Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70 ítróttur Kappróðurin á eystanstevnu Ongin tekur reyða Drekan av Argjum, sum hevur fingið eina framúr byrjan upp á lívið sum 10-mannafarið hjá Argja Róðrarfelagi kappróður Dánjal av Rana 5-mannafør dreingir: Blikur tók Fípuna Føgru Higartil hava tað verið Fípan Fagra og Blikur kappast um sigurin hjá 5-mannaførum við dreingjum. Í báðum før­ um hevur Fípan Fagra verið tann frægari báturin. Blikur vann trygt við tíð­ini 05:20.04, Fípan Fagra bleiv nummar tvey við tíðini 05:21:24 og Frúgvin nummar trý við tíðini 05:26.22. Jallur bleiv nummar fýra, Ternan nummar fimm, Tekla numm­ ar seks og Hvassi nummar sjey. 6-mannafør kvinnur: Jarnbardur aftur best Kvinnurnar á Jarnbardi eru enn best. Á Norðoyastevnu vunnu teir við heili 12 sekund­un, tó var munurin á Sunda­lagsstevnuni tódn­ aður niður í trý sekund. Eitt sindur av spenningi var so um, hvussu tað fór at ganga á Skálafjørðinum, men aftur var Jarnbardur best og hesu­ferð vann hann við fýra sekundum. Jarnbardur gjørdist at enda tryggur vinn­ari, men Lómur fór at renna væl seinastu 200 m og endaði okkurt um tvær báts­longdir frammanfyri Sølmund. 5-mannafør kvinnur: Erla Kongsdóttir flýgur fremst Eingin tekur møðgurnar á Kongs­dóttrini. Eingin kapp­ róðrarbátur er so sann­ førandi bestur, sum Erla Kongs­dóttir við kvinnum er tað í løtuni. Á norðoyastevnu vunnu tær við 10 sekundur og á Sundalagsstevnuni vunnu tær við 12 sekundum. Á Eystanstevnu var mun­urin minni, men fugla­ fjarðar­kvinnur vunnu allíka­væl trygt og settu nýtt Skála­fjarðar­met. Erla Kongs­dóttir vann at enda við tíðini 05:17.05, Havfrúgvin varð nummar tvey við tíðini 05:21.07, Teistin nummar trý við tíðini 05:29.20 og Blikur nummar fýra við tíðini 05:35.24. 6-mannafør menn: Nýggjur vinnari hjá 6-mannaførum við monnum Á Eystanstevnu stillaði Páll Fangi, við manning frá Klaks­ víkinginum í fjør og stórur spenningur var til, hvussu tað fór at eydnast teimum. Páll Fangi vann við tíðini 05:01.02, Jarnbardur bleiv numm­ar tvey við tíðini 05:03.23 og   Hvessingur numm­ar trý við tíðini 05:04.08.   Sølmundur bleiv numm­ar fýra, Rádni nummar fimm, Gongu­rólvur nummar seks, Lómur numm­ ar 7, Tvøra­báturin nummar 8 og Smyril nummar 9. 5-mannafør gentur: Sera tættur róður hjá 5-mannaførum við gentum Hjá 5-mannaførum við gent­ um hevur kappingin verið hørð higartil í ár. Á Eystan­ stevnu leggur Drekin seg á odda, meðan Jallurin og Blik­ urin fylgja tætt eftir. Fípan fekk ongan góðan start. Sum vit nærkast oljukeiini er Jallurin stavnin undan Fípuni, sum er eina rong framm­an fyri Drekan. Undir Høgabóli eru tað Jallurin og Fípan sum ganga undan, men Drekin hongur í. Tá 100 metrar eru eftir bjóðar Jallurin av, men Drekin renn­ ur undan, meðan Fípan Fagra missir flogið. Endin er at Drekin vinnur við tíðini 05:38.04, Jallurin gerst nummar tvey við tíðini 05:39.24 og Silja nummar trý við tíðini 05:40.03. Blilkur end­aði nummar fýra, Fípan endaði nummar fimm, Spógvin nummar seks, Ørnin nummar sjey og Sílið numm­ ar átta.   8-mannafør menn: Kvívíkingurin er aftur best Kvívíkingur hevur verið klárt besta 8-mannafarið higar­til í ár og hava vunnið báðar róðrarnar higartil við eini báts­longd. Kvívíkingur og Knørrur fáa góðan start. Kvívíkingur leggur seg hálvan skut framm um Argja­bátin og Knørr, meðan Miðvingur dragnar. Tá 100 metrar eru eftir fer Kvívíkingur frá teimum, eina bátslongd á muni og vinnur við tíðini  04:44.10, Knørrur nummar tvey við tíðini 04:47.01, Argjabáturin nummar trý við tíðini 04:47.17 og Miðvingur nummar fýra. 10-mannafør menn: Drekin Reyði verður ikki tamdur Á Eystanstevnu leyp Drekin Reyði avstað frá hinum, sum vanligt. Havnarbáturin roynir at fylgja, men er skjótt hálva bátslongd aftanfyri Drekan Reyða og dragnar skjótt longur aftur.  Drekin Reyði er skjótt eina bátslongd á odda, Havnar­báturin hálvan skut framm­an fyri Eysturoying, við Orminum Langa ein skut aftan­fyri. Við oljukeiina er Drekin Reyða tvær bátslongdir framm­an fyri Havnarbátin, sum er ein skut framman fyri Eysturoying, sum aftur er hálva bátslongd framman fyri Ormin Langa og undir Høga­bóli eru Drekin Reyði tríggj­ar bátslongdir á odda.  Hetta gjørdist enn ein sannførandi sigur til Drekan Reyða. Havnarbáturin end­ aði aftur nummar tvey, meðan Eysturoyingur hesu­ ferð megnaðu at vinna seg framm um Ormin Langa og upp á triðja pláss. Drekin Reyði hevði tíðina 04:37.24, Havnarbáturin hevði tíð­ina 04:47.20 og Eystur­oyingur 04:51.12. danjal@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen