Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juni 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 17. juni 2004 15 UTTAN ÚR HEIMI Hótta við avrætting Ein saudiarabisk deild av yvirgangsfelagsskapinum al- Qaeda hóttir við at drepa amerikanaran Paul Marshall Johnson, sum varð burturfluttur herfyri. Gjáranáttina kunngjørdu burturflytararnir eina sjónbandsupptøku, har teir boðaðu frá, at verða fleiri stuðlar hjá al-Qaeda ikki latnir leysir úr saudiarabisk- um fongslum innan 72 tímar, verður Paul Marshall Johnson avrættaður. Maðurin, sum kom við hóttanini, nevndi seg Abdel Aziz al-Muqrin og segði seg vera leiðara í teirri saudiarabisku deildini av al-Qaeda. Paul Marshall Johnson var eisini á sjónbandinum. Á upptøkuni segði hann, hvør hann var, og at hann hevði arbeitt fyri amerikonsku tyrlufyritøkuna Apache. Á sjónbandinum hevði amerikanarin bind fyri eyguni. Færri fangar flýggja Talið á fangum, sum flýggja úr teimum sokallaðu opnu donsku fongslunum, er minkað nógv tey seinastu árini. Í 1998 flýddu 400 fangar úr teimum opnu fongslun- um, og í 2002 var talið umleið 200. Ein trupulleiki var, at fangarnir fingu ikki eyka revsing, sjálvt um teir flýddu, men í 2002 bleiv avgjørt at broyta reglurnar, so- leiðis at fangar nú fáa eyka revsing, flýggja teir. Hetta tykist hava havt sína ávirkan, tí í fjør flýddu bara 109 fangar úr teimum opnu fongslunum, skrivar Jyllands- posturin. Fongsulsmyndugleikarnir halda, at nógvir fangar flýggja, tí teir skylda øðrum fangum pengar og tí kenna seg hóttar. Tí hava myndugleikarnir skipað tað soleiðis, at í dag kunnu fangarnir fáa vegleiðing og hjálp frá fangavørðunum, kenna teir seg hóttar. Eitt nú kann ein fangi fáa ein kliva fyri seg sjálvan. Charles fekk óbodnar gestir Í Bretlandi eru fólk á gosi, eftir at tað er komið fram, at tríggir svenskir ferðamenn av tilvild endaðu í einum borðhaldi hjá Charles prinsi. Teir tríggir sviarnir vóru í einum ferðalagi, sum var og hugdi at slottinum Holyrodhouse í Edinburgh í Skot- landi. Brádliga mistu teir hini ferðafólkini burtur, og tá teir royndu at finna tey aftur, komu teir til eitt rúm, har Charles prinsur sat og át døgurða saman við øðrum. Ein talsmaður hjá bretsku løgregluni sigur við svenska blaðið Expressen, at teir tríggir sviarnir vóru bara nakrar metrar frá prinsinum, tá teir vórðu steðgað- ir. Talsmaðurin viðgongur, at trygdareftirlitið sveik. Sambært bretskum fjølmiðlum bleiv Charles kunnaður um teir tríggjar vilstu ferðamenninar, og kongshúsið sigst hava funnist hvassliga at eftirlitinum. 100 ára gamal brúðgómur Tað er ongantíð ov seint at giftast. Tað munnu í hvussu er tey bæði Bengt Hjelmqvist og Ansa Borck halda. Fyrradagin vórðu tey bæði gist á einum harragarði uttan fyri Væxjø í Svøríki. Brúðgómurin er 100 ára gamal, og brúðurin er 85. Aftan á vígsluna segði brúð- gómurin, at hann hevði hugsað seg væl um, og at hann var komin til ta niðurstøðu, at tað er ongantíð ov seint. Hann ásannaði, at hjúnarlagið fer kanska ikki at vara so leingi, men tað er stuttligt kortini, segði hann. Bengt Hjelmqvist hevur verið einkjumaður í 14 ár. Hann hevur búð á harragarðinum síðani 1971, og brúð- urin hevur búð í grannalagnum síðani 1972. Tey bæði hava kortini kent hvørt annað síðani 1945. Altjóða sjóferðslufel- agsskapurin IMO hevur gjørt av, at allar samferðsluhavnir skulu tryggjast ímóti yvirgangi Men tað ber ikki til TRYGD Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann 1. juli skulu allar havnir, sum vilja lúka treyt- irnar sum altjóða sjó- ferðsluhavnir, tryggjast ímóti yvirgangi. Í Danmark verður mett, at hetta fer at kosta einar 100 milliónir krónur, men nú vísir ein kanning, at hetta eru burturspiltir pengar. Danska útvarpið hevur tosað við meiri enn helm- ingin av teimum donsku havnarumsónarmonnunum. 85 prosent av teimum siga seg ikki stúra fyri nakrari yvirgangsatsókn, men at teir kortini noyðast at gera eftir kravboðunum frá IMO. Fregnartænastan hjá løg- regluni, PET, heldur haraft- urímóti, at tær donsku havnirnar kunnu vera álopsmál hjá yvirgangs- monnum, men varastjórin, Erik Tarp Jensen, ásannar, at vandin fyri einari atsókn er lítil. Hann vísir tó á, at álopið á tokferðsluna í Spania grækarismessudag var ein ábending um, at yvirgangsmenninir hava funnið sær onnur mál, og at eisini tær donsku havnirnar tí mugu roknast sum møgu- lig álopsmál. Frá 1. juli verður eftirlitið í teimum donsku havnun- um hert. Har verða fleiri avbyrgingar og upptøkutól enn nú, og vaktarmenninir verða eisini fleiri í tali. Hetta verður kortini bara galdandi, tá útlendsk skip koma í havn. Burturspiltir pengar at tryggja havnir ímóti yvirgangi Fangarnir skuldu læra at teir vóru hundar Amerikanski gen- eralurin, sum hevði ábyrgdina av Abu Ghraib-fongslinum í Irak, heldur uppá, at hon fekk boð um at fara við fangunum, sum vóru teir hundar FANGAR Árni Joensen fartekst@mail.dk Janis Kapinski, generalur, hevði ovastu leiðsluna í tí viðgitna Abu Ghraib- fongslinum í Bagdad, men tá fjølmiðlarnir vístu eina ræðumynd fyri og aðra eftir, misti hon tað starvið. Nú sigur hon við BBC, at hon fekk boð um at gera tað, sum hon gjørdi. Boðini fekk hon frá generalinum Geoffrey Miller, sum hevði verið ovasti fyri fanga- leguni í Guantanamo í Kuba. – Hann greiddi frá, at í Guantanamo høvdu teir lært fangarnar, at teir máttu gera okkurt, skuldu teir fáa nakað. Tað ráddi um at fanra við fangunum, sum vóru teir hundar, og at teir skuldu uppfata seg sum hundar. Fingu teir eina aðra uppfatan, misti tú tamar- haldið á teimum, sigur Janis Kapinski við BBC. Sjálv heldur hon uppá, at hon visti ikki, at fanga- vørðarnir fóru so illa við fangunum, sum myndirnar hava avdúkað. Hon heldur kortini, at myndirnar vísa tað ringasta av tí ringasta, og at tað vóru bara nakrir fáir fangavørðar, sum fóru um mark. Hon ivast kortini ikki í, at fleiri avdúkingar fara at koma, og hon heldur, at tann ovasti amerikanski generalurin í Irak, Ricardo Sanchez, eigur at verða spurdur, hvat hann visti um viðferðina, sum fangarnir í Abu Ghraib-fongslinum fingu. Iraksku fangarnir skuldu læra, at teir vóru hundar, og tí skuldu teir viðfarast sum hundar Mynd: Reuters 15 14 Nr. 113 - 17. juni 2004 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3713, Sp/f 1/1-2004, 100 Tórshavn Viðtøkur broyttar: 25.05.2004 Nýtt navn: Sp/f 01.01.2004 Nýggj hjánøvn: Sp/f 01. januar 2004 (Sp/f 01.01.2004), Sp/f Shopusa (Sp/f 01.01.2004) og Sp/f 1/1-2004 (Sp/f 01.01.2004) Skráseting Føroya tann 15. juni 2004 Kristin Balle _______________________ BMW 316i til sølu árg. 10/96, koyrt 96.000 km, í sera góðum standi. Lagalig fígging, útgjald bert kr. 29.600,- Kann síggjast á www.bilfridkan.fo Bilfríðkan á Hjalla Tlf. 357300 ella 217300 Konfirmantlestur – Vesturkirkjan og Argja kirkja Konfirmantarnir í heyst verða skrivaðir inn í Vesturkirkjuni fríggjadagin 18.juni kl. 15.00. Havið dóps- ella navnbræv við. Markið millum vestara og eystara prestagjald er Tróndargøta, Dalavegur og Villingardalsvegur. Prestarnir Miðvágs-Sanda- vágs skúli Vegna farloyvi, lækkað tímatal, avlopstímar og næmingar við serligum tørvi verða hesi lærara- størv lýst leys at søkja tíðaravmarkað til skúlaárið 2004/2005: • 1 fulltíðarstarv fyri lærara í farloyvi • 1 fulltíðarstarv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi • 1 starv 12 - 18 t/v serstakliga tørvar okkum lærarar, ið kunnu undirvísa í ítrótti/svimjing dreingir. • 1 starv 4 t/v at gera í SI venjingar • 1 starv sum sergreinalærari 6 t/v at undirvísa í motorlæru. • 1 starv sum sergreinalærari 4 t/v at undirvísa í sjóvinnu. Tíðaravmarkað 01.08.2004 - uml. 20.01.2005. • 1 starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi Í tímatalvuni er m.a. hondarbeiði, lívfrøði, ítróttur/svimjing gentur. Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. • 1 starv sum stuðul 17 t/v Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um størvini frá skúlastjóranum á tlf. 33 28 20 ella 21 88 20. Umsóknir skulu verða skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. juni 2004. Skúlastýrið fyri Miðvágs-Sandavágs skúla v/ Gitte Samuelsen FO 360 Sandavágur Miðvágs-Sandavágs skúli -ta -t ð loysir seg Kunningarfundur P/F Fiskaaling og Ewos bjóða til kunningarfund fyri áhugað innan slakt og góðsku av alifiski Í sambandi við verkætlan um slaktigóðsku av ali- fiski, ið Fiskaaling arbeiðir við, er serfrøðingurin Dave Robb frá Ewos Innovation í Føroyum. Dave Robb hevur doktaragrad í slaktigóðsku og hevur drúgvar royndir innan hetta økið. Avgjørt varð tí at fyriskipa kunningarfund um hetta evnið, har Dave kemur at luta sínar royndir á økinum. Framløgu evni: • Dioxin trupulleikin • Vegetabilsk ráevni í alifóðri og teirra ávirkan á trivnað hjá alifiski og góðsku á endaligu vøruni • Góðska á alifiski, við serligum atliti til fastleika, lit, spalting og útsjónd • Hvussu tøkumannagongdir ávirka góðskuna á alifiski • Hvat kunnu vit gera fyri at betra um góðskuna á alifiski. Málbólkur: Kunningarfundurin er serliga ætlaður ábyrgdar- fólki, ið starvast innan aling. Fundurin miðar ímóti at kunna fólk innan vinnuna um, hvussu mannagongdirnar frá ringi til slakt á sláturvirki ávirka góðskuna á alifiski.Serligur dentur verður lagdur á handfaringina av fiskinum áðrenn slakt. Ætlanin við fundinum er at økja um vitanar- støðið hjá starvsfólki í vinnuni. Kunningarfundurin verður hildin á: Hotel Føroyum týsdagin 22.juni frá kl.9.00 til 15.45. Tekningarfreist er 18 juni Áhugað kunnu tekna seg hjá P/F Fiskaaling, tlf. 474747, Fax 474748 og á telduposti LR@fiskaaling.fo Kunningarfundurin er partur av verkætlanini »Góðska og strongd á alifiski frá ringi til slakt« ið P/F Fiskaaling stendur fyri. Henda verkætlanin er fíggjað av granskingarpengum frá BP Amoco C M Y K 14