mánadagur 23. juni 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Longsti dagur - 21. juni - varð
hildin ymsastaðni kring um
landið.
Summi kyndu bál og grill
aðu, og onnur bæði kyndu
bál, grillaðu, gingu hagatúr
og høvdu høvi at fara til
konsert.
Í Nólsoy fingu tey allan
“pakkan”.
Her var felags grill á
bryggjuni, konsert við Halli
Joensen, og at enda varð
felags túrur gjørdur niðan
á Eggjaklett - ella Høgoyggj,
sum tey eisini rópa tað.
Hallur Joensen hevði eitt
fylgi við sær til Nólsoyar, og
saman við øðrum, eitt nú
Kristinu Bærendsen, Evy
Tausen og Bedda, spældi og
sang hann í Maggies, sum er
staðið hjá Terja Rasmussen.
Vilmund Jacobsen
Eitt ella tvey línuskip koma
inn at landa í dag. Skipini
hava mest av longu, toski
og nakað av svartkalva og
blálongu.
– Seinni í vikuni koma
helst trý línuskip av Reykja
nesrygginum.
Tey
hava
mest av toski og nakað av
svartkalva og blálongu.
Fiskamarknaður Føroya
veit at siga, at tvey onnur
línuskip aftrat koma inn at
landa í vikuni, og hesi hava
mest av longu og nakað av
brosmu.
Umstøðurnar hjá út
róðrarbátum verða eisini
góðar í vikuni.
–
Streymurin
verður
góður, og veðrið verður
eisini gott. Væntandi er tí,
at nakað verður av útróðri.
Útróðrarbátarnir
fáa
eina blanding av toski, hýsu
og hvítingi - og onkur fiskar
eisii við kalvalínu.
Partrolararnir, sum fiska
upsa, royna á ymiskum
leiðum
undir
Føroyum,
og teir hava hampiligan
fiskiskap.
Skipini
koma
inn at landa, sum vikan
gongur.
Um djúpvatnstrolarar
nar verður sagt, at ein fiskar
svartkalva
í
Grønlandi
og frystir fiskin umborð,
og ein fiskar blálongu og
landar í Danmark.
–
Tríggir
djúpvatns
trolarar fiska svartkalva
og koma væntandi inn at
landa síðst í vikuni. Hinir
allir djúpvatnstrolararnir
liggja við bryggju.
Lagt verður aftrat, at
tveir trolbátar, sum fiska
á landleiðini og ein, sum
fiskar tosk og hýsu á land
grunninum, koma inn at
landa í dag. Trolbátarnir
hava eina blanding av toski,
reyðsprøku, tungu og hav
tasku.
Fiskamarknaður Føroya
veit eisini at siga, at seinni í
vikuni koma væntandi fýra
ella fimm trolbátar, sum
fiska á landleiðini og ein
trolbátur, sum fiskar tosk
og hýsu, inn at landa.
Útlitini fyri
landingum
hesa vikuna
Nólsoyingar hugnaðu
sær á longsta degi
Nólsoyingar bæði grillaðu, høvdu Hall Joensen á
vitjan og fóru til fjalls á longsta degi
Landingarmiðstøðin
við
Toftagjógv landaði í morgin
línuskipið
Sigmund,
sum
hevði 84.000 pund undan
Føroyum.
Niclas Davidsen, land
ingarformaður, sigur, at Sig
mundur hevði mest av toski,
og restin av veiðini var onnur
fiskasløg, eitt nú brosma og
longa.
– Vit landa eisini ísfiska
trolaran Beinisvørð í dag.
Skipið, sum kom inn við
spælskaða, verður landað í
Fuglafirði. Sum skilst hevði
Beinisvørð hampiligan fiski
skap, tá teir noyddust at
bróta túrin av.
Beinisvørð hevur umleið
18.000 pund, meginparturin
av veiðini er svartkalvi.
Ísfiskatrolararnir, Eystur
búgvin
og
Vesturbúgvin,
sum eru á gulllaksaveiði,
koma væntandi inn at landa
mikudagin ella hósdagin.
– Nú gulllaksavertíðin
er, landa skipini á Toftum,
og tey eru inni einaferð um
vikuna.
Niclas Davidsen sigur, at
gulllaksaskipini gjarna hava
stórar nøgdir, tá tey koma inn
at landa, og soleiðis verður
væntandi eisini hesaferð.
gulllaksaveiði.
Mynd: nes.fo
Eysturbúgvin og Vestur-
búgvin landa á Toftum
Tað er ikki óvanligt, at menn taka
gamlan náta, tá teir eru til skips.
Her er tað Ivan Holm, ið tekur sær
nakrar fuglar umborð á Heyki