mánadagur 23. juni 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Í dag verða fólk við hesum sjúk
unum viðgjørd á ymsan hátt. Nøkur
fáa heilivág sum tablettir ella við
innspræning, meðan onnur noyðast
ígjøgnum umfatandi skurðviðgerðir
fyri at fáa tamarhald á sjúkuni.
Men nú nærkast ein nýggjur
møguleiki. Verkfrøðingar á lærda
Stanford-háskúlanum eru komnir
eftir, at tað ber til at seta elektriskar
eindir inn í mannakroppin og at
løða tær tráðleyst. Hetta fer at gera
tað møguligt hjá læknavísindini
at seta ymsar sensorar og evarska
lítil implantatir í støð á manna
kroppinum, har hetta ikki hevur
verið gjørligt fyrr.
Málið er at menna eindir, sum
kunnu halda eygað við kropp
inum, viðgera sjúkur og linna
pínu.
Eitt
nú
verður
hugsað
um nervastimulatorar og aðrar
stimulatorar og um pacemakarar,
sum kunnu endurløðast, sigur verk
frøðingurin Ada Poon, sum stendur
á odda fyri verkætlanini, við tíðar
ritið Proceeding of the National
Academy of Sciences.
Tann nýggi tráðleysi løðingar
hátturin ger, at ístaðin fyri tær ofta
stóru og klossutu elektronisku
eindirnar fer tað nú at bera til at
brúka smáar eindir.
– Eindirnar skulu vera so smáar
sum gjørligt, so tað verður lættari at
implantera tær langt inni í kropp
inum. Á tann hátt kunnu vit finna
nýggjar hættir at viðgera sjúkur og
at linna pínu, sigur Ada Poon.
Tráðleys løðing
Elektronisk stimulering av heilanum
er ein væl kendur viðgerðarháttur,
sum verður brúktur í sambandi
við tunglyndi og eitt nú Parkinson.
Verkfrøðingarnir á Stanford vóna
nú, at við teirra kanningum fer tað
at bera til at seta smá implantatir
inn í heilan, sum senda signalir.
Verkfrøðingarnir hava longu
ment eina pacemaker-líka eind, ið
er til støddar sum eitt lítið rískorn.
Eindin kann løðast við einum tráð
leysum løðara, sum ikki er størri
enn eitt vanligt gjaldskort.
Hetta við trásðleysari løðing er
ikki nýtt í sjálvum sær og verður
millum annað nýtt til summi sløg
av telefonum. Trupulleikin er, at
hendan tøknin brúkar tað, sum
verður kallað "near field-bylgjur",
sum ikki bera serliga langt. Bylgj
urnar steðga, tá tær møta mótstøðu,
eitt nú vevnaði í mannakroppin
um. Av hesi orsøk er tøknin við
tráðleysari løðing ikki nógv brúkt
innan heilsuøkið.
Men ta avbjóðingina hava Ada
Poon og hennara starvsfelagar
nú loyst. Tey hava ment eina elek
tromagnetiska bylgju, sum fer
ígjøgnum vevnaðin í mannakropp
inum. Tað merkir, at tað ber til at
løða implantatir í gøgnum so sum
hjartanum ella heilanum.
Etiskir spurningar
Norski professarin Stig W. Oms
holt
ásannar
í
samrøðu
við
norska kringvarpið, at tað, sum
granskararnir á Stanford University
hava avrikað, er sera áhugavert.
Hann ávarar tó um, at tann nýggi
viðgerðarhátturin kann reisa ymsar
etiskar spurningar.
– Tað eru ymisk etisk viðurskifti
tengd at tílíkari tøkni, og tað verður
uttan iva neyðugt at hugsa seg væl
um, áðrenn sumt av hesum verður
framt í verki, sigur professarin.
Hann leggur tó afturat, at um vit
hugsa um, at tann nýggja tøknin
fer at gera aldurdómin hjá fólki
betri og at skerja útreiðslurnar til
heilsuverkið, so er lítið at ivast í, at
hon fær stóran týdning.
Pikkalítil dimsur kann
viðgera fleiri sjúkur
Í framtíðini kunnu fólk við Parkinson, tunglyndi ella epilepsi fáa hjálp
frá einum evarska lítlum elektroniskum implantati.
Summir danskir læknar hava eftir
øllum at døma ilt við at skilja,
hvat teir kunnu brúka pengar til.
Í hvussu er tá talan er um stuðul,
sum teir hava fingið til onkra
granskingarverkætlan.
Fyri nøkrum mánaðum síðani
kom fram, at læknar á Ríkissjúkra
húsinum høvdu keypt sær innbúgv,
málningar o. a. fyri stuðulspengar,
sum teir høvdu fingið til gransking.
Málið varð latið løgregluni.
Nú er aftur galið. Hesaferð snýr
tað seg um átta læknar í Jyllandi,
sum hava brúkt granskingarpengar
til annað enn tað ætlaða. Tað
grovasta dømið er ein lækni á
sjúkrahúsinum
í
Viborg,
sum
hevur brúkt 160.000 krónur av
granskingarpengum til privatar
ferðir og døgurðar av tí dýrara
slagnum. Læknin er nú burturvístur
av sjúkrahúsinum og meldaður til
løgregluna. Tær 160.000 krónurnar
skal hann eisini rinda aftur.
Læknar misbrúka
granskingarpengar
Tann nýskapandi dimsurin er ikki størri enn eitt rískorn
Mynd: Stanford University)
Verkfrøðingurin Ada Poon
stendur á odda fyri granskingini
Mynd: Stanford University
Sernám fekk ov fáar umsóknir,
tá stovnurin fyri einum góðum
mánað síðani lýsti eftir einum
sálarfrøðingi. Tí varð avgjørt at
lýsa starvið leyst av nýggjum.
Talan er um fulltíðarstarv,
og virksemið er út frá høvuðs
deildini í Tórshavn og fevnir
um Norðoyggjar, partar av
Eysturoynni og miðstaðarøkið.
Arbeiðs- og uppgávuørkið er
millum annað at greina og kanna
børn upp til 18 ára aldur og at
veita starvsfólki og foreldrum
ráðgeving og vegleiðing.
Freistin at søkja er 1. juli kl.
16, og Sernám sigur, at starvið
verður sett frá 1. september ella
so skjótt, sum til ber.
Seks sálarfrøðingar arbeiða í
løtuni hjá Sernámi.
Fingu ov fáar
umsóknir