Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ingolf S. Olsen Frá byrjan av hevur hugs­ anin verið, at nýggi termi­ nalurin á flogvøllinum um­ framt at vera innbjóðandi og vakur skuldi vera brúkara­vinar­ligur, funksjo­ nellur. Tí kann tað undra, at sera fá sitipláss eru í frá­far­ ingarhøllini á land­síð­uni. At flogvallarleiðslan held­ ur vil hava fólk at innskriva seg beinanvegin og fara inn í transittøkið við tollfríu søluni at brúka pengar er væl skiljandi. Har er eisini eitt matstað við góðum og nógvum sitiplássum. – Vit ynskja, at fólk held­ ur velja at keypa tollfrítt í Vágum enn í eitt nú Kastrup. Tí hava vit lagt stóran dent á at hava góðar umstøður á airside (transittøkið, ið kom­ ið verður í eftir innskriving, red.), soleiðis at fólk fara at trívast har og handla har fyri ein bíligari penga, ístaðinfyri í eitt nú Kastrup, sigur Jákup Sverri kass, flog­ vallarstjóri. Men hagfrøðin sigur okk­um, at javnan stranda fólk á flogvøllinum í Vágum vegna mjørka ella illveður, og tað kann vera í nógvar dagar upp í slag. Tá hópast skjótt upp við fólki, men rúm er langt frá fyri, at øll fáa sett seg niðurat í nýggja terminalinum. Veitsluhøli Men hetta hava tey eis­ini hugsað um, vissar flog­ vallar­stjórin um, tí at kalla alt tað stóra matstovuøkið í gamla terminalinum verður tøkt til endamálið. – Enn er ikki púra greitt, hvat gamli terminalurin í síni heild skal brúkast til, men vit varðveita matstovuøkið, og køkurin har verður eis­ ini framhaldandi í drift, tí Gist & Vist brúkar hann til catering. Har er jú sera rúm­ ligt, og fólk hava eisini langt síðani funnið út av, at vit nú hava eitt nýtt, vælegnað stað at halda brúdleyp og aðrar veitslur í. Har er longu ein eftirspurningur á tí økinum, sigur Jákup Sverri Kass. Nógv onnur høli eru eisini í gamla terminalinum, men enn er óvist, júst hvør flytir inn. – Atlantic Airways leigar eitt høli, sum tey millum ann­að brúka at pakka mat­ vogn­arnar í, og vit hava eisini ein fyrispurning frá einum fraktfelag um at flyta inn í terminalin, og annars hava vit eisini samband við Statoil um at brúka gamla terminalin í sambandi við olju­flúgv­ingina, um veru­lig gongd kemur á eina olju­ vinnu. Men vit varðveita atgongdina til matstovuøkið, tá vit hava brúk fyri tí, sigur flovallarstjórin. – Nú kemur Mallorca so inn í staðin, og tað er helst fínt fyri tey føroysku ferða­ fólkini, ið hungra eftir sól og strond. Men Milano í Italia er ein betri leið, um hugsað verður um at fáa fleiri út­ lendsk ferðafólk henda veg­ in, og serliga tá vit hugsa um, at eitt av fokus-økjunum hjá Visit Faroe Islands í teirra kampanjum at lokka ferða­ fólk henda vegin er júst Italia, staðfestir Jákup Sverri Kass. Áhugi fyri kapping At Atlantic Airways nú fer at flúgva til Aberdeen í Skotlandi fegnast flog­vallar­ stjórin um, tí júst um hesa rutuna hava Vága Floghavn og Aberdeen Airport arbeitt miðvíst við í eini tvey ár. – Tað er ongin ivi um, at tað er eftirspurningur frá vinnulívinum, lestrarlívinum og ikki minst ferðavinnuni um eitt samband alt árið ímillum Føroyar og grann­ an, sum bara liggur ein tíma sunnanfyri okkum. Sam­ráð­ ing­ar hava verið við bretskt flog­feløg, eitt nú British Mid­ land Airways, BMI – Nú er tað soleiðis, at Atlantic Airways konkret hevur meldað út, at teir fara at flúgva leiðina. Tað taka vit sum flogvøllur sjálvandi væl ímóti, og fara vit nú undir at vita, um grundarlag er hjá øðrum feløgum at knýta aðrar leiðir ímillum Før­ oy­ar og Bretland. Í øllum førum halda vit áfram við at samráðast við tey flog­ feløg, ið hava víst áhuga fyri at stovna flogleiðir til Føroya, síðani vøllurin var longdur. Onki nýtt felag fer at flúgva fast á Føroyar í ár, men eg havi hampuligar væntanir fyri næsta ár, sigur flogvallarstjórin. Hann vísir tó á, at alsamt fleiri flogfeløg javnan gera leigutúrar til Føroya nú samanborið við tíðina, áðrenn vøllurin varð longdur. Ein partur av gamla terminalinum á flogvøllinum verður leigaður út, men matstovuøkið verður framvegis tøkt, um tørvur verður á tí illveðurs- og mjørkadagar. Annars er ætlanin at leiga gamla terminalin út sum frakthøli, goymsluhøli og frálandaterminal, um ein verulig oljuvinna tekur seg upp. Gamli terminalurin verður tøkur broytingartíð í loftferðsluni Tað er høgt til loftið og vítt til veggja í nýggju fráferðingarhøllini á landsíðuni í nýggja terminalinum á flogvøllinum, men bert fá sitipláss eru. Illveðurs- og mjørkadagar sleppa tey ferðandi tó í rúmliga matstovuøkið í gamla terminalinum. Tó at onki annað flogfelag enn er farið í rutuflúgving á Føroyar, so vitja alsamt fleiri flogfør her í sambandi við leiguflúgving, nú flogvallarviðurskiftini eru vorðin so nógv betri við longda vøllinum.