Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 A vrikini, sum Pál og Guðmundur støðugt vísa, staðfesta púrasta greitt, at hægri úrvalsstuðul er ein gongd leið hjá føroyskum ítrótti. Fáment sum vit eru, so er tað kortini so, at vit av og á fostra onkran einstakling, sum hevur evnini, viljan og áræðið til at kappast millum tey fremst í heiminum. Tvey teirra vóru aftur í altjóða eldinum í farnu viku, og enn eina ferð vórðu vit mint á, at smáu Føroyar eisini megna at skapa ítróttafólk, sum teljast millum tey bestu. Pál og Guðmundur Joensen eru helst fremstu dømi okkara um, at tað ber til, men vit eiga eisini hópin av øðrum einstaklingum, sum bjóða heiminum av. Tað var tiltrongt, tá landsstýrið fyri nøkrum árum síðani fann hálva millión, sum kundi brúkast til úrvalsstuðul. Ein upphædd, sum nú er hækkað í 800.000 kr. Einki er at ivast í, at føroyskur ítróttur er fegin um teir møguleikar, sum slíkur stuðul ber við sær. Men tað er eins lítið at ivast í, at játtanin bæði átti og skuldi verið fleirfaldað. Kanska hóskandi við einum nullið afturat. Trupulleikarnir í avmarkaðu puljuni, sum vit nú hava at arbeiða við, eru tvinnir – um enn teir eisini eru partvíst positivir. Fyrst og fremst, so er tað kostnaðarmikið at taka lut í úrvalsítrótti, og tí kunun teir báðir omanfyri nevndu – uttan at talan á nakran hátt er um luksus-vanar – brúka alla puljuna. Hartil er tað vónandi so, at úrslitini hjá fremstu íðkarum okkara eggja øðrum at satsa eins nógv. Men tá er skjótt, at alt verður heldur smábýtt, ella eisini standa vit í teirri støðu, at vit hava fólk, sum hava evni, viljan og áræði, men sum ikki hava ráð at kappast móti teimum bestu. Og tá verður tað samlaða føroyska samfelagið, sum verður stóri taparin. Hækkið úrvals­ stuðulin www.hb.fo: At vit móti endanum av dystinum, við einum frálíkum langskoti frá Rógva Holm, fingu javnað til endaliga úrslitið 2-2, fingu vit aftur í dag løn fyri ómakin. www.b36.fo: Mangan hevur Tórður verið hetjan hjá okkum. Ársins spælari í fjør hevur ferð eftir ferð framt framúr avrik í málinum hjá okkum, men dagurin í dag man vera ein, sum Tórður helst ynskir í gloymibókina sum skjótast. www.vikingur.fo: hann bleiv so hildin væl og viðriliga, sjálvt um hann ikki fór um koll, hann vísti seg sum ein mann so dømdi íslendski dómarin brotsspark, ei góð dómaraavgerð www.nordlysid.fo: Fyri fyrsti ferð í 11 ár eydnaðist tað KÍ at vinna á EB/Streymi í Klaksvík. Samstundis fekk KÍ sítt 7. reyða kort í hesum kappingarárinum og tað er met í søgu felagsins. www.in.fo: In.fo skrivaðu í vikuskiftinum, at Erla Kongsdóttir setti nýtt met hjá 5-mannaførum við kvinnum. Sum vikuskiftið er liðið, eru fleiri, ið hava sett spurnartekin við, hvørt hetta er rætt FSF skriv til fótbóltsfeløgini: Seinastu tíðina hava vit verið vitni til fleiri óneyðugar ákoyringar í miðlunum mótvegis dómaranum og øðrum í samband við avgreiðslu av dystum. Hendan støðan er ikki haldbar í longdini, og vilja tí frámæla tílikum atburði. Heimasíðurnar skriva: Ítróttar klumman Jákup Mørk ■ B36 stóð til at vinna á HB, men so segði Tórður »vit droppa tað« ( HB - B36 ) Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2: ítróttur ítróttartoymið Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Jóan Símun skiftir til HB André Olsen Jóan Símun Edmundsson leikti í dag 78 minuttir, áðr­ enn hann varð útskiftur, tá AB spældi málleysan javn­ leik á Skála. Sum skilst, var Jóan Símun ónøgdur við at verða útskiftur. Jóan Símun Edmundsson vil ikki váttað fyri in.fo, at hann fer at skifta til HB. Hann sigur harafturímóti at talan bert er um gitingar enn. – Eg havi ikki gjørt nakra nýggja avtalu við nakað felag, so enn er talan bert um git­ingar. Eg havi dyst við AB fríggjakvøldið móti B68 og mítt fokus er á tí dystinum í løtuni. Jóan Símun Edmundsson hevur higartil í ár leikt 9 dystir í Effo-deildini fyri AB. Har­afturat hevur Jóan Símun skotið 2 mál fyri AB. andre@sosialurin.fo Álítandi keldur hjá Miðlahúsinum vilja verða við, at lands­ liðs­fram­herjin Jóan Símun Edmundsson hevur tikið avgerð um, at hann fer at leika við HB eftir summarsteðgin