Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Marjun Dalsgaard ”Søgurnar eru ein lemjandi kritikkur av leiðsluni í síni heild”. Tað er niðurstøðan í kanningini av trivnaðinum millum starvsfólkini í øki 1, Suðurstreymoy, sum Al­ mannaverkið setti í verk í mai mánaða. Upprunaliga var ætlanin við ”trivnaðarstøðumetanini”, sum kanningin er nevnd, at seta eina leiðslu­menn­inga­ tilgongd í verk, men tá úrslitið kom, metti sálarfrøðingurin, sum stóð fyri kanningini, ikki, at tað loysti seg, tí einki álit var á leiðsluna. Sosialurin hevur fingið innlit í trivnaðarkanningina, sum førdi til, at økisleiðarin í Suðurstreymoyarøkinum mátti fara frá, og her stendur millum annað, at álitið til leiðsluna er sera lítið mill­ um starvsfólkið, men at álitið á deildarleiðararnar ”møgu­liga kann bøtast um, um deildarleiðararnir fáa ein leiðara, sum tryggjar, at deildar­leiðararna útfylla sína rollu og funktión, sum skipanin leggur upp til”. Tískil var Meta av Fløtum sett stutt eftir at kanningin var liðug, og skal røkja leiðarastarvið á Lágargarði samstundis sum hon er økisleiðari í Suðurstreymoy. Kanningin kemur til tað niðurstøðu, at tað er um­ ráðandi at fara undir eina tilgongd at endurbyggja áltið millum leiðsluna og starvsfólki í Heimatænastuni, og tað er hesa gongd, sum sálarfrøðingurin, Helgi Ras­ mussen skal fylgja fyrstu tíðina, meðan Meta av Fløtum er leiðari. Kann ikki skjalprógva flýggjan Uppleggið til kanningina er søgurnar, sum hava ging­ ið um vánaligan trivna í Heima­tænastuni, og um at starvsfólk flýggja úr øki 1. Serliga hevur tað verið funnist at manglandi fak­ kunn­leika, og at fleiri heima­ hjálparar koma ”av gøtuni” tað vil siga, at tær hvørki hava útbúgving ella royndir. Hetta hevur kanningin tó ikki kunnað skjalprógva, stendir í samandráttinum, sum Sosialurin hevur fingið innlit í. Her stendir: ”Uppáhaldið um at starvs­ fólk flýggja úr øki 1, havi eg ikki kunnað doku­men­ terað. Upplýst er at ongar starvslýsingar hava verið seinasta árið vegna niður­ skerjingar. Tá er torført at konkludera at fólk flýggja. Samstundis sær bland­ing­ urin av starvsfólki, sum hava verið leingi, miðal leingi og stutt rímuligur og skilagóður út.” Taka ikki tørv hjá brúkarum í álvara Millum atfinngarnar hjá starvsfólkunum er, at leiðslan ikki tók tað í álvara, tá heima­ hjálparnar boðaðu frá tørvi hjá brúkarum. Haraftrat er komið fram, at økisleiðarin fór illa við starvsfólkunum, og orð sum niðurgering og vanvirðing av starvsfólki verða nevnd. Sostatt verður økisleiðarin søgd ikki at virða starvsfólkini, at tosa niður­setandi við og um starvsfólk, halda monologar, ikki duga at lurta, blanda seg upp í alt og at taka fólk inn til samrøðu, um tey eru sjúk fyri at harta tey. Sjúkra­ fráveran er óvanliga lá, um­ leið 1 %, staðfestir kann­ ing­in. Kanningin vísir at 20 % av starvfólkunum siga seg trívast illa. Tað er fimta hvørt starvsfólk, og sambært niðurstøðuni er hetta í meira lagi, men ikki órógvandi nógv. Kanningin endurgevur ikki viðurskiftini út í æsir, og hetta er eitt etiskt væl, skrivar sálarfrøðingurin í innleiðingin. Hann kemur til ta niðurstøðu, at søgurnar eru ein lemjandi kritikkur av leiðsluni, og endurgevur 22 av 80 fyri at siga seg hava upplivað rættleiðing, harav 19 hava kent seg óvirðiliga viðfarnar í hesum sambandi. Tá tað kemur til søgur, siga 53 starvs­fólk seg hava hoyrt nakrar til fleiri søgur, sum allar snúgva seg um vána­ liga leiðslu har orð, sum niður­gering og vanvirðing av starvs­fólki verða nevnd. Fýra siga, at søgurnar eru íspinn grundað á tær neyðugu niðurskerjingarnar, sum hava verið seinastu árini. marjun@sosialurin.fo Álitið millum leiðslu og starvsfólk burtur Álitið á leiðsluna sum heild, var burtur í øki 1, men serliga økisleiðarin stendir fyri skotum í trivnaðarkanningini, sum Almannverkið hevur gjørt Marjun Dalsgaard Forkvinnan í Felagið Føroyskir Sjúkrarøkarfrøðingar, Ólava í Gong, hevur funnist harð­ liga at kanningini, sum er grundarlag undir avgerðini um, at økisleiðarin í øki 1, Cecilia Vestureið, mátti fara frá. Óluva í Gong segði við Sosialin 2. juni, at trupulleikin í veru­leikanum eru sparingar á eldraøkinum, og at økis­ leiðarin er syndabukkur og verður hongd út av politik­ arum, tí teir vilja hava frið rundan um eldraøkið, áðrenn tað skal leggjast út til kommunurnar. Sosialurin hevur biðið um innlit í kanningina, og tað einasta, sum kom frá Almannaverkinum er ein frá­greiðing á tvær og eina hálva síðu. Frágreiðingin umfatar eina A4 síðu, sum greiðir frá endamálinum og bakgrund fyri kanningini umframt hvussu kanningin er endur­ givin. Í innleiðingini skrivar Helgi Rasmussen, at hann hevur tikið eitt etiskt val og ikki endurgivið alt, sum starvsfólkini hava sagt, men hevur valt at gera eina yvirorðnaða orðing og saman­drátt av svarunum. Hann skrivar somuleiðis í innleiðingini, at tað ikki tænir nøkrum endamáli at arbeiða víðari við økisleiðaranum, sum er í starvið, tí álitið er burt­ur, hóast at hetta var uppruna ætlanin. Frá­ greiðingin skal sostatt tæna sum ”partsinnlegg” heldur enn grundarlag fyri einum átaki um at fáa trivnaðin betraðan. Umframt innleiðingina er ein samandráttur á eina A4 síðu og ein niðurstøða á átta reglur, sum staðfestir at álitið millum leiðslu og starvsfólk er burtur. Sambært Almanna­ verkinum er hetta tað einasta skrivliga tilfarið, sum tey hava fingið, og tey byggja sostatt avgerðina um at koyra økisleiðaran frá á hetta. Cecilia Vestureið hevur fingið eina fráfaringaravtalu, sum gevur henni løn intil 31. mars 2015. Hon skal vera tøk til 1. september 2014 og verður fríttstillað 1. oktober 2014. marjun@sosialurin.fo Stutt frágreiðing Fráðgreiðingin frá Helga Rasmussen til Almannaverkið fyllir bert tvær síður og átta reglur. Innihaldið er stórt sæð endurgivið í síni heild her á síðuni undir yvirskriftini ”Álitið millum leiðslu og starvsfólk burtur” Trivnaðarkanningin er beinleiðis orsøk til, at økisleiðarin mátti fara frá, hevur Hallur Thomsen depilsstjóri á eldradeplinum sagt við Sosialin. Óluva í Gong, forkvinna fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar finst at kanningini, og sigur, at hetta er ikki ein rættulig trivnaðarkanning, men ein støðumetan, sum er orðað soleiðis, at hon setir økisleiðaran í ringt ljós