Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 broytingartíð í loftferðsluni Tó at Niels Mortensen, nevnd­ arformaður í Atlantic Airways, alla tíðina hevur fylgt væl við í arbeiðnum at gera nýggja strategi fyri felagið, so er tað Jørgen Holme, stjóri, sum saman við leiðsluni hevur havt ábyrgdina av í praksis at skrúva framtíðina hjá felagnum saman. Men nevndarformaðurin hevur onki at seta fingurin á, nú sjálv strategiin er liðug, og ítøkiliga íverksetanin av henni er komin so væl áleiðis, at fyrsti partur longu er settur í verk: 20 ferðaseðlar á hvørjum túri til Danmarkar fyri 799 krónur og sama tal av bíligum ferðaseðlum úr Danmark til Føroya. - Tað hevur í longri tíð verið eitt stórt ynski hjá fólkinum og ikki minst hjá okkum, ið varða av Atlantic Airways, at vit kunnu bjóða øllum at ferðast fyri ein sera rímiligan prís. Tí eri eg eisini øgiliga fegin, nú tað er eydnast at fáa roknistykkið at hanga saman við ikki færri enn 35.000 bí­ ligum ferðaseðlum um árið, sigur Niels Mortensen. Ynski uppfylt Ikki fyrr enn í heyst verð­ur tó greitt, hvat hinir ferða­seðl­ arnir – teir vanligu, broyti­ligu ferðaseðlarnir – fara at kosta, men nevnd­ar­formaðurin Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways, er sera fegin um úrslitið, nú strategiin hjá felagnum fyri tey næstu fýra árini liggur á borðinum. Hann er tó ómetaliga harmur um, at London varð strikað úr skránni, men undirstrikar, at flogleiðir, sum nú vórðu valdar frá og aðra við, aftur kunnu takast fram, um tørvurin vísir seg. Nevndarformaðu Ivasamt um yns verður uppfylt Ingolf S. Olsen Um almennu væntanirnar hjá Johan Dahl, landsstýris­ manni í vinnumálum, ikki skulu ger­ast til skammar, mugu til­boð um bíligari, flek­siblar ferðaseðlar til ferðandi í vinnu­ørind­um vera ein partur av prís­ politikk­inum, tá Atlantic Air­ways í heyst fer at al­ manna­kunngera prís­ir­nar á teimum vanligu ferða­ seðl­unum. Ein liður í nýggju stra­ tegi­ini hjá flogfelagnum er, at ferðaseðlaprísurin skal vera meira gjøgnum­ skygd­ur og einfaldur enn í dag, og umframt teir bíligu, óbroyti­ligu einvegis ferða­ seðlarnar á 799 krónur, ið skulu keypast í minsta lagi 60 dagar fyri fráferð, og sum tað longu nú ber til at keypa, verða tvey onn­ur sløg av ferðaseðlum at fáa. Tann eini kann sam­an­b­ erast við núverandi semi­ flex-ferðaseðlarnar, sum kann broytast við at rinda eitt broytingarjgald, men ikki endurrindast. Hesin kallast Tíðliga. Hin kal­ last Altíð, og hann líkist tí núverandi full flex-ferða­ seðlinum – hann kann bæði broytast og verða endur­ rind­aður. Prísfall til øll Felags eyðkennið fyri hesar nýggju ferðaseðlarnar er tó fyribils, at ongin enn veit, hvat teir fara at kosta. Men um landsstýrismað­ ur­in ikki skal verða vón­ brotin í heyst, so má tann dýr­asti ferðaseðilin – Altíð-ferðaseðilin – verða bílig­ari enn tann dýrasti full flex-ferðaseðilin er í dag. Tí tað er typiskt hetta slagið av ferðaseðlum, ið vinnu­ferð­andi hava tørv á, og vinnu­lívið skal eisini hava bíligari ferðaseðlar, hevur Johan Dahl sagt. Hann legði dent á hetta bæði í sambandi við, at nýggi terminalurin á flog­vøllinum var tik­in í nýtslu seinasta týs­dag og í sambandi við fram­løguna av nýggju stra­tegi­ini hjá Atlantic Airways dagin eftir. Í tíðindaskrivi undan upp­latingini av nýggja ter­mi­nal­inum týsdagin skriv­aði hann millum ann­ að soleiðis í einum tíð­inda­ skrivi: ”Tað er ein greiður for­ vænt­ningur, at nýggju um­ støðurnar fyri flúgving upp á Føroyar í seinasta enda skulu bera í sær bíligari flog­ferðir til føroyingar og føroyskar fyritøkur. Før­oyski brúkarin vil, at allir aktørar, sum kunnu medvirka til, at flog­ferð­ irnar gerast bíligari, agera hareftir.” Nakað tað sama endur­ tók hann í røðuni, hann helt í ter­minal­inum sama dag Og undan framløguni av nýggju strategiini hjá At­lantic Airways dagin eftir, skrivaði hann millum ann­að soleiðis: ”Við nýggju strategiini hjá Atlantsflogi gevur flog­ felagið hvørjum einstøkum føroy­ingi og fyritøku í Før­oy­um eitt týðandi lyfti um, at tað verð­ur bíligari, lættari og ein­faldari at vera kundi, og hetta lyftið má Atlantsflog liva upp til.” Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur eina greiða væntan um, at nýggju loftferðsluumstøðurnar fara at føra til bíligari ferðaseðlar bæði til vanligar føroyingar og til føroyskar fyritøkur. Hitt fyrra ynskið er longu uppfylt, men enn veit ongin, um tað verður bíligari ella dýrari hjá ferðandi í vinnuørindum at flúgva við Atlantic Airways. Johan Dahl er fegin um teir túsundtals bíligu flogferðaseðlarnir, sum nú verða til taks alt árið, men enn er óvist, um hann fær ynskið um bíligari ferðaseðlar til vinnuferðandi uppfylt eisini. Hann óttast tó ikki at fáa nakran hvøkk í so máta, tá Atlantic Airways í heyst fer at boða frá, hvat vanligir og meira fleksiblir ferðaseðlar fara at kosta Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways, er sera fegin um úrslitið higartil og væntar heldur onki vónbrot í heyst. – Eitt avgerandi høvuðsynski hevur verið, at vanligi føroyingurin skuldi hava atgongd til bíligari flogferðaseðlar. Tað ynskið er til fulnar uppfylt við tí, sum higartil er lagt á borðið. Og eg vænti avgjørt, at eg eisini verði nøgdur, tá restin verður ítøkiligt í heyst, sigur hann.