Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hægri lestur í Føroyum og Danmark í 2014 spurningar og svar Á Fróðskaparsetur Føroya Bachelor • Livfrøði • Kt-verkføði • Lærari • Námsfrøði • Sjúkrarøktarfrøði • Sosialvísindi og samfelags­planlegging • Politikkur og umsiting • Søga • Føroyskt Master • MA-útbúgving í Løgfrøði (her finnur tú eisini umsóknarblaðið) • MA-útbúgving í Føroysk­ um Freistin at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli 2014 á midnátt. Kunning: http:// setur.fo/upptoeka-2014/ Á Føroya Handilsskúla verður tikið upp til hesar hægru útbúgvingar í heyst – www.fh.fo • Akademiútbúgving (AÚ) - Tilmeldingarseðil skal sendast við telduposti til gg@fh.fo.  • HD 1. partur - Innskrivingarseðilin til HD 1. part skal sendast til sj@fh.fo.   • HD 2. partur - Fíggjarlig ráðgeving - Roknskapur og fíggjarstýring Kunning: http://auhe. au.dk/uddannelse/efter- og-videreuddannelse/hd/ tilmeldinghd2del/ • Teldustøðingaútbúgving (TSÚ) - Tilmeldingarskjal til TSÚ skal sendast við telduposti til til tm@fh.fo.  Umsóknarfreistin til AÚ, HD og TSÚ er 1. juli 2014. Umsóknarmannagongd til styttri, millum­ langar og langar hægri útbugvingar í Danmark Øll skulu søkja gjøgnum hesa heimasíðuna: www. optagelse.dk Her kann mann gera alla umsóknina lidna online, um mann hevur Nem-ID og danskt CPR.nr. Um mann ikki hevur tað, skal mann svara, at mann ikki hevur CPR.nr. (og tískil heldur ikki Nem-ID) og so fær mann eitt loyniorð sent til uppgivna teldupostin. Síðani fyllir mann sína kvotu 1 umsókn út og festir m.a. miðnámsprógvið við. Seinast skal mann prenta eina síðu út – eitt fylgiskriv við navni og navni á útbúgvingini og adressuni, hagar tann útprentaði fylgiseðilin skal sendast og vera frammi í seinasta lagi áðrenn kl. 12:00 tann 5. juli. Ein fylgiseðil skal sendast til hvørja av út­ búgvingunum, sum mann raðfestir. Spurningur 1 Hvat er Nordjobb? Svar: Leitar tú eftir arbeiði í summar? Verkætlanin Nordjobb ynskir at menna samstarvið við norðurlondini og harvið økja kunnleikan um norðurlendsk mál og mentan. Nordjobb kann søkjast av øllum norður­ lendingum millum 18 og 28 ár. Nordjobb… • bjóðar arbeiði í summarhálvuni í einum norðurlendskum landi ella sjálvstýrandi umráði • skipar fyri, at tú fært nakað at búgva í • bjóðar eitt hugtakandi og áhugavert frítíðarskema Minnist til: • Til ber ikki at fáa arbeiði í egnum land • Arbeiðsgevarin ger av, hvør umsøkjari fær arbeiði • Tú verður lønt/ur sambært galdandi sáttmálum og ert skattkyldug/ur í tí landi, sum tú arbeiðir í • Tú skalt sjálv/ur gjalda ferð, mat og leigukostnað Ert tú áhugað/ur? Vitja so www.nordjobb.org og skráset teg í dag! Ert tú arbeiðsgevari? Nordjobb er ein felagskapur, ið ynskir at menna samstarvið við Norðurlond og harvið økja kunnleikan um norðurlendsk mál og mentan teirra. Síðan 1985 hevur Nordjobb syrgt fyri og sent yvir 18.000 ung til arbeiðspláss í Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Danmark, Svøríki, Álandi, Finlandi og Noregi. Tey, ið søkja til Nordjobb, eru millum 18-28 ár og koma úr øllum Norðurlondum. Vit fáa íalt uml. 10.000 um­sóknir hvørt ár. Øll, ið søkja Nordjobb, duga eitt av skandi­nav­isku málunum; danskt, svenskt ella norsk. Meðan norð­jobbarin arbeiðir í Føroyum, syrgir Nordjobb fyri tiltøkum til teirra í frítíðini, søkir um p-tal og er til taks hjá bæði norðjobbara og arbeiðsgevara í tíðarskeiðinum. Tað er eisini okkara uppgáva at finna honum ella henni bústað. Nordjobb felagskapurin fær stuðul frá Nordisk Ministerråd, tí er tað kostnaðarleyst at vera við í skipanini. Tað einasta, sum tú sum arbeiðsgevari rindar fyri, er arbeiðslønin hjá norðjobbaranum. Kundi tú hugsað tær at tikið ímóti einum norðjobbara, ella hevur tú spurningar, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Nordjobb. Tú kanst eisini skráseta teg sum arbeiðsgevara beinleiðis á netinum. Vinarliga Bjørg og Holger Spurningur 2 Ofta verða spurningar um ferðastuðul settir, og tí vilja vit her stutt kunna um treytirnar fyri at fáa ferðastuðul, og nær tann lesandi skal søkja. Ferðastuðulin er umsitin av Studna - studni.fo Allir føroyingar, ið eru undir útbúgving uttanlands, og børn teirra kunnu fáa ferðastuðul, so tey kunnu koma heim til Føroya eina ferð um árið. Upphæddin verður ásett av Studna við støði  í prísleguni fyri flogferðir. Upphæddirnar, sum eru galdandi nú, kunnu síggjast á heimasíðuna hjá Studna. Treytirnar fyri at fáa ferðastuðul eru í høvuðsheitum: • tann lesandi skal ganga á eini góðkendari fulltíðarútbúgving uttanfyri Føroyar • útbúgvingin skal vara í minsta lagi eitt ár • tann lesandi skal vera lestrarvirkin • tann lesandi skal ganga á eini útbúgving, har meira enn ½ av lestrarárinum er ólønt Freistin at søkja fyri tey, ið byrja at lesa í tíðarskeiðnum 1. august til 31. desembur, er 30. juni árið eftir. Freistin at søkja fyri tey, ið byrja at lesa í tíðarskeiðnum 1. januar til 31. juli, er 31. desember sama ár. Umsóknarblaðið kann heintast á studni.fo G.G. Søkjast skal á hvørjum lestrarári. Vinarliga   Holger og Bjørg Lesandi og teirra skattaviðurskifti í summarfrítíðini Í hesum tíðarskeiði er týdningarmikið hjá teimum lesandi at geva sær far um síni skattaviðurskifti. Lesandi uttanlands, ið koma heim at arbeiða í summarfrítíðini, skulu skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 15. juli 2014, boða TAKS frá, um p-talið skal gerast virkið. P-talið má vera virkið fyri at fáa løn útgoldna. Er p-talið ikki gjørt virkið innan 15. juli er møguligt at gera tað virkið aftur frá 11. august 2014. Fyri at gera p-talið virkið skal teldupostur sendast til taks@taks.fo, við upplýsingum um p-tal, navn, adressu og nær ein væntandi er í Føroyum. Boðini skulu vera skrivlig. Søkja lesandi um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, verða tey skrásett við fríkorti. Tað merkir, at tær fyrstu kr. 30.000, ið vunnar verða, eru skattafríar. Fríkortið er tað sama sum botnfrádrátturin í kommunuskattinum. Verður vunnið meira enn botn­ frádráttin, verður skattur goldin av inntøkuni, sum fer upp um botnfrádráttin. Lesandi í Føroyum hava sama møguleika sum lesandi uttanlands at fáa sær eitt fríkort, um tey bert arbeiða partar av árinum, har inntøkan er á leið kr. 30.000. Hesar útbúgvingarnar verða bodnar út á Fróðskaparsetur Føroya á Føroya Handilsskúla