hósdagur 17. juni 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 113 - 17. juni 2004
Nr. 113 - 17. juni 2004
11
Aftur standa vit við eitt vegamót. Høvuðsvinnan, fiski-
vinnan, fær frá fiskivinnuráðgevingini greið boð: veiðan
eftir m.a. toski má minkast munandi. Trýstið á toska-
stovnin er vorðið ov stórt og má skerjast so ella so.
Hetta eru greiðu boðini frá ICES til eitt nú føroyskar
myndugleikar. Nú skulu so okkara egnu fiskifrøðingar
og ráðgevar hjá landsins myndugleikum meta um
tilmælini frá altjóða stovninum ICES, ein stovnur, sum á
hvørjum ári kemur við fakligum tilmælum um fiska-
stovnarnar, veiðutrýst og tilmælda veiðu. Ein stovnur,
sum eisini hevur verið fyri hvøssum atfinningum bæði í
útlandinum og her heima á klettunum.
Tað er greitt, at okkara fiskimenn og reiðarar og tey, sum
vara av fiskivinnuni, ikki uttan víðari vilja góðkenna øll
tilmæli, sum koma frá stovnum sum ICES og somuleiðis
okkara egnu fólkum, sum arbeiða við stovnsmetingum.
Tað er ikki so langt síðani, at tilmælini frá sama stovni
vórðu kolldømd av politisku myndugleikunum her heima
eitt nú eftir ráðgeving frá kendum íslendskum fiskifrøð-
ingi og ráðgeva. Nú ljóðar so, at hann er komin til Føroya
í kjalarvørrinum á nýggjastu ICES-frágreiðingini.
Vit minnast øll, hvussu avgjørdur sami ráðgevi var í fjør,
tá hann mælti okkum at síggja heilt burtur frá tilmæl-
unum frá ICES og okkara egnu fiskifrøðingum. Og so
bleiv. Man tað fara at vera so í ár eisini kundi verið spurt.
Í skrivandi løtu vita vit tað ikki.
Sjálvandi ber tað ikki væl til at skerja veiðuna tvs. daga-
talið ógvusliga nógv niður í einum høggi, tí so rillar alt
tilverugrundarlagið. Hinvegin ber heldur ikki til bara at
ignorera fakliga arbeiði hjá fiskifrøðingum heima og í
ICES. Hóast hesi ikki altíð nýtast at siga allan sann-
leikan, so byggja tey kortini á drúgvar kanningar og
metingar. Eins og í øðrum lívsins viðurskiftum ber
heldur ikki her til at siga, antin ella. Tað má finnast ein
millumvegur, sum tryggjar eina framhaldandi skilagóða
veiðu men sum samtíðis eisini gevur ávaringunum og
fakligu tilmælunum frá fiskifrøðingunum gætur. Tað,
sum oftani verður nevnt "tann gylti millumvegurin".
Men kortini eiga vit heldur ikki at brúka henda sum ein
regul. Tí er tað so, at toskastovnurin er álvarsliga hóttur,
eiga vit eisini at lurta eftir teimum signalunum. Vit eiga
ikki at gloyma gongdina út fyri New Foundland, tá tosk-
urin rætt og slætt hvarv av heimskortinum og framvegis
ikki er komin fyri seg aftur.
Nú alivinnan er í sorli, nú rækjuveiðan líður, ja nú hesar
báðar stoltu og týðandi vinnur nærum eru við at bløða út
fækkast beinini búskapurin hevur at standa á. Tí setur tað
eisini uppaftur størri krøv til okkum øll um at ansa væl
eftir tí ríkidømi, sum er eftir, eitt nú toskinum. Eitt ríki-
dømi, sum vit hava fingið til láns frá okkara eftirkomar-
um. Tað skal vera okkara vón, at føroyskir politikarar og
myndugleikar lurta eftir ráðunum frá okkara egnu
fiskifrøðingum og viga tey væl og virðiliga. Hvørja
endaliga loysn teir skulu koma til hava vit onga
patentloysn uppá. Men brúkið vit og skil og vísið var-
semi.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Vísið varsemi
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Atli S. Justinussen
Árnafjørður
Kappróður, okkara mentan-
arítrótt, er nú við árunum
bara blivin meira og meira
harður, og sjálvsagt ótrú-
liga spennandi, soleiðis at
úrslitini eru ótrúliga jøvn,
at tað er minni enn eitt
sekund millum bátarnar.
Inni á málinum er upp-
tøkutól, so eftirkannast
kann, tá javnt er millum
bátarnar.
Alt gott um upptøkutól,
men tá vit nú liva í einari
tøknitíð, hevði tað ikki
verið upp á tíðina, at allir
bátar fingu eina strikukodu
á stavnin, so tá bátarnir
komu inn um málstrikuna,
har ein fotosella var, blivu
skrásettir automatiskt í
einari teldu á málinum, so
onki ivamál var eftir róð-
urin.
Kappróðrar-Mál !
Í
blaðnum
leygardagin
høvdu vit eina rættleiðing
til tíðindini í Degi og Viku
mánkvøldið og týskvøldið í
síðstu viku. Tá hevði sjón-
varpið innslag um, at
Sosialurin
førdi
eina
»herferð móti Hermanni
Oskarsson«, tí hann á ráð-
stevnu hjá Norðuratlants-
bólkinum á Christiansborg
skal hava sagt, at blokkurin
er skaðiligur.
Vit fíltust á, at sjónvarpið
bar rong tíðindi og mani-
puleraði við Sosialinum
hendan dagin. Sjónvarpið
misbrúkti yvirskriftina á
forsíðuni, sum sjónvarps-
maðurin segði snúgva seg
um Hermann Oskarsson.
Orðini vóru: »Øsir danir
upp móti føroyingum«.
Yvirskriftin vísti til sam-
røður við løgmann, vara-
løgmann og fíggjarmála-
ráðharran, sum allir vístu á,
at teir hildu, at Tjóðveld-
isflokkurin við at flyta
føroyskan politikk niður til
Danmarkar »øsir danir upp
móti føroyingum«. Hetta
hevði einki við Hermann
Oskarsson at gera!
Eg gjørdi mær eisini tann
ómak at ringja til sjón-
varpsmannin og vísa á
mína misnøgd. Hann gav
mær rætt í, at tað helst ikki
var rætt at vísa á okkara
»matarlepa« og at tað held-
ur ikki var relevant at vísa
myndir av blaðhúsinum hjá
Sosialinum – fyri at gera
innslagið meira dramatiskt.
Hann segði, at hann helt, at
vit ikki høvdu gjørt okkara
journalistiska arbeiði nóg
væl, men at »kritikkurin
var noteraður«. Kortini
valdi hann aftur at gera
sama mistak týskvøldið –
aftur at manipulera við
forsíðuni hjá Sosialinum,
sum einki hevði við málið
um Hermann Oskarsson at
gera.
Í grein í blaðnum í dag
setir Høgni í Jákupstovu,
journalistur í Svf, seg sum
dómara yvir okkum, og
vísir á, at vit ikki gera okk-
ara journalistiska arbeiði til
lýtar, og at hann »stendur
fast við, at Sosialurin eisini
var partur í einari hetz og
jagstran av einum almenn-
um persóni, sum varð
skyldugur í at hava sagt
sína meining í Danmark«.
Lat meg beinanvegin við-
ganga, at vit ikki eru lýta-
leys á Sosialinum – eins
væl og eingin annar fjøl-
miðil er tað. Men tá Høgni
í Jákupsstovu fer so langt
sum at siga, at vit fremja
»karaktermorð«, so fær tað
meg at ivast í, hvør tað er,
sum setir dagsskránna.
Setningurin hjá Bjarna
Djurholm um Hermann
Oskarsson átti helst ikki at
verið við. Men harfrá at
fara at generalisera alt at
snúgva seg um hendan per-
sónin, tað er ov langt úti.
Hava politikarar úr Javnað-
arflokkinum, Sambands-
flokkinum og Fólkaflokk-
inum nú ikki loyvi at kriti-
sera Tjóðveldisflokkin fyri
hansara virksemi í Dan-
mark?
Vit hava als ongan áhuga
í at leggja eftir Hermanni
Oskarson. Tað hevur heldur
ongan týdning fyri okkum,
um hann er tjóðveldismað-
ur ella okkurt annað.
Men vit góðtaka ikki at
verða løgd undir hesa
»herferð«, og vit góðtaka
heldur ikki at vera orsøkin
til skeivan boðskap frá ráð-
stevnuni hjá Norðuratlants-
bólkinum. Vit høvdu fólk á
staðnum sum skrivaði frá
stevnuni. Okkara fólk hev-
ur so ikki mett, at tann part-
urin, sum snúði seg um
blokkstuðulin og Hermann
Oskarsson var tað týdn-
ingarmesta, so vit kunnu
ikki verða orsøkin til, at so
nógv fólk hava fingið hetta
skeivt í hálsin.
Orsøkin er kanska at
finna hjá fyrireikarunum
sjálvum. Í Fregnum valdi
skrivarin hjá Norðuratlants-
bólkinum í fyrstu útgávu
eftir ráðstevnuna við feitum
stavum at endurgeva Jørn
Astrup Hansen, banka-
stjóra, fyri at siga, at
»Blokkstuðulin er skaði-
ligur«…
Hesum vísti Jørn Astrup
Hansen aftur í blaðnum í
gjár.
Tað er harmiligt, at tað
er so trupult hjá sjónvarps-
manninum at viðganga, at
hann gjørdi eitt mistak. Var
talan ikki um eitt mistak, so
var tað tilætlað at Sjónvarp
Føroya leggur Sosialin
undir hesa herferð. So
kunnu vit bert staðfesta, at
so hevur Høgni í Jákups-
stovu ein trupulleika.
Eirikur Lindenskov,
blaðstjóri
Misskilta jagstranin í Sjónvarpi Føroya
Hans Birgir Hansen
Biggi samfelagsrevsari
úr Havnini
Eg havi nógv atfinning-
arsemi ið gevur úrslit tá
ein vísir á teir grund-
leggjandi skeivleikar, og
órættvísi, hvussu sam-
felagið er innrætta og
skipa,
í
stríð
við
»Mannarættindar skip-
anir«.
Tað er einki sum eitur,
at tey lóggevandi, døm-
andi, útinnandi, valdir,
fáa hevja lóg og rætt,
landaskil, eins fyri allar
føroyingar, vísandi til
stættarskipan, muni, og tí
rikna familjupolitik!
Tað hevur avgerandi
týdning, at øll kunnu
sýna hvør øðrum ein
sømuligan atburð, og
læra at kenna, og virðis-
meta onnur medmenn-
iskju, hvat tey ráðaríku,
ikki vilja gera í Føroy-
um!
Fólki innanfyri av-
greiðslur, umsitingar, og
í tí dagliga samskifti,
taka einki fyrilit og hógv,
mótvegis egnu viður-
skiftiafólkum og med-
menniskju, tá valdsmis-
nýtslan er í hæddini ídag!
Øll
medmenniskju
hava krav upp á at fáa
frið og vera tryggjaði,
mótvegis øllum teim
frísku, ið ikki hava nóg
mikið við at greiða egnu
lívsviðurskiftir, og skipa
gerandislív í Føroyum.
Lóggávur,
skipanir,
mannagongdir, kunn- og
reglugerðir, innanfyri av-
greiðslur, umsitingar, al-
menna, land, kommunur,
ríkið, privata, er ikki til-
laga viðurskiftafólki og
medmenniskju!
Samfelagið er kavet-
andi rotið, korrupt, sjúk-
ligt, viðbreki, tá fólkið
ikki fær fortreytir, til-
verugrundarlagið, eftir
egnu førleikaevnum, og
vera kunnað um sam-
felags ábyrgdir og skyld-
ir ídag. Tað er ræðuligt at
uppliva samfelagið, ið er
fyrilitað, kenslu, sam-
visku, skyld, ábyrgdar-
leyst, kalt og kyniskt, úti
á øllum støðum, almenn-
ingurin, hevur atgongd
og úti í øllum náttarlívin-
um!
Tað skal finnast harð-
liga at øllum teim frísku,
hvussu hesi fara við
teim, ið eru øðrvísi uttan
fyri stættaskipan, muni
og tí rokna familjupoli-
tikki, á almenna og
privata arbeiðsmarknaði
ídag! Tað er skelkandi at
uppliva og síggja hvussu
børn, ungdómur, tilkom-
in, eldra fólki, er broytt
tann skeiva vegin av
áðurnevndu, ið er høv-
uðsupprunin til atfinn-
ingarsemi í lesarabrøv-
um!
Tað er fullkomuliga
burtur við børn, ung,
tilkomin á bústovnum og
v i ð g e r ð a r s t ov n u m ,
sjúkrahúsum, ellis- og
røktarheimum, ið fáa
eina ómenniskjaliga røkt
og viðgerð eins og djór-
ini fáa!
Eg skrivi alt út frá
egnum erfaringum, lívs-
royndum,
kenslum,
meiningar, upplivingar,
ið ein fær greitt frá í teim
túsundtals lesarabrøvum,
ið gevur øllum innlit,
forstáilsi, tilvitan í dag!
Eg eri hart ímóti
medesinsku viðgerðum
og elektroshok og at
børn,
ung,
tilkomin,
eldra fólki verður við
tvangshóttanum og skip-
anum tikið av ræði í
egnum barnaheimi í øll-
um Føroyum!
Øll ið stuðla og halda
hondina yvir slíkum at-
sóknum geva mær veru-
liga andstygd í ikki eru
frægari enn øll fakfólk,
starvsfólki innanfyri ráð-
andi kreftir skipanir,
myndugleikar, valdir!
Samfelagið fyri øll
í Føroyum
VIÐMERKINGAR
Jón Ellendersen
Oyrarbakki
Tað kann tykjast eitt sindur
løgið, og eisini eitt sindur
ábyrgdarleyst, at Oyrar-
bakki sum ein av teimum
fáu bygdunum í Føroyum
einki bussskýli hevur, ikki
minst tá hugsað verður um,
at vit hava ein stóran skúla,
har børnini mangan standa
í regni, kava, stormi og
kulda og bíða eftir bussin-
um.
Og bíða, tað noyðast øll
sum ætla sær við Bussleið-
ini av Oyrarbakka, tí bæði
bussurin úr Leirvík og úr
Havn kemur tá tað, so at
siga, passar honum. Til
tíðina kemur hann so ikki,
hvør orsøkin so man vera.
Tað kann ikki vera rætt,
at børn og eldri fólk skulu
fáa karm omaná karm,
standa og frysta í kulda
uttan nakran sum helst
møguleika at kroka, og
næstu ferð bussurin støðg-
ar, um tað so er norðureftir,
suðureftir ella út móti
Skálafjørðinum, standa øll
trygt og gott í bussskýlin-
um, væl vard móti regni,
vindi, kulda og kava.
Eg vóni, at hetta brævið
er nóg mikið, tí um stutta
tíð letur upp ein nýggjur
stovnur, ein barnagarður,
vøggustova og frítíðarheim
í einum, og tá haldi eg, at
tað líkist ongum, at bert tey,
sum hava egnan bil, hava
tað fullu gleðina av stovn-
inum.
Sjálvandi er onkur orsøk
fyri, at vit einki skýli hava,
men um tað so bert eitur
fyribils, sum er mest út-
breidda sjúka í Føroyum, so
hava børnini, sum ganga á
felagsskúlanum, tey gomlu,
sum ætla sær suðureftir ella
aðra veðir við bussinum,
rætt til eitt skýli.
Við vón um, at tá skúlin
byrjar aftur, stendur eitt
flunkandi nýtt skýli og
bíðar eftir næmingunum.
Einki bussskýli á Oyrarbakka
Høgni í Jákupsstovu
Journalistur
Sjónvarp Føroya
Blaðstjórin á Sosialinum,
Eirikur Lindenskov, hevur
fingið ilt í afturpartin, or-
sakað av at Sjónvarp Før-
oya vísir á matarlepan hjá
blaðnum, saman við matar-
lepanum hjá hinum størra
blaðnum, Dimmalætting.
Eirikur Lindenskov sigur,
at tað harmar tey á Sosial-
inum almikið at vera mis-
brúkt á ein slíkan hátt.
Veruleikin er tíverri tann,
at Sosialurin hevur sett all-
ar vanligar journalistiskar
leiðreglur til síðis í sínari
viðgerð av ráðstevnuni á
Christiansborg, tá ið blaðið
ókritiskt og uttan á nakran
hátt at geva rúmd fyri aft-
ursvari av sera grovum
ákærum móti einum óheft-
um ráðgeva. Tað varð tí at
Sosialurin varð nýttur sum
myndabakgrund í innslag-
num í Degi og Viku um
herferðina móti Hermann
Oskarssyni.
Hermann Oskarsson er
tjóðveldismaður
Á síðu 6 og 7 í Sosialinum
hendan dagin eru tríggjar
greinar um ráðstevnuna á
Christiansborg.
Jóannes
Eidesgaard,
Bárður Nielsen og Bjarni
Djurholm siga sína hugsan
um tað, sum fram er farið á
Christiansborg. Løgmaður
heldur, at Høgni Hoydal
øsir danir upp ímóti føroy-
ingum, Bárður Nielsen
heldur at Høgni Hoydal
roynir at gera tað í Dan-
mark, sum ikki eydnaðist í
Føroyum og Bjarni Djur-
holm heldur, at Føroyingar
eru farnir undir skaðiligt
virksemi í Danmark.
Tað eru greinarøðir sum
hava ein heilt greiðan vink-
ul - samgongumenn fáa
møguleika at siga sína
hugsan um tiltakið hjá
Tjóðveldisflokkinum
í
Danmark. At greinarnar í
sær sjálvum ikki seta ein
einasta kritiskan spurning
til teir tríggjar samgongu-
menninar er sín søk, at
blaðmaðurin spyr sam-
gongumenninar um nakrar
fyrilestrar sum hvørki hann
ella
samgongumenninir
vita nakað sum helst um, er
ein onnur. Men tað er ikki
tað ringasta.
Ketan hjá Sosialinum
hoppar av álvara av, tá ið
Bjarni Djurholm at enda
verður siteraður fyri at siga,
at ein av høvuðsrøðarunum
varð í uppskoti at vera val-
evni til Tjóðveldisflokkin.
Blaðmaðurin hjálpir so
lesarunum at upplýsa, at
talan er um Hermann
Oskarsson. Bjarni Djur-
holm sleppur at enda
greinarøðina á síðunum 6
og 7 við at siga, at so er ikki
meira at siga um tað.
Insinuatiónin er heilt
greið. Hermann Oskarsson
er tjóðveldismaður og tískil
fremur hann eisini undir-
gravandi virksemi í Dan-
mark. Haraftrat verður Her-
mann Oskarsson knýttur -
orsakað av hasari viðmerk-
ingini og upplýsingini frá
blaðmanninum - saman við
Tjóðveldisflokkin. Herman
Oskarsson hjálpir Høgna
Hoydal at skapa øsing mill-
um føroyingar og danir og
hann roynir eisini at hjálpa
Høgna Hoydal at fremja tað
í Danmark, sum hann ikki
megnaði í Føroyum.
Men hví er Sosialurin
trupulleikin og ikki Bjarni
Djurholm, sum jú eigur
orðini? Orsøkin er ógvuliga
einføld. Tá ið Sosialurin
letur ein slíkan setning
standa totalt einsamallan og
tað einasta sum verður
gjørt fyri at hjálpa lesaran-
um ávegis er ein upplýsing
um at tað er Hermann Osk-
arsson, sum Bjarni Djur-
holm sipar til, so ger
Sosialurin setningin hjá
Bjarna Djurholm til sann-
leika.
Men veruleikin er, at
hatta er ein grov insinua-
tión, eitt karaktermorð sum
liggur í hasum reglunum.
Tað sum verður sagt mill-
um reglurnar, er at Her-
mann Oskarsson kann ikki
nýtast til nakað sum helst,
hevur einki trúvirði og tað
einasta hann ger er at renna
ørindi
fyri
Tjóðveldis-
flokkin.
Hvar eru teir kritisku
spurningarnir til Bjarna
Djurholm?
Nakrir
teirra
kundu
verið:
Hvussu veitst tú at Her-
mann Oskarsson er tjóð-
veldismaður?
Um hann varð á listanum
veitst tú so, at hann sjálvur
bað um at sleppa á listan?
(Tað gjørdi hann ikki, eg
havi spurt hann, HíJ)
Meinar tú at hann ikki
kann brúkast sum formaður
í Búskaparráðnum, tí at
hann er tjóðveldismaður?
Kanst tú prógva at hann
er tjóðveldismaður?
Kanst tú prógva at hann
rennir ørindi fyri Tjóð-
veldisflokkin?
Og so framvegis.
Eirikur Lindenskov sigur,
at teir í sama blað lata Her-
mann Oskarsson koma til
orðanna um kæruna frá
Føroya Fiskimannafelag.
Gamaní er tað rætt, men
blaðið velur ikki at kon-
frontera Hermann Oskars-
son við karaktermorðið,
sum Sosialurin letur Bjarna
Djurholm fremja á síðu 7.
Hermann Oskarsson slepp-
ur ikki at svara uppá grovu
ákærurnar frá Bjarna Djur-
holm.
Ákærur, sum eru so
grovar at kundu tær prógv-
ast, SO átti Hermann
Oskarsson at farið frá.
At pástanda at Hermann
Oskarsson er komin til
orðanna er, fyri at siga tað
milt, ein hálvur sannleiki.
Ja, hann er sloppin at svara
uppá kæruna frá FF - men
so heldur ikki meira.
Tað at karaktermorð eru
so løtt at fremja í Sosialin-
um er ein háðan móti øllum
sunnum
journalistikki.
Hatta er tabloidjournali-
stikkur sum hevur eittans
endamál og tað er at selja
bløð. At so karakterlík
fylgja í kjalarvørrinum, tað
sær blaðhúsið á Argjum
ikki út til at leggja nakað í.
Tað er í stuttum orsøkin
til at eg sum journalistur
framvegis standi fult og
fast við, at Sosialurin eisini
varð partur í einari hetz og
jagstran av einum almenn-
um persóni, sum varð
skyldugur í at hava sagt
sína meining í Danmark.
Ein persónur, sum má og
skal hava møguleika fyri at
koma við konstruktivum
íkasti til kjakið í Føroyum
og í Danmark.
Tað er mikið møguligt at
karaktermorðið hjá Bjarna
Djurholm einans varð eitt
mistak, frá blaðmanninum
ella
Bjarna
Djurholmi
sjálvum. Men so er tað
Eirikur Lindenskov einsa-
mallur sum situr eftir við
ábyrgdini.
Greinin
hjá
Eirikki
Lindenskov eitur "Skeiv
endurgeving í Sjónvarpi
Føroya." Innslagið í Degi
og Viku skuldi kanska
heldur
itið
"Karakter-
morðið í Sosialinum."
Hermann Oskarsson hunddálkaður í Sosialinum
C
M
Y
K
11
10