og tá mot- orsúkklan sambært hag- tølunum er nógv vanda- miklasta akfar, hava vit orsøk at óttast og fara undir fyribyrgjandi virksemi, sig- ur Jón Kraagesten av Ferðslutrygd. 21 ára aldursmark Jón Kraagesten vísir á tað, Ferðslutrygd fyrr hevur mælt politiska myndugleik- anum at taka stig til. – Vit halda, at meðan ald- ursmarki fyri knallertum kundi verið 15 ár, eigur ald- ursmarkið fyri stórum mot- orsúkklum at hækka frá 18 og til 21 ár, samstundis sum hægstamark fyri ferð fram- vegis skal vera 80 km/t, sigur Jón Kraagesten av- gjørdur. Tingmenn ósamdir Hetta evnið hevur verið viðgjørt í tinginum, og har hevur tingmaður Sam- bandsfloksins, Marjus Dam, mælt til at lækka avgjaldið á motorsúkklur við tí grundgeving, at nýggjar motorsúkklur eru tryggari enn gamlar. Hinvegin vísir tingmaður Fólkafloksins, Andrias Pet- ersen, á, at jú fleiri motor- súkklur vit hava, jú størri verður vandin fyri vanlukk- um á vegunum, tá motor- súkklan sambært hagtølun- um er so vandamikil. Hesir tingmenn umboða sambært Jón Kraagesten hvør sín vong á økinum, men enn er eingin avgerð tikin. – Higartil eru vit sloppin undan eini motorsúkklumentan í Føroyum, men hetta rák tykist nú venda, tí motorsúkklurnar gerast alt betri umtóktar, og tá motorsúkklan sambært hagtøl- unum er nógv vandamiklasta akfar, hava vit orsøk at óttast og fara undir fyribyrgjandi virksemi, sigur Jón Kraagesten av Ferðslutrygd Politijagstran í Suðurstreymoy: 20 ára gamal koyrdi 193 km/t Seinnapartin týsdagin vórðu tveir motor- súkkluførarar á 20 og 23 ár tiknir fyri sera høga ferð í Suður- streymi. Annar koyrdi undan løgregluni og varð máldur at koyra 193 km/t, áðrenn løgreglan fangaði mannin við Mjáuvøtn í Kollfjarðadali FERÐ Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Klokkan 16.45 í gjár hand- tók løgreglan í Havn ein motorsúkklukoyrara, sum varð máldur at koyra 160 km/t í Kaldbaksbotni, og 23 ára gamli førarin, sum hevði treytaðan dóm og harvið missir koyrikortið, steðgaði beinanvegin, tá løgreglan gav honum boð um hetta. Men klokkan 17.50 var aftur galið, og hesaferð vóru førarar millum Kolla- fjørð og Havnina vitni til eitt ferðmikið drama, sum kundi verið beinleiðis filmað úr Hollywood. Fangaður við Mjáuvøtn Ein 20 ára gamal maður varð máldur fyrst at koyra 140 km/t í Kaldbaksbotni, og tá løgreglan bað mannin steðga, byrjaði hann at koyra undan suður móti Havnini. Tveir løgreglu- bilar sperraðu beinanvegin vegin av við nýggju rund- koyringina í Hoyvík, og tá motorsúkkluførarin kom uppá bakkan móti rund- koyringini í Hoyvík og sá løgreglubilarnar, gjørdi hann ikki mætari enn at venda við og koyra norður- eftir aftur við fullari ferð framvið løgreglubilinum, sum jagstraði unga mannin. Gjøgnum radio sendi løgreglubilurin boð eftir einum øðrum løgreglubili, og so fóru tveir løgreglubil- ar við øgiligari ferð norður- eftir í jagstranini eftir 20 ára gamla motorsúkklufør- aranum, sum á veg norð- ureftir varð máldur at koyra 193 km/t. Motorsúkkluførarin vendi móti Leynum, tá hann kom til rundkoyr- ingina í Kollafirði, og við Mjáuvøtn millum Leyna- vatn og Statoil støðina í Kollfjarðadali eydnaðist løgreglan at vinna fram á og taka mannin, sum við sera høgari ferð hevði koyrt undan. Av løgreglustøðini verður sagt, at førarin verður skuld- settur fyri ikki at akta løgregluna og koyra undan, umframt at hann eisini verð- ur skuldsettur fyri at hava nátt eini ferð á 193 km/t. Maðurin hevur ikki dóm frammanundan, men løg- reglan leggur upp til, at hann missir koyrikortið, og so er upp til dómaran at av- gerða, hvør dómurin hjá 20 ára gamla manninum verður. Vandamikið rák Løgreglumaðurin Tommy Brockie var mitt í rokanum í gjár, og hann sigur, at ein ávísur tendensur er at síggja við ferðmiklum mot- orsúkklum og ungum før- arum. – Tað koma fleiri og fleiri stórar maskinur til landið, og fleiri og fleiri ungir keyparar gera sær dælt av stóru og ferðmiklu motor- súkklunum, sigur Tommy Brockie. Hann sigur, at av politistøðini vænta teir fleiri líknandi tilburðir í summar, og tilbúgva teir seg nú til henda vaksandi trupulleika, sum liggur fyri framman. Eftir at hava koyrt undan løgreglubilum bæði suður- eftir og norðureftir og máldur at koyra 193 km/t varð 20 ára gamal motor- súkkluførari tikin av løg- regluni í Kollfarðadali seinnapartin í gjár. Løgregl- an leggur upp til, at maðurin missir koyrikortið Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 9 8