Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 broytingartíð í loftferðsluni Ingolf S. Olsen Er tað ein, ið hevur bíðað í spenn­ingi eftir nýggju stra­ tegi­ini hjá Atlantic Airways, so er tað Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn. Týsdagin kundi hann bjóða teimum ferðandi og al­ menninginum vælkomnum í nýggja, nýmótans terminalin á flogvøllinum. Terminalurin hevur kostað 144 milliónir krónur, og útboðið til tey ferðandi er munandi økt og betrað. Tænastufyritøkur, tollvald og løgregla halda nú øll til á flogvøllinum, her eru nú tvær matstovur – ein í transittøkinum, har tollfría sølan eisini er, og ein í almennu komu- og frá­ faringar­høllini – og handilin við toll­fríum vørum er fleir­ faldaður bæði í vídd og vøru­ útboði. Dagin eftir, mikudagin, var tað so, at Atlantic Airways legði sína strategi fyri tey næstu fýra árini fram fyri al­ menninginum. Meira at fáa Flogvallarleiðslan vónar, at nýggi terminalurin í sær sjálvum fer at kasta mun­ andi meira pening av sær enn tann gamli. Einfalt tí møguleikarnir hjá fólki at brúka pengar har eru mun­ andi øktir. Men umframt hetta er ein inntøkuøking hjá Vága Floghavn javnt pro­por­ sjonal við øking í ferða­fólka­ talinum, tí floghavnin tekur 185 krónur í ferðaavgjaldi fyri hvørt fólkið, ið ferðast um vøllin. Og tá 67 prosent av inn­ tøkunum hjá Vága Floghavn eru beinleiðis avleiddar av virkseminum hjá Atlantic Airways, er tað ikki ov nógv gjørt av at siga, at ein inn­ tøkuøking hjá floghavnini er ógvuliga bundin av, hvat tjóðarflogfelagið ger. Hinvegn eru góðar flogvallarumstøður eisini avgerandi fyri, at Atlantic Airways kann hava ein góðan rakstur. Lagnufelagsskapur – Vit eru í lagnufelagsskapi, og mugu og skulu tí sam­ starva væl. Tað gera vit eisini – millum annað hava vit sett okkara ferðaavgjald niður í helvt í sambandi við onkrar prískampanjur hjá Atlantic Air­ways. Men vit hava sjálv­ sagt ikki altíð felags áhuga­ mál. Vit vilja jú fegin hava kapping á rutunetinum og eru tí úti um okkum eisini at fáa onnur flogfeløg at flúgva á Føroyar. Vit hava tó eitt gott felags forstáilsi við Atlantic Airways um hetta eisini. – Nú hava vit so eins og øll onnur bíðað í spenningi eftir nýggju strategiini hjá flogfelagnum, og eg eri sera glaður um fyrsta partin av henni, sum nú er klárur. 35.000 bíligir flogferðaseðlar um árið eigur at skumpa væl undir ferðafólkatalið, og tað er gott fyri okkum, sigur Ják­ up Sverri Kass. Í seinasta enda kann tað elva til enn lægri prísir, tí øktar inntøkur hjá Vága Flog­havn lata eisini upp fyri lægri tænastugjøldum. Val og frával Jákup Sverri Kass dylir tó ikki, at hann ikki er eins fegin um alt í nýggju strategiini, og her er tað serliga rutuvalið ella rættari rutufrávalið, ið hann harmast um. – Eg haldi tað er ok, at tað verður satsað intensivt uppá Keypmannahavn, sjálvt um prísirnir har eru millum teir dýrastu í heiminum fyri tey ferðandi og flogfeløgini. Søgu­liga sambandið við Danmark, og tað at allir før­ oy­ingar duga danska málið og kenna onkran í Danmark, um tey skuldu komi illa fyri og strandaðu har, hevur enn nógv at siga. Føroyingar gene­relt kenna seg tryggari har, og tí giti eg, at teir flestu heldur vilja flúgva umvegis Kastrup enn London, sjálvt um møguleikin at sleppa bíliga víðari út í heim er munandi størri í London. Men kortini haldi eg tað vera spell, at London-rutan verður løgd niður, men hinvegin kann tað so vera, at okkurt annað flogfelag nú fær hug til at royna seg har, sigur flogvallarstjórin. Tað harmar hann eisini, at beinleiðis sambandið við Jylland – Billund – verður niður­lagt vetrarhálvuna. Og somu­leiðis við Milano-leiðini, sum eisini verður tikin av skránni. Floghavn og flog­felag eru í lagnu­felags­ skapi Stjórin í Vága Floghavn fegnast um nýggju strategiina hjá Atlantic Airways, tó at hann eisini hevur smávegis atfinningar mótvegis rutuvalinum. Um Atlantic Airways megnar at økja talið av ferðandi, merkir tað eisini pengar í kassan hjá Vága Floghavn, og tað letur upp fyri lægri tænastugjøldum. FAKTA Leingingin av flogvøllinum og nýggi terminalurin hava til samans kostað 365 milliónir krónur – 221 milliónir krónur til vøllin, sum var liðugur í desember 2011, og 144 milliónir krónur til terminalin. Alt er fíggjað úr danska Íleggingagrunninum fyri Føroyar. Afturat hesum kostaði tað 28 milliónir krónur at taka upp og beina burtur gamalt dynamitt, ið komið var fram á í økinum í sambandi við leinginga av flogvøllinum. Dynamittið stavar frá einari eldri flogvallarútbygging. Tær 28 milliónir krónurnar vórðu eisni játtaðar úr Íleggingargrunninum. Articon átti lægsta tilboðið upp á terminalin og vann lisitasjónina á vári 2012. Men tó at teir vóru bíligast, máttu teir skarva 14,5 milliónir krónur av upprunaliga tilboðnum á 124 milliónir krónur upp á bygningin uttan innbúgv og innrætting. Spart var millum annað upp takið, har bíligari tilfar enn upprunaliga ætlað varð valt, og gólvið, sum endaði við at vera slípað betong og ikki marmor sum upprunaliga ætlað. Prísurin á sjálvum bygninginum kom sostatt niður á 109,5 milliónir krónur, meðan 34,5 milliónir krónur so vóru eftir til innbúgv, list, viðførisbond, innrætting og annað. Pengarnir hava rokkið at kallað upp á oyrað, sigur Jákup Sverri Kass, flogvallarstjóri. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, fegnast um útlitini til økt ferðafólkatal, nú Atlantic Airways bjóðar 35.000 bíligar einvegis flogferðaseðlar um árið. Men hann harmast eisini frávalið av nøkrum flogleiðum