mánadagur 23. juni 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
geva í løtuni absolutt onki
grundarlag fyri at satsa enn
meira upp á hesa leiðina. So
fyri at sleppa undan at missa
enn meira pening uppá hana,
steingja vit hana.
– Men við nýggja Norð-
átakinum, har vit flúgva til
Aberdeen alt árið, satsa vit
jú júst uppá á ein annan hátt
at byggja betri og regluligt
samband við Stórabretland.
Leiðin til Aberdeen er væl
styttri og tískil bíligari at
reka enn London-leiðin, og tá
vit fara at flúgva til Aberdeen
alt árið, fer henda leiðin í væl
størri mun enn núverandi
London-leiðin
at
kunna
brúkast av vinnulívinum,
sigur Jørgen Holme.
Hann sigur, at tað ikki var
nøkur treyt frá byrjan av –
hvørki frá sær ella nevndini
í flogfelagnum – at Kastrup/
Keypmannahavn skuldi vera
samferðsludepilin, ið føroy
ingar skulu flúgvast til fyri at
sleppa í flest øll onnur lond.
Søga og samfelagsatlit
Nógvar ymiskar analysur
og brúkarakanningar liggja
til grund fyri rutuvalinum í
strategiini, og søgan spælir
eisini ein leiklut.
– Tað er ein sannroynd, at
nógv tann størsti parturin
av okkara ferðslu bæði í dag
og søguliga sæð gongur til
Keypmannahavnar. Henda
leiðin er eisini búskaparligi
grundvøllurin hjá Atlantic
Airways og dekkar hallið,
vit hava á øðrum leiðum. Í tí
støðu, sum felagið er í nú, og
í kjalarvørrinum av miseydn
aðu satsingini uppá altjóða
leiguflúgving við eykaflog
førum, er tað á ongan hátt
handilsliga ráðiligt nú at fara
undir eina váðiliga roynd
at gera London til eitt nýtt
høvuðsportur út í heim fram
um Kastrup, sigur Jørgen
Holme og leggur afturat:
– Vísa analysur
í framtíðini hin
vegin, at tað er
eitt týðuligt ynski
hjá teimum ferð
andi at ferðast um
vegis London heldur
enn Keypmannahavn, so
fyrihalda vit okkum til tað til
ta tíð.
Á tíðindafundinum miku
dagin segði Jørgen Holme, at
Atlantic Airways eisini sær
Keypmannahavnar-leiðina
sum eina samfelagsuppgávu,
ið flogfelagið átekur sær.
Hann útgreinar:
– Sum einsamallur veit
ari hevur Atlantic Airways
sjálvandi bæði eina samfe
lagsuppgávu við at røkja
rutuflúgving úr Føroyum og
samstundis hava ein skila
góðan handilsligan rakstur,
so vit kunnu tryggja eina
sterka og effektiva fyritøku.
Nógv tann størsta farleiðin
er í dag Keypmannahavn, og
tí er tann leiðin sjálvsagt ein
týðandi lutur í hesari sam
felagsuppgávu.
broytingartíð í loftferðsluni
ri miðalprísir
Teir bíligu ferðaseðlarnir vera sambært Jørgen Holme,
stjóra í Atlantic Airways, bert á danmarkarleiðunum,
tí nógv tann mesta ferðslan hjá teimum gongur til
Danmarkar, og fleiri av hinum leiðunum frammanundan
geva hall. – Men vit tosa um, at allir føroyingar nú fáa gleði
av ikki færri enn 3000 bíligum ferðaseðlum í miðal um
mánaðin – tað svarar til 20 fullsett flogfør, sigur hann.