Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. juni 2014 · Nr. 71 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Niels Finsens­ gøta broyta navn til Áar­ vegurin Bergljót Hátún Madsen Tað boðar frá góðum, nú býráðið í Havn her­ fyri útskrivaði eina hug­ skotskapping um at endur­nýggja og betra um miðbýin. Í hesum sam­bandi komu nógvir lifligir tankar fram, sum til dømis at Havnará skal latast upp. Ein av dómarunum í arkitektakappingini tos­ aðu í útvarpinum um, at ”elven er en mulig for­ bindelse som grønt forløb igennem byen” og eisini tosaði hon um at ”sy byen sammen” og ein av arkitektunum tekur til í somu útvarpssending, at broytingarnar verða ”ein ryggjargeisli frá viðar­ lundini út á Skans­an”. Eitt hugskot hevði ver­ ið, at núverandi Niels Fin­ sensgøta broytir navn til Áarvegurin. Gøtan fylgir Havnará allan vegin frá Kongabrúnni og niðan til viðarlundina. Og fyrsti parturin eitur longu Áar­ vegurin. Alt gott um Niels Fin­ sen. Hann hevur nú átt gøtu­navnið sína tíð. Royn einaferð at siga: Niels Finsensgøta og sig so: Áarvegurin. Har er munur á at seinra navnið er meira viðkomandi og organiskt, meira musikalskt. Áin og vegurin fylgjast og hoyra náttúrliga saman. Tí haldi eg at tað er upp­lagt, at navnið á høv­ uðs­gøtuni eisini bindur mið­býin saman. kjak Takksemi – hvar eru teir níggju? Símun Pauli Jacobsen Ja, hvar eru teir níggju? Soleiðis spurdi Jesus tann eina, sum kom aftur at takka, aftaná at 10 spitalskir vóru grøddir av spitalsku sjúkuni. Í skúlatíðini í tríatiárunum minti lærari okkum á altíð at sýna høfligheit – kurteisi – og at takka í øllum førum. Og hann legði afturat, at kurteisi kostar ongar pengar. Og at takksemi – at takka í øllum førum – heldur ikki kostar nakrar pengar. Tað var ikki altíð so lætt at vera føroyingur til dømis í tveyti- og tríatiárunum og soleiðis minnist eg eitt av hesum árum: Skipini komu heim úr Ís­ landi vegna fiskaloysi. Løn­ andi arbeiði hevði lítið og einki verið allan veturin. Onkur hevði fingið arbeiði í einar 5-6 dagar vegna kol- og saltlossing og kanska velt eitt sindur av eplum til húsbrúk. Men annars, einki. Eingin minstuløn. Ongar sosialar skipanir. Peningur var nærum ikki til. Men eg haldi, at tøkkin og nøgdsemi var nógv meira tá enn nú, hvar flest øll hava í yvirflóð. Í árinum 1948 kom heima­ stýrislógin í gildi fyri Føroyar. Í meira enn 60 ár hevur hon veitt gleði og vælsignilsi til bæði land og fólk. Eg fari her einaferð enn at takka bæði dønum og føroyingum fyri alla broyting til tað betra her á landi, síðan henda vælsignaða lóg kom í gildi. Hvussu var so her á landi, áðrenn heimastýrislógin kom í gildi? Jú, fólk høvdu ikki allar teir hentleikar, sum í dag tykjast vera ein sjálvsagdur rættur. Elektrisitet var einans á teim stóru plássunum, meðan flestu bygdir máttu taka til takka við petroleumslampum og stearinljósum. Ongar frystiboxir vóru at goyma matvørur í. Ongin miðstøðuhiti. Ongin telefon í flestu hús­ arhaldum. Ongin peningur at keypa bil fyri. Lítil peningur at ferðast fyri. Ógvuliga lítið útbygt av landi okkara, fyri tað mesta nøkur smærri havnarløg og annars hampiliga væl av vegasambandi. Ongin fólkapensjón. Ongin einkjupensjón. Ongin almenn forsorg. Vánaligt ferðasamband. Ongin minstuløn. Ongar autostradir. Ongar tunnellir. Ongar ítróttarhallir. Ongir grasvøllir. Ongin nýggjur skipafloti. Ongin heimahjálp. Ongi nýmótans sjúkahús. Ongi nýmótans apotek. Einans fá fiskavirkir osfr. Tað vóru mong, sum einaferð tóku undir við sjálvstýris- og loysingarpolitikki full­ veldismanna, men sum mistu alt álit á føroyskar politikarar, tá hesir í áttatiárunum rendu alt samfelagið um koll. Ávaringar um at broyta kós tóku politikarar ikki fyri fult. Teir vóru nógv klókari enn danska ráðgevandi nevnd­in ella allar tær rødd­ ir, sum royndu at steðga ør­ skap­inum. Eg minnist væl tríatiárini. Tað vóru ringar tíðir. Ongir pengar millum fólk. Menninir til skips og keypt var uppá kontrabók frá reiðara. Skuldi ein keypa eina stílabók til skúlabrúks, varð neyðugt at avreiða egg ella okkurt annað. Eingin stuðul ella lán til víðari lestur. Fólk fór at arbeiða, tá tey vóru 14-16 ára gomul. Tey hava gjøgnum 50- 60 ár ella fleiri fylt kommunu- og landskassarnar við skattapeningi og avgjøldum. Teir fýra loysingarflokkarnir noktaðu at taka ímóti einum triðingi av táverandi blokki ella 366 milliónir krónur árliga. Tí er ovlítið av peningi til flestu økir á fíggjarlógini, og vandi er fyri, at minst eitt tveysifrað tal av árum fer at ganga, áðrenn fíggjarliga hallið aftur kemur á beint. Mín vón er, at javnaðar­ flokkurin framvegis verður á odda í komandi valum. Tí nú treingir til upprudding meira enn nakrantíð. Kravið má vera líka løn fyri líka arbeiði Jógvan Philbrow næstformaður, Føroya Pedagogfelag Ein ráðstevna um javnstøðu hevur akkurát verið, har millum annað lønarmunurin á tradisjonellum kvinnu­ størv­um varð nevnd sum ein trupulleiki – og tó vil man einki gera, bara snakkað. Eisini vita vit, at vit hava undirskot av kvinnum, og hetta ávirkar burðartalið og í seinna enda eisini sam­ felagsbúskapin á ein neiligan hátt. Hetta millum annað tí flestu kvinnu fara ikki at hava eina líkinda eftirløn, tær hava heilt einfalt ongantíð forvunni eina nóg góða løn. So samfelagið eigur at vita, at vit hava ein trupulleika. Ein hjálp til at fáa loyst hend­ an trupulleikan er at stuðla upp undi,r at námsfrøðingar fáa betri setanar- og lønar­ viðurskiftið. Sjálvandi. Skattalættar til tey ríku setur ikki gongd á búskapin, tað haldi eg, okkara egnu hagtøl um lønargongdina vísa. Tí um samgonguætlanin við skattalættanum til tey ríku var, at gongd kom á bú­ skapin, so miseydnaðist tann ætlanin fullkomiliga. Hinvegin hevði betri løn til láglønarbólkar, kvinnu­ bólkar, millum annað náms­ frøðingar, púra vist givið eitt betri ískoyti til lands­ búskapin og sett gongd á. Tí tað er rættuliga vist, at næstan alt hevði komið inn aftur í skattum og líknandi, tí lønirnar eru ikki so stórar, at ráð eru til at spara nakað serligt saman. Alt fer til nýtslu. Betri løn hevði púra vist eisini hjálpt upp á hugin hjá kvinnum at hildi áfram at stríðast á okkara klettum. Tað hevði komi væl við hjá øllum hesum náms­frøð­ ingunum at fingið betri løn og setanarviðurskifti. Men fíggjarmálaráðharrin sit­ur enn og fortelur náms­frøð­ inginum, at hann ikki er verdur eina betri løn. Heldur ikki tá hann skal arbeiða innan skúlans gátt, skal náms­ frøðingurin hava rætt til líka løn og setanarviðurskifti, sum starvsfelagar hansara í skúlunum hava. Hetta er ikki ein haldbar støða. Tað eru fleiri, ið halda, lønarmunurin skal verða verandi, men grundgev­ing­ ar­nar eru ymiskar – her eru nakrar: – Søguliga eru námsfrøðingar lægri lønt, og tí skal lægra lønin halda áfram. – Tí námsfrøðingar hava ikki ein “ordiliga” útbúgving á jøvnum føti við læraraútbúgvingina. – Tí arbeiðið hjá náms­ frøðingum ikki er heilt so týdningarmikið, sum lærararaarbeiði í skúlunum er. – Tað hevði veri “ósoli­ dar­iskt” av náms­ frøðingunum, sum arbeiða innan skúla­skip­ anina, at fingið betri løn enn tey, sum arbeiða á dagstovnunum. So av berum samhaldsfesti skulu námsfrøðingarnir góð­taka verri løn og set­ anar­treytir enn starvs­ fe­lag­arnir í skúlunum. Starvs­felagar, ið hesir somu náms­frøðingar hava gingið á Fróðskaparsetri saman við, tikið útbúgvingarpartar saman við, skrivað uppgávur saman við – við líka langari útbúgving, við líknandi krøv­ um, og sum fyri báðar partar endar við einum bachelor­ prógvi. Sjálvandi eru arbeiðs­ hætt­irnir ymiskir – annars var helst eingin orsøk at hava tveir starvsbólkar inni í skúlunum - men at siga annan arbeiðsháttin vera minni týðandi enn hin og harvið hava uppiborið minni løn ber illa til. Og annars, so fer eingin illa av, at annar fer væl. Málið á arbeiðs­markn­að­ inum eigur at vera líka løn fyri líka arbeiði, og vit kundu byrjað í skúlunum. Tíðin er búgvin til tað nú. Líka løn fyri líka arbeiði - okkum tørvar eina almenna lønarskipan, har grundlønin verður eftir útbúgving. Tað er boðskapurin í hesi grein, sum Jógvan Philbrow, næstformaður í Pedagogfelagnum, hevur skrivað.