hósdagur 17. juni 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 113 - 17. juni 2004
Nr. 113 - 17. juni 2004
13
Við havnarmannin-
um Árna Jensen á
brúnni stevnir trú-
boðanarskipið
Doulos, hjá felags-
skapinum OM Ships
International, inn á
Havnina hósdagin 24.
juni. Skipið vitjar
eisini í Klaksvík.
Skipað verður fyri
ymiskum tiltøkum
bæði umborð á
skipinum og í landi
TRÚBOÐANARSKIP
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hósdagin 24. juni kl. 18.00
verður almenn móttøka á
Vestaru Bryggju í Havn, í
sambandi við at trúboðan-
arskipið Doulos kemur á
vitjan. Á móttøkuni verða
talur hildnar av umboðum
fyri lands- og býarmyndug-
leikar og samkomuleiðar-
um. Eisini syngur Ebe-
nezerkórið og hornorkestur
Frelsunarhersins
spælir.
Skipari á Doulos er Árni
Jensen úr Havn, og Margith
Olsen úr Klaksvík er eisini
við skipinum. Í Klaksvík
verður somuleiðis móttøka
við talum, sangi og horn-
blástri.
Doulos er bygt í 1914 og
er bert sostatt bert tvey ár
yngri enn kenda ferða-
mannaskipið Titanic. Sam-
bært metbókini hjá Guin-
nes er Doulos heimsins
elsta ferðamannaskip í sigl-
ing.
Doulos er eisini heimsins
størsta flótandi bókasøla.
Umborð eru fleiri enn
6.000 ymiskar bøkur. Har
eru t.d. kókibøkur, barna-
bøkur og andaligur lesnað-
ur.
Nógv ymisk tiltøk vera á
skránni, sum t.d, vitjanir
umborð, samkomuvitjanir í
landi, eisini verður altjóða
kaffistova umborð, lov-
songsløta fyri ung verður í
Ítróttarhøllini á Hálsi í
Havn, altjóðakvøld í Klaks-
vík, har ymsar mentanar
møtast. o.m.a.
Stóra bókasølan umborð
verður opin allar dagarnar.
OM stovnað í 1957
Kristiligi
felagsskapurin
OM (Operation Mobilisa-
tion), sum var stovnaður í
1957 av amerikanaranum
George Verwer, er kendur
um allan heim, eisini i Før-
oyum.
Felagsskapurin er eina
mest kendur fyri síni trý
skip, ið hava siglt í flestu av
heimsins høvum við gleði-
boðskapinum. Fyri stuttum
tók Peter Maiden úr Ong-
landi við sum leiðari av fe-
lagsskapinum. Hann hevur
t.d. skrivað bókina "Tak
mítt silvur", sum Sigurd
Berghamar umsetti til før-
oyskt.
Tey fyrstu nógvu árini
eftir at fyrsta skipið, Logos,
varð keypt, var bert tað eina
skipið. Logos var fyrrver-
andi Umanak, ið sigldi
millum Danmark, Føroyar
og Grønland. Seinni bleiv
so eitt skip keypt afturat,
tað fekk navni Doulos, ið
merkir tænari, Logos merk-
ir Orðið.
Fyri nøkrum árum síðan
sigldi Logos á land, ella
rættari á ein flúr í Suður-
amerika, og fórst. Øll
manningin
bjargaðist.
Seinni varð Logos II keypt.
Síðan fyrst í 70-unum
hava tey trý skipini: Logos,
Doulos og Logos II, vitjað
meira enn 420 ymsar havn-
ir í fleiri enn 135 londum.
Umleið 30 milliónir fólk
hava verið umborð á skip-
unum. Fleiri av teimum
vitjandi eru farin í land
aftur – bæði við góðum
bókum og við vissuni um
tað æviga lívið - givið av
Honum sum øllum valdar.
Nógvir føroyingar hava
verið við hesum trimum
skipunum, tíðin teir hava
verið umborð er vanliga
umleið tvey ár.
Sum flest øllum kunnugt
hevur felagskapurin nú
keypt Norrönu I, ið hevur
fingið navni Logos Hope.
Nógvir føroyingar
verið við
Felagskapurin hevur nógv
virksemi runt um í heimin-
um, tilsamans hava einir
300-400 føroyingar verið
við OM - ikki minst um
summarið. Aldursmarkið er
heilt niður í 14 ár. Ung-
dómar eru har á kristiligari
stevnu, har tey t.d. verða
kunnaði um tørvin í heim-
inum fyri evangeliinum,
um hvat OM stendur fyri,
bíbilskar meginreglur, og
um mentanir í ymsum
londum.
Eisini hava fleiri føroy-
ingar verið, í verkinum í
landi í eitt ella tvey ár, tað
verið seg í Belgia, Týska-
landi, Onglandi, ella aðrar
staðir.
Logos var í Føroyum í
apríl 1983 og Logos II í mai
2001. Ferðirnar hava verið
sera væl eydnaðar, og eru
tað enn fleiri, ið taka til,
hvussu væl tey vórðu mót-
tikin. Fleiri royndu eisini
føroyskar rættir. Tað var
misjavnt, hvat tey hildu um
tað, tey eru jú frá umleið 40
ymiskum tjóðum.
Tey vóru sera glað fyri
tað gestablíðni teimum var
víst, ikki minst at tey vórðu
boðin heim til hús at vitja.
Tað uppliva tey ikki ofta
aðrastaðni.
Tey vórðu boðin at vitja í
ymsum samkomum í Før-
oyum, eisini vóru nógv
vitjandi umborð, millum
onnur vóru landsins leiðar-
ar,
virkisleiðarar,
sam-
komuleiðarar
og
mong
onnur.
Doulos kemur á Havnina
24. juni og verður liggjandi
til 30 juni. Síðan verður
farið til Klaksvíkar, og
verður skipið liggjandi har
til 5 juli, tá tað fer av stað
aftur.
Skráin
yvir
tiltøkini
verður lýst í bløðunum ein
av komandi døgunum.
Doulos skrivstovan hevur
tlf. 585841 (á enskum) og
tlf. 585840 (á føroyskum).
Teldupost adr:
doulos@email.fo
heimasíða: www.fo.om.org
Umboðsmaður hjá OM í
Føroyum er Hjørleif Vang í
Kaldbak.
Heimsins størsta flótandi bókasøla vitjar
Trúboðanarskipið Doulos,
hjá OM Ships International,
vitjar í Føroyum frá 24. juni
til 5. juli. Skipari er Árni
Jensen úr Havn
Mynd: OM Ships International
Mark Wood úr Suðurafrika (v.m.) og Jason Ambros úr Kanada (h.m.) frá OM hava verið í Føroyum í ein mánað og fyrireika
Doulos vitjanina. Her eru teir saman við Hjørleif Vang, OM umboðsmanni í Føroyum
Mynd: Magnus Gunnarsson
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hentzar Joensen 90
Tórsdagin 17. juni fyllir ein vælkendur vágbingur
90. Og dog, vágbingur er kanska í so nógv sagt, tí
hóast hann hevur búð longri helvtina av ævi síni í
Vági, so hevur hann tann dag í dag ein heilt serligan
alsk til føðibygd sína Sandvík.
Hentzar varð borin í heim í Sandvík 17 juni 1914,
hann er sonur Jákup og Henriettu Joensen í Garð-
inum í Sandvík. Hann varð næstelstur av 9 systkum,
hvarav 4 eru á lívi enn.
Sum so mangir aðrir unglingar, fór Hentzar á
skipsdekk sum nýfermdur. Fyrsti túrurin var við
Klaksvíksskonnartini Ernestinu, og sjógvurin bleiv
hansara arbeiðspláss meginpartin av hansara
arbeiðslívi. Hann var eisini ein av teimum mongu íð
vóru til lands í Íslandi og arbeiddu í Føroyingahavn-
ini. Meðan hann enn búði í Sandvík tókst hann við
útróður saman við bygdarmonnum, ið høvdu útróð-
rarbátin Torgrím eitt skifti.
Eisini hevur hann roynt seg innan lærarayrki, hetta
varð meðan Sandvík lá í læraraloysi, og heitt var á
hann um at átaka sær hetta starv í eitt styttri tíðar-
skeið.
Hann tók skiparaprógv í 1936. Árið eftir í 1937
giftist hann Edith, fødd Mørk. Tey fingu 5 børn.
Edith var honum ein so sera góð kona, lívsfrísk, glað
og røsk. Hon andaðist brádliga í 1987 og saknurin
varð sera svárur hjá Henzari
Í 1955 flutt Henzar og Edith til Vágs. Hentzar
sigldi við Vágsskipum hjá Garðamonnunum og
Edith fór at arbeiða í fiski hjá sama reiðaríði. Henzar
sigldi hjá Garðamonnunum líka til hann legðist uppá
land fyrst í 70-árunum. Eftir hetta tókst hann serliga
við fiskaarbeiði og var harafturat nevndarlimur í
Arbeiðsmannafelagnum Framtíðini í nógv ár. Tað er
ongin loyna at Hentzar er javnaðarmaður um ein
háls, hansara samhugi er hjá verkafólkinum, og hann
legði ikki fingrarnar ímillum, tá ið tingini skuldu
sigast, men hóast av lindi eitt sindur snarsintur, so
rennur tað líka skjótt av aftur.
Føðingardagurin verður hildin í húsunum hjá
Elithu og Massi saman við familjuni, men um onkur
hevur hug at heilsa uppá Henzar, eru tey vælkomin
ímillum 14 og 17.
Við hesum fáu orðum vilja vit ynskja tær
hjartaliga tilukku á 90 ára degnum, og samstundis
takka tær fyri alt tað ið tú hevur verið fyri okkum, og
at Harrin skal vælsigna tíðina ið eftir er.
Børnini
Dagurin
17. juni. Bótolvsøka ella bótolvsmessa. Munkurin Botolphus stovnaði kleystur í Lincolnshire í Onglandi, og
býurin Boston eitur eftir honum. Hann doyði umleið ár 680. Navnið Bótolvur ella Bótal hevur verið brúkt sum
mansnavn í Føroyum og kemur fyri bæði í samband við jørð og útróðrarmið.
Prógv
Eirikur
Heðinsson
Mortensen, Tórshavn,
hevur tann 14. juni 2004
lokið prógv sum Bache-
lor í Teldu- og Búskap-
arfrøði á Handilsháskúl-
anum í Keypmanna-
havn.
Óli Biskopstø
60 ár
Í dag verður Óli Biskopstø í
Klaksvík 60 ár. Hann er
føddur og uppvaksin í
Klaksvík, sonur Jancy og
Jákup Biskopstø.
Hann er giftur Katrin
Purkhús úr Kunoy og eiga
tey børnini, Jancy, Jákup og
Niels Holm. Abbabørnini
eru 3 í tali, Katrin, Victoria
og Jóhannes. Í 2001 doyði
lítli abbasonurin, sum var
uppkallaður eftir Óla.
Óli er sera lítiðlátin mað-
ur og ger ikki nógv hóva-
stak burturúr sær sjálvum,
og í ungum árum setti hann
sítt álit á Harran. Hjá hon-
um liggur familjan fremst í
huga, hann er serstakliga
góður við síni og hevur gott
samband við tey øll.
Í nøkur ár starvaðist hann
sum maskinmaður hjá Phil
og Søn, og var hann við í
arbeiðnum at gera tunlarnar
til Árnafjarðar og Hvanna-
sunds. Seinni var hann í
Íslandi, har teir bygdu eina
stóra orkustøð.
Í 1971 tók hann prógv
sum maskinmeistari, og
hevur síðani tá havt sítt
starv sum maskinmeistari
umborð á skipi. Hann hev-
ur siglt bæði við línubátum,
flakatrolarum og er nú í
maskinuni á flaggskipi
okkara, Norrønu. Hann er
sera dugnaligur og nær-
lagdur í sínum arbeiði.
Óli er musikalskur og
dugir at spæla uppá flestu
ljóðføri. Hugnaløturnar og
merkisdagarnir í familjuni,
sum hann hevur sett sín
dám á við tónleiki, eru ikki
so fáar. Í 1964, tá songkórið
í Betesda vitjaði í Dan-
mark, spældi hann á orgul á
Ráðhúsplássinum í Keyp-
mannahavn. Í ungu árunum
setti hann sín serliga dám á
tónleikalívið í Betesda við
sínum frálíka songi og
guitarspæli.
Eins og pápin, er hann
sera áhugaður í øllum, sum
hevur við maskinarí at
gera. Ein maður segði eina-
ferð, at tað var altíð so
áhugavert at hoyra feðgar-
nar báðar tosa millum sín á
VHF-inum, tí tá fekk hann
altíð okkurt nýtt at vita um
maskinur.
Óla verður ynskt hjarta-
liga tillukku á føðingar-
degnum og Harrans signing
framyvir.
Í juni 1974 var próvtøka á Føroya Sjómansskúla fyri stýrimonnum og skipsførarum.
21. juni vóru prógvini handaði teimum, sum stóðu royndina.
Stýrimenn: Jákup P. Jensen, Sørvágur, Dávur Joensen, Klaksvík, Mads Karlo M. Johannesen, Tórshavn, Eirikur Joensen,
Tórshavn, Johannes K. Olsen, Sandur, Elmar Holm Tvøroyri, Thomas M. Sigurðson, Klaksvík, Pole Mikkelsen, Klaksvík,
Richardur Hvidbro, Klaksvík, Martin á Kósini, Klaksvík, og Lyder Sørensen, Viðareiði.
Skipsførarar: Per Larsen, Porkeri, Trygvi Thomsen, Sumba, Kári millum Garðarnar, Klaksvík, Fritleif Petersen, Tórshavn,
Rúni V. Mortensen, Tvøroyri, Clæmint Nicodemusen, Sandur, og Sverri Petersen, Sandur.
* Persónarnir á myndini eru ikki í somu raðfylgju sum í myndatekstinum
Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór 1974
Fyri 30 árum síðan:
Stýrimenn og skipsførarar
fingu prógv í juni 1974
C
M
Y
K
13
12