Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70 ítróttur Nógvir áskoðarar og gott fótbóltsveður. At talan var um oddabrak, sást eisini aftur á áskoðaraplássunum. Bæði HB og B36 skýlið vóru nærum fullsett. Umframt tað, sat eisini nógv fólk í tí stóra skýlinum. Nógvar feil avleveringar. Man kundi fleiri ferðir í dystinum undrast á, hví so nógvar feil avleveringar vóru í dystinum. Í fleiri førum var tað lættar avleveringar frá leikarum, ið vanliga ikki gera feilavleveringar. At vøllurin í Gundadali var turrur og at hann er nakað slitin, spælir heilt klárt eisini inn. sá tað út til at dygdirnar til at avgerða í álopsspælinum vóru størri á B36 liðnum, enn á HB liðnum. Tað var eis­ini sjónligt at leikarar sum Andrew av Fløtum og Christian Mouritsen mangl­ aðu á liðnum. Tað eru tveir leikarar, ið eru ógvu­liga týdn­ingarmiklir fyri upp­ spælið á HB liðnum, meðan orkan, styrkin og ferðin hjá Heina Vatnsdal eisini var týðuligur saknur á mið­vøll­ inum. Pál gjørdi mun HB stríddist tó væl allan dystin og um miðjan seinna hálvleik, eydnaðist tað HB at minka um munin. Tað var innskifti Pál Mohr Joensen, ið stutt inn í seinna hálvleik hevði loyst René S. Joensen av, sum slapp ígjøgnum eftir gott einmansavrik í høgru síðu. Sloppin framvið tí fyrsta manninum, smekkaði Pál inn við nærmaru stong og nú ljósnaði vónin í HB skýl­inum. Málmansdropp kostaði B36 HB royndi at trýsta tað, ið eftir var, men B36 verjan vardi manniliga fyri og tóktist at hava gott tamar­ hald á støðuni. Tí skuldi tað eitt heilt marg­háttligt mál til at avgerða dystin. Tá 87 min­uttir vóru leiktir slapp HB mið­verjin Rógvi Holm til góða skotstøðu uttanfyri feltið hjá B36. Hóast Tórður Thomsen tóktist at hava gott tamarhald á skot­inum, misti málverjin onkurs­ vegna bóltin í málið og so­ statt fekk HB javnað til 2-2. Tórður Thomsen, ið annars ikki hevur gjørt nakran sjón­ligan feil í hesum kapp­ ingar­árinum og sum annars hevur leikt framúr væl í B36 málinum í ár og eigur sín stóra part í góðu gongdini hjá B36. Sostatt endaði dysturin við 2-2 javnleiki. Hóast bæði liðini uttan iva ætlaðu sær at vinna dystin, tóktist gleðin allíkavæl at vera størri í HB leguni, nú tá B36 var á odda við 2 málum í hálvleikinum. 2 Tórður Thomsen Leikti sum heild ein góðan dyst og hevði gott tamarhald á verjuni. Kostaði tó útjavnandi málið hjá HB. 3 Høgni Eysturoy Leikti væl størsta partin av dystinum og er róligur á bóltinum á høgra bakki. Var tó eitt skifti í seinna hálvleiki, har hann var nógv undir trýsti frá HB. 4 Hørður Askham Leikti enn einaferð sannførandi í B36 verjuni. Ger fáar feilir og spælir við einari góðari ró. 3 Andrias Eriksen Leikti eisini góðan dyst í B36 verjuni, men var innblandaður í 2-1 málið hjá HB. 3 Alex Mellemgaard Hevur eitt kanón vinstra bein og legði B36 á odda 1-0 í fyrra hálvleiki. Hevði sum heild eisini gott tamarhald á verjumessiga, men var eisini innblandaður í 2-1 málið hjá HB. 4 Klæmint Matras Royndist væl í maskinrúminum hjá B36. Fer heilhjartaður í allar bóltar og slapp sær fleiri ferðir væl av við bóltin. 4 Róaldur Jakobsen Kanska besti maður á vøllinum í fyrra hálvleiki. Hevði eina framúr avlevering til Lukasz Cieslewicz, tá B36 legði seg á odda 2-0. Avrikið dalaði tó nakað í seinna hálvleiki. 3 Hanus Thorleifsson Rann eina rúgvu og arbeiddi sera væl á kantinum hjá B36. Hevði eisini ein risa møguleika í seinna hálvleiki til at punktera dystin, men skeyt uppum málið. 3 Jákup á Borg Arbeiddi væl tann tíman, hann var á vøllinum. Er týdningarmikil fyri uppspæli hjá B36, men hevur onkran annan dyst verið meira sjónligur enn í gjár. Dagsins spælari Lukasz Cieslewicz 5 Besti maður á vøllinum í Gundadali. Átti framúr upplegg til 1-0 málið hjá B36 og fekk eisini lagt B36 á odda 2-0, tá hann sjálvur byrjaði álopi. Leikti støðugt væl gjøgnum allan dystin. 4 Adeshina Lawal Dugir framúr væl at halda fatur á bóltinum og slapp til ein risa møguleika í seinna hálvleiki, men HB málverjin bjargaði meistarliga ta ferðina. spælarameting Myndir: Sigmar Mørkøre NSÍ Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen ■■, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv ■, Magnus H. Olsen, Sjúrður Jacobsen (Meinhard Olsen, 79.) – Árni Frederiksberg ■, Jann Martin Mortensen (Haraldur R. Højgaard, 86.), Andy Olsen – Klæmint A. Olsen HB Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos - Fróði Benjaminsen ■, Levi Hanssen – Kristin R. Mouritsen, René S. Joensen, Símun Samuelsen (Teit Jacobsen, 90.) – Poul Ingason (Tróndur Jensen, 57.) 1 til 6 B36 stóð til at vinna á HB, men so segði Tórður »vit droppa tað«. Besta SMS Fótbóltssendingin Triði hálvleikur á Rás2 Jóannes Niclasen: B36 fjeppari Hattar er góðtikið dreingir, enn ósigraðir. Lýsing frá Heðin Askam og HB skinn til sølu frá óskotnari bjørn, les tikara! Ein fyri allar allir fyri ein, HVÍTIR! Koyr á B36