Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. juni 2014 · Nr. 71 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Paul Franklin Watson er eftirlýstur av lógarmyndugleikum í Costa Rica til rættarforfylging/at sita sína revsing Samleikaupplýsingar: Eftirnavn: WATSON Fornøvn: PAUL FRANKLIN Kyn: Male Føðingardagur: 02/12/1950 (63 years old) Føðistaður: TORONTO, Canada Mál: English Tjóðskapur: Canada Hevur tú onkrar upplýsingar, so vinaliga set teg í samband við løgregluna á staðnum. Hetta úttaka av Red Notoce er góðkent til at almannakunngera. General Secretariat of INTERPOL Rólant Waag Dam Paul Watson er nevniliga eftir­lýstur í tveimum um­før­ um av altjóða løg­reglu­sam­ starv­inum Interpol. Hetta fyri gerðir í Kosta Rika og Japan. Tað framgongur á heima­síðuni hjá Interpol, har Paul Watson er at finna undir yvirlitinum yvir eftirlýstar persónar – sokallaða Wanted- listin. Peter Thaysen er chef­ politi­inspektørur. Spurdur ítøkiliga, um Paul Watson verður handtikin, vísir hann seg í Føroyum, svarar Peter Thaysen: »Um Paul Watson kemur til Føroya, uttan at hann er kannaður aðrastaðni, og løg­reglan í Føroyum ger so­ nevnda persónseftirlitið og stað­festir, at ein aktuell eftir­lýsing er, so handla vit út frá tí«. Chefpolitiinspektørurin svarar sostatt ikki ítøkiliga spurninginum. Men tá tað er ein sannroynd, at Watson er eftirlýstur í tveimum um­førum av Interpol, og at løg­reglan í Føroyum, sum er donsk, samstarvar við Interpol, ber til at staðfesta, at leið­arin hjá Sea Shepherd verður handtikin, um hann kemur henda vegin, tí ein aktuell eftirlýsing er av mann­inum, sum Peter Thaysen tekur til. Samstarva við danskar serdeildir Tað er einki dulsmál, at løg­ reglan í Føroyum hevur havt eitt tætt samstarv við serdeildir í Danmark, sum eisini hava verið og fram­ vegis eru í Føroyum, síðani tað gjørdist greitt, at Sea Shep­herd fór at koma henda vegin. Tað hevur ljóðað, at um­ boð frá Politiets Efter­retn­ ingstjeneste er í Føroyum í hesum døgum, men hetta vil Thaysen hvørki vátta ella avsanna. Hann endurtekur tó, at teir hava eitt tætt sam­ starv við danskar serdeildir – og at teir hava fingið hjálp úr Danmark heim til Føroya. Eru fyrireikað Sea Shepherd hava boðað frá, at tey fara at gera alt, sum tey kunnu fyri at steðga grinda­drápi í Føroyum í summar. Tey hava somuleiðis boðað frá, at tey gjøgnum summarið alla tíðina vera umleið hundra fólk her. Spurningurin er so, hvat løgreglan ger, um tað vísir seg, at stórur partur av hes­ um fara at forða einum grinda­drápi, sum jú er ólóg­ ligt. »Vit arbeiða eisini út frá tí møguleikanum, at vit verða noydd til at handtaka nógv fólk. So hetta er nakað, vit eru fyrireikað uppá. Somuleiðis hava vit eina ætlan um, hvussu vit skulu herberga teimum, um ein rúgva av fólki verður handtikin«. GRINDSTOP Paul Watson verður handtikin av føroysku løgregluni, um hann kemur til Føroya í juli. Tað tykist vera púra greitt, nú leiðarin í sonevnda umhvørvis­verndar­ felagsskapinum hevur boðað frá, at hann kemur til Føroya í næsta mánaði Watson verður handtikin tíðindi