týsdagur 24. juni 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 25. juni 2014 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ygni
tøðu
fiskidagaskipanin
toskastovnurin er framvegis
ikki komin fyri seg aftur.
Fiskimenn
Meðan Havstovan byggir sítt
tilmæli á yvirlitstrolingar og
náttúruvísindaligar
kann
ingar, so hevur Fiskidaga
nevndin millum annað bygt
sítt tilmæli á eina spurnar
kanning millum fiskimenn.
Sambært
Dennis
Holm
hevur nevndin tosað við
tveir triðingar av øllum teim
um, sum virka í fiskidaga
skipanini.
– Tað er heilt tilvitað at
kanningin er gjørd, nú fjórða
árið á rað, sigur Dennis
Holm og vísir á, at Fiskidaga
nevndin hevur eina aðra
tilgongd til veruleikan enn
Havstovan.
– Uppgávan hjá Fiski
daganevndini er at umboða
sjónarmiðini hjá teimum, sum
liva og virka í vinnuni hvønn
dag. Í ár vísir kanningin, at
fiskimenn eru nógv positivari
í ár, sammett við í fjør. Eitt nú
er nógv meira til av toski, og
tilgongdin er betri.
Hóast fiskimaðurin veit,
at hansara svar í spurnar
kanningini í ringasta føri
kann merkja færri fiski
dagar og harvið lægri hýra,
so
metir
formaðurin
í
Fiskidaganevndini kortini, at
kanningin gevur eina rætt
vísa mynd.
– Talan er um eina sam
røðukanning, har svarini
skulu útgreinast. Hartil um
boðar kanningin sum nevnt
tveir triðingar av øllum teim
um, sum virka undir fiski
dagaskipanina,
argumen
terar Dennis Holm.
Endurskoða
Í heyst eru trý ár síðani
Fiskimálaráðið fekk handað
uppskot um eina sonevnda
umsitingarætlan fyri toska-,
hýsu- og upsastovnarnar í
føroyskum sjógvi. Í tí frá
greiðingini staðfesti arbeiðs
bólkurin, at síðani fiskidaga
skipanin varð sett í verk, eru
ongar eftirmetingar gjørdar
av skipanini í síni heild. Ei
heldur er nøkur heildar
meting gjørd av, um skipanin
virkar eftir ætlan.
Í sínum nýggjasta tilmæli
til landsstýrismannin eftir
lýsir Havstovan, at umsit
ingarætlanin verður brúkt til
nakað. Boðini frá Havstovuni
eru soljóðandi:
– Umsitingarætlanin er
latin
Fiskimálaráðnum
í
oktober 2011, og umráðandi
er, at hon verður viðgjørd av
avvarandi
myndugleikum,
politikarum og vinnu sum
skjótast og síðani sett í gildi.
Somuleiðis
sigur
Hav
stovan í sínum tilmæli, at
ein veiðusetningur verður
innførdur, sum byggir á
lívfrøðilig
tilvísingarvirði.
Setningurin
skal
greitt
siga, hvat skal gerast, um
stovnarnir minka niður um
eina minstustødd. Alt skal
grundast á vísindaligar kann
ingar og arbeiði, og vera í tráð
við ráðgeving frá ICES. Ein
slíkur veiðisetningur kann,
sambært Havstovuni, slóða
fyri at føroyskur botnfiskur
kann fáa MSC góðkenning
sum verandi burðardyggur.
Í sínum tilmæli eftirlýsir
Fiskidaganevndin
eisini,
at verandi fiskidagaskipan
verður endurskoðað.
– Vit eru eftirhondini
komin hartil, at roknistykkið,
sum
fiskidagatalið
varð
grundað á í 1996, nú verður
gjørt av nýggjum, sigur
Dennis Holm, formaður í
Fiskidaganevndini.
FAKTA - Fiskidaganevndin
Landsstýrismaðurin velur eina Fiskidaganevnd, umboðandi vinnuna á sjónum,
sum letur landsstýrismanninum metingar um støðuna í botnfiskastovninum og
tilmæli um fiskidagar, og hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið.
Nevndin og varaumboð verða vald fyri 4 ár í senn. Landsstýrismaðurin ger
reglugerð um val og virki nevndarinnar og tryggjar nevndini neyðugt tilfar til tess
at útinna arbeiðssetningin. Landsstýrismaðurin velur formann og varaformann og
setur skrivara.
Í Fiskidaganevndini sita í dag Dennis Holm (formaður), Dánjal í Skálum
(partrolarar), Janus Knudsen (trolbátar), Absalon í Buð (meginfelag
útróðrarmanna), Hálvdan Gudmundsen (felagið línuskip), Sámal Poulsen
(fiskimannafelagið)
FAKTA
Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skal fiskidagatalið ásetast við
løgtingslóg hvørt fiskiárið. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum leggur
lógaruppskotið fyri tingið á ólavsøku. Uppskotið byggir á tilmæli frá Havstovuni
og Fiskidaganevndini.
Á hvørjum ári fyri 15. juni skal Havstovan lata landsstýrismanninum
stovnsmetingar, tilmæli um fiskidagar komandi fiskiárið og, hvussu fiskiskapurin
skal skipast tað komandi fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera
grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum
best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.
Á hvørjum ári fyri 22. juni skal Fiskidaganevndin, grundað á eina mest hóskandi
veiði fyri fiskiárið, lata landsstýrismanninum tilmæli um fiskidagar fyri komandi
fiskiárið og, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Broytingar
í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal
fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða
gagnnýttir burðardygt.
FAKTA - Havstovan
Havstovan er fyrisitingarliga skipað undir landsstýrismanninum og letur
landsstýrismanninum upplýsingar viðvíkjandi støðuni í fiskastovnunum og
vísindarligar tilráðingar og metingar samsvarandi endamálinum í hesi lóg.
Aftur í ár er sera stórur munur á tilmælunum frá Havstovuni og Fiskidaganevndini.
Tilmælini eru grundarlagið undir lógaruppskotinum um áseting av fiskidøgum,
sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum leggur fyri løgtingið á ólavsøku.