Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Sjálvt um eingin beinleiðis vil vátta tað, er greitt, at avtala er gjørd millum Útnorður­ grunnin og eigaran av P/F Val­halla á Toftum, Peter V. Nørgaard, um fiskavirkið Norðís á Eiði. Norðís hevur ligið stilt tað mesta av einum ári, og nú virkið fær nýggjan eig­ ara, vóna tey á Eiði, at virk­ semi skjótt verður aftur á virk­inum. Sverri Hansen, stjóri í Út­ norðurgrunninum, vil ikki beinleiðis vátta, at sølan er farin fram, men hann av­ vísir heldur ikki, at tað er eig­arin av P/F Valhalla, Peter V. Nørgaard, sum nú hevur keypt fiskavirkið á Eiði. Góð tíðindi  Grímur Hammer, formaður í Arbeiðsmannafelagnum á Eiði, sigur, at vegna limir sín­ar er hann fegin um, at Norðís hevur fingið nýggjar eigarar. – Vit hava nakrar limir á Bátafiski á Eiði, men vit høvdu enn fleiri á Norðís. Vit hava eisini nakrar limir, sum eru arbeiðsleysir, og tí vóna vit, at virksemið skjótt verður aftur á fiskavirkinum, sigur Grímur Hammer. vilmund@sosialurin.fo Valhalla hevur keypt Norðís Gevur frið í sinnið at súkkla Dinna Jensen, býráðsskrivari, hevur verið í starvi hjá Runavíkar kommunu í 25 ár, og herfyri heiðraði kommunan hana við málningi Hóskvøldið klokkan 20 fer Flamma at hava kon­sert í Vektarbúðini í Vest­manna. Flamma er kend fyri sínar stór­ slignu og orkufullu fram­førslur. – Men, men hesa­ ferð verður møgu­leiki at fáa eina meira nær­ leika­kenda og inni­liga konsert­uppliving, siga tey í Vestmanna. Tað er kommunu­ skriv­stovan í Vest­ manna, sum selur atgongu­merki til kon­ sert­ina hjá Flammu. vilmund@sosialurin.fo – Eg eri sera glaður fyri, at eg havi fingið henda møgu­ leika og soleiðis havi fingið eyguni upp fyri, hvussu fantastiskt tað er at flyta seg á eini súkklu, sigur løg­ maður. Kaj Leo Johannesen var ikki maðurin, sum súkklaði nakað serligt, áðrenn hann gjørdist partur av Rynkeby- tiltakinum. – Eg skal viðganga, at eg var ikki maðurin, ið flutti meg nógv á súkklu. Løgmaður er sera fegin um, at hann sum partur av føroyska Rynkeby- hópinum fekk eyguni upp fyri tí fantastiska møguleika, sum tað er at flyta seg á eini súkklu. - Tað gevur nógv at súkkla, og tú velur sjálv/- ur, hvussu nógv tú gert burturúr. Tú kanst súkkla, tí tær dámar tað, men tú kanst eisini topp-venja, um tú hevur hug til tað. Friður í sinni Umframt at tað gevur tær góða venjing at súkkla, er hetta eisini avstressandi, og tú kemur víða. – Ja, eg vil siga, at fyri eina strongda sál, fært tú frið í sinnið, um tú velur at fara á súkkluna. Løgmaður heldur, at súkkling er góð, bæði fyri ung og tilkomin – og hon kann eisini vera góð fyri fólk, sum eitt nú hava trupul­leikar við knøunum. – Eg haldi, at tað er fan­tastiskt at flyta seg á súkklu og uppliva okkara vøkru náttúru á ein øðrvísi hátt, enn tá tú koyrir í bili, sigur Kaj Leo Johannesen. vilmund@sosialurin.fo – Vit vóna, at virksemið skjótt verður aftur á fiskavirkinum, sigur Grímur Hammer, formaður í Eiðis Arbeiðsmannafelag Einki virksemi hevur verið á Norðís á Eiði tað mesta av einum ári – Eg haldi, at tað er fantastiskt at flyta seg á súkklu, sigur løgmaður, Kaj Leo Johannesen Flamma í Vestmanna Sunnudagin var hátíðarhald í samband við, at nýggja kirkjuhúsið á Strondum varð tikið í nýtslu. Byrjað varð klokkan 9.30, tá húsið var opið fyri almenninginum, og klokkan 12 var gudstænasta við sóknarpresti, bispi og øðrum.