Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. juni 2014 · Nr. 71 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Marjun Dalsgaard Tað er upp til lands­stýris­ mannin at fáa eina semju í lag, sigur Kaj Leo Holm Jo­ hannesen. Lands­stýris­mað­ urin í menta­málum segði við Sosialin í mikudagsblaðnum, at tað gongur strilti at finna eina semju um miðl­ar í sam­ gong­uni, men trupul­leikin er átroðk­andi. Privatu miðlarnir bløða, og Kringvarpið hevur somu­ leiðis sæð betri dagar. Í síðstu viku skrivaði Sosialurin um, at annað­hvørt starv í miðla­ heim­inum er horvið sein­astu sjey árini. Bjørn Kalsø, lands­ stýris­maður í menta­málum vil helst gera kring­varps­ gjaldið mvg frítt, men tað er ikki semja um hetta í sam­ gonguni. Tað er held­ur ikki semja um at taka lýsingarnar frá Kring­varp­inum, men tað er upp til landstýrismannin at finna eina loysn, sum sam­gongan kann semjast um, sigur løgmaður. Lands­ stýris­maðurin hevur annars sett sær sum mál at bera eitt lógar­uppskot í løgtingið á ólav­søku, og hann heldur ikki, at tað kann bíða alt ov leingi við at finna eina loysn. Ikke semja um lýsingar Løgmaður viðgongur, at tað kann vera ein trupulleiki, at ov long tíð gongur uttan at ein loysn er funnin, men fyrr enn landstýrismaðurin kemur við eini loysn, sum sam­gongan kann semjast um, kann einki gerast. Í 2007 var breið politisk semja um, at lýsingarnar í kring­varpinum skuldu niður­lagast og Kringvarpið skuldi hava annað inn­tøku­ grundar­lag, men síðani er einki hent. Tvørturímóti hev­ur kringvarpsgjaldið stað­ið í stað, og tað hevur sent Kringvarpið út í eina harða kapping við privatu miðl­ar­nar á einum broyttum lýsingar­marknaði. Haraftrat er journalistiska støðið lækk­ að, og kringvarpið fram­leiður alt ov nógvar bein­leiðis »infotain­ment« send­ingar, sambært leiðslu­sam­skip­ar­ an­um í Kringvarpinum, Jó­ hann Mortensen. Talið av redi­geraðum send­ingum er lækkað úr 10 til 5 sendingar um vikuna, sigur Jóhann Mort­ensen. Tað merkir, at sendingar sum »Bismarin«, »Norðu­rlond í dag« og »Rad­ arin«, eru skiftar út við »Also«, »Kyn og Kenslur« og »Brunch«. Vil avtaka mvg Fyri at loysa trupulleikan, at Kringvarpið kappast við privatu miðlarnar um lýs­ ingar, uttan at tað gong­ur út yvir góðskuna í Krin­g­ varpinum, vil Menta­mála­ ráð­harrin gera kring­varps­ gjaldið mvg frítt, so almenni miðilin fær pen­ingin inn á hendan hátt ístaðin. Hetta er í tráð við tað, sum andstøðan við Rigmor Dam og Gunnvør Balle á odda løgdu fram í løg­ tinginum, men sum var felt av samgonguni fyri nøkrum mánaðum síð­ani. Løgmaður heldur tó, at privatu miðlarnir eiga at styrkjast, og at teir ikki skulu kappast við Kringvarpið um lýsingar. – Mín borgarliga áskoðan er hart ímóti, at privatir miðlar skulu kapp­ast við ein al­mennan miðil, so eg havi tað út­gangs­støði, at Kring­varpið ikki skal hava lýs­ingar, sigur løg­maður. Har­aftrat kundi man styrkt privatu miðlar­nar við stuðuli. Umhugsa útberingar­ stuðul til bløð Í Danmark verða 370 millión­ ir krónur býttar mill­um privatu miðlarnar, bæði avísir og aðrar redaktión­ ir. Eitt nú fáa internet­ redaktiónir sum altinget.dk, avisen.dk og dknyt.dk stuðul úr hesu pulj­uni. Kaj Leo Johannsen heldur, at eitt hugskot kundi verið at latið útberingar­ stuðul til bløð fyri at fáa betri kapping á fjøl­miðlaøkinum. – Vit umhugsa at lata privatu bløðunum útber­ ingar­stuðul. Eitt nú fyri at fyri­byrgja, at tað er so dýrt at selja bløð aðra­staðni enn í mið­staðar­økinum, sigur Kaj Leo Holm Johannsen. Hetta skal somuleiðis gera privatu miðlarnar meira kappingarførar. – Eg haldi, at tað er av stórum týdningi, at Kring­ varpið fær kapping. Vit í politisku skipanini vita betri enn nakar, hvussu týdn­ ingar­mikið tað er, at tað ikki bert er ein stórur miðil, sum er altdominerandi, men at tað eru fleiri miðlar, sigur hann. Miðlaheimurin tódnar, og landstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, sigur seg hava arbeitt við eini loysn í tvey ár, men samgongan kann ikki semjast um ein leist. Tað er upp til landstýris­ mannin at finna eina semju, sigur løgmaður fjølmiðlar Mikudagur 18. juni 2014 · Nr. 68 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fjølmiðlar Marjun Dalsgaard Dimmalætting kom á gøtuna fyri seinastu ferð í september 2013. Við henni doyði tann elsti miðilin í Føroyum, og áðrenn hana fóru bæði Viku blaðið og Vinnuvitan av knóranum. Stutt áðrenn hetta hevði Sosialurin skor ið útgávutalið niður í tríggjar ferðir um vikuna, og harvið uppsagt blaðfólki, fleiri umbrótarum og einum foto grafi. Á redaktiónini í Vágs botni var ofta ringt hjá øll journalistunum at fáa eitt pláss í góðu tíðunum og ymiskir klivar í húsinum vórðu tiknir í brúk. Í dag kemur meir enn so fyri, at meira enn eitt borð er í part, og ein uppteljing av størv­ um í miðlaheiminum vísir, at nærum annaðhvørt jour­ nali st iskt starv er burtur, sam anborið við 2007. Sosialurin hevur ringt runt til redaktiónir og fyrr­ verandi redaktørar, og tað vísir seg, at talið av størvum innan miðlaheimin er hálver­ að síðani 2007. í 2007 vóru 34 fólk á Dimmalætting, 40 á Vinnu­ vitan/Vikublaðnum, 37 á Sosialinum og 117 í Kring­ varpinum. Sostatt vóru fýra stórir miðlar við í alt 235 starvsfólkum í Føroyum í 2007. Í dag eru tveir stórir miðl­ ar: Miðlahúsið og Kringvarpið við í alt 98 starvsfólkum. Tó er lív komið í nýggjar elek­ troniskar miðlar – Portal.fo húsar í alt 10 starvsfólkum, og fleiri útvarpsrásir eru somuleiðis komnar undan kavi, sum spæla tónleik, men einki redaktionelt tilfar hava. 18 í Kringvarpi Føroya og níggju á Portal.fo. Á Norð­ lýsinum, Oyggjatíðindi og Vágaportalinum er støðan óbrýtt. Norðlýsið hevur um­ leið fýra størv, um vit telja freelancarar við, meðan Oyggjatíðindi og Vága por­ talurin hava eitt fólk hvør, men báðir miðlar hava fólk tengd at sær, sum skriva av áhuga. Minni innihald At halda støðið á journal ist­ isku góðskuni er ikki lætt, tá arbeiðsorkan er minkað niður i eina helvt, og í Miðla­ húsinum gjørdi leiðslan ikki mætari enn at skera út gávuna av Sosialinum niður í trý bløð um vikuna ístaðin fyri fimm, tá inn­ tøku grundarlagið byrjaði at vikna. Fyri journalistiska inni haldið merkir hetta sostatt fyrst og fremst, at tað er minni í vavi. – Vit sóu hvønn veg tað bar. Tað var heilt einfalt ikki lýsingagrundarlag fyri fimm bløðum um vikuna, og vit høvdu helst f i á Sosialinum undir at gera meira bakgrundskendar grei­ n ar, meðan tíðindini koma á Rás 2 og in.fo. – Sum blað kanst tú ikki kappast við skjótu miðl ar­ nar og Miðlahúsið hevur inn­ rættað seg heilt annar leiðis í mun til tíð inda flutn ingin í dag samanborið við nøkrum árum síðani. Eitt nú leggja vit nógva orku í in.fo, og vit síggja tíð indi á netinum, sum eitt vakst rarøki, sigur Eirkur Lindenskov. Orkan hevur altíð verið brúkt mest upp á blaðið, og blaðið hevur somuleiðis verið tað búskaparliga grund ar­ lagið, sum Miðlahúsið hevur bygt á, men hetta er við at broytast. Tað fíggjarliga grund arlagið undir at gera bløð er stutt sagt við at hvørva og flyta seg yvir á net ið. Lýsingamarknaðurin hálveraður Bæði Kringvarpið og Miðla­ húsið boða frá einari hál­ ver ing av lýsinga inn tøk um. Sostatt sigur Jóhann Mort­ Gekkurin gevur framvegis væl. Lýsingarinntøkurnar eru minkaðar nógv, sigur Jó­ hann Mortensen. Miðlahúsið sigur somu­ leiðis, at milliónir eru mistar í lýsingakrónum, og eru inn tøkurnar somuleiðis hál veraðar her, sigur Jon­ hard Hammer, stjóri í Miðla­ húsinum. Eitt nú hevur Rás 2 mist tvær milliónir krónur í lýsingarinntøkum seinastu tvey árini. Lýsingamarknaðurin tyk ist at vera minkaður sum heild, men kappingin millum miðlarnar er herd. Millum annað hava fleiri loftmiðlar stungið seg upp, har einasta innihaldið er lýsingar og tónleikur. Kapp­ ingin við Kringvarpið er tó tað, sum blaðstjórin í Miðla­ hús inum hevur ringast við at góð taka. Hann heldur ikki, at Kringvarpi átti at selt lýs­ ingar. – Kapping er góð, men vit kunnu ikki kappast við ein skattafíggjaðan miðil – tað ber snø t vatu miðlarnir sum bløða. Kringvarpið hevur mist 44 av 117 starvsfólkum síð an 2007. Tað er 36,8 % av starvs­ fólkunum og svarar til meira enn triðja hvørt starv. Hetta er millum ann að vegna mistar inn tøku møgu­ leikar í lýs ing um og spølum, sigur Jó hann Morten sen, leiðslu sam skip ari í Kring­ varpi Føroya. Haraftrat hev­ ur kringvarpsgjaldið stað ið í stað í fleiri ár. Hann hev ur starvast í almenna miðlinum í 18 ár, og merkir stórar broyt­ ingar. Serliga góðskan á jour­ nalistikkinum er merkt, færri sendingar verða framleiddar og nógv fleiri beinleiðis send­ ingar verða gjørdar. – Tá væl stóð til, høvdu vit upp til 10 redigeraðar send­ ing ar um vikuna, í dag hava vit fimm, sigur Jóhann Mort­ ensen. Hann heldur somu ­ leiðis, at tann kritiski jour­ nali stikkurin dettur burtur millum. Tá sjónvarpið og útvarpið vórðu løgd saman, vóru starvs fólkini 117 í tali. Tað vóru millum 10 og 13 á tíðindadeildini hjá sjón­ varp inum og umleið 10 í út­ varp inum. Tað er ringt at samanbera tølini, tí í dag eitur tað 18 tíðindafólk, men fleiri av hesum gera morg­ unsendigar og tískil skulu øll størvini ikki roknast við, um tú spyrt til tíðindafólk, sigur Jóhann Mortensen. Hann metur, at 14 størv eru í dag, til fólk, sum taka sær av tíðindum burturav. Tá eru freelancarar ikki taldir við. marjun@sosialurin.fo MiðlaheiMurin bløðir Ein stórur partur av grundarlagnum undir miðlunum í Føroyum er vekk. Lýsingarinntøkurnar eru hálveraðar, og hetta sæst aftur í tølunum av størvum í føroyska miðlaheiminum. Nærum annaðhvørt journaliststarv er burtur, og talið av øllum størvum í miðlum, er hálverað. Stuðul til miðlar í Danmark Í Danmark eru 370 milliónir krónur lætnar redaktiónum í stuðli í ár. Hetta er umframt vanliga hyggjara- og lurtaragjaldið, sum verður latið fyrst og fremst Danmarks Radio. Grungevingin fyri at lata stuðulin er at stimbra ein fjøltáttaðan fjølmiðlaheim til frama fyri fólkaræðið. Tær 370 milliónirnar eru býttar millum 61 redaktiónir. Nøkur dømi um redaktiónir, sum fáa stuðul eru: Landsdekkandi tíðindabløð Kristeligt Dagblad 28.032.295 krónur BT 19.247.780 krónur Berlingske 19.247.780 krónur Børsen 19.247.780 krónur Jyllands Posten 19.247.780 krónur Ekstra Bladet 17.500.000 krónur Amtsbløð Jydske Vestkysten 17.500.000 krónur NordJyske Stiftstidende 17.500.000 krónur Fyns Stiftstidende 15.706.776 krónur Lokalavísir Lolland-Falsters 4.283.139 krónur Skive Folkeblad 3.264.797 krónur Herning Folkeblad 6.182.284 krónur Netredaktiónir: Miðlahúsið 22 37 11 25 -11 -12 Dimmalætting 12 34 0 0 -12 -34 Oyggjatíðindi 1 1 1 1 0 0 Norðlýsið 4 5 4 5 0 0 Kvf 20 117 14 73 -6 -44 Vinnuvitan & vikublaðið 12 40 0 0 -12 -40 ting.fo 0 0 1 1 1 1 Portal.fo 0 0 9 10 9 10 Vágaportal 1 1 1 1 0 0 Í alt 72 235 41 116 31 119 2007 2007 2014 2014 Munur Munur Tíðindafólk Starvsfólk í alt Tíðindafólk Starvsfólk í alt Tíðindafólk Starvsfólk í alt 43 % færri journalistar arbeiða í miðlaheiminum samanborið við 2007 50,6 % av øllum størvum í miðlaheiminum eru burtur síðan 2007 Tíðindafólk 2007-2014 mannin at fáa Løgmaður vil gjarna hava ein breiða semju um fjølmiðlar, men tá andstøðan legði eitt uppskot fyri løgtingið, sum líktist tí hjá Bjørn Kalsø, mentamálaráðharra, feldi samgongan tað Upp til landst