mánadagur 23. juni 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Tórsvøllur onki dulsmál!
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Í dag hevur Marin Katrina
Frýdal, býráðslimur í Havn,
grein í miðlunum, har hon
leggur undirritaða undir at
hava dult upplýsingar fyri
býráðnum. Hetta er sjálvandi
ikki so.
Til tess at fólk yvirhøvur
skulu skilja, hvat málið snýr
seg um, skal eg stutt lýsa
málsgongdina.
Heildarætlanin
Málið snýr seg í stuttum um
verkætlanina at byggja ein
altjóða leikvøll, eitt lands
stadion, so at vit í Føroyum
framhaldandi kunnu hýsa
altjóða landsdystum á hægsta
stigi samsvarandi krøvunum
frá UEFA og FIFA. Hetta
arbeiðið fór av álvara í gongd
í 2010 sum samstarv millum
Tórshavnar kommunu og
Fótbóltssamband Føroya.
Gjørd varð heildarætlan
um útbygging og dagføring.
Byrjað varð við at fáa sett
neyðugu
ljósmastrarnar
upp, tí altjóða krøvini vóru,
at dystir skulu spælast um
kvøldið. Næsta stig var at
skifta grasvøllin út við ein
av graslíki.
Fyri tveimum árum síð
an samtykti býráðið næsta
byggistig, sum var suður
endin og eystursíðan. Ar
beiðið fevndi m.a. um at taka
øll áskoðaraplássini á suður
endanum niður, at nýggjur
bygningur við nakað færri
áskoðaraplássum
kom
í
staðin, og at áskoðaraplássini
á eystursíðuni komu undir
tak.
Kostnaðarmetingin
frá
2012 fyri hetta arbeiðið var 84
miljónir. Henda kostnaðar
meting heldur stikk innan
fyri nakrar fáar túsund
krónur, hóast at vit nú skriva
2014.
Viðgerðin í 2012
Í mars 2012 samtykti FSF
uppskotið
frá
MAP-arki
tektum um nýggjan bygning
við suðurendan á Tórsvølli.
Bygningurin er partur av
heildarætlanini fyri økið,
sum Tórshavnar kommuna
og FSF gjørdu í felag.
Mentamálanevndin sam
tykkir 13. juni í 2012 at taka
undir við at gera endaliga og
bindandi avtalu við FSF um
komandi
byggingarstigið
at gera Tórsvøll lidnan sum
altjóða leikvøll. Tá verður
upplýst fyri øllum býráðs
limum, at samlaða kostnað
armetingin fyri fyriliggjandi
byggistigið, sum er suður
endin og eystursíðan, er 84
miljónir. Alt hetta er skjalfest
og alment.
Í september 2012 samtykkir
býráðið
harumframt,
at
kommunan
útvegar
35
miljónir til samlaðu ætlan
ina á suðurendanum og
eystursíðuni. FSF útvegar
somu upphædd, tvs. í alt 70
miljónir.
Kjakið nú snýr seg um
býtið millum Tórshavnar
kommunu og FSF, ikki um
samlaða kostnaðin, sum er
óbroyttur. Í sambandi við
fíggingarleistin varð avtalað
millum
kommununa
og
FSF at kanna aðrar fígg
ingarmøguleikar,
serliga
eksterna fígging frá eitt nú
vinnugrunnum o.ø. Tí var
ikki endaliga staðfest, hvussu
býtið millum partarnar av
íløgukostnaðinum
skuldi
verða.
Íløgubýtið
Tá tað tíverri ikki bar til at
útvega
eksterna
fígging,
so hevur býráðið longu 13.
september í 2012 samtykt
ætlanina fyri ein mesta
kostnað uppá 84 miljónir,
og heftir tí sjálvsagt fyri
sínum parti av teimum 84
miljónunum. Hetta er øllum
býráðslimum kunnugt, sum
hava havt áhuga at seta seg
inn í málið.
Málið, sum var fyri í vikuni,
snúði seg tí um nýggja avtalu
við FSF um fíggjarliga býtið
av íløgukostnaðinum, sum
býráðið hevur bundið seg til.
Uppskotið var helvtarbýtið
millum kommununa og FSF,
og tí samtykti býráðið, at
írestandi játtanin uppá 7,4
miljónir verður fíggjað av
íløgukarminum fyri 2015.
Málið er sostatt á ongan
hátt
dult,
men
algongt
fyri allar býráðslimir, sum
tíma at seta seg inn í málið.
Afturvendandi spurningar
um "kostnaðurin kemur at
halda" eru púra burturvið,
tí samlaði kostnaðurin er
framvegis tann sami - men
nústaðni er endaliga gjalds
býtið staðfest.
Samstarv
Í dag hátíðarhalda vit, at sátt
máli er undirskrivaður mill
um kommununa, FSF og J&K
Petersen. Farið verður undir
arbeiðið beinanvegin, og eftir
ætlan skal arbeiðið verða
liðugt fyrst í juni 2015. Vit
fáa 2.700 áskoðarar afturat
undir tak, tá landsdystir,
konsertir ella onnur tiltøk
eru á vøllinum á Tórsvølli,
afturat teimum 900, sum
koma undir tak, tá sunnari
endi verður liðug seinni í ár.
Vit onnur fegnast um
at fáa ein stásiligan tjóðar
leikvøll. Men tað er væl ein
demokratiskur rættur til ikki
at fegnast saman við okkum
øðrum.
Sum eg fleiri ferðir havi
gjørt býráðslimum varugar
við, so er eitt so breitt sam
starv, vit hava, bara grundað
á ynskið at fáa góðar og
varandi semjur um stór mál.
Vit royna saman við eini
góðari umsiting at finna
loysnir, vit øll kunnu liva við.
Øll úrslit verða semjuúrslit.
Og tí er sera týdningarmikið,
at vit finna semjur um stóru
málini, sum t.d. íløguætlan
og fíggjarlóg.
Eg havi eisini gjørt vart
við, at verandi skipan í býráð
num als ikki er ein óbroytilig
sjálvfylgja. Velir ein býráðs
limur í flestu førum at
ganga ímóti semjum, ella als
ikki at atkvøða fyri breiðu
semjunum, vit øll skulu
brúka sum grundarlag undir
víðari arbeiði okkara, so
fylgir viðkomandi hvørki
demokratiskum
manna
gongdum, ella luttekur í tí
breiða samstarvinum.
Hetta, at ein einstakur
býráðslimur ikki trívist í
samstarvinum og velir at seta
seg uttanfyri, verður tí enn
einaferð tikið til eftirtektar.
Frá ríkisfundi til samstarvsfund
millum javnbjóðis lond
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna
fyri Tjóðveldi
So var árligi ríkisfundurin
aftur á skránni. Hesuferð í
Føroyum. Hesin átti heldur
verið ein samstarvsfundur
millum javnbjóðis lond, men
so er ikki í dag. Heldur enn
at virka fyri hesum, so boðar
føroyski stjórnarleiðarin frá,
at heitt verður á donsku stjór
nina um at hækka blokkin
til føroyingar við 100 mió.
kr. Samstundis hava boðini
frá grønlendska stjórnar
leiðaranum til donsku stjórn
ina verið beint øvugt og sera
greið.
Grønland ynskir
búskaparligt og
politiskt sjálvbjargni
Grønlendska stjórnin virkar
fyri, at Grønland gerst fíggj
arliga sjálvbjargið, óheft av
donskum blokki, og at landið
gerst sjálvstøðugt land. Hvat
er meira natúrligt enn at
vilja hetta ? Soleiðis spurdi
grønlendski stjórnarleiðarin
herfyri. Fyri at røkka hesum
krevst ein tilgongd yvir eitt
áramál, og krevur stjórnin
at eisini danska stjórnin við
virkar at fáa hetta at eydnast.
Danmark ynskir at
varðveita valdið
Danska stjórnin hevur sjálv
andi síni áhugamál at røkja,
og vil gera tað hon kann
fyri at varðveita valdið yvir
Grønlandi og Føroyum. Ríkis
fundirnir eru liðir í hesum.
Hvørki
Grønland
ella
Føroyar skulu tí vænta,
at danska stjórnin fer at
viðvirka til, at vit gerast
sjálvstøðug lond. Tað kom
eisini týðiliga til sjóndar undir
fullveldissamráðingunum
hjá fullveldissamgonguni.
Ynskja vit, at í Føroyum
skulu føroyingar ráða, so
er hetta sjálvandi nakað vit
mugu vilja og virka fyri –
hetta er ikki nakað, ið onnur
fara at gera fyri okkum.
Føroyar ynskja – um
vegis samgonguna
– 100 mió. kr. í
blokkhækking ?!
Men eitt er, at samgongan
ikki vil størri sjálvbjargni,
nakað heilt annað er, at velja
at bakka aftur í tíð. At velja
at gerast enn meira heft av
danska blokkinum, og at velja
at biðja donsku stjórnina um
at hækka blokkin við 100 mió.
kr. fram til 2020. Hetta er tað
landsstýrið og samgongan
virka fyri í hesum døgum. Og
hetta er, eftir mínum tykki,
ein sera ódámlig støða fyri
føroyingar.
Roynt verður enntá at
fremja blokkhækking, ikki
bert hetta valskeiðið (ið
endar í seinasta lagi í 2015),
men eisini inn í komandi
2 valskeið. Og samgongan
hevur enntá roynt at fingið
donsku stjórnina at hækka
ríkisveitingina við 200 mió.
kr. Danska stjórnin segði
nei.
Hugsið
tykkum
hvat
hetta sigur umheiminum
um okkum ? Hugsið tykkum
hvat fyri signal samgongan
og landsstýrið senda um
okkum øll í hesum døgum ?
Samgongan á
ósjálvbjargniskós
Tíverri er hetta bert eitt av
fleiri átøkum, ið samgongan
hevur framt fyri at gera
okkum minni sjálvbjargin. Tí
bert síðan henda samgongan
hevur tikið við, hevur hon
megnað at:
•
Hækka ríksiveitingina í
fleiri umførum.
•
Avtikið Landsbanka
Føroya
•
Tømt Búskapargrunn
Føroya
•
Brúkt framtíðar
pensjónsskattainntøkur
•
Økt ójavnan millum
fólkið í Føroyum
Eitt tað mest skaðiliga av
øllum, ið framt er, er, at førdi
politikkurin hevur niður
lagað álitið á politisku skip
anina og á landsins leiðslu.
Hetta er aftur við til at undir
grava ferðina fram móti
einum Føroyum sum sjálv
bjargið og sjálvstøðugt land.
Henda gongdin má og skal
vendast. Ongantíð ov skjótt.
Vit vilja á
sjálvbjargniskós
Tað vit kunnu gleðast um
er, at tá nýggj stjórn tekur
við, er eisini skjótt at broyta
verandi støðu. Hetta um vit
fáa eina leiðslu í landinum,
ið vil eina heilt aðra leið enn
verandi samgonga, og um vit
fáa eina leiðslu, ið megnar
at seta stór og bjørt mál fyri
land og fólk.
Fleiri ítøkilig stig skulu
takast, fyri at fáa Føroyar
aftur
á
sjálvbjargniskós.
Millum hesi eru:
• Ábyrgdarfullur
búskapar- og fíggjar
politikkur
• Fiskivinnunýskipan
• Landsbanki Føroya
endurstovnaður
• Føroya grundlóg setast í
verk
• Skiftisskipan har
fíggjarlóg landsins gerst
óheft av blokkinum yvir
styttri áramál
• Fólkaatkvøða um at skipa
Føroyar sum sjálvstøðugt
land
Hesi átøk vilja - saman við
virknum og málrættaðum
vinnupolitikki, framskygdum
útbúgvingar- og mentanar
politikki, umframt politikki,
ið tryggjar, at okkara væl
ferðarsamfelag leggur lunnar
undir einum góðum lívi fyri
alt fólkið - gera, at Føroyar
gerast eitt enn betri land at
liva og virka í.
Hetta er politikkur, ið fær
øll við.
Politikkur,
ið
tryggjar,
at fólkið trívist og vinnan
blómar.
Politikkur, ið fær Føroyar
aftur á sjálvbjargniskós.
Hesum virka vit í Tjóð
veldi fyri.