týsdagur 24. juni 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. juni 2014 · Nr. 71
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fiskidagaskipanin
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað eru tvey sera ymisk til
mæli um fiskiskapin eftir
botnfiski, sum landsstýris
maðurin í fiskivinnumálum
hevur fingið inn á borðið hjá
sær um dagarnar. Tilmælini
frá Havstovuni og Fiski
daganevndini,
umboðandi
ávíkavist náttúruvísundina
og vinnuna á sjónum, eru
grundarlagið, tá landssstýris
maðurin á ólavsøku kemur í
løgtingið við sínum uppskoti
um fiskidagar fyri næsta
fiskiár.
Í tilmælinum frá Havstov
uni verður mælt til umfatandi
skerjingar í talinum av fiski
døgum. Í tilmælinum frá
Fiskidaganevndini
verður
mælt til sama dagatal.
– Ja, tú kanst siga, at vit
hava tvær ymiskar tilgongd
ir til veruleikan, sigur Dennis
Holm, formaður í Fiski
daganevndini.
Havstovan vísir á, at
støðan hjá hýsu- og toska
stovnunum
er
hættislig,
stovnarnir hava seinastu
árini verið søguliga lítlir og
tað hevur álvarsligar avleið
ingar við sær fyri bæði vinnu
og samfelag. Tí er neyðugt at
gera nakað munagott. Fyrst
skulu allir teir óbrúktu dag
arnir í síðsta fiskiári takast
burtur úr skipanini, og síðani
eiga teir brúktu dagarnir
at verða skornir við 25 pro
sentum.
Stóra
skerjingin
er í roynd og veru ov lítil, tí
sæð úr einum lívfrøðiligum
sjónarhorni hevði verið best
at banna allari veiðu eftir
hýsu, metir Havstovan og
staðfestir í sama viðfangi, at
tað hevði elvt til at næstan
allur flotin varð lagdur.
Heldur frægari stendur til
hjá upsastovninum, men har
er veiðutrýstið ov høgt, og tí
mælir Havstovan til at skerja
dagarnar hjá teimum, sum
serliga fiska upsa (bólkur-2,
sum eru trolarar) við 25 pro
sentum av teimum brúktu
døgunum í farna fiskiári, tað
er fiskiárið 2012/2013.
Fiskidaganevndin
vísir
tvørtur ímóti á, at síðstu
18 árini eru fiskidagarnir
skerdir somikið nógv, at nú
ber ikki til at halda fram í
sama spori og á hvørjum
ári skera meira omanav.
Nevndin vísir á, at hetta
tíðarskeiðið er fiskidagatalið
minkað við meira enn 55 pro
sentum, úr 49.585 niður 22.153
dagar í verandi fiskiári. Og
verða dagarnir hjá lemma
trolarunum, sum ikki komu
við í fiskidagaskipanina fyrr
enn fyri fáum árum síðani,
taldir við í samlaða rokni
stykkið, so eru samlaða
fiskidagatalið minkað við
umleið 31.000 døgum síðani
fiskidagaskipanin varð sett
í gildi.
– Verður nýggjasta til
mælið frá Havstovuni fylgt,
so eru bara 10-11.000 dagar
eftir í skipanini næsta fiski
ár. Tað svarar til umleið 20
prosent av fiskidøgunum,
sum upprunaliga vóru inni
í skipanini. Tá eru vit eft
ir okkara tykki komin har
til, at man má hyggja eftir
skipanini av nýggjum og
rokna út, hvat rætta daga
talið er, argumenterar Dennis
Holm.
Í sínum nýggjasta tilmæli
til landsstýrismannin vísir
Havstovan á, at líka frá byrj
an av vóru alt ov nógvir
dagar inni í skipanini, og
hartil eru fiskiførini blivin
effektivari. Og eisini eru
náttúruviðurskiftini
ímóti
fiskivinnuni.
– Tað er eftir øllum at
døma ein høvuðsorsøk til,
at tilgongdin av nýggjum
árgangum av toski og hýsu
hevur verið vánalig nógv ár
á rað. Økingin í veiðuevni
hjá til dømis línu og troli
eru møguliga so stór, at hon
hevur klárað at mótarbeitt
niðurskurðum í fiskidøgum,
sigur Havstovan í sínum
nýggjasta tilmæli.
Fiskidaganevndin vísir í
sínum tilmæli á, at síðani ár
2000 er talið av fiskiloyvum
til botnfisk undir Føroyum
minkað úr 150 fiskiloyvum til
86 útskrivað loyvi í juni 2014.
Verður hugt at virkseminum,
so hava tað í fiskiárinum
2013/2014 bert verið 71 skip í
vinnu í mun til 150 skip í ár
2000.
– Gongdin síðstu árini
hevur noytt flotan til at
broyta atferð fyri ikki at fara
fallit. Partur av flotanum er
farin fallit, meðan vit eisini
síggja, at onnur hava broytt
atferð. Til dømis fiskaðu
línuskipini tilsamans um
leið 11.500 tons síðsta fiskiár,
harav bara 5200 tons vórðu
fiskað í føroyskum sjógvi.
Harumframt
fiska
línu
skipini í stóran mun longu,
brosmu og svartkalva, heldur
enn tosk og hýsu, og verður
tað gjørt á uttaru leiðunum.
Hetta er eitt dømi um, at
hesin skipabólkur grund
leggjandi hevur broytt atferð
í mun til sín fiskiskap fyri 10-
12 árum síðani, sigur Dennis
Holm.
Fiskidaganevndin
vísir
somuleiðis á, at trolararnir
í bólki-2, sum vanliga hava
fiskað upsa, nú brúka sum
rarnar til at fiska makrel og
sild.
– So ja, fiskiflotin tillagar
seg broyttu umstøðurnar,
argumenterar Dennis Holm.
Friðingar
Havstovan
og
Fiskidaga
nevndin eru eisini grund
leggjandi av hvør síni fatan
um týdningin av at stongja
og harvið friða øki fyri fiski
skap.
Í sínum tilmæli til lands
stýrismannin vísir Havstov
an á týdningin av at friða
leiðir. Eitt amboð, ið eigur
at vera meira brúkt enn
higartil,
sigur
Havstovan
og mælir til, at serligu gýt
ingarfriðingarnar fyri tosk
á Landgrunninum og upsa
undir Føroyum eiga at galda
fyri allar veiðuhættir. Smá
fiskaleiðir eiga framhaldandi
at friðast fyri at verja yngstu
árgangirnar. Og eisini skulu
ávísar leiðir vestanfyri og
eystanfyri friðast fyri allan
vinnuligan fiskiskap eftir
hýsu og toski.
Gongdin og mongdu frið
ingarnar síðstu árini hóvar
Fiskidaganevndini
illa.
Nevndin vísir á, at heilt stórur
partur av landgrunninum
er friðaður. Umleið 50 pro
sent
av
landgrunninum
uttanfyri 12 fjórðingar er
friðaður fyri trolveiðu ein
part av árinum ella alt árið.
Stórur partur av landleiðini
innanfyri
12
fjórðingar
er friðað fyri húk partar
av árinum. Øll landleiðin
innanfyri 12 fjórðingar er
friðað fyri trolveiðu alt árið,
undantikið tríggjar mánaðir
um summarið, tá trolbátar
sleppa at royna á pørtum á
landleiðini.
Samanumtikið
eru friðaðu leiðirnar øktar úr
10 prosent av landgrunninum
í 1990, til umleið 37,5 prosent
í 1994, til umleið 50 prosent í
2014.
– Vit hava dømi, bæði
vestanfyri Suðuroynna og á
Føroyabanka, har øki hava
verið stongd í áravís, uttan
at fiskiskapurin hevur tikið
seg uppaftur av tí orsøk.
Vit noyðast at lata upp fyri
einum kjaki um, hvørt hesin
leistur er tann rætti. Vit
mugu spyrja okkum sjálvi,
hvat endamálið er við at
stongja øki í áravís, og vit
mugu
somuleiðis
spyrja
okkum, hvussu vit máta um
endamálið nú eisini er rokk
ið, sigur Dennis Holm og
heldur fram:
– Vit mæla ikki til, at
politikarar av sínum ein
tingum fara út og lata
stongd øki uppaftur. Men vit
halda tað vera neyðugt við
einum breiðum kjaki millum
vinnuna,
fiskifrøðina
og
politikararnar um, hvussu
vit ynskja at skipa hesi viður
skifti í framtíðini. Tí líkt er til,
at verandi skipan við bara at
stongja alsamt fleiri øki fyri
fiskiskapi er ikki tann rætta,
sigur Dennis Holm.
Í sínum tilmæli til lands
stýrismannin mælir Fiski
daganevndin til at vinnan og
Havstovan í felag gera fleiri
royndir á stongdum leiðum,
umframt
at
fiskiskapur
við rist í størri mun verður
loyvdur á økum, sum í dag
eru stongd fyri øllum fiski
skapi við troli.
Somuleiðis
mælir
Fiskidaganevndin
til,
at
fleiri royndir verða gjørdar
á Føroya Banka, bæði við
húki og troli. Talan skal vera
um eitt samstarv millum
vinnuna og Havstovuna, har
skip í ymsu bólkunum sleppa
royndartúr á Føroyabanka
í eini turnusskipan tvørtur
um alt árið.
Í 2008 varð Føroyabanki
stongdur fyri stórt sæð øllum
fiskiskapi síðani 2008. Einasta
undantak eru tilsamans 70
fiskidagar til útróðararbátar
eitt avmarkað tíðarskeið um
summarið. Í sínum nýggjasta
tilmæli heldur Havstovan
fast um, at eingin vinnuligur
fiskiskapur eigur at verða
loyvdur
á
Føroyabanka,
grynri enn 200 metrar, tí
Millum bjartsk
og undantaksst
Meðan Havstovan í sínum tilmæli til landsstýrismannin mælir til umfatandi skerjingar í fiskidagatalinum
næsta fiskiár, so hevur Fiskidaganevndin eina heilt aðra tilgongd. – Grundtankin við fiskidagaskipanini
var, at dagarnir skulu ikki stillast hvørt ár, men í staðin eru umleið 31.000 dagar tiknir úr
skipanini síðani 1996. Tí er neyðugt at endurskoða skipanina, sigur Dennis Holm, formaður
– Verður nýggjasta tilmælið frá Havstovuni fylgt,
so eru bara 10-11.000 dagar eftir í skipanini næsta
fiskiár, svarandi itl 20 prosent av fiskidøgunum, sum
upprunaliga vóru inni í skipanini. Tá eru vit eftir okkara
tykki komin hartil, at man má hyggja eftir skipanini
av nýggjum og rokna út, hvat rætta dagatalið er, sigur
formaðurin í Fiskidaganevndini, Dennis Holm.