Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Kristian Joensen: KÍ fjeppari Klassamunur, tó so átti EB/Str 15 min í 2 hálvleiki. Stuttligt at síggja Hjallgrím í essinum, um hann heldur hattar støði, so ringir Lars Olsen skjótt. Men 7 reyð kort í ár!!! Hava dómarnir nakað ímóti okkum? Koyr á KÍ Jóannes Hansen Í Sarpugerði og í Klaksvík var lagið serliga gott eftir 14. umfar, tí Víkingur og KÍ vóru einastu liðini, sum vunnu fulla úrtøku. Serliga harmir vóru teir á Toftum og við Margáir, tí B68 og EB/ Streymur vóru einastu liðini, sum hesa ferð einki fingu burturúr. Í gjárkvøldið fór Víkingur av Svangaskarði við 3-1 sigri eftir 2-0 hálvleiksleiðslu. Heima­liðið var leikliga sera væl við tað mesta av tíðini. Fyrra partin av 1. hálvleiki var Víkingur omaná, og tá eydn­aðist tað at skora tvey mál og harvið at avgera. Bárður Hansen og Hallur Hansson vóru málskjúttar. Spenningur kom í aftur miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá ið Jonleif Højgaard minkaði um munin, eftir at álopsfelagi hansara Óli H. Olsen hevði lagt innfyri. So var tað, at Víkinga brotsspark avgjørdi tíggju minuttir undan dystar­enda. – Vit eru stak væl nøgdir við úrslitið, tí teir vóru leik­ liga omaná. Tað var eisini orsaka av, at vit góvu teimum loyvi at spæla, og tí vit kendu okkum hava tak á støðunum, tá ið teir løgdu innfyri. Eftir vána­liga byrjan eru vit nú komnir fyri okkum, og nú gleða vit okkum at hitta HB fríggjakvøldið á Víkinga døgunum, var viðmerkingin hjá Víkingaliðformanninum Atla Gregersen. B68 venjarin, Jógvan Martin Olsen, iðraði seg um ikki sannførandi fyrstu løt­ una, sum var avgerandi: – Í 70 minuttir vóru vit omaná. At vit ikki fáa stig burturúr kunnu vit takka okkum sjálvum fyri. Risa møguleikar verða misnýttir, og í hinum endanum gera vit mistøk, sum ikki eiga at koma fyri, eitt nú í sambandi við brotssparkið, tá ið Hallur Hansson spælir inn um vong­ verjan, har Heðin Hansen verður leysur og so verður tikin. Vit vistu undan kapp­ ingar­byrjan, at tað var neyð­ugt við stór­um arbeiði fyri at røkka mál­inum, sum er at yvir­liva í deild­ini, og vit halda fram við tí ar­beið­num, var við­merkingin hjá B68 venjar­anum. Sigurssælir klaksvíkingar Hóast teir síðsta stóra kor­ ter­ið vóru undir­mannaðir, so vunnu klaksvíkingar 3-1 á heima­vølli ímóti EB/Streymi. Sigurin varð staðfestur við brotssparki tveir minuttir eftir útvísingina. Johan Jacobsen sá reytt, tí dómarin metti, at hann royndi eftir manninum og ikki bóltinum, tá ið EB/Streymur var á veg í mótálop. KÍ venjarin var stak væl nøgdur: – Tað er hugaligt at vinna, og tað er serliga hugaligt at stað­festa, at hetta leik­liga var besta avrikið hjá okkum higartil í ár. Tað tænir liðnum til stórt rós, at hug­burð­urin var góður, og at spæl­arar­nir vístu sjálvsálit og spældu seg til fleiri stórar mál­møgu­ leikar. Tað var spell, at vit ikki fingu nyttu burturúr upp­aftur fleiri møguleikum, men vit eru serliga væl nøgdir við, at tað ikki kostaði, at vit mistu ein mann, tá ið støð­an var 2-1. Fyrstu løtuna eftir steðgin sá tað ikki so gott út. Men tá ið Marni Djurhuus við góðum stútara eftir innlegg úr vinstru hevði minkað um munin, reistu vit okkum aftur, var metingin hjá Eyðuni Klakstein. Nú hevur KÍ vunnið sjey stig burturúr trimum teim­ um seinastu ferðunum. Úrs­ litið í gjár bar við sær, at klaks­víkingar lyftu seg fram á fimta plássið – omanfyri EB/Streym. Gert Hansen, EB/Streyma liðformaðurin, var ikki nøgdur við avrikið hjá sær og sínum monnum: – Vit eru ikki góðir í 1. hálv­leiki, tá ið Hjalgrím Elttør skorar eitt gott mál eftir innlegg frá Ndende úr høgru, og tá ið Ndende stútar eitt mál eftir innlegg frá Álvi F. Christiansen úr høgru. Ansingar­nar eru ikki góðar, og frameftir vøllinum ber tað heldur ikki væl til. Í steðg­ Víkingarnir verja bronsuna (0-2) 1-3 0-1: Bárður Hansen 15. 0-2: Hallur Hansson 19. 1-2: Jonleif Højgaard 67. 1-3: Hanus Jacobsen br 80. Dómari: Ivar Orri Kristjánsson (Ísland) 1-0: Hjalgrím Elttør 12. 2-0: Ndende Adama Guéye 42. 2-1: Marni Djurhuus 57. 3-1: Atli Danielsen br 76. Dómari: Eiler Rasmussen Víkingur mátti hava íslendska hjálp fyri at knekka eitt gott B68 lið. Besta SMS Fótbóltssendingin Triði hálvleikur á Rás2 Fótbóltsdómararnir verða test­ aðir tá KÍ spælir. Í dag stóð Eiler royndina. Hann er ikki farvu- blindur. KÍ fekk reytt kort. Besta SMS Fótbóltssendingin Triði hálvleikur á Rás2 Umfarið var gott fyri KÍ, sum vísti besta avrikið higartil í ár, og í botninum lyfti AB seg upp um strikuna fyri fyrstu ferð síðani sætta umfar Rúni Klein Joensen: Víkinga fjeppari Sigurin í dag á Toftamonnum var sera tíđandi fyri okkum, tađ var ikki ein lættur dystur, toftamenn fara at taka stig frá fleiri liđum á heimavølli. HB hava fingi Burger-King bein og fáa ein skarpan gang í Sarpugerđi á Víkingadøgum komandi fríggjakvøld tá "Speedy" Lava er viđ aftur. Vit buldra fram og eru bara skutin aftanfyri HB. Gott Dreingir!!! WLYV víkingur Øssur Jacobsen: B68 fjeppari ein kendur venjari segdi einaferd ikki skora ikki vinna dystur, nu taka Við ab ådrenn stedgin og faa okkum 3 god stig, forza B68 Koyr á B68 Rógvi Dam: EB/Streymur fjeppari KÍ skrivaði søgu fyrsti sigur síðan 2003 á EB/ Streymi á heimavølli. Og nú er bara eitt, at gera og tað er, at vinna á vespinum til næsta dyst. Saman standa vit sterk eb/Streymur (2-0) 3-1