Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Agga Niclasen meining@meyl.fo Hví er tað, at trans­seksuella sam­felagið ikki tolir kritikk? Tað má vera ein grund til, at trans­seksuell og teirra right-on vinir hava tað so trupult við at tolerera øvutar viðmerkingar. Tað má vera ein grund til, at “T”-ið í LGBT barasta ikki maktar at taka ímóti atfinningum og speirekandi niðringum. Í mun til tað kristna samfelagið, enntá poleraða gjeikarasamfelagið, ið bæði uppliva hvassa mótstøðu í skrift og talu, svara serliga tvør­kynd og tess verjar aftur á ein dek­an alarmerandi máta. Bara seinasta hálvárið hevur transseksuella sam­ felagið staðið fyri eini røð av illarúkandi álopum at fólki, bert tí tey ikki neya fyri transseksuellum ynskjum kamu­flerað sum kravboð. Roseanne Barr, kvinnan handan undirhalds­sendi­ røðini Roseanne, varð ákærd fyri “transfobia”. Grund­in? Jú, hon tók undir við onkrum, sum á sosialu miðlunum hevði sett spurning við tvør­kyndan samleika. Trans­bukandi greinin eftir Julie Burchill bleiv fjernað frá heimasíðuni hjá The Guardian eftir mikið trýst frá diktatorisku deilmongdini í multinationala LBGT. (So mikið fyri framsagnarfrælsi.) Ein onnur Julie, Julie Bindel, eisini feministur, var pall­ borðs­luttakari hjá lærdum háskúla, og tí hon ger nakað so normalt og rættvorðið sum at finnast at transpersónum og, ikki minst, “samkyndum hjúnalagi” og hasi idiotisku ramsuni um javn­rættindi, kærleika og tolsemi, bleiv hon jagstrað burtur. Og so lítli eg í hesum elalítla landi, tá fyri kvartali síðani kontant og kurteisliga fortaldi einum manni (hvørs navn eg ikki tori at skriva longur!), at hann ikki er ein kona, hóast hann meinar tað øvuta... tí hann “følir” tað. Í kjalarvørrinum fekk eg óbeskrivi­liga greitt at vita, at “hatta var best óskrivað”. Hetta frá say-so liberalum fb-aktivistum. Frá øðrum, mest óinteressantum og Also- afhengigum miðal­klassa­frú­ um, at “eg var ljótur og burdi grava meg niður”. Av uppaftur øðrum, trans­ seksu­ellu stuðulsmilitsini, at “eg burdi betalt onkrum at sparka meg í reyv­ina”, tí hatta eg gjørdi, var at “meiða niður og speireka eitt skirvisligt stakkaladýr”. Hmmm! Hetta sigur ikki heilt lítið um hugburðin hjá teimum, ið látast at vera stuðulsfólk hjá trans­um, tí hvør er tað nú eginliga, til sjúund og síðst, sum fer illa við honum... hesum “stakkaladýri”; hvør er tað nú, longu frá startinum, sum er djúpt mannminkandi; hvør er tað nú, sum ikki respekterar hann sum eitt javnbjóðis individ? Eg haldi tað ikki vera serliga pent at kalla ella sipa til tvørkyndan persón sum “stakkaladýr”. Tí, sært tú, tað er við at vera treytaleyst lagaligur og taka so hjartans synd í hesum problemríka persóni—ivaleyst megafittur og alt—at tú ber teg “ljótt at” og fer við honum sum eitt ómyndugt ússalavætti, ið ikki klárar at takkla mótstøðu, fyri ikki at nevna veruleikan. Transseksualisma ella ei, tá er tað apsalutt avgerandi, at vit kon­frontera vitleysa veru­leika­flýggjan. Øll álop á veruleikan skulu takast í álvara og vísast aftur. Eisini hetta. Mannalagnur hoyra ikki heima í fantasiini, men veruleikanum. Títt navn er tín søk, men tað er títt kyn ikki. Sum hjá mær er tað stýrt av grundleggjandi vísindaligum og sosialum sannroyndum. Eins kyn er ikki privat, nakað eftirlátligt, og so slettis ikki, tá ið tú útbasunerar tað. Tá ert tú givin upp fyri skutil. So tá ið høvuðspersónurin og eitt herlið av sympatisørum ótonkt og dølskt vísa á, at veruleikin er ein “persónlig preferansa”, er relativistiskur, tá er tað upp til okkum, ið enn hava ein fót á jørðini, at vísa á, at hann er faktiskur— óelastiskur og rótgrógvin, tí annars ber ikki til at forhalda seg til og kommentera veru­ leikan. Og tað kann ein samvitsku­ byggjandi og smáborgaralig mót­mælisgonga úr Gundadali og oman á Vaglið ikki broyta uppá, hvussu nógv fólk so enn spasera saman—eini 6000 túsund, opinbart, brúka vit roknimetoduna hjá LGBT, mest kend úr Saddamsa Irak. Vit liva í eini supersensit­ ivari tíð, har tað, at kenna seg særdan og deklarera hesa kenslu ljódliga, er endað sum ein lívsstílur hjá inni­halds­ leysum hipstarum, hvørs heilar eru koordineraðir at halda tað sama um alt, líka frá vind­myll­um og Jørgin til tónleik og umiddel­bara sálarstandin hjá “teim veiku”. Minnilutabólkar trola alskyns miðlar í tí vón, at har kanska er okkurt harúti, ið særir teg (sum minniluti), og tey tí kunnu kenna seg stoytt av. Dagligt adrenalinkikk, hugsi eg. Men har nakrir bólkar rúma neyðugt sjálvsálit at lata “fornerm­ilsið” liggja, ríða stormin av, eru aðrir, ið eru so lívshættisliga í uppi­setri við sjálvsáliti, og samleika, at tey per automatikk enda við at klaga og ýla langt út á náttina. Bestemt, kristin spæla til tíðir offur-kortið, tá eitthvørt upp­skakandi kemur fram. Men sum regul skíta tey á bíbliu-buking og kristni- karikeringar, ið forrestin er methøgt, heilt sjúkligt í vavi, eisini í FO. Islamistar eru væl meiri følnir, soleiðis sum teir so miriliga vilja tilfredsstillast við regluligum hálshøggingum fyri hvørja ferð onkur kristni-satiriskur abbi í Danmark niðrar Muhamed ella erklerar, at Koranin er ein kokkteylur av barnamisbrúkandi boðabroti. Og, í millumtíðini, tá ið ein kvinna giftist tí manni, hon elskar, ella ein genta lærir seg stav­raðið. Men transseksuell og teirra stuð­ulsnetverk er so inn í helviti nógv meiri bleytt og erkvisið enn “tey kristnu” við teirra, ja, søguligu skavankum. Og eisini meiri enn ódemokratiskir mus­ limar, ið enn sum altíð umboða hin mest grúu­ liga formin fyri terror; tað veri seg heima við hús, lokalt ella internationalt— numeriskt og av einsæris alvi. (Allíkavæl eru vestur­ lendsk ung, træklemmandi bekvemmiligheits-sosialistar, dekan meiri trátikin av at pløga kristin enn muslimar niður. Go figure!) Tey transseksuellu svara aftur við sensuri, ikki bert í mun til for­nermilsi, men sjálvt greinandi við­merkingar um transseksualismu sum ein faktiskur samleiki. Slíkt erkvisni vísir, hvussu grunnur og skroypiligur trans­sam­leikin er. At trans­ samfelagið nærkast tí reyða feltinum, hvørja ferð tað heldur seg varnast okkurt smákeðiligt verða sagt um seg, vitnar ikki um eitt væl­skipað og bran­eggjað mannalið. Heldur, beint øvut —e itt samfelag uttan nakað sum helst sjálvsforstáilsi. So vitandi um sín egna veikleika, at tað má verja seg fyri hvørjum sum helst slag av almennari háðan og hartan, so tað ikki fer í fillir. Harmiligt, men hetta er rákið: tess minni rótfestur og veruligur tín samleiki er, tess meiri umráðandi er tað at reisa ein berlinaramúr fyri at halda óbehagiligheitir frá tær. Og politiski klassin stuðlar hesum. Transseksualisma lýsir seg sjálva sum ein mentanarligur samleiki á jøvnum føti við myrk og konufólk. Tvørkynd spyrja: “Hevði tú kanska verið líka fornermandi við myrk fólk, sum tú ert við transarar?” Men hetta er óærligt suss. Suss, tí tvørkynja botnar í, ikki biologi, søgu ella kulturi, men individuellum sjálvshaturi. Hesin “seksual-samleiki” tekur útgangsstøði í einum vamlilsi fyri sínum egna kroppi; og at lovprísa ein samleika, ið má penta saman ein veruleika til tess ikki at sorlast innanífrá, kann ikki vera gott. Hetta, vinurin, er ikki at “vera góður við” og “stuðla tvørkynd”—áh! Og herí finnur tú essensin í hesum fals-samleika. Ikki lokal­ur stoltleiki ella nakar søgu­av­leiddur varhugi av tilhoyri, men sjálvs­brigdan — ein kensla av ekstremari fremmandagerð av eins egna kroppi, einki minni. At byggja upp og síðustilla slíkar kenslur við ein samleika, so tað, sum bara er ein persónlig kreppa, í kroppi sum huga, kann gerast um til nakað vert at hátíðarhalda, er at virðismeta kropsliga fremmandagerð og prísa persónliga forvirring, í besta føri eksistentiellan ruðuleika. Í Hollandi sleppa børn heilt niður í 11 ár at fáa medisin desainað at støðga kynsbúningini. Hetta eru børn, ið “føla”, at tey hava skeivt kyn. Men ístaðinfyri at geva hesum vaksnu óvitum boð um at taka seg saman, forvirrar terapeut-teamið tað, sum er teenagesligt forvirrilsi, við atsøkjandi samleika. Hví so? Jú, tí nøkur trøll­ vaksin fólk eru blivin so ófor­ dømandi fucked up, at tey hava tað so ómáta­liga trupult við at akseptera og tolerera ymiskleika innan eksi­ster­ andi karmar. Tá hesi sokallaðu stakkala­ dýr hava foreldur, ið elska seg, men seg sjálvan eitt sindur meira, ella bara pedagogar við fleiri skeiðum og fyrilestrum enn fornufti, akti­verast bull­ shit-umformarin... longu í smábarnaárunum, har ak­ septin, hissini koppseting og funda­mentalur tryggleiki er tað einasta, ið telur. Og tað er í hesum upphevj­ aða tolsemi, ella líkasælu, at veru­leika­flýggjandi relativist­ar ikki makta, at nakrir dreingir dáma ballett, og nakrar gentur dáma at eta maðkar, at fanin er leysur, og barnið partú má umbyggja sín kropp og persón sum ein følsk avleiðing av stokkkonservativum menn­ iskja­sýni. Nei, hetta er um aksept av fyrstan tíð, í barna­árunum!, og ikki nakað uppdagilsi av onkrum mystisk­um og bedárandi neo- samleika. Tað er hesin tómleiki í tvør­ kynd­um samleika, sjálvshatur snollaður upp sum langtandi lívsstílur, ið for­klárar hatta erkvisnið millum tvørkynd. Meðan kristin, til dømis, grunda sín samleika á meiningarfull og søgulig viðurskifti, grunda trans­ seksuell sín eksistens á individuella fremmandagerð, og mangla tí ta neyðugu barlastina, bæði moralska og intellektuella, at standa ímóti ákoyringum. So har er lítið at verja. Um nakað. Tí hevur tú hatta irriterandi og óliberala nancy- samfelagið, ið konstant rópar um frælsi og fjøl­broytni samtíðis sum tað, í sín­um samanpentaða tolsemi, krev­ ur statsgaranteraða verju fyri kritikki. EnvironmEntal agEncy Fráboðan um umhvørvisgóðkenning Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvis­ stovan tann 20. juni 2014, við heimild í § 29 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988, um umhvørvisvernd, við seinni brpytingum og § 1, nr. 4 í kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994, um at leggja eftirlits­ og umsitingaruppgávur eftir umhvørvisverndarlógini til Umhvørvisstovuna, við seinni broytingum hevur góðkent alivirksemi í miðvági/sandavági og við velbastað hjá P/F Fútakletti Góðkenningin liggur alment frammi á Umhvørvisstovuni. Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO­165 Argir, í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato. Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni, www.us.fo Umhvørvisstovan Postboks 2048 · FO-165 Argir · tlf.: 342400 · www.us.fo tíðargrein Róligt nú, ikki so erkvisin! -- ikki eingong muslimar eru so følnir sum transseksuella stuðulssamfelagið