mánadagur 23. juni 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
broytingartíð í loftferðsluni
Ingolf S. Olsen
Bíligir flogferðaseðlar keypt
ir í minsta lagi 60 dagar fyri
fráferð, og sum ikki kunnu
broytast ella endurrindast.
Tað er í fyrstu syftu tað mest
ítøkiliga átakið, sum Marita
Rasmussen, stjóri í Føroya
Arbeiðsgevarafelag, fær eyga
á í nýggju strategiini hjá At
lantic Airways.
– Tað er helst sera gott
fyri nógv, ið fegin vilja út at
ferðast, men fyri vinnulívið
er tað torført at fáa eyga á
nakran stóran fyrimun við
hesum slagnum av ferða
seðlum. Kanska fær onkur
fyritøka brúkt teir til skeið,
ráðstevnur og annað, sum
tað ber til at planleggja í
góðari tíð frammanundan,
men fremsti tørvurin hjá
teimum, ið ferðast í vinnu
ørindum, er bíligari, fleksiblir
ferðaseðlar, sigur hon.
Tí hevur hon eisini vænt
anir um, at tað er júst tað,
sum nasjonala flogfelagið fer
at borðreiða við, tá restin av
strategiini sambært leiðsluni
eisini verður liðug og ítøkilig
einaferð í heyst.
Prísur og títtleiki
– Um alt prátið um bíligar
ferðaseðlar skal geva mein
ing fyri vinnuna, so má
tað merkja, at teir vanligu
ferðaseðlarnir eisini verða
bíligari.
– Umframt hetta hevur
tað týdning fyri vinnuna, at
rutur og flogtíttleiki eru sett
saman soleiðis, at tey tæna
vinnuni best møguligt, og
her dugi eg ikki rættiliga enn
at fáa greiðu á, hvør ætlanin
er. Millum annað eitur ein
partur av strategiini Norð,
sum umfatar rutur til Noregs,
Stórabretlands og Íslands,
men eg síggi ikki, hvussu
hesar rutur eru skrúvaðar
saman, annað enn at Noreg
er ein nýggj ruta í tann mun,
at nú verður flogið alt árið,
og at tað nú skal flúgvast
til Aberdeen í staðin fyri til
London. Men alt hetta fáa
vit sjálvandi meira at vita
um í heyst, staðfestir Marita
Rasmussen.
Hon væntar, at fleiri
harmast um, at rutan til
London
verður
steðgað,
men aftrar seg tó við at hava
avgjørdar
meiningar
um
sjálvar ruturnar, ið Atlantic
Airways ætlar at satsa uppá
fram eftir.
Strategisk val
– Tey hava gjørt nøkur
strategisk val, valt charter
flúgvingina frá og síðani valt
tær rutur, tey hava størst álit
á. Tað havi eg sum so ikki
nakrar viðmerkingar til. Sum
eg skilji, so hevur undirtøkan
á London-rutuni ikki verið
nøktandi. Spurningurin er
so, um tey kundu ment
ta rutuna við at gera
meira burtur úr
henni.
London
er í øllum før
um tann stórbý
urin og ferðslu
miðdepilin,
ið
liggur
næstur
okkum.
– Hinvegin gevur tað abso
lutt eisini meining at flúgva
til Aberdeen, tá vit hugsa
um til dømis frálandavinnu,
og tað slepst eisini víða úr
Aberdeen – millum annað
eisini til London, sigur stjórin
í Føroya Arbeiðs
gevarafelag.
Um nýggja strategiin hjá Atlantic Airways skal geva meining fyri
vinnulívið eisini, so skulu teir vanligu, fleksiblu ferðaseðlarnir,
ið felagið kemur við í heyst, eisini verða bíligari enn í dag.
Tað heldur stjórin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Vinnan væntar sær
eisini lægri prísir
ur er væl nøgdur
væntar ikki, at hann verður
snópin tá heldur.
– Orsøkin til, at teir prísirnir
ikki eru endaliga fastlagdir
enn, er tann, at nógv ting taka
langa tíð, tá ein so umfatandi
strategibroyting sum henda
verður gjørd. Tað er ikki tí, at
har liggja nakrir baktankar
um at leggja nakran okursprís
á teir vanligu ferðaseðlarnar.
Tað havi eg als onga orsøk at
halda, sigur Niels Mortensen
og leggur afturat:
– Eitt avgerandi høvuðs
ynski hevur verið, at vanligi
føroyingurin
skuldi
hava
atgongd
til
bíligari
flog
ferðaseðlar. Tað ynskið er
til fulnar uppfylt við tí, sum
higartil er lagt á borðið. Og
eg vænti avgjørt, at eg eisini
verði nøgdur, tá restin verður
ítøkiligt í heyst.
Tó at bíligu ferðaseðlarnir
skulu keypast í minsta lagi
60 dagar fyri fráferð og ikki
kunnu broytast, so heldur
Niels Mortensen avgjørt, at
nýggja strategiin í stóran
mun tekur atlit til tørvin hjá
vinnulívinum.
Stabilar leiðir
– Sjálvsagt er tað ikki fullkomi
liga líka mikið fyri vinnulívið,
hvat ein ferðaseðil kostar, men
har hevur tað størri týdning,
at tú hevur stabilar leiðir til
útvald støð. Tað fáa vit nú við
Norð-rutunum, sum alt árið
tryggjar okkum samband
við Reykjavík tríggjar-fýra
ferðir um vikuna, Bergen
fimm ferðir um vikuna, og
Aberdeen einar tvær ferðir
um vikuna. Harafturat hevur
tað týdning fyri vinnulívið,
at tað altíð fer at bera til at
fáa ein ferðaseðil í seinastu
løtu. Tað er eisini ein partur
av nýggju strategiini, men
sjálvsagt eru slíkir ferðaseðlar
nakað dýrari enn aðrir, sigur
hann.
Nevndarformaðurin er tó
sera harmur um, at London
nú er strikað úr ferðaskránni,
men ásannar, at onki bú
skaparligt grundarlag var fyri
hesi rutuni.
– Men onki er útihýst med
alla. Vísir tað seg seinni, at
tørvur og grundarlag er fyri
eini leið til London, so verður
mett um tað av nýggjum.
Sjálvur vænti eg, at London
fer at sníkja seg innaftur
einaferð í tíðini, sigur hann.
Aðrir møguleikar
Milano verður eisini strikað
úr skránni næsta summar.
Italia er annars eitt av fokus-
økjunum hjá Visit Faroe Is
lands, VFI, sum Ferðaráðið nú
eitur. Niels Mortensen vissar
tó um, at strikingin av Milano
ikki skyldast ov vánaligt sam
skifti við VFI.
– Nei vit arbeiða alla tíðina
sera tætt saman við VFI. Men
tað hevur einfalt víst seg, at
basis er ikki fyri Milano. Og
vit kunnu ikki blíva við at
halda fast í leiðir, ið ikki eru
lønandi, sigur hann.
Niels Mortensen leggur
tó dent á, at tó at onkur stór
ferðamál nú verða strikað,
so verða aðrir møguleikar
at knýta seg upp í altjóða
flogferðslunetið við nýggju
Norð-leiðunum.
– Úr Íslandi flýgur Ice
landair til ein stóran part
av heiminum, Aberdeen er
vaksandi flogferðslumiðdepil,
ið hevur samband víða um
– eisini lágprísferðir – og í
Bergen ber til at knýta seg
í víttfevnda norska innan
ríkisnetið til gagns fyri nógvu
føroyingarnar, ið arbeiða allar
staðir í Noregi, sigur nevnd
arformaðurin í Atlantic Air
ways.
ski
t
Fegin kortini
Ynskið um bíligari ferða
seðlar til vinnulívið varð
ikki uppfylt mikudagin,
og um tað verður tað
í heyst er óvist. Men
landsstýrismaðurin
fegnast kortini um tað,
hann higartil hevur sæð
av strategiini.
– Norrøna hevur av
markaðan kapasitet, og
nú Visit Faroe Islands
hevur sett sær sum mál,
at talið á útlendskum
ferðani til Føroya skal
verða 250.000 í 2020,
er tað í stóran mun
loftvegis, at menningin
skal henda. Loftferðslan
er ein lykil til menning
og vøkstur í hesum land
inum, og tí hevur tað
eisini ein so ómetaliga
stóran
og
positivan
týdning fyri føroyingar
og ferðavinnuna, at vit
nú hava fingið garanter
að bíligar ferðaseðlar í
túsundatalið hvørt ár.
– Vinnan annars hev
ur eisini longu fingið
fyrimunir, tí tað liggur
fast, at tað nú verður
ein støðugur flúgvifre
kvensur til Noregs, Ís
lands og Skotlands um
framt til Danmarkar,
og at vissa verður fyri,
at tað ber til at fáa
ferðaseðlar í seinastu
løtu. Støðug flúgving
alt árið og vissa fyri at
sleppa við hevur helst
størri týdning fyri tær
allar flestu fyritøkurnar
enn lægri prísir, sigur
Johan Dahl.
Ongin ótti
Hann óttast tó ikki at
fáa nakran hvøkk, tá
hinir ferðaseðlaprísirnir
verða
almanna
kunngjørdir einaferð í
heyst.
– Eg vænti, at eisini
teir prísirnir fara at
vera á einum støði, ið vit
kunnu góðtaka. Eitt er
at hava ynski og krøv,
tað havi eg og øll onnur
við, men vit mugu eisini
fyrihalda okkum til, at
Atlantic Airways er ein
fyritøka,
sum,
sjálvt
um tað er eitt alment
partafelag, verður rik
ið
undir
vinnuligum
fortreytum, og tí skal
flúgvingin loysa seg – og
tað merkir, at ruturnar
skulu forrenta seg, sigur
vinnumálaráðharrin.
Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag, heldur
ikki, at vinnulívið fær stórvegis nyttu av bíligum ferðaseðlum,
ið skulu keypast 60 dagar fyri fráferð, og sum ikki kunnu
broytast ella endurrindast. - Um alt prátið um bíligar
ferðaseðlar skal geva meining fyri vinnuna, so má tað merkja,
at teir vanligu ferðaseðlarnir eisini verða bíligari, sigur hon.