Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 broytingartíð í loftferðsluni Ingolf S. Olsen Við 35.000 einvegis ferða­seðl­ um fyri 799 krónur hvønn er ongin ivi um, at møgu­ leik­arnir hjá føroy­ingum at sleppa bíligari út í heim og hjá út­lendingum at sleppa bí­lig­ari henda vegin eru vorðnir mun­andi betri. Hesir ferða­seðlarnir eru longu til keyps. 1598 krónur aftur og fram til Danmarkar er bíligt samanborið við bíligastu ferða­seðlarnar higartil, har bíligasti einvegis ferðaseðilin liggur í tí prísleguni um sæð verður burtur frá hend­inga tíðaravmarkaðum prís­kam­ panj­unum, ið verið hava. Og tá føroyingar hava ferð­ast longur út í heim, er tað oftast ferðin til Dan­ mark­ar, ið kortini er farin av­stað við bróðurpartinum av ferðaútreiðslunum. So fyrsti parturin av stra­ te­giini hjá Atlan­tic Airways, ið var almannakunngjørdur í hangarinum hjá flogfelagnum á flogvøllinum seinasta miku­dag, var væl móttikin av øllum, tó at onkur kanska kundi ynskt sær eitt øðrvísið val av flog­leiðum. Men teir bíligu ferða­seðl­ arnir eru teir einastu, vit enn kenna prísin á. Teir fáast bert til danmarkarleiðirnar – sam­bært Jørgen Holme, stjóra í Atlantic Airways, tí tær flestu av hinum leið­un­ um frammanundan geva hall – skulu keypast í sein­asta lagi tveir mánaðir fyri frá­ferð, og kunnu ikki broytast ella latast inn aftur móti endur­ rind­an. Tíðliga og altíð Prísirnir á hinum ferðaseðl­ un­um, teimum vanligu og meira fleksiblu, verða ikki al­ mannakunngjørdir fyrr enn einaferð í heyst. Tað, ið fekst at vita um teir í framløguni í hangarinum mikudagin, er, at teir eita “Tíðliga” og “Altíð”, og at teir virka nøkulunda sum teir gomlu ferðaseðlarnir, ávikavist “semiflex” og “full flex”. Ferðaseðlarnir, ið nú eita “bíligast”, detta burtur tá. Aðra staðir her á síðunum vísir Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag, á, at teir nýggju, bíligu ferða­ seðlarnir ikki eru til serliga stóra nyttu hjá vinnulívinum, tí ferðandi í vinnuørindum sjáldan kunnu planleggja og keypa ferðirnar so langt frammanundan, og tey hava eisini størri tørv á fleksi­ biliteti eitt nú at kunna broyta ella avlýsa ferðaseðlar. Tí væntar hon vegna vinn­ una, at Atlantic Airways í heyst eisini fer at koma við til­boðum um bíligari flek­sibl­ ar ferðaseðlar. Jørgen Holme, stjóri í Atlantic Airways vil tó onki lyfti geva um hetta, men hann gevur tó ábendingar um, at prísirnir á teimum vanligu ferðaseðlunum við tíðini eis­ ini fara at ganga rætta vegin, tað er niðureftir. – Vit siga meira um teir prísirnar, tá vit til heystar koma við hinum nýggju sløg­ unum av ferðaseðlum. Gene­ relt kann eg tó siga, at vit áhaldandi arbeiða við at gera ferðaseðlarnar einfaldari og lækka miðalprísin, sigur hann. Um miðalprísurin skal lækka, má tað merkja, at inn­tøku­missurin av teimum nýggju, bíligu ferða­seðlunum ikki bara verður tikin inn aft­ ur við at økja hinar prísirnar tilsvarandi. Tað er eisini eitt mark fyri, hvussu høgir prísirnir á danmarkarleiðunum kunnu verða. Prísloftið, sum danska ferðslumálaráðið, Trafik­ ministeriet, hevur ásett eftir hoyring hjá landstýrinum, sigur, at ein einvegis ferða­ seðil millum Føroyar og Dan­ mark ikki má fara upp um 3100 krónur. Jørgen Holme sigur, at eing­in umsókn er send um at hækka loftið, og tað eru tey heldur ikki liðug at umhugsa enn. Við skili Stjórin leggur tó dent á, at ein tillaging til lægri miðalprísir hjá Atlantic Airways má ger­ ast við skili. – Raksturin má vera løn­ andi, fyri at vit kunnu hava eitt gott og støðugt virksemi til gleði fyri allar Føroyar. Annars vil eg siga, at nýggja strategiin við sínum betraða og meira støðuga rutuneti í stóran mun er hugsað sum ein hjálp til vinnulívið, sigur hann. Beinagrindin í nýggju stra­tegiini er, umframt dan­ markar­leiðirnar, støðugar leið­ir alt árið til Bergens í Noregi, Keflavík ella Reykja­ vík í Íslandi og Aberdeen í Skot­landi og summarflúgving eina ferð um vikuna til spanska stórbýin Barcelona og sponsku sólskinsoynna Mallorca. Beinleiðis leiðin til Billund verður løgd niður í nakrar vetrarmánaðir frá vetrinum 2015-16 at rokna, men tá verður í staðin ein innanríkis ferðaseðil til Billund, Aalborg ella År­ hus við í prísinum til Keyp­ manna­havnar, um tørvur er á tí. Leiðirnar til Noregs, Ís­ lands og Skotlands verða marknaðar­førd­ar undir heit­ in­um Norð. Frammanundan verður flogið til Íslands, og flúgv­ingin til Bergens byrjar longu í heyst, meðan Aber­deen bíðar til næsta vár. At byrja við verða Norð- ruturnar røktar við Airbus- flogførunum hjá felagnum, men næsta vár er ætlanin at leiga eitt minni flogfar til endamálið. Jørgen Holme sigur, at orsøkin til, at tey held­ur vilja leiga enn keypa eitt flogfar, er ynskið um fleksi­bilitet. Sponsk sól Leiðirnar suðureftir verða mark­naðarførdar undir heit­ inum Sól, og her er Mallorca komið inn sum nýtt mál í staðin fyri italska Milano. Sambært Jørgen Holme vantar lítið í, áðrenn Barce­ lona javnvigar, og næsta ár skal henda leiðin geva yvir­ skot. Hann hevur eisini góðar væntanir um Mallorca. – Sum altíð við nýggjum farleiðum vil tað vera ein byrj­anartíð við teimum trupul­leikum og tillagingum, ið hoyra henni til, men vit hava góðar vónir um, at Mallorca verður ein sukses, sigur hann. Stjórin vil tó ikki enn siga nakað um, hvat tað fram eftir fer at kosta at flúgva til Barcelona, nú kravið er, at leiðin skal geva eitt lítið yvirskot næsta ár, ella hvat prísurin verður til Mallorca, hagar flúgvingin byrjar næsta summar. – Tað gleða vit okkum til at siga meira um í heyst, sigur hann. Út við charter Altjóða leiguflúgvingin við eykaflogførum hevur roynst dýr hjá Atlantic Airways, og hetta virksemið steðgar nú heilt. Í staðin verður bara av­lopskapasitetur á teimum føstu leiðunum seldur til leigu­flúgving. Jørgen Holme sigur, at Airbus A319-flogførini hjá fe­lagnum ikki eru væl egn­að til leiguflúgving, tí tey hava færri setur enn tey flog­før­ ini, ið vanliga verða nýtt til leiguflúgving, men flog­út­ reiðslurnar kortini eru næst­ an tær somu sum hjá hesum fyri hvønn túrin. Tað merkir, at flúgviútreiðslurnar fyri hvørt setur eru størri við A319 enn við øðrum flogførum, ið kappast verður við. – Tað hevur so við sær, at vit verða meira trýst­ir í prís­ inum enn kapp­ingar­neyt­ ar­nir og fáa harvið minni inn­tøku enn teir burtur úr leigu­flúgvingini, sigur hann. London kostar Fleiri hava alment harmast um, at Atlantic Airways í nýggju strategiini hevur slept summarflúgvingini til London, ið er eitt alternativ til Kastrup, tá tað snýr seg um at finna røttu gáttina víð­ ari út í heim. – Atlantic Airways hevur nú í fleiri ár roynt at fáa løn­semi í summarleiðina til London, eisini við at eggja fólki til at brúka London sum millumstøð fyri víðari ferð út í heim. Tað hevur ver­ið til fánýtis, og úrslitini Bíligu ferðaseðlarnir eru bert á danmarkarleiðunum, tí tær flestu av hinum leiðunum frammanundan hava hall, men eitt áhaldandi arbeiðið er í gongd fyri at fáa miðalprísin á ferðaseðlunum niður, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantic Airways. Málið er lægr FAKTA Soleiðis fer nýggja rutunetið hjá Atlantic Airways at síggja út, tá tað er liðugt innført næsta vár: Um veturin – við byrjan veturin 2015-2016 – fer at bera til uttan eykakostnað at flúgva innanríkis við SAS frá Keypmannahavn til Billund, Århus og Aalborg. –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Býur Flogfar Summar Vetur –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Keypmannahavn Airbus A319 3 x dagliga 2 x dagliga –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Billund Airbus A319 5 x um vikuna um Kbh –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Aalborg Airbus A319 2 x um vikuna um Kbh –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Norð minni flogfar 5 x um vikuna 5 x um vikuna –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Barcelona Airbus A319 1 x um vikuna –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Mallorca Airbus A319 1 x um vikuna –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– FAKTA Atlantic Airways eigur eitt Airbus A319 flogar og hevur leasað tvey onnur av sama slagi. Ætlanin er tó bara at hava tvey stór flogfør av hesum slagnum frameftir. Tað eina leasaða flogfarið er longu leigað út til eitt íslendskt flogfelag til síðst í september, tá tað aftur fer at flúgva fyri Atlantic Airways millum annað á nýggju Norð-rutunum, til eitt minni flogafar er funnið til hesa flúgvingina. Atlantic Airways miðar eftir at fáa aðrar leiguavtalur til eitt Airbus A319 frá ársbyrjan 2015, til leasingavtalurnar fara úr gildi á heysti 2016. Fyrr í ár langtíðarleigaði Atlantic Airways tað seinasta av teimum gomlu British Aerospace-flogførunum til Malmø Aviation. Tann avtalan kemur í gildi í heyst, tá summarflúgvingin endar. Næsta vár er so ætlanin at leiga eitt flogfar við plássi til 45-60 ferðafólk at røkja nýggju Norð-ruturnar til Íslands, Noregs og Skotlands.