mánadagur 23. juni 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70
ítróttur
inum tosaðu vit um tingini,
og fyrstu løtuna í 2. hálvleiki
vóru vit greitt omaná, og tá
høvdu vit fleiri møguleikar.
Men so mistu vit takið, og
hóast vit vóru yvirmannaðir,
so bar tað einki til, staðfesti
Gert Hansen.
Eingin misnøgd á Skála
Tað endaði málleyst á Skála,
har heimaliðið við Paula
Poulsen við róðrið fyri fyrstu
ferð hevði vitjan av AB. Úrs
litið bar við sær, at AB lyfti
seg upp um strikuna. Hetta
er fyrsta ferðin síðani 6. um
far, at argjamenn hyggja
niður á strikuna og ikki upp
á hana:
– Hetta kundi koppað
báðar vegir. Fram ímóti
dystarenda spenna báðir
partar seg út fyri at vinna,
og tí varð tað órudduligt. Tað
hevði sjálvandi verið betri
at vunnið trý stig, men eitt
stig er betri enn einki stig,
og vit rokna framvegis av
gjørt við møguleikanum at
spæla í bestu deildini næsta
ár, var viðmerkingin hjá AB
hjálparvenjaranum Morten
B. Overgaard.
Pauli Poulsen hefti seg
við, at tað eydnaðist hansara
monnum at halda mótstøðu
monnunum frá at skora
mál. Tað er bara komið fyri
eina ferð fyrr í ár, tá ið tað í
sjeynda umfari endaði mál
leysst á Svangaskarði millum
B68 og Skála:
– At tað er tætt í verjuni er
grundarlagið, sum vit skulu
byggja víðari uppá. Hesa
ferð var talan ikki um nógvar
upplagdar
málmøguleikar.
Tað var bara í sambandi við
deyðbóltsstøður, at tað var
vandamikið.
Spælararnir
vístu góðan hugburð, og tað
sást væl á liðnum, at Pauli
G. Hansen var við aftur
á miðvøllinum, har hann
beinanvegin
vísti
sínar
dygdir. Vit vóna, at tað fer at
eydnast at styrkja um liðið,
og vit hava ikki mist vónina
um, at tað eisini í 2015 verður
fótbóltur í fremstu røð á
Skála, var viðmerkingin hjá
nýggja Skála venjaranum.
ÍF hevur fótað sær
Talvan sigur, at hóast NSÍ er
við í kappingini um bronsu
plássið, so hevur tað ikki enn
eydnast at vinna fulla úrtøku
ímóti øðrum enn teimum
trimum, sum stríðast fyri at
sleppa undan niðurflyting.
Í stevnudystinum leygar
kvøldið eydnaðist tað ikki at
vinna á ÍF. Avrikið vísti, at
fuglfirðingar eru við at fáa
høvdið fyri seg, eftir at tað
leingi hevur verið striltið hjá
teimum:
– Teir eru tvær ferðir
frammanfyri. At vit báðu
ferðirnar megna at svara
aftur boðar frá, at hug
burðurin er góður, heldur
ÍF venjarin Albert Ellefsen.
Clayton Soares átti stóran
lut í báðum ÍF málunum. Í
fyrra førinum var talan tó
um sjálvmál, men í seinna
førinum – miðskeiðis í 2.
hálvleiki – var Clayton mál
skjútti.
Sammett við undanfarnu
árini hevur tað ikki ligið
væl fyri hjá honum við mál
skjótingini í ár. Hetta var
fyrsta málið síðani í fjórða
umfari, og hetta var bara
annað málið í landskapp
ingini. Albert Ellefsen veit,
hví tað ikki hevur gingið so
væl hjá Clayton at skjóta
mál:
– Hann er darvaður av
liðbandsskaða í knænum. Tí
fær hann ikki vant saman
við honum. Hann roynir
at spæla, men tað er ikki
optimalt. Eftir dystin fríggja
kvøldið í Gundadali ímóti
B36 fer hann til hús. Honum
tørvar viðgerð og hvíld, og so
vóna vit, at hann fer at koma
fyri seg.
Hjá NSÍ liðformanninum
Klæminti A. Olsen gongur
tað betri at finna vegin til
meskarnar. Klæmint skor
aði til 1-0 í 27. minutti, og
í 57. minutti legði hann
NSÍ framum 2-1. Harvið er
hann púra einsamallur á
máltindinum. Tann næsti
er Finnur Justinussen við 9
málum.
NSÍ
venjarin
Trygvi
Mortensen heldur ikki, at
leikliga avrikið hjá hansara
monnum heilt stóð mát vit
tað, sum teir vístu á heima
vølli ímóti B36 og HB, tá ið
eingin úrtøku fekst burturúr:
– Hóast vit løgdu okkum
framum, so var avrikið í 1.
hálvleiki ikki sannførandi.
Eftir steðgin sá betri út,
og tá eydnast tað aftur
at koma á odda. Mistøk í
verjupartinum kostaðu, og
eftir at teir høvdu javnað,
kundi tað gingið heilt galið,
tá ið Ari Ó. Ellingsgaard
rakti báðar stólparnar, men
tað hevði verið misvísandi,
um vit einki høvdu havt
fingið
burturúr.
Serliga
í deyðbóltsstøðum er ÍF
liðið vandamikið, og Jákup
Mikkelsen vísti fleiri ferðir,
at hann framvegis er ein
góður málverji. Tað mugu
vit staðfesta og so arbeiða
víðari. Fyri vónina at vinna
bronsumerkini hevur tað
stóran týdning, at vit vinna
fulla úrtøku, tá ið EB/
Streymur
kemur
henda
vegin
fríggjakvøldið,
var
viðmerkingin
hjá
Trygva
Mortensen.
joannes@sosialurin.fo
fótbóltur
1-0: Klæmint A. Olsen 27.
1-1: sjálvmál 38.
2-1: Klæmint A. Olsen 57.
2-2: Clayton Soares 64.
Dómari:
Dómari: Lars Müller
Nú eru Skála seksutir,
um ikki annað.
Besta
SMS
Fótbóltssendingin
Triði hálvleikur á Rás2
Tað skal nokk javna seg hjá ÍF.
Besta
SMS
Fótbóltssendingin
Triði hálvleikur á Rás2
Steingrím Jacobsen: Skála fjeppari
1 dyst og 1 stig. Vælkomin til, Pauli. Vónandi fært
tú enn fleiri stig! Eisini fantastiskt at síggja Paula G.
á vøllinum aftur!
skála
John Andersen: NSÍ fjeppari
Um vit ætla okkum at enda ímillum fýra tey bestu í
Effo-deildini í ár, so mugu vit duga at vinna á øðrum
liðum enn AB, B68 og Skála... Ikki tí, eg gleði meg
longu, til vit møta hesum liðunum aftur
Koyr á NSÍ
Bárður Olsen: AB fjeppari
Vit styra tað mesta av dystinum í dag og have møguleikarnir av avgerða
dystin sjálvir, men sum undanfarnu dystir taka vit ikki av. 1 stig er og men
javnleikurin í dag følist meir sum eitt tap enn nakað annað. Nú størsti parturin
av liðinum koyrur væl, er bara álopi eftir sum snøgt sagt skal vísa meir enn, at
teir duga at renna runt við bóltinum her kemur onki burtur úr!
Koyr á AB
Birgir Petersen: ÍF fjeppari
Clayton endiliga komin í sving, 1 stig er ok, men nú
mugu vit vera neyvari og fara at taka øll stigini tá
tjansurin er. Stong-stong inn næstuferð Ari
Koyr á ÍF
(1-1) 2-2
(2-0) 3-1
Myndir: Álvur Haraldsen