mánadagur 23. juni 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
H E S A V I K U N A
Javnleikurin millum HB og B36 sunnu
dagin var 5 javnleikurin á rað millum
liðini í Effo-deildini. Seinast annað liðið
vann var tann 29 August í 2012, tá
HB vann 2-0 á grannunum úr B36.
4
Teitur M. Gestsson
Kundi ikki lastast fyri nakað
málið hjá B36 og helt HB inni í
dystinum, tá hann við framúr góðari
bjarging fekk vart fyri skotinum
hjá Adeshina Lawal. Kom eisini
væl út í feltið fleiri ferðir, eftir
deyðbóltsstøðum.
3
Jógvan Rói Davidsen
Kemur altíð við einum
heilhjartaðum innsatsi og royndi fleiri
ferðir at koma við í álopsspæli hjá HB
við sínari ferð.
3
Rógvi Holm
Skoraði útjavnandi málið við
langskoti. Var sterkur í duellunum
við B36 álopinum, men hevði eisini
onkrar skeivar sendingar í byrjanini
av dystinum.
3
Jóhan T. Davidsen
Er stýrimaðurin í HB verjuni og
royndist eisini væl. HB verjan var
tó trýst nakrar ferðir í dystinum
og serliga var tað eftir skjótálop
hjá B36.
3
Alex José dos Santos
Spælir aftur á vinstra bakki hjá
HB og loysti uppgávuna væl. Hevur
góðar dygdir frameftir vøllinum,
men hornaspørkini hava onkuntíð
ligið betur enn tey gjørdu til dystin.
Millum annað vóru hornaspørkini
í steypadystinum móti B68
mikukvøldið munandi betur.
3
Fróði Benjaminsen
Hevur fyrr leikt betri dystir
og hevði millum annað onkrar feil
avleveringar, ið hann vanliga ikki
hevur. Var tó við í næstan øllum
teimum vandamiklu støðunum hjá
HB og leveraði sum altíð ein framúr
liðinnsats.
3
Levi Hanssen
Spældi ein góðan dyst mitt á
miðjuni. Var nógv við í spælinum
hjá HB og tykist at nærkast sínum
vanliga støðið.
2
Kristin Mouritsen
Besti maður á vøllinum
í steypadystinum móti B68
mikukvøldið. Arbeiðir altíð væl og
skapar nógvar kjansir. Var tó ikki líka
sjónligur í gjár, sum hann vanliga er.
3
Símun Samuelsen
Er aftur á HB liðnum eftir langan
skaðasteðg. Tað sæst at Símun
manglar nakað av dystarvenjing, fyri
at finna sítt vanliga støðið, men var
tó við í nógvum vandamiklum støðum
hjá HB.
2
René Joensen
Varð útskiftur tíðliga í seinna
hálvleiki. Leikti tó ikki ein so ringan
dyst, tí hann var nógv á bóltinum
í fyrra hálvleiki. Kom tó ikki til so
nógv gjøgnumbrot, sum hann vanliga
plagar og hevur væl betri dygdir, enn
hann fekk víst í gjár.
3
Poul Ingason
Er ikki sami leikari sum
Andrew av Fløtum, men stríddist
fyrimyndarliga allan dystin. Er ein
leikari, ið mennir seg fyri hvønn dyst
við spælitíð.
4
Pál Mohr Joensen
Besti leikari á HB liðnum. Kom
inn tíðliga í seinna hálvleiki og birti
eld í HB vónina, tá hann fekk minkað
um munin. Tordi væl at bjóða B36
verjuni av.
spælarameting
André Olsen
Fyrsta veruliga oddabrakið
í Effo-deildini í ár, varð leikt
sunnudagin í Gundadali. B36
vildi við einum sigri, veruliga
leggja sjógv millum seg og
HB. Munurin hevði verið 8
stig, um B36 vann dystin. HB
vildi hinvegin einans verið
2 stig aftanfyri B36, um teir
fingu ein sigur, so tí hevði
dysturin stóran týdning fyri
bæði liðini.
Vandamikið B36 lið
Tað var B36, ið hótti mest
fyrstu løtuna. Hóast HB
var nógv á bóltinum, sat tú
allatíð við eini kenslu, at tað
tóktist meira vandamikið, tá
B36 leikararnir komu í álops
støður. B36 fekk eisini ein
góðan møguleika, tá 5 min
uttir vóru leiktir. Róaldur
Jakobsen slapp skjóta úr
góðari støðu, men rakti høgt
uppum málið.
Tá 13 minuttir vóru leiktir
av dystinum, legði B36 seg á
odda. Burtur úr ongum, hevði
vinstri bakkurin hjá B36,
Alex Mellemgaard, sníkt seg
framvið vinum og fíggindum
og við framúr uppleggi frá
Lukasz Cieslewicz slapp Alex
Mellemgaard at skjóta bóltin
framvið HB málverjanum
Teiti M. Gestsson. Ein kundi
undrast
á,
hvat
vinstri
bakkurin hjá B36 gjørdi sum
fremsti maður hesa løtuna.
HB trýstir – B36 revsar
Eftir málið til B36 kom HB
væl betur við í dystin og í
fleiri førum vóru teir ógvu
liga nær við. Størsta kjansin
hjá HB í fyrra hálvleiki
fekk
Fróði
Benjaminsen,
tá 15 minuttir vóru leiktir.
Levi Hanssen royndi seg
við eini avlevering og hóast
B36 verjuleikarin Andrias
Eriksen sá út til at hava gott
tamarhald á støðuni, tók
hann feil av bóltinum og tí
slapp Fróði Benjaminsen at
standa leysur í 5 metrinum.
Fróði varð kroystur í støðuni
og skeyt bóltin væl uppum
málið.
Tá 43 minuttir vóru leiktir
var tað aftur HB, ið nær við.
Eftir gott álop í vinstru síðu,
slapp Símun Samuelsen til
innlegg. Hóast innleggið lá
væl, ferðaðist bólturin fram
við øllum monnunum í mál
feltinum. Lítla løtu seinni
slapp B36 tó í skjótálop. Og
við einum framúr góðum
skjótálopi,
eydnaðist
tað
eisini B36 at leggja seg á
odda 2-0. Tað var Lukasz
Cieslewicz, ið fangaði bóltin
miðskeiðis á B36 hálvuni. Við
góðum samanspæli við Róald
Jakobsen,
slapp
Lukasz
einsamallur við HB mál
verjan Teitur M. Gestsson
og eirindaleysur legði hann
B36 á odda 2-0 stutt áðrenn
hálvleik. Nú tóktist mót
brekkan tung hjá HB.
Saknurin sjónligur
At HB manglaði fleiri týdn
ingamiklar leikarar sást væl
á spælinum hjá HB. Hóast
HB hevði bóltin meir enn B36,
Hóast B36 var á odda við tveimum málum í hálvleikinum, eydnaðist
tað HB at fáa tað eina stigið við sær, tá størsti oddadystur í Effo-
deildini higartil í ár varð leiktur í Gundadali sunnudagin
B36
misti
sigurin
1 til 6
fótbóltur
Allan Enghamar: HB fjeppari
Sigur var eitt krav, men mugu takađ til takkar viđ
javnleiki. Vit vóru klárt betra liđi, men tađ er skotin
mál iđ telja. 5 stig er nógv, men ikki ógjørligt. Vit
koyra á knægtar!
Koyr á HB
(2-0) 2-2
0-1: Kristin R. Mouritsen 7.
1-1: Klæmint A. Olsen 59.
1-2: Fróði Benjaminsen 86.
Dómari: Eiler Rasmussen